• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Arbeiðsuppgávur

Bygnaður

Bygnaður: set filmin inn í frásagnarfrymilin.

Eyðkenni: Finn flestu av teim sjey høvuðstættunum hjá Richard Raskin í filminum Sigarett.

Hvat meinar frásøugpersónurin við, tá hann ber lívið saman við filmin Groundhog Day?

Hvør er røddin í filminum Sigarett, og hvønn verður tosað við?

Greina og tulka sangin Ansa eftir hjá Nalja. Met um, hví hesin sangur er at hoyra í filminum.

Lýs høvuðspersónin, tá filmurin Sigarett byrjar. Hvat heldur høvuðspersónurin um seg sjálvan?

Litir

Lýs hugburðin hjá høvuðspersóninum til Føroya og føroyingar.

Tulkingarfelagsskapur: Kenna teir báðir “partners in crime” seg marginaliseraðar í samfelagnum? Greið frá myndini og knýtinum teirra millum.

Fótbóltur og fótbóltsleikarar: hvat halda teir báðir “partners in crime” um fótbólt og fótbóltsleikarar?

Greið frá máliskuni “Næstan úti av Kings”.

Felagsskapur ella einsemi: Í hesum broti gerst høvuðspersónurin inntonktur og tykist taka seg burtur frá hinum. Greið frá skiftinum í ljóði og ljósi. Hvat vil leikstjórin við hesum filmiska frásagnarsnildi? Er munur á leikstjóranum, høvuðspersóninum og frásøgupersóninum í hesum broti? Hvørja ávirkan hevur hetta á hyggjaran og fatanina av filminum?

Lýs leiklutin hjá útlendska ferðamanninum. Hvørja ávirkan hevur hann á høvuðspersónin?

Lýs høvuðspersónin, tá filmurin Sigarett endar. Hvar fer hann, og hvussu er gøtan? Er høvuðspersónurin broyttur?

Heitið: Hví er heitið á filminum Sigarett? Hvat ímyndar sigarettin í søgugongdini? Greið frá um metaforar, greið frá ymsu nøvnunum, sigarettin fær í filminum og tak støðu til, hvussu sigarettin verður brúkt sum metaforur.

Greina og tulka sangin Nánd og samanber sangin við filmin Sigarett.

Lurta og hygg eftir sanginum Light my Fire (The Doors 1968) og les yrkingina Neistar (Tóroddur Poulsen 1984). Kunnu hesi bæði, sangur og yrking, knýtast at filminum Sigarett?

Tekstslag: tak støðu til, hvat slag av filmi Sigarett er. Er nakað, ið bendir á at Sigarett er sjálvævisøguligur filmur, heimildarfilmur ella annað slag av filmi?

Ummæli: skriva eitt ummæli av filminum Sigarett.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017