• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Fimm úr einum ertnahylki

Tað lógu fimm ertrar í einum ertnahylki. Tær vóru grønar, og hylkið var grønt, og so hildu tær, at øll verðin var grøn, og upp á ein máta var tað rætt. Hylkið vaks, og ertrarnar vuksu, og tær búleikaðu, sum húsarúmdin var til, sótu á rað. Sólin skein uttanfyri og vermdi hylkið, og regnið gjørdi tað klárt. Har var fjálgt og gott, ljós um dagin og myrkt um náttina, soleiðis sum tað eigur at vera, og ertrarnar vuksu og fóru at hugsa, meðan tær sótu á rað, tí okkurt skuldu tær gera.

”Skal eg altíð verða sitandi her!” segði hvør teirra, ”bara eg ikki fari at harðna av at sita so leingi. Tað er fyri mær, sum at okkurt er uttanfyri, mær kemur tað soleiðis fyri!”

Og vikurnar fóru. Ertrarnar gjørdust gular, og hylkið varð gult: ”Øll verðin er gul!” søgdu tær, og tað kundu tær eisini siga.

So kendu tær eitt rykk í hylkið, sum varð skrætt leyst, kom í mannahendur og niður í ein jakkalumma, har fleiri full ertnahylkir lógu. ”Nú fer skjótt at verða latið upp!” søgdu tær, og tí bíðaðu tær eftir.

”Nú vildi eg fegin vitað, hvør av okkum, sum kemur best fyri,” segði tann minsta erturin. ”Ja, nú fáa vit at síggja.”

”Veri, sum tað vil!” segði tann størsta.

”Krasj!” so rivnaði hylkið, og allar fimm ertrarnar rullaðu út í sólskinið. Tær lógu í eini barnahond, ein smádrongur helt tær í hondini, og hann segði, at hetta vóru góðar ertrar til hansara ertnabyrsu, og beinanvegin setti hann eina av teimum í byrsuna og skeyt.

”Nú flúgvi eg út í víðu verðina! Takið meg, um tit kunnu!” Og burtur var hon. ”Eg,” segði næsta, ”eg flúgvi beint inn í sólina, tí hon er eitt satt ertnahylki, sum hóskar til mín!”

Og burtur var hon.

”Eg sovi, har sum eg komi,” søgdu tvær aðrar, ”men vit rulla nokk framá!” Og so rullaðu tær á gólvið, áðrenn tær komu í ertnabyrsuna, men í byrsuna komu tær. ”Vit fara at koma longst!”

”Veri, sum tað vil!” segði tann síðsta og varð skotin upp í loft, og hon reyk upp móti torvhaldinum tætt við eitt takkamarsvindeyga og settist í eina rivu, har sum mold og mosi var. Og mosin breiddi seg út yvir hana, og har lá hon goymd, men ikki gloymd av Várharra.

”Veri, sum tað vil!” segði hon.

Inni í tí lítla takkamarinum búði ein fátæk kona, sum var úti um dagin til arbeiðis, pussaði ovnar, sagaði brenni og tók mangt tungt takið, tí sterk var hon, men kortini var hon fátæk.

Og inni í kamarinum lá hennara hálvvaksna dóttir, sum var so fín og klæntraslig. Eitt heilt ár hevði hon ligið í songini og fekk hvørki upp í lag at liva ella doyggja.

”Hon fer til lítlu systur sína!” segði konan. ”Eg átti tvey børn, og stríggið var tað hjá mær at fáa tey undan, men so kom Várharra upp í leikin og tók annað frá mær. Nú vildi eg fegin havt hina eftir, men honum dámar helst ikki, at tær eru ikki saman, og hon fer tí upp til systur sína!”

Men tann sjúka gentan fór ikki. Hon lá tolin og still allan dagin, meðan mamman var úti til arbeiðis.

So var tað um várið tíðliga ein morgun, júst sum mamman skuldi fara til arbeiðis, sólin skein so vakurt inn gjøgnum tað lítla vindeygað inn á gólvið, og tann sjúka gentan hugdi yvir móti vindeyganum.

”Hvat er hatta grøna, sum kagar inn gjøgnum rútin? Tað vikar seg í gulinum!” Og mamman fór yvir til vindeygað og læt upp. ”Á,” segði hon, ”Hetta er sanniliga ein lítil ertur, sum grør her við sínum grønu bløðum. Hvussu man hon vera komin her í rivuna? Har hevur tú ein lítlan urtagarð at hyggja at!”

Og so flutti hon songina hjá henni nærri vindeyganum, so hon betur kundi síggja ta spírandi ertrina, og so fór mamman til arbeiðis.

”Mamma, eg haldi, eg eri batnað!” segði tann lítla gentan um kvøldið. ”Sólin hevur skinið so heitt inn til mín allan dag. Og erturin veksur, og eg vil eisini trivnast og koma meg í sólskininum!”

”Hevði tað verið so væl!” segði mamman, men hon væntaði ikki, at tað fór at henda. Tó, við ta grønu spíruna, sum hevði givið barninum lívsvónir, setti hon eina spritu, so at hon skuldi ikki brotna av vindinum. Hon bant seglgarn í torvhaldið og upp í tað ovasta av vindeygakarminum, so at ertnaviðan hevði nakað at hella seg til og snúgva seg uttanum, meðan hon vaks. Og hon vaks, tað sást dagamunur á henni.

”Hygg, hon er farin at blomstra!” segði konan ein morgunin, og nú fekk hon eisini hop og fór at trúgva, at tann lítla gentan fór at koma seg. Henni kom í hug, at ta seinnu tíðina hevði barnið prátað dúgligari, og hesar síðstu morgnarnar hevði hon sjálv reist seg upp í songini og hevði sitið og hugt við glógvandi eygum at sínum lítla ertnagarði við bert einari ertur.

Vikuna eftir var sjúka barnið fyrstu ferð uppi í meir enn ein tíma. Eydnurík sat hon í heita sólskininum. Vindeygað stóð opið, og uttanfyri stóð nýsprottið eitt hvítt og reytt ertnablomstur. Tann lítla gentan boygdi seg spakuliga niður yvir blomstrið og mussaði varisliga tey fínu bløðini. Hesin dagurin var meir at kalla ein veitsludagur.

”Várharra hevur sjálvur sett hana niður og fingið hana at vaksa fyri at geva tær vónina og gleða teg, mítt vælsignaða barn, og til mín við!” segði tann glaða mamman og smíltist yvir at blomstrinum sum at einum góðum eingli frá Gudi.

Men hvat varð av hinum ertrunum? - Ja, hon, sum fleyg út í víðu verðina: ”Tak meg, um tú kanst!” datt niður í takrennuna og kom í eina dúgvukjós, og har lá hon sum Jónas í hvalabúkinum. Tær báðar løtu fingu somu lagnu, tær vórðu eisini etnar av dúvum, og tað var góð nytta í tí. Men tann fjórða, sum vildi sleppa upp til sólina - hon datt í túnrennuna og lá har bæði í dagar og vikur í rotnum vatni og tjúknaði upp.

”Eg tjúkni so vælsignað!” segði erturin. ”Eg skrædni av tjúkd, og meira haldi eg ikki, at nøkur ertur kann evna ella útinna. Eg eri tann sjáldsamasta av teim fimm í ertnahylkinum!”

Og túnrennan helt við henni.

Men uppi við takvindeygað stóð tann lítla gentan við glógvandi eygum, við frískum dæmi í kjálkunum, og hon helt saman hendur uppi yvir ertnablomstrinum og takkaði Várharra fyri tað.

”Eg varðveiti mína ertur!” segði túnrennan.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Fem fra en Ærtebælg”, Folkekalender for Danmark. 1853. 2. Aargang, (Kom út í desembur 1852). Seinni prentað í ”Historier”, 1855.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”12 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1982.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017