• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fororð

Heiðrik á Heygum (f.1983) er fjøllistamaður úr Havn. Hann hevur givið út fløgur við egnum tónleiki, til dømis An Invisible Gun (2007), hevur myndprýtt fløguhúsar og bøkur, sýnt málningar fram og gjørt sjónvarpssendingarnar Mús (2008-2009).

Heiðrik hevur gjørt stuttfilmarnar Mítt rúm (2009), Aldur (2010), Sigarett (2010), A Hipstory (2012) og True Love (2013). Heiðrik er ein av teim fáu føroyingum, sum gera musikkvideo, til dømis Tár Torna (2006), Needle and a String (2011), Aldan Reyð (2011), Blonde (2011) og True Love (2013).

Heiðrik er næmingur á danska filmskúlanum Super 16 og hevur í 2014 fingið hálvt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins at gera film.

Nám hevur gjørt sáttmála við Heiðrik, um at fáa rættindi til at brúka teir báðar filmarnar Sigarett og True Love í skúlunum. Filmarnir og uppgávurnar venda sær fyrst og fremst til elstu flokkar fólkaskúlans, miðlabreytir og miðnám.

Frammanundan hevur Nám keypt rættindi til filmar hjá Sakarisi Stórá og Anton Petersen. Henda filmssíða er gjørd til endamálið. Ætlanin hjá Námi er at økja um tilfarið á filmssíðuni, so eitt breitt úrval av nýggjari føroyskari filmslist altíð er tøkt til undirvísing.

Filmarnir kunnu eisini brúkast í tvørfakligum samstarvi, serliga á miðnámi millum lærugreinarnar filmsvísund, føroyskt, myndlist og sálarfrøði. Filmar, sum verða nevndir, kunnu í flestu førum lánast á Býarbókasavninum í Havn, eins og Nám hevur eitt avmarkað savn við filmum til láns. Brot úr filmum, filmsitat, eru ofta løtt at finna á YouTube.

Eru ivamál um tilfarið og film til undirvísing yvirhøvur, eru vit á Námi altíð til reiðar at hjálpa og ráðgeva, alt eftir førimuni.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017