• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Baldursbráin

Nú skulu tit hoyra!

Í eini bygd nær við vegin var eitt summarhús. Helst hava tit sæð tað sjálv. Niðan fyri húsið er ein lítil urtagarður við blomstrum og rimagarði uttanum, sum er málaður. Tætt uttan fyri rimagarðin í tí vakra grøna grasinum stóð ein lítil baldursbrá, og sólin skein líka heit og vøkur á hana sum á tær stóru, ríku prýðisblómurnar inni í urtagarðinum, og hon vaks størri og størri fyri hvørja løtu, sum fór. Og ein morgunin stóð hon heilt útbreidd við sínum fittu, glitrandi hvítu bløðum, sum sótu sum geislar uttan um ta lítlu, gulu sólina í miðjuni. Hon hugsaði als ikki um, at ongin sá hana har í grasinum, og at hon var eitt fátækt, vanvirt blomstur. Nei, hon var so glað og vendi sær beint móti sólini, leit móti henni og hoyrdi smáfuglarnar láta í luftini.

Lítla baldursbráin var so lukkulig, sum um tað hevði verið stórur heiligdagur, og so var tað bara mánadagur. Øll børnini vóru í skúla, og meðan tey sótu inni og lærdu okkurt, stóð hon á sínum lítla, grøna stelki og lærdi eisini av sólarhitanum og øllum, sum var uttan um hana, hvussu góður ið Gud er, og hon kendi, at smáfuglarnir sungu tað hart, sum hon føldi í barmi sínum, og baldursbráin hugdi við takksemi undrandi at fuglunum, sum vóru so lukkuligir, at teir dugdu bæði at flúgva og syngja; men hon var als ikki í ringum lag, tí at hon ikki dugdi tað. ”Eg dugi at síggja og hoyra,” hugsaði hon, ”sólin skínur á meg, og lotið kyssir meg! Eg havi sanniliga fingið tað gott í verðini!”

Innan fyri rimagarðin stóðu so nógvar erpnar og hábærsligar blómur. Minni tær angaðu, hábærsligari bóru tær seg. Peónirnar spílaðu seg út, so at tær skuldu tykjast størri enn rósurnar, men tað er ikki støddin, sum tað ræður mest um! Tulipánirnar sóust so ógvuliga fagurlittar, og tí vistu tær eisini av og brettu sær á, so at tær kundu síggjast uppaftur betur. Tær ansaðu als ikki eftir teirri lítlu baldursbráini, sum stóð uttanfyri, men tess betur ansaði hon eftir teimum og hugsaði: ”Sum tær eru ríkar og vakrar! Helst fer hasin smáfuglurin at flúgva niður til teirra at vitja! Gud havi lov, at eg standi so mikið nær, at eg kann sleppa at síggja allan vakurleikan!” Og júst, sum hon hugsaði hetta, kom smáfuglurin flúgvandi og setti seg, men ikki hjá peónunum ella tulipánunum, men í grasið hjá teirri fátæku baldursbráini, sum gjørdist so kløkk av berari gleði, at hon visti ikki, hvat hon skuldi hugsa.

Smáfuglurin dansaði uttan um hana og sang: ”Á, sum grasið er mjúkt, og hygg hatta lítla, fitta blomstrið við gullið í hjartanum og í silvurlittum kjóla!” Tann guli bletturin mitt í baldursbráini líktist gulli, og tey smáu krúnubløðini uttanum vóru so skínandi hvít.

Og baldursbráin var lukkulig, ja so lukkulig, sum fáur dugir at hugsa sær. Fuglurin kysti hana við nevinum, sang fyri henni og fleyg so høgt upp í luftina. Tað vardi eina góða løtu, áðrenn baldursbráin hevði summað seg aftur. Eitt sindur smæðin, men kortini so ógvuliga fegin hugdi hon at blómunum í urtagarðinum. Tær høvdu sæð tann heiður og ta eydnusælu, sum henni hevði verið fyri, men tulipánirnar stóðu líka stívar og hástórar sum áður, og so vóru tær so hjánutar í andliti á at líta og blóðreyðar, so avundsjúkar vóru tær. Og peónirnar sóu so túsnaðar út í andlitinum, so tað var fyri neyðini, at tær dugdu ikki at tosa, tí annars hevði baldursbráin fingið eina fúla skolan frá teimum. Hetta lítillætna blomstrið dugdi at síggja, at lagið var ikki gott inni í urtagarðinum, og hon var so ring um tað. Tá kom ein genta oman í urtagarðin við einum blonkum, hvøssum knívi í hondini, og hon fór yvir til tulipánirnar og skar tær av eina fyri og aðra eftir. ”O,” suffaði baldursbráin, ”hatta er ræðuligt at síggja, hatta var teirra endi!” Og gentan fór við tulipánunum í hondini, og baldursbráin var glað við, at hon stóð uttan fyri rimagarðin og var so lítil og fátækslig at síggja har í grasinum. Hon kendi seg so takksama, og táið sólin so fór til viðar, legði hon bløðini saman og sovnaði og droymdi alla náttina um sólina og um tann fitta smáfuglin.

Morgunin eftir, táið hon vaknaði í góðum lag og rætti tey hvítu bløðini eins og smáar armar út móti luftini og ljósinum, hoyrdi hon málið á smáfuglinum; men nú var sangurin harmaljóð at hoyra. Og neyðars fuglurin hevði eisini orsøk til at vera syrgin, tí hann var fangaður og sat nú í búri fyri opnum vindeyga. Hann sang um, hvussu tað var at flúgva fríur og lukkuligur úti í natúrini, sang um alt, sum gróði úti á markini og um, hvussu hann plagdi at sveima um høgt uppi í luftini. Nei, lagið var ringt á lítla smáfuglinum, sum nú sat fangi í trongum búri.

Tann lítla baldursbráin ynskti, at hon skuldi kunnað hjálpt honum, men hvussu skuldi hon bera seg at við tí? Nei, tað var torført at finna uppá. Hon gloymdi, hvussu vakurt alt var uttan um hana, hvussu heitt sólskinið var, og hvussu vøkur hennara snjóhvítu krúnubløð vóru. Nei, hon hugsaði einans um tann neyðars fanga í búrinum, sum hon ikki var før fyri at hjálpa.

Tá komu tveir smádreingir út úr urtagarðinum, og annar av teimum hevði hvassan knív í hondini, eins og gentan hevði havt, táið hon skar tulipánirnar. Teir koma beint yvir til lítlu baldursbráina, sum ikki dugdi at hugsa sær, hvatið teir høvdu í hyggju.

”Her ber til at skera ein góðan bøkk til smáfuglin!” segði annar drongurin og fór at skera uttan um baldursbráina ein djúpan skurð í fýrkant, so at baldursbráin stóð mitt í bøkkinum.

”Royt hatta blomstrið burtur!” segði hin drongurin, og baldursbráin skalv av ræðslu, tí at verða roytt upp við rót var tað sama sum at missa lívið, og nú vildi hon so fegin liva, nú hon visti, at hon skuldi sleppa við bøkkinum inn til smáfuglin í búrinum.

”Nei, lat blomstrið vera!” segði hin, ”tað prýðir so væl um!” Og so slapp baldursbráin at standa í bøkkinum og inn í búrið til smáfuglin.

Men tann neyðars fuglurin græt hart, tí at hann mátti sita sum fangi í búri, og hann bardi við veingjunum móti jarnteinunum í búrinum. Og lítla baldursbráin dugdi onki at siga, fekk ikki sagt eitt troystandi orð, so fegin hon hevði viljað, og soleiðis fór allur fyrraparturin.

”Her er onki vatn!” segði innistongdi smáfuglurin, ”tey eru øll úti og hava gloymt at seta mær vatn. Eg eri so turrur í hálsinum, tað er, sum eg skuldi kolast, tað er bæði eldur og ísur í mær, og her er so tungt fyri ondini! Áh, eg noyðist at doyggja frá øllum tí vakra, frá sólskininum, frá øllum tí fríska grøna, frá øllum tí vakra, sum Gud hevur skapað!” og so boraði hann lítla nevið niður í bøkkin fyri at fríska seg eitt sindur upp. Tá rakti hann við baldursbráina, og smáfuglurin nikkaði til hana, mussaði hana við nevinum og segði: ”Tú fert eisini at følna í búrinum, tú neyðars lítla blóma! Teg og henda lítla grasblettin hava tey givið mær í staðin fyri alla verðina, sum eg átti uttanfyri! Hvørt av hesum smáu grasstráunum skal vera sum eitt træ hjá mær, og hvørt av tínum hvítu bløðum skal vera mær ein angandi blóma! Men, tit siga mær einans, hvussu nógv eg havi mist!”

”Bara eg hevði dugað at uggað hann!” hugsaði baldursbráin, men hon dugdi ikki so frægt sum at láta við einum blað. Tó angin, sum reyk av teim fínu bløðunum, var ramari, enn hann plagdi at vera. Tað legði fuglurin eisini merki til, og tó at hann var hálvdeyður av tosta og skræddi tey grønu stráini úr bøkkinum av tosta, so nart hann ikki baldursbráina.

Og kvøldið kom, men ongin kom at bera tí neyðars fugli so mikið sum ein vatndropa. So breiddi hann sínar vøkru veingir út, bardi óstortsliga við teimum og læt eitt neyðarsligt pi-pi. So boygdi hann lítla høvur sítt yvir móti blomstrinum, og lítla hjartað brast av sakni og longsli. Tí bar ikki til hjá blómuni sum kvøldið fyri at leggja bløðini saman og sovna. Hon kropnaði sjúk og syrgjandi niður móti svørðinum.

Ikki fyrr enn morgunin eftir komu dreingirnir, og táið teir sóu, at fuglurin var deyður, grótu teir, grótu við rennandi tárum og gjørdu eina fitta grøv til fuglin og pyntaðu hana við vøkrum blomstrum. Deyði fuglurin varð lagdur í eina reyða eskju, tí stórbært skuldi hann jarðast, neyðars fuglurin! Meðan hann livdi og sang, gloymdu teir hann, lótu hann sita í búrinum og líða neyð, men nú fekk hann bæði skreyt og tár.

Men bøkkurin við baldursbráini varð tveittur út á vegin sum burturkast. Ongin hugsaði um blómuna, sum kortini hevði verið tann, sum hugsaði mest um fuglin og fegin hevði viljað troystað hann!

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Gaaseurten”, ”Eventyr fortalte for børn. Ny samling, Første hæfte”, 1838.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”10 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1980.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017