• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Frymil: Sjey tættir í spælifilmi og stuttfilmi

Professarin Richard Raskin hevur í bókum og greinum víst á, at hin góði stuttfilmurin kann skiftast í sjey tættir, parameters. Góði stuttfilmurin er oftast millum fimm og fimtan minuttir til longdar. Verður filmurin drúgvari, fer hann í størri mun at líkjast spælifilmi, ið byggir á siðbundna hevd, sum kann setast inn í frásagnarfrymilin úr Hollywood, har rúm er fyri fleiri persónum og smáum søgum.

Gongdin í einum tílíkum spælifilmi verður eisini skift í sjey tættir:

Fyrst er ein kveikjari, nakað sum tá ið vit syngja morgunsang og klaverleikarin gevur okkum tónan og lagið, so vit eru fyrireikað at syngja. Síðan er ein lýsing av persónum og umhvørvi. Eftir hesa framløgu er ein dýping, har vit fáa innlit í sjálvan kjarnan í vandamálinum, sum filmurin er um. So hendir okkurt, sum elvur til at nú vendist ikki aftur. Høvuðsleikarin er komin til the point of no return og tekur nú á seg at loysa málið. Søgan verður víðkað og spenningurin økist til vit náa klimaks, og øll vandamál eru loyst. Nú fánar søgan burtur og tikið verður samanum.

Í stuttfilmi er ikki rúm fyri øllum hesum persónum og ørindum teirra. Tí eru teir sjey tættirnir, parameters, í stuttfilmi øðrvísi enn í spælifilmi. Við støði í hugsanum Raskins kunnu vit siga hetta um hin góða stuttfilmin:

Fyrsti táttur í góða stuttfilminum er, at bara ein høvuðspersónur verður lýstur. Annar táttur er, at bestu dramatisku hendingar koma fram, tá ið høvuðspersónurin tekur eina greiða støðu. Triði táttur er lokin, tá ið høvuðspersónurin verður lýstur beinanvegin, so vit kenna hann og støðu hansara. Fjórði táttur snýr seg um ljóðið í filminum. Ikki so nógv um samrøðu, ella tos, sum tað ljóð, ið fylgir tí, ið hendir í filminum. Góði stuttfilmurin skal vera eins spennandi fyri oyrað og eygað. Fimti táttur í hinum góða stuttfilminum er ein lutur, sum er í sjálvari søguni. Luturin skal hava týdning í tilveruni hjá høvuðsleikaranum. Sætti táttur er at geva okkum rúm til sjálvi at seta okkum inn í søguna og koma til egna niðurstøðu uttan at køvast í smálutum. Tí skal søgan vera einføld, men eisini rúmlig. Sjeyndi og seinasti táttur er, at hvør einstøk mynd og hvørt sekund er mált og vigað, so alt óneyðugt er klipt burtur. Søgan er skorin inn á bein, men skapar eina heild, har samanhangur er frá byrjan til enda.

Heimasíða hjá Richard Raskin

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017