• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Arbeiðsuppgávur

1.

Í filminum ”Kom og dansa” eru tvær kvinnur, Malan og Lív. Hví velur Malan at vitja Lív, har filmurin fer fram?

2.

Hvat hevur Lív gjørt saman vid sjeikinum hjá Maluni?

3.

“Áðrenn tú sigur meira, so vil eg gjarna siga orsaka,” sigur Lív. Hvussu er atburðurin hjá Lív í byrjanini?

4.

“Hvat far hann burturúr at vera saman vid einari sum tær?” spyr Malan. Hvussu er atburðurin hjá Maluni? 

5.

Tær báðar fara at skeldast. Hvønn týdning hevur kropsburðurin hjá báðum kvinnunum at siga, so hvørt orðaskiftið verður harðari og harðari?

6.

Hvat er tað, sum ger, at Malan og Lív at enda fara til hendurs?

7.

Hví bíðar Malan eina góða løtu, innan hon sigur, at hon er ikki heima? Hvør er munurin á samskiftinum millum Maluna og Pætur og so Maluna og Lív?

8.

Hví blakar Malan fartelefonina burtur, tá ið filmurin endar?

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017