• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Temasíðan Shakespeare 400

Temasíðan Shakespeare 400 vendir sær breitt til lærarar í enskum, føroyskum, leiklist og søgu. Til ber at kava niður í eitt partsevni, sum til dømis sjónleikaraumhvørvið í tykkara heimstaði, og lýsa tað í eini verkætlan ella reportasju at leggja fram í flokkinum. Yvirskipaða ætlanin við temasíðuni er, at lærarin saman við næmingunum, skapar eitt forvitni at finna inn í tað fagurfrøðiliga, sum altíð er í teksti. Umframt at vera orð, er tekstur eisini rytma, ið vit kunnu klappa afturvið. Teksturin kann vera eftir Shakespeare, sum er á enskum, ella í føroyskari týðing. Men tekstur við stuttligum rytmum kann eisini vera í barnasangum og jólasálmum. Ørindislagið kann vera jamba, sum ofta hoyrist hjá Shakespeare. Í bókalistanum sæst, hvat tilfar er í Námi. Vit vita ikki alt, men til ber altíð at tosa við Snartoymið um tilfar og uppskot. Og so kann henda, at onkur flokkur fær hug at vitja London við Shakespeare í huga. Tá ber til at filma við fartelefonini, soleiðis sum vit hava gjørt á hesari temasíðu, og sum vónandi er ein kveiki til stuttliga undirvísing við einføldum amboðum, sum vit altíð hava uppiá okkum.

Shakespeare 400 í London

Undir heitinum Shakespeare 400 verða fleiri tiltøk hildin í London og har um leiðir í ár, nú 400 ár eru liðin, síðan Shakespeare doyði. Tiltøkini eru ikki bara sjónleikir, men eisini tónleikur, opera, dansur, framsýningar og undirvísing.

Yvirlit á síðuni Shakespeare400

Leikur í samfelagnum

Kannið í bókini Hugtøk í bókmentafrøði (2009), hvørji eyðkenni eru fyri leikbókmentir. Er nakar sjónleikur á skránni beint nú, har tit búgva? Er nakað sjónleikarafelag í tykkara øki? Kannið marknaðin og finnið ein leik, sum verður vandur. Hvør hevur skrivað leikin, og hvat er evnið? Hvussu verður leikurin fyriskipaður frá byrjan til enda? Hvør hevur ábyrgdina av hvørjum í sambandi við leikin? Takið fotomyndir av hvørjum persóni og lýsið uppgávuna, sum hann ella hon hevur. Kannið eisini eftir, um nakar stuðlaði leikinum við pengum ella øðrum. Spyrjið stuðlarnar, hví tey stuðlaðu, og um sjónleikur eftir teirra sjónarmiði hevur týdning í økinum. Gerið eina frásøgn um sjónleikin á skúlans heimasíðu. Endið við at ummæla aktuella leikin.

Tjóðpallurin

Finnið føroyska Tjóðpallin og gerið avtalu um at vitja hann. Innan vitjanina fyrireika tit í flokkinum eitt prát við stjóran á Tjóðpallinum, har Shakespeare er høvuðsevnið. Hvussu nógvir leikir eftir Shakespeare hava verið framførdir á Tjóðpallinum og aðrastaðni, vit vita um í Føroyum? Hvønn týdning hevur Shakespeare fyri føroyskan sjónleik í dag? Síðan spyrja tit um søguna hjá Tjóðpallinum, og hvørji framtíðarútlit hann hevur. Samrøðan verður filmað við fartelefon, klipt og víst í skúlanum, tá tit eru heima.

The Globe

Sjónleikarahúsið, sum Shakespeare arbeiddi í, tá hann livdi, er Globe Theatre. Leikhúsið er bygt av nýggjum við ánna Thames mitt í London. Upprunaliga leikhúsið er frá 1599. Eldur kom í, og í 1644 varð tað tikið niður. 230 metrar frá hesum stað, varð leikhúsið endurreist sum Shakespeare’s Globe í 1997. Nú 400 ár eru liðin, síðan Shakespeare doyði, eru rundferðir og tiltøk í sjónleikarhúsinum. Tann vitjandi kann fáa innlit í, hvussu umstøðurnar vóru á døgum Shakespears, og hvønn týdning leikirnir høvdu millum fólk. Hyggja vit í skránna hjá leikhúsinum sæst, at tey spæla Hamlet.

Skráin

Uppgáva: Hevur tú nakrantíð verið í London? Hvussu er ferðasambandi úr Føroyum til London?

 

Um Shakespeare

William Shakespeare (26. apríl 1564 (doyptur) - 23. apríl 1616) var enskur rithøvundur. Hann verður sagdur at vera mætasti sjónleikarahøvundi, sum skrivað hevur á enskum máli. Hann leikti ofta í Globe-sjónleikarahúsinum í London, har flestu leikir hansara vórðu framførdir. Hann var sannur málmeistari, og persónslýsingarnar, speiið og skemtiligi stílur hansara gera, at leikirnir siga líka nógv nú, sum tá ið teir vórðu spældir á fyrsta sinni fyri umleið 400 árum síðan. (Wikipedia)

Uppgáva: Leitið á netinum at finna nágreiniliga talið av sjónleikum, sum Shakespeare hevur skrivað. Hvat annað hevur Shakespeare skrivað? Hvussu mong filmshandrit byggja á tekst hjá Shakespeare? Hvør er nýggjasti filmur, sum byggir á tekst hjá Shakespeare? Er vissa um, at Shakespeare einsamallur hevur skrivað alt tað, sum sagt verður? Spyrji ein serfrøðing á økinum, leikstjóra ella lærara í leiklist og filmi.

Tá øll verðin bleiv ein pallur

Renessansuna kalla vit tíðarskeiðið frá um 1400 til 1600, sum byrjar í Norðuritalia, og hundrað ár seinni tekur við í Bretlandi og endar, eftir at Shakespeare doyði. Renessansan gjørdi upp við miðøld og teir tankar, sum tá vóru frammi um menniskjað og verðina.

Les meira

Shakespeare er heimsins besti

Meinard Jensen, sum er studentaskúlalærari í enskum, sigur, at hóast Shakespeare hevur verið deyður í 400 ár, so er hann hin besti. Hann hevur enn stóran týdning í skúlanum, serliga tá vit hugsa um estetikk, tað fagurfrøðiliga, so sum at lesa yrkingar og at uppliva tekst. Í dag greina vit glaðbeint allan tekst, men hava samstundis lyndi til at gloyma tað fagurfrøðiliga, sum Shakespeare kann minna okkum á, sigur Meinhard.

Meinard Jensen hevur gjørt tvær útvarpssendingar um Shakespeare og lív hansara, nú 400 ár eru síðan skaldið doyði.

Fyrra sendingin, sum er um tað søguliga, varir hálvan tíma, og seinna sendingin varir 50 minuttir.

Her eru handritini til báðar útvarpsarsendingarnar hjá Meinhardi Jensen um Shakespeare:

Handrit til fyrru sendingina

Handrit til seinnu sendingina

Shakespeare á føroyskum palli

Hvønn týdning hevur bretski Shakespeare havt sum høvundur á føroyskum máli? Tað verður spurt í útvarpssendingini Mentanarkaféein. Teir, ið svara, eru Eyðun Johannessen og Bergur Djurhuus Hansen. Eyðun, sum er leikstjóri, var hin fyrsti at seta Shakespeare á føroyskan pall. Tað var við leikinum Harðveðrið í 1964, sum Heðin Brú hevði umsett úr The Tempest. Bergur er bókmentafrøðingur og metir um tann týdning, sum Shakespeare hevur havt og enn hevur.

Lurtið frá 33:28 til endan.

Shakespeare á filmi

Hóast 400 ár eru síðani Shakespeare doyði, er hann enn at síggja á spildurnýggjum filmi. Á netstaðnum Internet Movie Database er Shakespeare nevndur sum skrivliga upphavið til 1151 filmar. Nýggjasti biograffilmur, sum byggir á sjónleikarahandrit hjá Shakespeare, er Macbeth (2015). Hesin filmur varð gjørdur í Skotlandi, og kann tí hugsast at hava skotskar undirtónar um makt og frælsi. Ein annar leikritatekstur hjá Shakespeare, sum er gjørdur til ein modernaðan og eksperimenterandi ungdómsfilm um kærleika, er Romeo + Juliet (1996). Hesin filmur er tøkur í Námi.

Les meira

Beyoncé goes Shakespeare

Útvarpssendingin Røddin hevur gjørt vart við, at sjónleikarar eru, sum hava roynt at siga ein kendan poppsang hjá til dømis Beyoncé, sum var tað eitt brot í einum sjónleiki hjá Shakespeare. Hoyrið bara her.

Er munur á palli og filmi?

Í Varðanum 5 verður á bls. 34 greitt frá um sjónleik í Føroyum. Hvør skrivar, og hvat er árið? Ber saman sjónleik á palli og film á lørifti. Hvør er sjónligasti munurin? Gerið samrøðu við yrkislærdan sjónleikara um munin at spæla á palli og at spæla á filmi. Gerið samrøðu við filmsleikstjóra um at brúka ókend fólk á filmi. Hvør er fyrimunurin ella vansin? Samrøðurnar verða goymdar á fartelefon og vístar í flokkinum.

Yrkingar og rytmur

Hoyr eina yrking hjá Shakespeare lisna á enskum. Á hesi heimasíðu ber til at læra um 20 enskar yrkjarar og lesa og hoyra eina yrking frá hvørjum teirra. Shakespeare er ein. Ensku yrkingarnar eru býttar sundur í fýra evnisflokkar, og undir teimum eru síður fyri hvørt skald við yrkingum og ævisøgu. Í tekstinum eru orðafrágreiðingar, og á hvørji síðu eru tvær uppgávur, ein spurnaruppgáva og ein skriviuppgáva at skriva út.

Words, words, words - at minnast Shakespeare

Páll Danielsen er yrkislærdur sjónleikari og hevur í fleiri førum spælt leikir, sum Shakespeare hevur skrivað. Shakespeare skrivar við so nógvum orðum, at eitt kent brot úr orðaríkasta leikinum er, tá høvuðsleikarin Hamlet sigur: Words, words, words.

Hvussu lærir Páll seg at minnast allan tann nógva palltekstin hjá Shakespeare, sum eisini hevur eitt serligt stev, og ber til at siga annan tekst, við sama stevi?

Jamba, jamba, jamba - ørindisføtur

Sólvá Jónsdóttir er ráðgevi í Námi. Her sigur hon við dømum frá um jamba og aðrar ørindisføtur, ið gera rytmuna í einum teksti. Eyðkendi ørindisfóturin hjá Shakespeare er jamba, sum vit eisini kunnu raka við nógva aðra staðni, eisini í jólasálmum.

 

 

Tilfar um Shakespeare

Bókavørðurin í Námi, Oyvør Dam Jacobsen, sigur frá, hvat tilfar eftir Shakespeare og um hann, er tøkt hjá skúlum og lærarum at brúka í Námi:

Les meira

Shakespeare í Sýni & Dýpi 2

Í sBókini Sýni & Dýpi 2, sum er ætlað øðrum ári í miðnámi, er ein stórur partur, sum snýr seg um rák og tíðarskeið í  mál- og bókmentasøguni. Tíðarskeiðini, sum verða viðgjørd í Sýni & Dýpi 2 eru miðøld, renessansa, barokkur, upplýsingarøld, romantikkur og tjóðskaparromantikkur. 

Í partinum um renessansu er ikki nógv um føroysk viðurskifti, men nógv spennandi hendir úti í heimi, m.a. við Shakespeare í London. 

Les meira

Edward og Shakespeare

Í Námi er floksett av bókini Apollonia, sum Edward Fuglø hevur skrivað og teknað. Hóast bókin er floygd og full av hugskotum, bindur hon seg afturat einum serstøkum húsum og einum serstøkum persóni og fleiri av hansara figurum. Hvørji eru húsini? Hvør er persónurin?

Á bls. 18, sum er avmyndað niðanfyri, fáa vit á næstseinastu reglu eina ábending um, hvør persónurin er. Bókin er ætlað miðdeild, tað er 4.-6. flokki. 

Gerið avtalu um at vitja høvundan og teknaran, Edward Fuglø, og fái hann at siga frá, hvat kveikti hann at skriva hesa bókina. Kannið eftir, hvussu hann arbeiðir, og hvat tilfar og hvørjar litir hann brúkar.

Shakespeare í Alfrøðini

Í Alfrøðini, sum kom í 1992, finna vit Shakespeare nevndan bæði undir leitorðinum Bretlandi og sum ein av tólv teim fremstu rithøvundunum. Upplýst verður, at meðan Shakespeare livdi, vórðu nógvir sjónleikir hjá honum spældir á pubbum, sum eru ensk vertshús. Her møtast fólk at eta, gista og skifta orð um gerandis viðurskifti. Vertshúsini verða ein savningarstaður, sum fær mentanarligan týdning í Bretlandi. Aftast í Alfrøðini er eitt yvirlit, sum sýnir tólv av heimsins kendastu rithøvundum í allari søguni, frá grikska Homer til franska Camus. Millum teir tólv er Shakespeare, og høvuðsverk hansara verður sagt at vera Hamlet. Eisini tólv kendir føroyskir rithøvundar verða nevndir í sama lista, frá Hammershaimb til Jens Paula Heinesen.

Fakespeare?

Í einar tvær øldir hava fólk, ið granska søgu og bókmentir, hildið, at fleiri fólk munnu hava skrivað teir leikir og tær sonettir, sum vit vanliga siga, at Shakespeare einsamallur hevur skrivað. Ein av teimum, sum gitt verður at hava skrivað onkran av hesum tekstum er Christopher Marlowe, sum sæst á málninginum niðanfyri.

Uppgávur: Hvør var Christopher Marlowe og nær livdi hann? Kannið í hesi ensku grein, hvørjir hinir rithøvundarnir eru, sum kunnu fjala seg í bókarúgvuni hjá Shakespeare.

Eru onnur stór og gomul bókaverk, har ivamál kunnu vera um, hvør hevur skrivað? Hevur tað nakran týdning, at vit vita, hvør hevur skrivað ein søguligan, ein bókmentanaligan ella ein átrúnaðarligan tekst?

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017