• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

21. GABBI

 

a. Høvuðstekstur. Av Kirkju, Fugloy, úr Mikladali, Kalsoy og aðrastaðni

Eina ferð var tað ein gamal maður og ein gomul kona, sum vóru so fátæk, at tey vistu ikki, hvaðan tey skuldu fáa bitan í munnin. Ein son áttu tey, sum nevndist Gabbi, og sum ikki gjørdi peningsverk, uttan bara gabbaði, leyg og stjól. So doyði pápin, og Gabbi arvaði. Tað var nú eingin stórur arvur - tað var bert eitt byggkorn.

Ein ríkur bóndi búði í námindu; til hansara fór Gabbi ein dagin og bað hann goyma hetta byggkornið fyri seg og varðveita tað væl. Hetta lovaði bóndin og legði byggkornið niður í eygað á kvørn sínari.

Men, ólukkutíð! hanin hjá bóndanum slapp inn í kvørnarhúsið, sá byggkornið í kvørnareyganum og pikkaði tað.

Tað leið ikki langt um, so kom Gabbi aftur at spyrja eftir byggkorni sínum, men bóndin segði, at nú visti ikki væl við, tí hanin hevði pikkað tað –

“men hann skuldi fáa eitt annað byggkorn í staðin”.

Gabbi svaraði tvørt nei - illsinni fleyg í hann - hann vildi hava sítt byggkorn aftur, tí tað var hansara faðirarvur.

Tað kundi hann ikki fáa, segði bóndin, tí hanin hevði etið tað.

Tá svaraði Gabbi, at annaðhvørt skuldi hann hava sítt egna byggkorn, sín faðirarv, ella hanan, sum hevði pikkað tað.

Har var einki við at gera: bóndin mátti lata hanan.

Gabbi avstað við hananum til ein annan ríkan bónda og biður hann goyma sær henda hanan væl. Bóndin játtar og setur hanan upp á fjósbitan.

Men um morgunin, tá ið bóndin kemur inn í fjósið, liggur hanin deyður. Hann er niðurflogin av bitanum, og besta kúgv bóndans hevur lagt seg oman á hann og kleimt hann í hel.

Nú kemur Gabbi og vil hava hanan aftur.

Tað veit illa við, sigur bóndin, tí hanin er deyður; ein kúgv hevur kleimt hann, men hann skal fáa ein annan hana frá sær.

Gabbi svarar tvørt nei - hann er so spinnandi óður - annaðhvørt skal hann hava sín hana livandi ella kúnna, sum hevur dripið hann.

Bóndin vildi ógvuliga treyður lata sína bestu kúgv og beyð Gabba eina aðra í staðin; men Gabbi helt fast við sítt, og so visti bóndin sær eingi onnur ráð enn at loysa kúnna og geva Gabba.

Gabbi avstað við kúnni heim til mommu sína: nú eru tey væl hjálpin fyri fyrst.

Gabbi drepur kúnna, flettir húðina í bjølg og fær mommu sínari kjøtið at eta.

Tá ið bjølgurin er útblástur, er hann so ógvuliga stórur. Gabbi heingir hann upp og turkar hann væl, sleingir hann so upp á bak sítt og fer til gongu.

Hann gongur allan dagin, og dagsett er, tá ið hann kemur til ein harragarð. Her skal hann fara inn og biðja um hús, hugsar hann við sær sjálvum, men vil tó njósnast eitt sindur fyrst.

Hann krýpur upp á takið, klívur upp á skorsteinin og kagar niður í køkin. Har sær hann harramanskonuna ganga og stákast; hon kókar súpan og blóðmør - brell kemur á Gabba. Ein bólara hevur hon inni hjá sær; allan henda feita mat setur hon fram á borðið til hansara, og hann letur ikki bjóða sær tvær reisur, men setst at fíra í seg.

Rætt sum hann so situr og sleikir sær um bragdið, hoyrist larmur: eitt skorast í durunum - tað er harramaðurin, ið kemur. Við stórum skundi beinir frúgvin alt burtur av borðinum og setur inn í kovan. Bólaran letur hon niður í eina kistu, læsir fyri og stingur lykilin í lumman.

Gabbi sleppir sær nú niður av takinum, fer inn og biður góðan dag.

Harramaðurin og harramanskonan fagna honum væl.

Gabbi biður um hús fyri seg og bjølgin; tað verður honum veitt.

Nátturði verður settur fram til hansara; hann tekur bjølgin, kastar undir borðið og setst so at eta. Men ikki meira enn annanhvønn bitan sker hann til sín sjálvs, øðrumhvørjum sleppir hann niður í bjølgin.

Harramaðurin hyggur at honum, undrast á atburð hansara og spyr, hvat hatta er, sum hann hevur undir borðinum.

“Hetta er bjølgurin hjá mær, mín søti skattur,” svarar Gabbi, hyggur niður undir borðið og spyr: “Hvat er tað, tú sigur?” gerst illur og tekur at hæla bjølgin.

“Ligg og tig við tær!”

“Nei, nú manst tú ljúgva” - og Gabbi at buka bjølgin.

Tá ið hann er setstur aftur, sigur hann við harramannin:

“Ikki er hann vanur at ljúgva kortini.”

Harramaðurin undrast uppá, at bjølgurin skal duga at tosa, gerst forvitin og spyr, hvat tað er, ið bjølgurin sigur.

“Hann sigur, at tað stendur ein so útvald máltíð inni í kovanum.”

Harramaðurin vil ikki trúgva, men hyggur tó inn í kovan - har stendur bæði suppan heit og pylsan feit. Nú er frøi á harramanninum, og Gabbi fær burtur av hesum góðgætum so mikið, hann lystir.

Tað er ikki meira, enn ein løta umliðin, so tekur Gabbi aftur at buka bjølgin so hart, at tað buldrar í, og biður hann skammast av sær, tí hatta kann eingin trúgva honum.

Gabbi setst aftur at eta og sigur við harramannin:

“Vant er at vera, sum hann sigur; men í kvøld er hann reint bannsettur.”

Harramaðurin spyr, hvat ið bjølgurin nú sigur.

“Hann sigur, at ein maður liggur niðri í hasari kistu; men tað kann ikki bera til.”

Harramaðurin fer til konuna og biður hana lata seg fáa kistulykilin. Hon vil ikki lata hann. Hann sigur, at hon skal út við honum.

“Tvørt nei.”

So vil hann taka lykilin av henni, sigur hann. Bæði upp at berjast; men harramaðurin vinnur og tekur lykilin.

Hann læsir kistuna upp, men ótti er á honum; maðurin smýgur so kvikur uppúr og á dyr við tað sama.

Harramaðurin undrast ógvuliga á henda bjølg, sum veit so væl at siga frá øllum loyndum og keypir hann av Gabba fyri trý hundrað dálar.

Gabbi heim aftur til mommu sína við pengunum; hann keypir hest og vogn, sum mamman og hann bæði skulu aka í tilsaman, og ymist til búgvið.

Bøndurnir undrast og spyrja Gabba, hvussu tað ber til, at hann er vorðin so ríkur eftir einum kvøldi.

Jú, segði Gabbi: hann hevði selt kúbjølg sín og fingið trý hundrað dálar fyri hann.

Tá ið bøndurnir hetta hoyra, leypa teir allir at drepa kýr teirra og fletta tær í bjølg - tað er vorðin sum prísur: trý hundrað dálar fyri ein kúbjølg.

Men nú ið teir koma við teirra bjølgum at selja og hava slíkt ómetaligt peningavirði á, vil eingin keypa, og teir vera bara útflentir og speiriknir.

Hava teir verið argir inn á Gabba fyrr, so eru teir nú hvaðna verri. Teir lova hevnd og gera av sínámillum at drepa hann á nátt, meðan hann svevur. Teir vistu, at Gabbi og mamma hansara vóru von at sova bæði saman í einari song; men so skuldi tað vera mark hjá teimum, at Gabbi lá altíð fremri.

Henda ráðgerð fór nú ikki so loyniliga, sum hon skuldi, tí Gabbi fekk sprakk av henni dagin frammanundan, sum teir skuldu koma um náttina. Hann bað tí mommu sína lova sær at sova omanfyri ta náttina; tað var slík ræðsla komin á hann, segði hann - hann visti ikki hví.

Tá ið tey vóru niðurfarin, sovnaði Gabbamamman, men Gabbi legði seg í andvekur.

Um midnátt koma bøndurnir sníkjandi; ein fer við øksi í hond til seingina, trilvar eftir Gabba, fær hald á mommuni og høggur høvdið av henni. Gabbi sker í at gráta og rópa, sum tað hevði verið mamman:

“Á Jesus mín! nú eru tit rættuliga óðir; nú drópu tit mín søta son!”

Um morgunin fer Gabbi upp, vaskar blóðið burtur av mommu sínari, setur nøkur spryt niður í hálsin á henni og so høvdið niður á aftur. So smyr hann hana við lím um hálsin, at høvdið skal ikki detta av, letur hana í klæðini, gevur henni kýsa á høvdið, setur hana í vognin og ekur avstað við henni til ein annan harragarð.

Hann kemur í skýmingini, fer inn og biður hús, ikki fyri seg einsamallan, men helst fyri sína gomlu mommu, sum sat í vogninum fyri durunum, hálvstirðnað í kulda.

Harramaðurin biður ein húskall fara út og bjóða henni inn til at fáa sær heitt at drekka.

Gabbi sigur við húskallin, at hann verður at rópa nakað hart, tí hon er dul: sjálvur er hann vanur, tá ið tað ringa lagið er á henni, at klikkja hana eitt sindur undir vangan - so veit hon av.

Húskallurin fer út og rópar á hana. Gabbamamman situr stív. Húskallurin rópar harðari - hon situr líka stív og stinn. Hann ilskast og slær hana so dygt undir vangan, at høvdið rýkur av knóranum.

“Ey eya meg! nú verður ólukka av mær,” sigur húskallurin; “nú havi eg dripið hana.”

Hann inn aftur og sigur grátandi frá, hvussu gingist hevur.

“Ólukka fari í tín kropp!” rópar Gabbi; “hevur tú dripið mommu mína, so skal lív fyri lív.”

Hann bannar húskallinum: hevði hann ikki sagt honum, at mamma sín var gomul og veik? - og so skuldi hann eisini minnast á, at hon sat har hálvstirðnað í frosti og kulda; hann mátti ikki sligið hana so dygt.

Her er ilt við at gera. Harramaðurin lovar bøtur fyri húskall sín og býður Gabba hundrað dálar.

“Nei, tað røkkur ikki á nakran hátt,” sigur Gabbi.

“Tvey hundrað dálar.”

“Nei, tað  røkkur  heldur ikki.”  

Harramaðurin  býður  trý hundrað; tað eru eingi onnur kor.

Gabbi letur sær eftirlíka, tekur við peninginum og fer so heim aftur.

Nú hevur hann aftur ríkidømi, bæði gull og silvur. Bøndurnir undrast ógvuliga at síggja Gabba aftur. Teir vistu ikki betur enn, at teir høvdu dripið hann, søgdu teir.

“Nei, tað var ikki seg, teir høvdu dripið, men mommu sína.”

Bøndurnir spyrja Gabba, hvussu hann er uppstigin til alt hetta ríkidømi nú so knappliga aftur.

Jú, sigur Gabbi: tað hevur hann fingið fyri kropp og skinn av mommu sínari; ein gamal konukroppur kostar trý hundrað dálar.

Nú ið teir hoyra hetta, leypa teir allir heim og drepa hvør sína gomlu mommu, slíta høvdið frá og ríða so avstað við kroppunum at selja.

Men nú var illa burtur úr hjá teimum. Tað var ikki bara tað, at eingin skoytti um deyðan konukropp, um hann so einki hevði kostað; men teir vóru givnir upp fyri øvrigheitini, dømdir í stórar bøtur fyri morð, mistu alla teirra ogn og spældu av við garðarnar.

Ongantíð høvdu teir verið so hjarnaðir inn á Gabba sum nú; teir svóru, at hetta skuldi hevnast dýrt: hesa ferð skuldi hann ikki sleppa við lívinum. Teir gjørdu av at bróta inn hjá honum á nátt, koyra hann í ein posa, fara út á sjógvin við honum og søkkja hann niður; men loyniliga máttu teir fara við tí, so Gabbi skuldi ongar frænir fáa av tí frammanundan.

Ráðgerð teirra lukkaðist. Teir tóku Gabba um náttina, sum hann svav, sleptu honum niður í ein posa, rubbaðu kjaftbandið fast tvørtur um og fóru so við honum oman til strandar.

Sum teir ganga, koma teir til eina kirkju og hoyra so vakran sálmasong har inni.

“Best man vera at fara inn og biðja eina bøn fyri sálini hjá hasum ólukkudýrinum Gabba, áðrenn vit søkkja hann niður,” halda teir.

Teir seta posan frá sær tætt við kirkjudyrnar og fara inn.

Meðan teir eru inni í kirkjuni, tekur Gabbi at syngja í posanum uttanfyri:

“Her er vakurt, her er yndugt sum í himmiríki! posan ella paradís, eg veit ikki, hvat eg hevði tikið.”

Í sama bili kemur neytadrongurin hjá bóndunum gangandi; hann hoyrir Gabba syngja í posanum, steðgar og spyr, hvat tað er, ið hann sigur. Gabbi syngur ørindið uppaftur. Neytadrongurin undrast og vil fegin vita, hvat vakurt ið er í hesum posa; hann biður tí um lov til at hyggja niðurí.

Ja, men so má hann fyrst loysa kjaftbandið av, sigur Gabbi.

Neytadrongurin so ger og hyggur niðurí, men kann einki síggja uttan Gabba.

Ja, vil hann síggja nakað, so verður hann at fara sjálvur niður í posan, sigur Gabbi og fer uppúr.

Neytadrongurin fer niðurí, men hann er ikki meira enn niðuríkomin, so er Gabbi so kvikur at binda kjaftbandið tvørturum aftur og rýma sín veg.

Nú koma bøndurnir út aftur úr kirkjuni, taka posan, sum stendur í sama stað, og fara aftur til gongu. Drongurin í posanum rópar:

“Hetta er ikki Gabbi!”

“Nei,” halda teir, “nú hevur tú narrað okkum so mangan; nú skalt tú ikki narra okkum uppaftur!”

Teir bera posan oman til strandar, gera bát avstað, leggja posan aftur í skut og rógva so frá landi.

Tá ið teir halda seg vera komnar nóg langt út, tveita teir posan fyri borð og rógva aftur til lands. Sum teir sita og toga á árarnar, sigur ein:

“Har kemur okkara neytadrongur leypandi oman á bakkan;” men ein annar svør um Gud og sál sína, at hatta er sjálvur Gabbi.

Tá ið teir leggja at landi, stendur Gabbi fyri teimum á bakkanum. Nú eru teir rættuliga bilsnir og spyrja hann, hvussu tað ber til, at hann stendur har: teir søktu hann tó niður nú í áðni. Gabbi svarar:

“Tá ið tit kastaðu meg út úr bátinum, loftaðu Guds einglar mær og bóru meg til lands, so eg varð ikki vátur; men um tit fara ta somu ferð, so svørji eg, at Guds einglar lofta ikki tykkum.”

“Ja, tað skulu vit skjótt fáa at vita, um Guds einglar vilja ikki hjálpa okkum tað sama og tær,” halda bøndurnir.

“Men so verða tit at fara hvør í sín posa og lata meg gera við tykkum, sum tit gjørdu við meg,” sigur Gabbi.

Tað lova teir allir, og avrátt verður, at Gabbi skal koma eftir teimum næsta dag.

So varð gjørt, sum til var mælt. Dagin eftir fór hvør í sín posa; Gabbi bar teir oman til strandar, ein fyri og annan eftir, legði teir í bátin, róði frá landi og søkti allar posarnar niður. Teir sukku sum steinar, og Gabbi róði til lands aftur.

“Tað var tað, eg hugsaði,” segði hann: “Guds einglar mundu ikki fara at lofta teimum.”

Síðan livdi Gabbi í friði alla sína tíð.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju, Johan Petersen, Mikladali o.o.

 

 

b. Uppskrift úr Sumba

GABBARIN  Í TORVUNI

Maður og kona áttu ein drong, sum var eyknevndur Gabbarin.

So doyði maðurin og varð grivin í kirkjugarðin, og stutt eftir doyði konan við. Drongurin var nú einsamallur eftir og arvaði bert eina hvíta kúgv og eitt byggkorn.

Tá ið hann hevði grivið mommu sína, tók hann kistuna upp aftur um náttina, setti hana í køkina hjá einum bónda, tók mommu sína uppúr og setti hana á bríkina.

Tá ið arbeiðskonan kom í køkin um morgunin og sá hesa sjón, vildi hon svíma og rópaði á bóndan.

Bóndin sendi boð eftir Gabbaranum og spurdi, hvussu til bar, at hin gamla var komin upp úr kistuni.

Drongurin segði, at hann hugsaði, hon var vorðin so stolt: hon vildi hava betri jarðarklæði og meira at eta.

Bóndin legði henni betri jarðarklæði og eitt oksatjógv niður í kistuna.

Gabbarin avstað við mommuni í kistuni, tekur oksatjógvið og jarðarklæðini, letur mommuna aftur í tey gomlu klæðini, tekur hana uppúr aftur næstu nátt og setur hana í stigarnar hjá bóndanum.

Um morgunin, tá ið arbeiðskonan skal fara upp á loftið eftir eplum, sær hon aftur hesa gomlu sita fyri sær, rópar eftir bóndanum og svímar í sama sinni.

Hann kemur rennandi, sær ta gomlu sita í stiganum, sendir boð eftir dronginum og spyr, hvussu tað ber til, at mamma hansara er komin upp aftur.

Hann veit ikki, sigur Gabbarin: men hugsar, at hon man vera so ræðuliga hugmóðig: hon vil hava enn betri jarðarklæði og meira at eta - eingin kundi metta hana við mat, meðan hon livdi.

Bóndin gav henni betri jarðarklæði og ein hálvan oksakropp niður í kistuna.

So drongurin avstað, tekur jarðarklæðini og hin hálva oksakroppin til sín sjálvs, letur mommuna aftur í tey gomlu klæðini og grevur hana so niður.

Náttina eftir grevur hann hana upp aftur og límar hana fasta í portrið hjá bóndanum.

Um morgunin, tá ið bóndin letur vindeygað upp, sær hann aftur, hvar ið henda gamla situr, og er nú reiðuliga út av øllum lagi um hetta; hann sendir boð eftir dronginum og spyr, hvussu tað ber til, at hon er uppafturkomin.

“Hon vil hava enn betri jarðarklæði og meira mat.”

Bóndin letur klæðini og ein heilan oksakropp og biður Gabbaran vælsignaðan grava hana væl niður og ikki sleppa henni upp aftur.

Gabbarin avstað við mommuni, tekur kjøt og klæði uppúr, selur klæðini og etur kjøtið. So flettir hann kúnna, sum hann hevur fingið í arv, leggur húðina upp á takið til at skorpna, fer so avstað til gongu og hevur húðina og byggkornið við.

Hann kemur til ein bónda og biður konuna goyma sær byggkornið. Hon leggur tað upp á fjósbitan.

Um morgunin eftir, tá ið Gabbarin biður um kornið, nú hevur hanin, ið sat á bitanum, etið tað, og bóndafólkini verða at lata hanan.

Gabbarin til gongu aftur, kemur til ein prestagarð og biður prestafólkini goyma sær hanan. Konan sleppir honum inn í fjósið til hini høsnini. Gabbarin verður settur til borðs við prestinum; hann leggur húðina undir føturnar og stígur á, so tað ríkir í henni. So hvessir hann í hana og biður hana tiga.

Presturin er bilsin og spyr, hvat ið húðin sigur, men drongurin heldur, at hann kann ikki siga frá tí, tí hon ger sær fyri skommum; men presturin biður hann bara siga. Gabbarin, sum hevur verið og kagað frammanundan og sæð prestakonuna seta tríggjar máltíðir inn í kovan, svarar tí:

“Ein betri máltíð stendur á næstovastu hill í kovanum,” sigur hon.

Prestur biður konuna lata seg fáa hana, og hon verður at geva honum eftirlæti.

Gabbarin stígur aftur á húðina, so tað ríkir í. Prestur spyr, hvat hon sigur nú; men drongurin heldur, at hon ger sær fyri skommum:

“Ein nóg betri máltíð stendur á niðastu hill,” sigur hon.

Prestur loypur aftur í konuna við hesum; men hon noktar, og bæði at treiskast.

Endin er, at prestur vinnur og fær máltíðina. Hann og Gabbarin báðir setast at eta, og máltíðin roynist útvalda væl. Prestur bønar drongin at lata seg fáa húðina; men drongurin vil ikki lata hana, tí - sigur hann - hvar ið hann sendir hana, dugir hon at bera boð: hon er so mælsk og orðkring.

Umsíðir fær presturin hana fyri tvær skeppur av gulli; hann vil royna hana við tað sama, men einki batar.

Ja, sigur Gabbarin: tað koma nakað ofta trøllkonur á hana; men so skal hann leggja hana í flótt vatn upp á loftið; so verður hon blíð aftur.

Um morgunin krevur Gabbarin hanan aftur, og konan í fjósið eftir honum; men tá hevur ein hvít kúgv kleimt hann, og við tí skili verður drongurin at kvika sær frá húsum.

Nú fer prestur at hyggja eftir húðini, ið liggur í flógvum vatni á loftinum - ólukkutíð! tá hevur hann koyrt ov heitt vatn á, og húðin er loypt.

Presturin er óður og sendir menn eftir Gabbaranum til at fanga hann: fáa teir fatur á honum, skulu teir koyra hann útav, sigur prestur.

Teir avstað og fanga Gabbaran. Hann biður teir ikki koyra seg, men lina sær niður av eggini. Teir so gera, og Gabbarin miðar sær beint niður á eina torvu. Nú ið hann er komin at sita í torvuni, rópar hann upp til hinar, at hann er komin í

“himmiríkið lítla”: “her er so einsýna vakurt.”

Teir rópa niður og spyrja, um teir kunna ikki koma har eisini.

Jú, sigur hann: men so mugu teir draga hann uppaftur fyrst.

Teir draga hann upp; men nú sigur Gabbarin, at teir kunnu ikki koma í “himmiríkið lítla”, uttan hann bindur teir allar í senn í línuna.

Tá ið hann hevur linað teir nakað niður, kubbar hann línuna av, so teir bresta niður allir. Tað var teirra endi.

Men Gabbarin fór heim við gullinum, síðan hoyrdist einki aftur um hann.

Frásøgn: Marin Hansen, Sumba

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

21 a  AT 1535, AT 1655, AT 1737

21 b AT 1535, AT 1536 A, AT 1655, AT 1737

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017