• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Arbeiðsuppgávur

Bygnaður

Set True Love inn í frásagnarfrymilin og finn teir sjey tættirnar hjá Richard Raskin.

True Love hevur eitt grundljóð, sum hann byggir á. Hygg at byrjanini, lurta og tak støðu til ljóðið í filminum. Hvat er ljóðið, og nær verður tað til tónleik? Skiftið orð um, hvør munurin er á ljóði og tónleiki.

Greið frá fyrsta setningi í filminum.

True Love lýsir tvey umhvørvi, inni og úti. Tak støðu til náttúruna og tað, sum har sæst. Hvør er inni, og hvussu verða ljós, klæði og høli brúkt at lýsa tað, sum har fyriferst? 

Litir

Litir umboða ávís virði, men kunnu hava ymsan týdning í ymsum sambondum. Litir kunnu eisini siga okkum, hvørt søgan er realistisk ella ikki. Dømi um hetta sæst í The Ice Storm (Ang Lee 1997), har nomið verður við reyðan lit í avgerandi støðum, og í filmunum Forbrydelsens Element (Lars von Trier 1984) og Portland (Niels Arden Oplev 1996), har øll søgan verður lýst í einum ófrættakendum gulum liti úr einum fremmandum samfelag. Hygg at stuttfilminum og finn dømi um at gulur litur verður brúktur. Skriva upp, hvar guli liturin verður brúktur og met um týdningin. Kundi liturin eins væl verið ein annar? Tak støðu til um litirnir í filminum eru heitir, neutralir ella kaldir, og hvørja avleiðing litirnar hava fyri tína fatan av filminum.

Nógvir mótsetningar, kontrastir, verða brúktir í True Love, til dømis húsini og skuggin, ljósi sandurin og svarti báturin og fólk í svørtum og hvítum. Hvat umboða hesi filmisku forteljarasnildi, ljós og skuggi?

Greið frá kynsleiklutum í True Love. Hvussu nógvar kvinnur síggja vit í filminum? Eru tær á nakran hátt knýttar at hvørji aðrari? Hvønn leiklut hava kvinnurnar í filminum? Hvussu eru kvinnurnar klæddar? Hví hevur eina kvinnan reytt belti? Hvussu nógvir menn eru í filminum? Hvat umboða menninir? Hvussu eru teir klæddir?

Dagur & Vika verður brúkt í filminum. Hvat er endamálið, og hvør er effektin? 

Ber filmin saman við yrkingina Mørket taler til den blomstrende busk (Panorama med regnbue, William Heinesen 1972).

Ber filmin saman við sangin Death is not the end (Down in the Groove, Bob Dylan 1988). Eru evni og viðurskifti í sanginum, sum vit kenna aftur í filminum True Love?

True Love hevur nógvar tilsipingar til aðrar filmar, serliga Det sjunde inseglet  (Ingmar Bergman 1957). Hyggið í felag eftir treylaranum og finnið filmiskar líkleikar. Hvørjir eru mannligu høvuðspersónarnir? 

Ber kvinnuliga høvuðspersónin í True Love saman við Selmu (Björk) í filminum Dancer in the Dark (Lars von Trier 2000). Hyggið eftir treylaranum og takið støðu til ljóðið, tá Selma er til arbeiðis, og tá kvinnuligi høvuðspersónurin í True Love er til arbeiðis. Eru líkleikar í samanrenningini millum ljóð og leik? 

Ein smágenta kemur fyri í True Love. Hvør er hennara leiklutur? Samanber við filmin Don’t look now (Nicolas Roeg 1973), har eitt barn í reyðum jakka hevur avgerandi týdning fyri filmaðu søguna. Kunnu smágentan í True Love og barnið í reyða jakkanum samanberast?

Tosið um at brúka sitat úr filmum og takið støðu til, hvar markið er millum plagiat, pastisju og bara íblástur.

Hví eitur filmurin True Love? Hvør er sanni kærleikin, og hvør elskar hvønn í filminum? 

Filmurin byggir á munandi stytri tónleikavideo við sama navni, True Love , har Eivør syngur. Ber filmin True Love (21:33 min), saman við tónleikavideo True Love (5:58 min). Er søgan hin sama?

Er mark fyri, hvussu long tónleikavideo eru? Skiftið orð um, nær tónleikavideo verður til annað og longri slag av filmi, og gev júst hesum filmi, True Love, eitt sjangruheiti.

Skriva eitt ummæli av filminum True Love og tak støðu til, um filmurin kundi verið brúktur til at upplýsa ung um trygd í ferðsluni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017