• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

26. MEISTARATJÓVURIN

 

Frásøgn úr Fugloy

Ein maður átti tríggjar synir. Teir tveir eldru fóru út at læra timburverk, og tá ið teir komu aftur, hevði annar lært at bora og annar at gera nagla til holið. Hin yngsti fór eisini avstað og kom at ganga í ein tjóvaskúla, hvar hann varð lærdur til at stjala.

Tá ið hann kom aftur, frætti kongurin, at hann hevði gingið í tjóvaskúla, heintaði hann inn fyri seg og fekk hann til at ganga við tað. Kongur leggur nú ta treyt á, at hann skal stjala flesk av lofti hansara, meðan tveir menn halda vakt: kann hann ikki tað, skal hann vera lívleysur.

Síðan letur kongur vaktarmenninar kalla fyri seg og biður teir vera varnar.

Nú ber so á, at ein tjóvur er vorðin hongdur beint frammanundan. Drongurin fer eftir líkinum, ger tvey hol í takið á kongsgarðinum og sleppir líkinum niður ígjøgnum annað holið til upp undir hendurnar; longur kundi tað ikki sleppa.

Nú ið vaktarmenninir á loftinum síggja henda mansniðurpartin, halda teir tað vera drongin, ið kemur at stjala fleskið; teir toga í beinini, men kunnu ikki fáa kroppin niður ígjøgnum. Meðan stendur drongurin uppi í erva, rópar niður til teirra og biður teir hava frið; men teir verða nú enn heitari til at taka á.

Sum teir so stríðast, krýpur drongurin inn ígjøgnum hitt holið, tekur fleskið og krýpur sín veg út aftur.

Morgunin eftir ber hann tað fyri kong.

Nú leggur kongur aðra treyt á og býður dronginum at stjala hest sín úr stallinum, meðan ein maður situr í saðlinum, annar heldur í boygslið og triði í halan: ger hann ikki tað, skal hann missa høvdið. Drongurin verður tá at royna.

Tað ber so til, at hestastallurin hjá kongi er beint niðri undir vínkjallaranum. Drongurin ger hol í vínkjallaragólvið og letur vín renna so spakuliga niður ígjøgnum; tað drýpur beint niður við mannin, sum situr í saðlinum. Vaktarmenninir tosa saman um hetta; og drongurin letur renna eitt sindur skjótari; teir smakka á og finna, at tað er vín. Teir taka at drekka og verða alt meira og meira mælskir, sum vínið slær í høvdið á teimum. Til endan verður alt kvirt; teir eru bóltaðir um koll allir tríggir og sovnaðir.

Drongurin fer nú avstað við hestinum og síðan fyri kong við honum. Kongurin tykir hetta væl avrikað.

Hann leggur dronginum triðju treytina, at hann skal stjala prestin og deknin báðar og flyta teir til sín: annars er deyðin honum vísur.

Drongurin hugsar um hetta eina stund, krýpur so upp í kirkjutornið um náttina og letur klokkuna ganga. Prestur fer til deknin og spyr, hví tað ringir; men deknurin veit einki at greiða frá, og so fara báðir í kirkjuna.

Nú teir koma inn, stendur drongurin í prestabúnaði fyri altarinum; hann veittrar til teirra, at teir skulu koma innar úr forkirkjuni.

Teir spyrja, hvør hann er; men hann svarar, at hann er ein eingil og komin at heinta teir burtur úr staðinum, sum skal forganga fyri gudloysi sítt: men teir einir eru funnir sakleysir og skulu sleppa til himmals.

Prestur heldur, at hetta ber ikki til: teir eru syndug menniskjur; men hin fyri altarinum sigur, at tað ber væl til, tí í luftini skulu teir verða umskapaðir sum Enok og Elias –

”og her er tann himmalska ,regalia’, sum tit skulu sturta tykkum í,” og í tí sama peikar hann á ein posa, sum hann hevur spent fram við kórsgáttina. Teir stoyta seg harí, og hann dregur kvikliga fyri kjaftin á posanum.

Síðan dró hann teir til kongin, og mangt skump fingu teir á veginum.

Men tá ið drongurin loysti frá, og kongurin sá prestin og deknin, tá skildi hann, at tað batti ikki at leggja treytir á henda meistaratjóv, sum einki tóktist ovboðið. Og so gav kongur honum ríkidømi og lívsbreyð, so honum nýttist ikki at stjala oftari.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

26  AT 1525 A, AT 1737

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017