Skip to main content

Stina Karina - stuttfilmur (Andrias Høgenni 2015 10 min)

Fororð

Andrias Høgenni (f. 1988), er filmsleikstjóri og ættaður úr Tórshavn. Áðrenn hann fór á filmslistaskúlan 18 Frames, og seinni Super16, nam hann sær royndir innan filmsgerð í sjónvarpsrøðini “Agurk”, og tá hann gjørdi videotilfar og filmsummæli til ungdómsblaðið MESS. Í 2013 fekk hann prógv sum filmsleikstjóri, og endafilmurin Timerne med Christineprofessional newsletter writing narrative essay disobeying order how to write a conclusion essay literature review study varð sýndur á Odense International Filmfestival.

Andrias hevur leikstjórnað stuttfilmarnar Stev (2009), Ávegis (2011), Harmoni (2012), Eina (2013), Det mand ikke taler om (2014) Kom og dansa (2015), Stina Karina (2015) og Et knæk (2016).

Fleiri av filmunum hjá Andriasi hava verið sýndir til Geyta-filmskvøldini í Norðurlandahúsinum, og hann hevur verið umboðaður øll árini. Í 2015 og aftur í 2016 vann Andrias Geytavirðislønina og í seinna førinum eisini Áskoðaravirðislønina.

Eisini var Andrias við til at stovna yrkisfelagið “Føroysk Filmsfólk”, og í 2014 vann hann virðislønina “Årets filmtalent” frá Odense Filmværksted.

Nám hevur gjørt sáttmála við Andrias, um at fáa rættindi til at brúka filmarnar Eina, Kom og dansa og Stina Karina í skúlunum. Filmurin og uppgávurnar venda sær fyrst og fremst til elstu flokkar fólkaskúlans, miðlabreytir og miðnám.

Frammanundan hevur Nám keypt rættindi til filmar hjá Sakarisi Stórá, Anton Petersen og Heiðriki av Heygum. Ætlanin hjá Námi er at økja um tilfarið á hesi filmssíðuni, so eitt breitt úrval av nýggjari føroyskari filmslist altíð er tøkt til undirvísing.

Filmarnir kunnu eisini brúkast í tvørfakligum samstarvi, serliga á miðnámi millum lærugreinarnar filmsvísund, føroyskt, myndlist og sálarfrøði. Filmar, sum verða nevndir, kunnu í flestu førum lánast á Býarbókasavninum í Havn, eins og Nám hevur eitt avmarkað savn við filmum til láns. Brot úr filmum, filmsitat, eru ofta løtt at finna á YouTube.

Eru ivamál um tilfarið og film til undirvísing yvirhøvur, eru vit á Námi altíð til reiðar at hjálpa og ráðgeva, alt eftir førimuni.