• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • sBøkur

Hvat er ein sBók?

Ein sBók er ein sjálvstøðug talgild útgáva, sum sameinir bók og internet og tekur tað besta frá báðum heimum við sær.

sBókin byggir á logikkin, sum vit eru von við í bókini, men hevur eisini allar dynamisku møguleikarnar, sum vit hava á netmiðlunum, sum t.d. video, ljóð, spurnakapping og skjótar leitimøguleikar.

Vit kunnu kanska siga, at sBókin er "the missing link" millum prentaðu bókina og netmiðlarnar.

sBókin ger telduna til eitt uppaftur betri lestraramboð

  • hevur allar dygdirnar hjá bókini, men gagnnýtir eisini allar møguleikarnar hjá internetinum
  • er ment bæði til teldu og samvirkna talvu
  • er námsfrøðiliga uppbygd, so hon bæði stuðlar næmingalagaðari undirvísing og fakligu menningini hjá næmingunum
  • hevur innbygda funksjón til viðmerkingar, so tú kanst skriva tínar egnu viðmerkingar í tilfarið og lata øðrum viðmerkingarnar ella fáa viðmerkingar frá øðrum. Viðmerkingarnar kunnu verða goymdar og brúktar avlinju

  • er altíð aktuel og dagførd
  • hevur eina pdf-fílu at brúka avlinju og til próvtøkur
 

sBøkur hjá Nám

Fransktbókin
Fransktbókin

Fransktbókin er týðing av donsku sBókaútgávuni Franskbogen, sum er grundað á tilfar úr dagførdu sættu pappírsú...

From where you are - Samvirkin ensk grundbók
From where you are - Samvirkin ensk grundbók

sBókin From where you are er ein samvirkin ensk grundbók við yrkistteksti og skaldskapi. Harumframt eru spurni...

Føroysk søga 1
Føroysk søga 1

Føroysk søga 1 er ætlað søguundirvísingini í 7. flokki. sBókin viðger tíðarskeiðið 1750-1914 í føroyskari søgu...

Javnstøða. Tvey kyn - ymsar støður
Javnstøða. Tvey kyn - ymsar støður

Javnstøðunevndin hevur í samstarvi við Nám givið Javnstøða. Tvey kyn – ymsar støður, sum Kristianna Winther Po...

Sýni & Dýpi 1
Sýni & Dýpi 1

Sýni & Dýpi 1 er ein samvirkin bókaheild við tveimum bóku...

Sýni & Dýpi 2
Sýni & Dýpi 2

Sýni & Dýpi 2 er onnur sBókaheild av trimum til lærugreini...

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017