• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Eingilin

”Hvørja ferð eitt barn doyr, kemur ein Guds eingil niður til jarðar, tekur deyða barnið í føvningin, breiðir stóru, hvítu veingirnar út, flýgur uppi yvir øllum teim støðum, sum barninum dámdi best og hentar upp í fulla hond av blomstrum, sum hann ber upp til Gud, so at tey har kunnu blóma uppaftur vakrari enn niðri á jørðini. Og tann góði Gud leggur øll blomstrini inn at barmi sínum, men tað blomstrið, sum hann er bestur við, mussar hann, og tá fær tað mál og fer at duga at syngja við í teirri stóru sæluni.”

Ja, alt hetta segði ein Guds eingil, meðan hann bar eitt deytt barn upp til himmals, og barnið hoyrdi tað eins og í dreymum. Og eingilin fleyg uppi yvir har í heiminum, har tað lítla hevði spælt, og tey flugu uppi yvir urtagørðum, har alvøkur blomstur vuksu.

”Hvørji skulu vit nú taka við at seta niður uppi í himlinum?” spurdi eingilin.

Og har stóð eitt klænt og vakurt rósutræ, sum ein illavorðin hond hevði brotið, so at allar greinarnar, fullar av hálvsprettum knubbum, hingu følnaðar.

”Neyðars træ!” segði barnið, ”tak tað, so at tað kann sleppa at blóma uppi hjá Gudi!”

Og eingilin tók tað og kysti barnið afturfyri, og tað lítla barnið hugdi við hálvopnum eygum. Tey hentaðu skreytblómur, men gloymdu heldur ikki at taka hagasóljuna og ta lítillætnu stjúkmóðurblómuna.

”Nú hava vit nógv blomstur!” segði barnið, og eingilin nikkaði, men tey flugu ikki enn upp til Gud. Tað var á nátt, og tað var púra kvirt, meðan tey sveimaðu um í teim trongu gøtunum, har dungar av hálmi, øsku og óruddi lá, tí tað hevði verið flytidagur. Har lógu brotnir borðiskar, brotnir gipslutir, kloddar og gamlir hattar, alt sovorðið óvandað burturkast.

Og eingilin peikaði í øllum óruslinum niður á ein brotnan urtapott og ein klump av mold, sum var dottin úr urtapottinum og datt ikki sundur, tí røturnar á eini stórari, følnaðari blómu hildu hann saman. Ongin dugur var í blomstrinum, og tí høvdu tey tveitt tað burtur.

”Hatta taka vit við!” segði eingilin, ”eg skal siga tær hví, meðan vit flúgva!”

Og so flugu tey, og eingilin segði frá:

”Har niðri í teirri trongu gøtuni, í tí lága kjallaranum, búði ein fátækur, sjúkur drongur. Frá tí, hann var heilt lítil, hevði hann altíð ligið í songini, og táið hann var frægast, kundi hann ganga við høkjum einar tvær ferðir um stovugólvið, tað var alt.

Nakrar fáar dagar um summarið kundi tað henda, at sólin sá ein hálvan tíma inn í kjallarastovuna, og táið so tann lítli drongurin sat har og læt ta heitu sólina síggja á seg, so at tað reyða blóðið sást renna gjøgnum klønu fingrarnar, táið hann helt teir upp fyri eyguni, tá søgdu tey: ”Ja, í dag hevur hann verið úti!” Hann visti onki um tann várgrøna litin í skógini uttan av tí, at drongurin úr grannahúsinum bar honum fyrstu bókagreinina, og hana helt hann uppi yvir høvdinum og droymdi seg at sita úti undir einum bókatræ, meðan sólin skein, og fuglarnir lótu.

Ein várdag kom drongurin úr grannahúsinum við nøkrum hagablomstrum, og ímillum teirra var eitt, sum var tikið upp við rót, og tað settu tey niður í ein urtapott og settu hann í vindeygað nær við songina. Og tað var ein lukkulig hond, sum setti niður, tí blomstrið vaks, fekk nýggjar greinar og stóð við blómum á hvørjum ári.

Hetta gjørdist besti urtagarðurin hjá tí sjúka dreinginum, hansara besti dýrgripur her á jørð. Hann gav blomstrinum vatn og ansaði eftir, at tað fekk hvønn sólargeisla, sum sá á tað lága vindeygað. Og blomstrið vaks inn í dreymar hansara, tí fyri honum var tað, blóman blomstraði, angaði og sýndi sín vakurleika, og ímóti henni var tað, hann vendi sær, táið hann andaðist, og Harrin kallaði hann til sín.

Eitt ár hevur hann nú verið hjá Gudi, eitt ár hevur blomstrið staðið gloymt í vindeyganum, er følnað, og nú, táið tey fluttu, varð tað tveitt út í tún við gólvsópinum. Og hetta er blomstrið, tað fátæka, følnaða blomstrið, sum vit hava tikið við í blómutyssið, tí hetta blomstrið hevur veitt størri gleði enn fagrasta blóman í urtagarðinum hjá drotningini.”

”Men hvussu veitst tú alt hetta?” spurdi barnið, sum eingilin bar upp til himmals.

”Eg veit tað!” segði eingilin, ”tað var eg sjálvur, sum var tann lítli, sjúki drongurin, sum gekk undir høkjum! Sjálvandi kenni eg mítt egna blomstur!”

Og barnið læt eyguni heilt upp og leit at deiliga, glaða andliti eingilsins, og í somu løtu vóru tey uppi í himlinum hjá Gudi, har tað var gleði og sæla. Og Gud legði deyða barnið at barmi sínum, og tá fekk tað veingir sum hin eingilin og fleyg hond í hond við honum. Og Gud legði øll blomstrini at barmi sínum, men ta fátæku, følnaðu markblómuna kysti hann, og hon fekk mál og fór at syngja saman við øllum einglunum, sum sveimaðu uttan um Gud, summir heilt nær, aðrir uttan um teir í stórum ringum, longri og longri burtur í tað óendaliga, men allir líka lukkuligir. Og allir sungu, smáir og stórir, tað góða, signaða barnið og tann fátæka markblóman, sum hevði ligið følnað, tveitt burtur við gólvsópinum millum alt flytidagsskramblið í tí trongu, myrku gøtuni.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Engelen”, ”Nye Eventyr. Første bind, første samling”, 1844.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”11 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1981.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017