• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Arbeiðsuppgávur

Søgan

Hvar fer søgan fram? Kundi hon farið fram hvar sum helst? Hvør er høvuðspersónur? Hvussu eru viðurskiftini millum høvuðspersónin og hinar persónarnar? Hvussu long er fortalda tíðin í filminum?

Bygnaður

Hygg at filminum og set hann inn í vanliga frásagnarfrymilin, sum vit í spælifilmshøpi kalla Hollywoodmodellið http://snar.fo/filmar/passasjeren/frymil/. Set hendingarnar í filminum á rætta stað í frymlinum. Les eisini frymilin hjá Richard Raskin http://snar.fo/filmar/passasjeren/frymil/ um stuttfilm og teir sjey tættirnar, ið eyðkenna stuttfilm, sambært Raskin. Greið frá, hvar í filminum “Skýming,” tú varnast hesar sjey tættir.

 

Frásøgusnildi

Tosið í flokkinum um frásøgusnildi í sjónvarpi, eitt nú fastar tættir, sum venda aftur í “Degi og Viku”og øðrum sjónvarpssendingum og filmum.

Fremstu filmisku frásøgusnildini í “Skýming” kunnu sigast at vera hurðar, urið, vætan, sílið og ringurin. Greið frá, hvussu hesi og møguliga onnur filmisk frásøgusnildi verða brúkt, hvønn virknað tey hava, og hvat tey umboða í ymsu brotunum í filminum.

Hurðar

Kanna hurðar í filminum “Skýming”. Tel, hvussu nógvar hurðar tú sært, og um tær hava ein lit. Eygleið, hvørjar hurðar høvuðspersónurin Hjalmar velur. Hvat ímynda hurðarnar?

Sílið

Hygg at brotinum við sílinum, har sjónarhornið er undir vatnskorpuni. Greið frá, hvat tú heldur, at leikstjórin vil siga við hesum broti. Hvat umboðar sílið? Hvat ger drongurin við sílið? Hví ger hann, sum hann ger? Eydnast ætlanin hjá dronginum? Hvør er drongurin? Nær fer hendingin fram?

Vatn

Hvat ímyndar vatnið í filminum? Eygleið og finn tey ymsu skap, sum vætan fær í filminum. Hvønn týdning tykist vætan hava fyri Hjalmar? Hvussu ávirkar tað hann, tá hann sjálvur fer undir kav í sjónum?

Les yrkingina hjá Rikardi Long “Vætan” í savninum ‘LES 3’ (bls. 47, FSG, 2009) og ger samanberingar við filmin. Finn ein film hjá russiska leikstjóranum Andrej Tarkovsky (1932-1986) til dømis “Stalker” (1979) á Býarbókasavninum og legg merki til, hvussu vatn verður brúkt sum filmiskt frásøgusnildi.

Litir og ljós

Filmurin eitir “Skýming”. Greið frá tí ljósi, sum vanliga er, tá skýming er. Greið síðani frá ljósinum í filminum, so sum vit síggja tað í Havn og í Nólsoy, inni og úti, fyrr og nú í fortaldu søguni. Eygleið tær hurðar, sum lata seg upp fyri høvuðspersóninum, og kanna eftir, um ljós ella myrkur fjalir seg í hurðargapinum. Eygleið eisini ferðina hjá Hjalmari til Nólsoyar. Hvussu verður ferðin gjørd, og hvat ljós rakar høvuðspersónin á ferðini? Lýs Hjalmar alt eftir, hvussu ljósið verður kastað á hann á hesi ferð. Hvat vil leikstjórin siga okkum, tá hann brúkar ljósið soleiðis.

 

Ljóð

Greið frá, hvønn týdning “einki ljóð” hevur. Hvør er virknaðurin, tá einki ljóð er í langa tíð? Greið eisini frá ljóðinum, sum hárturkarin hevur í filminum. Hvussu fatar høvuðspersónurin, Hjalmar, ljóðið, og hvørjum knýtir hann ljóðið at?

Eygleið, hvussu ljóð úr náttúruni, serliga ljóð av vatni, verða brúkt í filminum. Met um, hvussu Hjalmar fatar hesi ljóð, og hvat tey tykjast umboða fyri hann. Hygg at brotinum, tá Hjalmar kemur inn í handilin at keypa føðingardagskortið. Hvørji ljóð hoyrast í hesum broti? Hvat sæst inni handlinum? Hvør er har, hvat sæst á hillunum, og hvørjir litir verða brúktir?

Verfremdungseffekt

Kanna og lýs hugtakið Verfremdungseffekt. Greið síðani frá brotinum, tá høvuðspersónurin, Hjalmar, stendur í gongini og hyggur beinleiðis í upptøkutólið úr ymsum vinklum. Hvønn týdning hevur hetta brotið? Hvussu kennist hetta brotið? Er hetta ein verfremdungseffekt? Er nakað annað brot í filminum, har vit fáa beinleiðis eygnasamband við høvuðspersónin? Hvørja ávirkan hevur tað, tá ein filmsleikari hyggur beinleiðis í upptøkutólið? Hygg eftir “Degi og Viku” og skriva upp, hvør hyggur beinleiðis í upptøkutólið.

Alma

Vangamyndin av Almu sæst í byrjanini. Hygg at brotinum við sílinum og kanna eftir, um sama vangamynd sæst aftur. Hvat merkir navnið Alma? Hvør er lítla gentan í filminum? Hevur ringurin týdning fyri viðurskiftini millum høvuðspersónin og Almu?

Ella

Hvør er Ella, og hví er hetta navnið valt? Hvønn týdning fær hon fyri Hjalmar?

Kynsleiklutir

Hvønn leiklut hava menn og kvinnur í teimum samfeløgum, vit raka við í filminum? Lýs Almu og Hjalmar úr Havn. Í hvønn mun tey kunnu rúmast í samfelagnum, sum Hjalmar og vit møta í Nólsoy?

Hvat hava Ella og Júst í felag? Hava tey nakað í felag við Almu og Hjalmar? Vit spæla Kirsten Giftekniv eina løtu og royna at kyrra hesi fýra saman av nýggjum. Hvat kann úrslitið verða?

 

Lyftið

Hvør er fyrsti setningur í filminum? Greið frá, hvør sigur hetta við hvønn, hvat orðini merkja, og um tey verða løgd í eitt ávíst symbol. Hvør er síðsti setningur í filminum. Hvør tosar við hvønn? Hvør er tað, sum forsvinnur?

 

Plakat

Filmurin skal vísast á altjóða filmsstevnu. Ger eina plakat til filmin. Vel eina mynd úr filminum.

 

Ummæli

Skriva eitt ummæli av filminum “Skýming”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017