• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Kargi Per

 

Eina ferðina var tað ein bóndi, sum tey róptu Kargi-Per. Hann átti stóran, góðan garð og nógvar blankar dálar í goymslum sínum. Men hann var so kargur, at ongantíð hevði hann tort at fáa sær konu, tí hann helt, at konur gingu og ótu dagin langan, ein bita her og annan bitan har, til alt var oytt burtur; og tað orkaði hann ikki at vita sær.

Men garðurin mátti røkjast, og tað gjørdist ikki, uttan hann hevði fólk at hjálpa sær. Húskallar var eisini dýrt at hava; tí teir ótu eisini, sneiðursettir. Kargi-Per var tí altíð illa heitin og gekk hvønn dag og leitaði eftir at fáa alt so bíligt sum gjørligt, men alt helt hann vera ov dýrt kortini.

Tá ið hann var komin upp í árini, og giktin var løgst á hann, helt hann, at tað hóast alt mundi vera tað frægasta at fáa sær eina konu, sum kundi hava eyga við øllum á garðinum. Men smákrevjin mátti hon vera, tí annars fór alt á ørmundarhúsið.

Ája, hann læt orð fella um hesa nýggju ætlan sína, og skjótt spurdist millum manna, at Kargi-Per ætlaði at fáa sær konu.

Hetta hoyrir eisini ein fátækur niðursetumaður, sum eigur eina unga dóttur. Hann talar við hana um hetta, men hon ber seg undan: ”Ein sovorðin gamalur kallur er einki fyri meg, sum eri so ung.” Men niðursetumaðurin gavst ikki, og at endanum fekk hann hana at skilja, at tað var tað beinasta fyri útkomu teirra, at hon gifti seg við hesum ríka stórbóndanum.

Ein góðan morgun, nú kemur Kargi-Per fram við niðursetuhúsunum. Gentan gongur á vegjaðaranum og goymir at gásum.

Samstundis bindur hon eina hosu, og alla tíðina talar hon við gæsnar: “Gæs, gæs, etið tykkum nú so feitar hjá henni, ið einki etur sjálv.”

Hetta hoyrir Kargi-Per og kemur beinanvegin so forvitin og spyr: “Hvør er tað, sum einki etur?”

“Tað eri eg,” sigur gentan.

“Hvussu ber tað til, at tú etur einki?”

“Tí, tað eru sjey munnar heima og bert føði til seks,” sigur gentan, “tí havi eg lært meg at umvera mat.”

“Hvørjum livir tú tá av?”

“Jú,” sigur gentan, “pápi mín hevur borað nøkur hol í ein stólpa miðskeiðis í stovuni, teimum súgvi eg luft úr, tað má vera føði í træluftini, tí eg haldi holdini.”

“Ja, tú er jú ikki so diddarak heldur,” sigur Kargi-Per og hyggur gjølla at henni. So harkar hann sær upp frá bróstinum og sigur:

“Ja, tú man hava hoyrt, at eg ætli at gifta meg, treingi til at faa onkran, sum kann hava eyga við øllum har á garðinum; og tú er ein vøkur genta. Hevði tú ikki viljað verið stórbóndakona?”

“Jú, hví ikki tað?” svarar gentan.

So halda tey brúdleyp, og hon flytur til garðs at vera matmóðir.

Kargi-Per borar fleiri hol í ein stólpa miðskeiðis í stovuni, so konan kundi súgva so nógva træluft, sum hon vildi.

Tað líður nakað frá. Men so ein dagin fer Kargi-Per til húskall sín, Niels, og sigur:

“Mær tykir, at konan er farin at draga á holdini nú í seinastuni; man hon nápa sær ein bita upp ímillum, hvussu heldur tú, eg kann fáa at vita tað?”

“Tað eigur at bera væl til,” heldur Niels. “Lat meg lora tygum niður í skorsteinin, so síggja tygum, um hon gongur og etur í køkinum.”

Hetta helt bóndin vera góð ráð, og so letur hann húskallin lora seg niður í skorsteinin í einum tog. Har hongur hann so og kagar.

Men Niels fer beinanvegin til matmóðurina og sigur, at hon má ansa sær ikki at eta í køkinum, tí bóndin hongur í skorsteininum og lúrir.

“Væl veri tær at lata meg vita tað,” sigur matmóðirin.

So sendir hon arbeiðskonurnar út eftir vátum torvi at leggja aftur at eldinum; tað gevur lítlan hita, men nógvan royk. Tá ið Niels heldur, at bóndin hevur hingið nóg leingi, fer hann á takið og dregur hann upp aftur. Tá ið hann kemur upp í ljósið, líkist hann einum blámanni og hevur fingið so fast, at hann má til songar.

“Át hon nakað?” spyr Niels.

“Nei, har át hon einki,” svarar Kargi-Per.

Aftur gongur ein tíð, so sigur bóndin:

“Tú, Niels, eg haldi, konan er vorðin upp aftur prúðari - rundar kinnar og hyldlig bæði aftan og framman, sum ein vøkur kona eigur at vera; og tað hevði alt verið í lagi, men alt meg gremur, at eg hugsi, hon gongur og etur. Hvussu heldur tú, eg skal fáa at vita tað?”

“Jú,” sigur Niels, “tú skal ikki taka fyri, hon situr ikki uppi í kamari sínum og skorar í seg. Har kemur eingin, so tað er óætlað, hvat hon hevst at. Men har stendur ein kista við dýnum; eg kann seyma tygum inn í eina og lata eitt kagingarhol vera á, so fáa tygum at síggja, hvat hon hevst at.”

Kargi-Per heldur, at hetta eru góð ráð, krýpur í kistuna og letur seg seyma inn í eina stóru dýnu.

Niels fer nú til matmóðurina og sigur, at hon má einki eta inni í kamarinum, tí bóndin liggur og lúrir innan í dýnuni.

“Væl veri tær, tú sigur mær tað,” sigur matmóðirin. So rópar hon arbeiðskonurnar og sigur:

“Takið allar dýnurnar uppi á kamarinum liggja, eg ræðist fyri, at tær verða møletnar, berið tær út í sólina og bangið tær væl og virðiliga.”

Genturnar vóru ikki býttari enn gentur flest; tær læðu og dragsaðu ta tungu kistuna við dýnunum út á geilar, hvølvdu burturúr og bangaðu og bardu av øllum alvi, meðan tær sungu so lystiliga, bóru so alt aftur á loftið.

Tá ið Niels fekk bóndan út úr aftur dýnuni, var hann so avbardur, at hann orkaði ikki at gapa.

“Át hon nakað?” spurdi Niels.

“Nei, har át hon einki,” grælaði Kargi-Per.

Niels studdi hann til songar, og har lá hann í átta dagar. Konan røkti hann av einlistum og segði við hann: “Hoyr, Per, tú skuldi ikki etið meir, enn eg eti, so hevði tú trivist betur.”

Tá ið Kargi-Per er aftur fyri seg komin, rópar hann aftur Niels til sín og sigur:

“Eg hugsi kortini, konan etur eitt sindur onkursvegna; nú søkka kjálkaholini í fiti, hetta er ikki rætt. Hvussu skal eg fáa tað at vita?”

“Ja ...” sigur Niels, “tá ið hon etur ikki í køkinum, ikki í kamarinum, og eingin á garðinum sær hana leggja bita í munnin, so má tað vera í kjallaranum, hon heldur til. Har stendur ein gomul øltunna, høvdu tygum farið niður í hana og kagað út gjøgnum spunsholið, so sóu tygum drúgvast, um tað er har, hon situr og rívur í seg.”

Kargi-Per heldur, at hetta eru hyggjuráðini og krýpur niður í tunnuna, Niels slær botnin í uppi yvir honum. So fer hann til matmóðurina og sigur:

“Ansa eftir, et einki í kjallaranum, tí bóndin situr í øltunnuni og kagar út gjøgnum spunsholið.”

“Væl veri tær, at tú sigur mær tað,” svarar matmóðirin og rópar arbeiðskonurnar:

“Tann gamla øltunnan, í kjallaranum stendur, er farin at rúka so illa, at tað slær fyri hjartað at koma henni nær. Farið, heitið vatn, gerið sterkan sápulút og stoytið tað gjøgnum spunsholið, so tað kann standa og bloyta, til tunnan verður rein.”

Genturnar læðu og fóru til verka, fingu fylt tunnuna. Tá ið tær vóru lidnar og farnar úr kjallaranum, kom Niels og sló botnin úr tunnuni, fekk bóndan upp aftur, so hann druknaði ikki. Men hann var næstan deyður, skáldaður um allan kroppin, og hann mátti beinan vegin til songar, lá ein heilan mánað.

Konan hjúklaði um hann av einlistum og helt við hann: “Tú overvar teg av hesum útferðunum,” - tí hvørja ferð hann skuldi lúra, segði hann seg fara út á ferð – “tú verður hvørja ferð sjúkur hjá mær, og tað eri eg ikki væl nøgd við.”

Tey høvdu tveir oksar standandi í fjósinum. Meðan Kargi-Per liggur sjúkur, sigur matmóðirin við húskallin:

“Hoyr, Niels, far á torgið við hasum oksunum og sel teir, pengarnar skal tú eiga sjálvur, tí tú hevur verið so makaleysur.”

Nielsi er ikki at eggja, hann fer beinanvegin við oksunum. Men tá ið bóndin er vorðin so frægur aftur, at hann kann stetla har um túnini, kemur hann eisini inn í fjósið ein dagin, og beinanvegin saknar hann oksarnar burtur. Eyguni vaksa í honum, og hann fer illa heitin tøssandi inn í køkin. Matmóðirin situr hendur í fang við eldin og ansar eftir, at ein grýta kókar ikki yvir.

“Hvar eru oksarnir?” spyr Kargi-Per.

“Eg havi etið teir,” svarar konan.

“Hvat sigur tú, hevur tú etið oksarnar?”

“Ja, eg fekk sovorðnan matarlyst alt í einum,” sigur hon sáttliga. “Tað er helst natúrin, sum lagar tað soleiðis. Nú havi eg barst ímóti og bert livað av luft øll hesi nógvu ár. Men sovorðið gongur bert eina tíð.”

“Ja, men húðirnar, góða kona, hvar eru húðirnar, tær kunnu tá seljast?” grætur Kargi-Per.

“Eg havi etið tær,” sigur matmóðirin, “horn og kleyvar eisini. Tað var herkið at fáa niður, men eg vann á tí. Verri er, at eg eri ikki mett enn, væl at vit hava ellivu grísar og tríggjarogtjúgu seyðir. Far og bið gentuna fara og skera ullina av teimum, so eg fái ikki krillhosta av henni, tí eg ætli at eta teir fyrst.”

Tá ið hon hetta hevði sagt, steinsvímaði bóndin á gólvið, og ikki vegir til at fáa hann at rakna við aftur. Einki at gera uttan at fáa hann til songar og skikka boð eftir lækna. Men einki batti, Kargi-Per doyði og varð borin út á kirkjugarðin. Einkjan setta eina dýra minnistalvu á grøvina hjá honum, og hevði hann ikki verið deyður, hevði hann iðrað seg í hel av tí.

Eftirsíður giftist einkjan við Nielsi, og tey liva enn bæði glað og væl nøgd.

 

Úr bókini ”Ævintýr 3”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1968.

Upprunaheiti: ”Nærig-Pær”. Jesper Ewald: Danske Folkeeventyr, Gyldendal 1954.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017