• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Jarn-Hanus

Einaferðina var tað langt burtur í londunum ein kongur, sum nærindis slotti sínum hevði ein stóran skóg, sum var fullur alskyns dýrum.

Ein dagin, nú sendir kongur ein av sínum veiðimonnum burtur á skógin at veiða eitt rádýr. Men maðurin spyrst ikki aftur. ”Hann man hava meitt seg,” heldur kongur, og dagin eftir sendir hann tveir veiðimenn at leita eftir honum.

- Men teir koma heldur ikki aftur. Triðja dagin kallar kongur allar sínar veiðimenn saman og sigur við teir: ”Farið nú allir at leita eftir teimum horvnu veiðimonnunum, søkið um allan skógin og komið ikki aftur, fyrr enn tit hava funnið teir.”

Ája, teir fara av stað allir. Men hvat hendir! Eingin av øllum spyrst aftur; hundarnir, teir høvdu við, verða eisini burtur.

Hetta var vanlukkulagið. Nú tordi eingin burtur á skógin meir. Kvirra og einsemi fall yvir henda skóg. Bert av og á sást ein ørn ella ein falkur fljúgva høgt yvir trøunum. - Soleiðis ganga fimm ár.

Men so ein dagin kemur ein fremmandur veiðimaður til garðs og biður kong so staðiliga um at sleppa sær at vera her.

”Á tegið barastani,” sigur kongur, ”her er einki fyri veiðimenn at gera; vit hava ein stóran skóg, og dýrini tróta ikki; men alt er gandað, so tann, sum hættar sær inn har, spyrst ikki aftur.”

”Á, ikki annað enn tað,” svarar tann fremmandi veiðimaðurin, ”eg óttist ikki fyri tí, latið meg bert sleppa inn har. Gongur mær illa, er tað mín egna skuld; eg vil so fegin royna tann leik.”

”Jú, jú, tekur tú tað soleiðis, gevi eg tær glaðiliga loyvi.” - og hann biður allar góðveittrar fylgja honum.

Ája, so fer tann fremmandi veiðimaðurin burtur á skógin. Hann er ikki komin langt; nú tevjar hundurin eitt dýr og eltir tað eina løtu. Veiðimaðurin er í hølunum á honum. Knappliga støðgar hundurin við eitt móruhol og verður standandi. Tá sær veiðimaðurin ein naknan arm rætta seg upp úr holinum, grípa hundin og draga hann niður í vatnið.

Nú tann fremmandi veiðimaðurin sær hetta, skundar hann sær heim aftur á slottið, fær sær tríggjar menn, sum hann so setur at oysa burtur úr móruholinum. Tá ið teir hava oyst tað næstan tómt, síggja teir, at niðri á botni í holinum liggur ein villmaður, heilt morreyður á liti allur, sum hann er, og hárið røkkur honum til kníggja. Teir taka nú villmannin og leggja hann í bond, føra hann heim til hallar.

Kongur letur nú villmannin seta í eitt jarnbúr niðri í slotstúninum og legði so dýran við, at tann, sum læt búrið upp, so villmaðurin slapp av stað, skuldi lata lív. Drotningin sjálv fekk lykilin at goyma.

Kongur átti ein átta ára gamlan son. Ein dagin, nú spælir hann niðri í borgargarðinum við gullstikli sínum; men smátt verði tí fyri, einaferð hann stiklar, nú kemur tað inn millum jarnteinarnar, og villmaðurin fær fatur á tí.

”Gev mær stiklið aftur,” biður drongurin.

”Tú fær ikki stiklið aftur, fyrr enn tú letur upp fyri mær,” svarar villmaðurin.

”Upp tori eg ikki at lata,” sigur drongurin, ”tí kongur hevur lagt so dýran við, at tann, sum letur upp fyri tær, skal verða lívleysur.”

So rýmir kongasonurin frá honum. Dagin eftir kemur hann aftur og biður villmannin geva sær stiklið.

”Lat upp fyri mær, so fær tú gullstiklið,” svarar villmaðurin.

Men tað torir kongasonurin ikki og rýmir frá honum.

Triðja dagin var kongurin riðin burtur á skógin; tí nú var eingin gandur meir, og ein kundi fara óttaleysur hagar.- Tá kemur drongurin aftur til villmannin og sigur: ”Um eg vildi latið upp fyri tær, so fái eg ikki, tí eg havi ongan lykil.”

”Hann liggur undir koddanum hjá mammu tíni; far eftir honum,” sigur villmaðurin.

Drongurin, sum so fegin vil hava gullstiklið aftur, ger ikki vandari, fer eftir lyklinum og letur búrið upp; illa gekst í hond, tí lásið var so treytt, at hann skurslaði seg illa í ein fingur, men endin var tann, at hann fekk tað upp.

Nú var villmaðurin ikki seinur út og legði til brots aftur á skógin beinanvegin.

Men tá kom ræðsla á kongasonin, og hann rópti í neyðini á villmannin: ”Rým ikki frá mær, tí so verði eg flongdur.”

Villmaðurin vendi aftur, tók dreingin á herðarnar og so á skógin við honum, tað snarasta hann kundi.

Tá ið kongur kemur aftur, sær hann, at jarnbúrið er opið, og villmaðurin horvin. Øði spinnur í hann, og hann loypur upp til drotningina at spyrja, hvussu hetta ber til. Hon veit einki at svara, men skundar sær at hyggja undir koddan. Lykilin var burtur. Hon rópar eftir soninum; men einki svar hon fær.

Kongurin sendir fólk út um bøin at leita eftir honum, men einki tey finna. Tá skiltu øll, hvussu vorðið var, og alt fólkið syrgdi so sárliga.

Tá ið villmaðurin kom út í tann myrka skógin, setur hann dreingin av sær og sigur við hann: ”Faðir og móður sær tú aldri meir. Eg skal hava teg her hjá mær; tú hevur hjálpt mær burtur úr jarnbúrinum, og eg vil eira tær. Um tú ger alt, eg biði teg, skal tú hava góðar dagar. Gull og silvur eigi eg meir enn nakar annar í allari verøldini.” Hann reiddi dreinginum eitt ból av mosa.

Kongasonurin leggur seg at sova og sovnaði so søtliga.

Morgunin eftir leiddi villmaðurin hann at einum brunni og segði: ”Tú sær, hvussu reint og spegilsklárt vatnið er í hesum gullbrunninum. Nú skal tú verða sitandi her og ansa eftir, at einki dettur niðurí og dálkar vatnið. Hvørt kvøld komi eg aftur at síggja, um tú hevur gjørt, sum eg bað teg.”

Drongurin setur seg á brunnatromina at ansa eftir, at einki dettur niður í vatnið. Viðhvørt sá hann gullfiskar og viðhvørt gullormar niðri í brunninum. Best sum hann situr, nú fær hann so ilt í tann fingurin, hann skurslaði seg í, tá ið hann læt upp fyri villmanninum, og í gáloysni stingur hann fingurin niður í vatnið bert eitt lítið sindur og tekur hann upp aftur beinanvegin; men ov seint var, tá var gull longu komið uttan um hann, og hvussu hann royndi, fekk hann tað ikki burturav aftur.

Um kvøldið kom villmaðurin at síggja, hvussu vorðið var, hyggur at dreinginum og spyr: ”Hvat hevur tú gjørt við brunn mín?”

”Einki petti,” svarar drongurin og krógvar fingurin aftan fyri bak.

”Tú hevur stungið fingurin í vatnið.” sigur villmaðurin. ”Fyri hesa ferð taki eg tær tað ikki illa upp; men síggj til, tú letur ikki sovorðið henda aftur.”

Tíðliga morgunin eftir situr drongurin aftur við brunnin og ansar eftir, at einki skal koma niður í vatnið. Men nú kemur sviðin aftur í tann skurslaða fingurin. Hesa ferð royndi drongurin at halda sær, men dró hondina gjøgnum hárið, og skamm fái tað so víst, eitt hár losnaði og datt niður í vatnið; hann skundaði sær at taka tað upp aftur, men tá var tað longu vorðið tað bara gull og glitraði í sólini.

Tá ið villmaðurin kom aftur um kvøldið, visti hann longu, hvat ið hent var, og segði við dreingin: ”Tú hevur mist eitt hár í brunn mín. Eisini hesa ferð vil eg loyva tær, men hendir tað eina ferð afturat, so hevur tú dálkað mær vatnið so illa, at eg kann ikki hava teg her longur.”

Triðja dagin setti drongurin seg so stillan, at hann rørdi ikki ein fingur, hóast sviðin kom aftur. Men tað fall honum so langligt at sita her, at hann til stuttleika fór at spegla sær í vatninum, helti seg meir og meir framyvir, so hann rættiliga kundi síggja inn í eyguni á sær sjálvum; men smátt verði tí fyri, hansara langa hár datt framyvir, og alt sum tað var niður í vatnið. Hann leyp upp. Men tá var longu ov seint, hárið var tað bera gull, so tað glitraði og skein í sólini. Tit kunnu ætla, at drongurin var illa við; heilt hjartkiptur tók hann lummaklútin og bant um høvdið fyri at fjala hárið.

Tá ið villmaðurin kom um kvøldið, visti hann longu, hvat ið hent var, sigur við dreingin: ”Tak klútin av høvdinum!” Hann so gjørdi, tá floymdi gullhárið niður yvir hann, og tað batti einki, hvussu hann umbar seg. Villmaðurin sigur við hann:

”Tú hevur ikki lokið treytirnar, og tú kann ikki vera her longur; far nú út í ta víðu verð og lær teg at kenna, hvat fátekt hevur at týða. Men av tí, tú er ein hjartagóður drongur, og eg vil tær væl, skal eg lova tær eitt: Um tú kemur í neyð, far tá út á skógin og rópa Jarn-Hanus; tað eri eg, og so skal eg koma at hjálpa tær. Mætari maður eri eg, enn tú heldur. Ikki trýtur mær gull og silvur.”

Kongasonurin fer nú av stað, valtrar bæði langt og leingi, á brøttum og sløttum, í fjøru og fjøllum. Langt um leingi kemur hann til ein stóran bý og roynir at fáa sær okkurt til arbeiðis. Men tað eydnaðist honum ikki at fáa nakað. Hann var jú heldur ikki vanur at arbeiða fyri føðini. Í neyðini leitar hann upp til kongsborgina, biður um at sleppa at vera har. Hovfólkini vistu einki at geva honum at gera; men tey finna sovorðnan tokka í honum, at hann slapp at vera. Endin var tann, at hann kom í køkin at ganga høvuðskokkinum til handa. Í fyrstani bar hann vatn, bar brenni inn og øskuna út.

Einaferð, eingin onnur hjálp var við hondina at heita á, biður høvuðskokkurin drongin bera mat inn á borðið hjá kongi; men av tí drongurin vildi ikki vísa sítt gylta hár, tók hann ikki húgvuna av, tá ið hann kom inn. Hetta líkaði kongi illa og segði við hann: ”Tú má taka húgvuna av, tá ið tú kemur inn fyri kongsins borð.”

”Tað ber mær ikki til, harra kongur, eg havi flus í hárinum,” svarar drongurin.

Kongur bað nú rópa sær høvuðskokkin. Hann kemur beinanvegin leypandi.

Men kongurin var ikki blíður, deildi hann fyri, at hann hevði tikið ein so óhøviskan drong til hjálpar; nú skuldi hann beinanvegin koyra hann á dyr.

Men høvuðskokkinum tókti synd í dreinginum og bar tað so í band, at hann slapp at býta um arbeiði við urtagarðsdreingin.

Kongasonurin mátti nú út í urtagarðin at seta niður plantur, lúka, grava, bera vatn á, bæði í veðri og óveðri. Ein dagin, hann arbeiddi úti, - brennandi heitur summardagur - var hann so ovbyrjaður av hitanum, at hann tók húgvuna av fyri at svala á sær. Tá ið nú sólin sá á gullhárið, skein tað so fagurliga; og tað bar ikki betur á, enn at ljómin stóð beint í vindeygað hjá prinsessuni. Hon leyp til at hyggja, hvat hetta mundi vera, tá fær hon eyga á dreingin og sær, hvussu hárið skínur. Nú leggur hon seg út av vindeyganum, rópar á hann, biður geva sær eitt blómutyssi og bera sær tað.

Drongurin skundar sær at seta húgvuna á aftur høvdið, hentar eitt tyssi av villiniblomstrum. Tá ið hann fer berandi tey, hittir hann urtagarðsmannin, sum sigur við hann:

”Hví hevur tú hentað hasi hissiniblomstrini til prinsessuna? Blaka tey frá tær, far og henta eitt tyssi av teimum vakrastu og sjaldsamastu blomstrunum, vit eiga, til hana.”

”Anei, ikki haldi eg tað, henni man dáma best villiniblomstur, tí tey anga frískast og eru litfagrast.”

Tá ið hann kemur inn til prinsessuna, sigur hon við hann:

”Tak húgvuna av. Tað sømir seg ikki, at tú talar við meg undir húgvu.”

”Eg kann ikki taka húgvuna av, tí eg havi flus í hárinum,” svarar drongurin.

Men prinsessan rætti hondina og tók húgvuna av honum, so hansara gylta hár floymdi niður yvir akslarnar og var ein frøi at síggja. Hann skuldi leypa av stað; men hon tók í armin á honum og gav honum ein neva av gullmyntum. Hann tók teir við sær, men legði einki í at eiga teir, gav urtagarðsmanninum og bað lata børnini fáa teir at spæla við.

Dagin eftir rópti prinsessan aftur eftir honum og bað bera sær eitt tyssi av villiniblomstrum; tá ið hann kom við teimum, skuldi hon aftur rippa húgvuna av honum; men tá helt hann við báðum hondum. Hann fekk aftur ein neva av gullmyntum, men gjørdi sum síðst, gav urtagarðsmanninum til børnini at spæla við, sjálvur legði hann einki í at eiga teir.

Triðja dagin hendi tað sama; drongurin mátti aftur bera prinsessuni villiniblomstur; men húgvuna fekk hon ikki av honum. Nú vildi hann heldur ikki hava gullmyntirnar.

Stutt eftir hetta brast kríggj á. Kongurin fylkir alt sítt lið; men hann veit, at fíggindakongurin eigur eitt nógv størri herlið, og tí var hann dapur í huga, ræddist fyri, at honum fór at standa til tap.

Urtagarðsdrongurin vildi eisini sleppa í bardaga og segði: ”Eg eri vaksin, og nú vil eg sleppa við; gevið mær ein álítandi hest.”

Hinir læa at honum og siga: ”Ja, bíða tú bara, til vit eru farnir, vit skulu ikki gloyma at lata ein hest vera eftir til tín.”

Tá ið allir eru farnir, fer drongurin út í stallin og leiðir rossið út, teir hava sett eftir til hansara; tá er tað eingin hestur, men ein avdeyðaryssa, bæði lamin og loðin afturat. Hetta var ein vanlukkustandur, nú fór hann at verða til teiti fyri øllum monnum. Men tað mátti so vera. Tungur í huga saðlar hann hetta vesaladýrið, setur seg á bak og fer av stað. Ryssan gongur á trimum beinum og fer skinklandi frameftir.

Nú rennur honum í huga tað, ið villmaðurin segði: ”Kemur tú í neyð, far so út í skógin og rópa á meg.”

Nú er hann í neyð, og hetta skal nú roynast. Ája. hann fer skinklandi av stað við ryssuni. Tað er ikki leingi, so nú er hann í skógarbrúnum; har støðgar hann og rópar tríggjar ferðir so hart, at tað ekkóar millum trøini: ”Jarn-Hanus!”

Beinanvegin kemur villmaðurin skundisliga til hansara og spyr;

”Hvat ynskir tú?”

”Eg ynski ein sterkan hest, tí nú fari eg í hernað.”

”Tað skal tú fáa, og tað tú hevur ikki biðið um afturat.” So hvørvur villmaðurin inn millum trøini.

Um eina løtu, nú kemur fjósmeistarin leiðandi ein ovurstóran og vakran hest, hann er bæði prúður og sprækin, froysir og spílar oyruni upp, dansar uttan um mannin. Aftan fyri hann kemur eitt heilt herlið av reiðmonnum, allir albrynjaðir, í jarni frá høvur til fót, og svørðini glitra í sólini. Kongasonurin letur seg nú í herklæðini, sum stallmeistarin hevur havt við til hansara. Stallmeistarin fær nú tey gomlu klæðini og ta vesalu ryssuna at hava við.

Síðani stígur kongasonurin á bak og ríður so av stað á sínum prýðiliga hesti á odda fyri øllum sínum monnum.

Tá ið teir koma á vígvøllin, eru nógvir av kongsins monnum longu falnir, og teimum, sum eftir stríðast, stendur til tap. Kongasonurin leggur so á fíggindaherin við øllum sínum stríðskempum; teir koma sum eitt óløgi og høgga niður frá hendi, rudda slóð fyri sær, hvar teir koma, og tað var skjótt, at fíggindaherurin tók til rýmingar; men kongasonurin og hansara menn elta teir og gevast ikki, fyrr enn eingin maður er eftir á lívi av fíggindanum. Tá vendu teir aftur, ikki at hitta kong, men sleppa sær eftir einum umveg, ósæddir aftur í skógin.

Kongasonurin rópar aftur: ”Jarn-Hanus!”

Villmaðurin kemur beinanvegin og sigur: ”Hvat vil tú mær nú ?”

”Her hevur tú hestin og menn tínar. Gev mær tey gomlu klæðini og ta lamnu ryssuna aftur.”

”Tað skal tú fáa,” sigur villmaðurin, og so hvørvur hann inn millum trøini.

Um eina løtu kemur stallmeistarin við ryssuni og teimum gomlu klæðunum.

Kongasonurin skiftir, setur seg á ryssuna og skinklar heim aftur til urtagarðsmannin.

Tá ið kongur kemur aftur úr bardaganum, kemur prinsessan ímóti honum og vil heiðra hann fyri sigurin. Tá sigur kongur:

”Eg havi ongan sigur vunnið; men ein riddari kom mær til hjálpar við øllum sínum stríðskempum, tað er hann, sum skal heiðrast, tí tað var hann, sum vann.”

Prinsessan vildi fáa at vita, hvør hesin riddari var. Nei, tað visti kongur ikki at siga, tí riddarin elti fíggindan og bardi hann niður. Og vit sóu hann ikki aftur.

Prinsessan spurdi urtagarðsmannin um dreingin.

”Jú, hann er rætt nú afturkomin,” sigur urtagarðsmaðurin og lær at honum, ”kom støplandi aftur á tí tríbeintu ryssuni. Hinir høvdu argað hann og spurt, hvørjum steini hann krógvaði seg undir, tá ið stríðið stóð. Men hann svaraði, at hann hevði stríðst manniliga, og at tað var hann, sum gjørdi, at teir vunnu á fíggindanum. Tess meira læðu teir at honum.”

Kongur sigur við prinsessuna: ”Eg fari at gera eitt stórt gildi, og tú skal kasta eitt gullepli niður ímillum riddararnar. Kanska tann ókendi kemur við.”

Tá ið urtagarðsdrongurin hoyrir innbjóðingina til gildið, fer hann á skógin og rópar:

”Jarn-Hanus!”

Villmaðurin kemur beinanvegin og sigur: ”Hvat ynskir tú nú?” ”At eg lofti gulleplinum, sum prinsessan kastar,” sigur drongurin.

”Tað skal ikki standast á! Eg vil eisini geva tær reyð herklæði og reyðan hest at ríða á til veitsluna.”

Tá ið veitsludagurin kemur, fer kongasonurin sáttliga ríðandi og verður standandi ímillum hinar riddararnar; eingin kennir hann.

Nú trínur prinsessan fram og kastar gulleplið í mannamúgvuna.

Kongasonurin loftar tí. So skjótt hann hevur tað í hondini, ríður hann burtur.

Næsta dag gevur Jarn-Hanus honum hvít herklæði og hvítan hest. Aftur ríður hann stásiliga til veitsluna og verður standandi millum hinar riddararnar, og tá ið prinsessan kastar gulleplið, loftar hann tí. So skjótt hann hevur fingið eplið, ríður hann burtur sum snarast.

Nú verður kongur illur og sigur: ”Tað er ikki fyri mark at ríða burtur við gulleplinum; tann, sum fær tað, skal koma fram fyri kong og siga, hvør hann er. Hendir hetta aftur, sendi eg mínar menn eftir honum, og gongur tað ikki betur, skulu teir hava loyvi til at bera vápn á hann.”

Triðja dagin gevur Jarn-Hanus kongasoninum svartan herbúna og svartan hest. Aftur loftar hann gulleplinum, sum prinsessan kastar. So skjótt, hann hevur tað í hondini, ríður hann burtur sum snarast.

Men tá løgdu kongsins menn aftan á honum, og ein kom honum so nær, at hann særdi hann í beinið við svørðsoddinum. Hann slapp frá teimum; men hesturin leyp so óstortsliga, at hjálmurin datt av kongasoninum, og allir kundu síggja hansara gylta hár. Menninir ríða nú aftur til kong og siga honum, hvussu gingist hevði - eisini hetta um gullhárið, teir høvdu sætt.

Næsta dagin fer prinsessan til urtagarðsmannin og spyr, hvar drongurin er.

”Jú,” sigur urtagarðsmaðurin, ”hann arbeiðir í urtagarðinum Tað er ein løgin drongur; hann hevur verið til veitslu hjá kongi og kom ikki aftur fyrr enn í gjárkvøldið; tá hevði hann trý gullepli, sum hann hevði vunnið, við at vísa børnunum.”

Nú sendir kongur boð eftir urtagarðsdreinginum, og tá ið hann kemur, er hann aftur undir húgvu; men prinsessan fer til hansara og tekur húgvuna av honum. Tá floymir hansara gylta hár niður yvir akslarnar, og tað skínur so fagurliga, at øll undrast á.

Nú spyr kongur: ”Er tú tann riddarin, sum hvønn dag er komin til veitsluna í ymiskum herklæðum og hevur loftað øllum trimum gulleplunum?”

”Ja, og her eru tey,” svarar kongasonurin, tekur gulleplini upp úr lummanum og gevur kongi. ”Og vil kongur hava fleiri prógv, kann eg vísa sárið, menn tygara góvu mær í beinið, tá ið teir eltu meg. Eg eri eisini tann riddarin, sum hjálpti konginum at vinna á fíggindaherinum.”

Nú sigur kongur: ”Tá ið tú kann gera slík brøgd, er tú eingin vanligur urtagarðsdrongur. Sig mær, hvør er pápi tín?”

”Pápi mín er mikil kongur, og eg eigi alt tað gull, eg kann ynskja mær,” svarar kongasonurin.

Nú sigur kongur: ”Eg síggi, at nógv havi eg at takka tær fyri. Tá ið eg nú ikki kann samsýna tær við góðsi og fæ, sum tú sigur, tú hevur nóg mikið av, er tað so eitthvørt annað, eg kann gera, sum tú kundi hildið hevði virði fyri teg ?”

”Ja,” svarar kongasonurin, ”eitt nógv umráðandi ting kunnu tygum gera: ”Gevið mær dóttur tygara til konu.”

Tá læði prinsessan og segði: ”Hann hevur ikki viljað gjørt vart við seg; men eg havi leingi sætt av hansara gylta hári, at hann var eingin vanligur urtagarðsdrongur.”

Kongasonurin fór nú til prinsessuna og kysti hana.

Nú varð gjørt til brúdleyp, og har var alt gleði og gaman. Og tá ið brúdleypsdagurin kom, vóru bæði faðir og móðir hansara komin koyrandi í gullvagni sínum, og tað var mikil gleði, tí tey høvdu fyri langt síðani mist alla vón um at síggja son sín aftur á lívi.

Tá ið nú brúðarvígslan hevði verið, og øll sótu um brúdleypsborðið, tagnaði tónleikurin so brádliga, at øll undraðust á. Tá kemur ein mikil kongur við øllum sínum fylgi inn í høllina, gongur fram til brúðgómin, fevndi honum og segði: ”Eg eri Jarn-Hanus, sum var umskaptur í villmannalíki; men tú hevur loyst meg úr gandinum, og nú skal tú eiga allar mínar dýrgripir.”

Síðani varð kongasonurin kongur, og prinsessan drotning; tey ráddu í ríkinum bæði væl og leingi.

Úr bókini ”Ævintýr 4”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1970.

Upprunaheiti: ”Jærnhans”. ”Grims samtlige Æventyr”, J.P. Daugård. Stjernholm Forlag, Kbhvn.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017