• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

61. AGNAS Á DEILDINI

 

Uppskrift av Syðradali, Kalsoy

Ein gandakelling var, sum æt Agnas og búði ”á deildini”. Eina dóttur átti hon sjálv, og ein drong hevði hon tikið til sín.

Eina ferð kom ein fremmindur drongur ferðandi; kellingin fór at gera pylsu, og tá ið kókað var, beyð hon honum til borðs bæði blíð og týð: hann mátti endiliga ikki forsmáa pylsuna.

Men tá ið kellingin var útfarin, segði drongur hennara við hin fremminda, at hann skuldi ikki eta pylsuna - ella doyði hann.

Hvat skuldi hann tá gera við hana? spurdi ferðingardrongurin.

Hin ræður honum til at leggja hana í hattin.

Nú kemur hin gamla og spyr, um hann hevur etið pylsuna.

”Ja, takk!” svarar hann.

”Hakkepølse hvor er du?” spyr kellingin.

”Pylsa í hatt, pylsa í hatt!” svarar pylsan.

Kellingin leggur pylsuna á borðið og svørðið á gáttina: hevur hann ikki etið pylsuna, tá ið hon kemur aftur, so skal hon drepa hann, sigur hon og fer sín veg.

Kellingardrongurin biður hin fremminda leggja pysuna í skógvin og stíga á.

Tá ið stutt er umliðið, kemur kellingin inn aftur og spyr.

”Hakkepølse hvor er du?”

”Pylsa í skógv, pylsa í skógv!” svarar pylsan.

Hin gamla leggur pylsuna aftur á borðið, svørðið tætt hjá henni, og er so uttandura.

Hvat skal hann nú gera? spyr ferðingardrongurin.

Hin biður hann smoyggja pylsuna niður ímillum skins og hold (klæði og kropp), so hon fatar búkin.

Kellingin kemur inn aftur.

”Hakkepølse, hvor er du?”

”Pylsa í búk, pylsa í búk!”

So veit væl við tað kvøldið, og øll fara niður. Dreingirnir kjøra (kjósa) seg at sova saman báðir. Kellingardrongurin sigur, at tey bestu ráð, hann veit, eru at rýma um náttina.

Teir so gera. Ferðingardrongurin, sum hevði gingið í svarta skúla, dugdi at skapa seg um.

Tíðliga á morgni, tá ið kellingin sær, at dreingirnir eru rýmdir, koyrir hon við tað sama dóttrina avstað til at leita eftir teimum.

Gentan kemur at einum træ; har situr ein fuglur og syngur. Hon kann sær ikki at fara frá aftur, men situr til myrkurs og fer so heim.

Um hon ikki hevur funnið teir enn? spyr hin gamla.

Gentan sigur, sum er, fyri mammuni.

Í hatta enn býtt ikki var! um hon ikki visti, at drongurin hjá teimum var træið og hin var fuglurin?

Annan dagin, tá ið gentan fór avstað til at leita, var kellingardrongurin kirkja og ferðingardrongurin prestur. Hon kemur at kirkjuni og hoyrir prestin prædika á prædikastólinum. Har sat hon allan dagin til myrkurs og fór so heim.

Um hon hevur ikki funnið teir enn? spyr hin gamla.

Gentan segði, sum var.

Í hatta enn býtt ikki var! visti hon ikki, at drongurin hjá teimum var kirkjan og hin var presturin?

Triðja dagin fór hin gamla sjálv avstað. Tá skapaði ferðingardrongurin kellingardrongin um til eina á og seg sjálvan til ein gullfisk, ið svam í ánni.

Kellingin kemur at ánni, kennir við tað sama, at her eru dreingirnir, og legst at drekka. Hon drakk og drakk, til hon gekk fyri (rivnaði), og dreingirnir vóru slopnir.

Frásøgn: Erika K. Johannessen, Syðradali, Kalsoy

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

61 AT 313 A

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017