• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fororð

'Skýming’ er heitið á stuttfilmi, sum Anton Petersen hevur gjørt í 2011. Nám hevur keypt rættindi at brúka filmin til skúlabrúks og hevur latið gera uppgávur til filmin.

Anton, sum er úr Havn, hevur leikstjórnað filmin eftir egnum handriti. Umframt at síggja sjálvan filmin her á síðuni, ber eisini til at taka filmin niður í betri góðsku. Umframt uppgávur, er eisini ein frymil gjørdur at greina stuttfilm eftir.

2012 fekk Anton gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Innan Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum, handaði Antoni gávugóðsið, grundgav formaðurin í nevndini, Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, fyri, hví valið fall á Anton:

“Skýming er ein stutt søga um ein mann, ið leitar eftir sær sjálvum. Ítøkiligi karmurin er eitt parlag á okkara døgum í Havn við Nólsoynni í baksýni. Anton hevur við hesum filmi sett sær stórar avbjóðingar, sum eisini hava staðið við í langa tíð. Umframt søgugongdina, har mannligi høvuðsleikarin leitar millum barndóm og manndóm, kunnu vit eisini siga, at Anton sum leikstjóri leggur lunnar undir ein sermerktan stíl og máta at bera fram film úr okkara veruleika og náttúru. Umframt tilknýtið til barndómin, ofta lýst við tølandi minnismyndum, tykist Anton í hesum filmi serliga at dvølja við sambandið við náttúruna. Í hesum evnisvali skapar Anton eitt huglag, har vit mitt í tí triviella undrast um skapanarverkið. Anton sýnir eitt myndamál, ið er serstakliga egið og sjálvrannsakandi. Hetta síggja vit serliga í uppafturtiknum nærmyndum av høvuðsleikaranum. Sjáldsomu nærmyndirnar fata vit sum rannsakandi og náðileyst gjøgnumlýsandi sjálvsmyndir av einum leitandi leikstjóra. Leitanin vitnar um strong krøv til sín sjálvs, og krøvini verða sett úr øllum filmiskum vinklum. Uppi við hesum sjáldsama myndamáli hóma vit afturljóð frá stóru filmsmeistarunum, eitt nú Andrej Tarkovsky, sum ung filmslistarfólk her á landi eru farin at skifta orð um. Henda tilvitska um film sum miðil er sjáldsom og so mikið meir verd at stuðla.”

Filmurin ‘Skýming’, uppgávur og frymil kunnu brúkast í elstu flokkum fólkaskúlans og á miðnámi í føroyskum og filmsvísund. Filmurin kann eisini brúkast í tvørfakligum samstarvi á miðnámi millum lærugreinarnar filmsvísund, føroyskt, myndlist og sálarfrøði.

Filmar, sum verða nevndir, kunnu í flestu førum lánast á Býarbókasavninum í Havn, eins og Nám hevur eitt avmarkað savn við filmum til láns. Brot úr filmum, filmsitat, eru ofta løtt at finna á YouTube.

Eru ivamál um tilfarið og film til undirvísing yvirhøvur, eru vit á Námi altíð til reiðar at hjálpa og ráðgeva, alt eftir førimuni.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017