• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Oddur óræddi

 

Tað var einaferð ein maður, sum var so ógviliga fátækur og vesalur, at hann visti sær eingi livandi ráð, hvussu hann skuldi lívbjarga sær og konu síni; hvussu hann grundaði yvir hetta, sá hann ongan útveg. Tað einasta var at geva alt upp og seta seg at doyggja.

Men so ein dagin, hann gongur og syrgir yvir sína tungu lagnu, kemur ein maður til hansara og sigur: ”Eg veit, hví tú er so illa heitin, og eg vil hjálpa tær. Men eitt skal tú gera mær afturfyri: Gev mær ta fyrstu gávu, tú fært frá nú av.”

Tann fátæki hugsar við sær: ”Tann fyrsta gávan, ið eg fái? Ei man tað fara at vera mætt! Eg eri ikki vanur at fáa gávur um dagarnar. Ein biti inn í munnin frá onkrum, ið veit um neyðina, kanska.” Jú, hann sigur við tann fremmanda, at tað skal hann fáa, hetta skal vera ein avtala teirra millum.

Tá ið fátækramaðurin kemur aftur at húsum, nú stendur ein tungur pengaposi á einari kistu í forstovuni. Maðurin tekur glaður pengarnar og fer út um staðin at bera hvørjum manni, sum hann skyldaði til. Tá ið hann kemur heim aftur, er hann skuldarfríur; men tá er eisini pengaposin tómur, so konan og hann faa heldur ikki etið seg mett tann dagin. Um kvøldið fara tey til songar, bæði glað og óglað; tí væl var skuldin goldin, men tey svøltaðu, og skuldu tey beinanvegin aftur at borga, so høvdu tey ongar vónir fyri framtíðini kortini.

Tungur í huga fer maðurin upp aftur um morgunin. Men tá ið hann kemur út í forstovuna, stendur aftur ein pengaposi á kistuni, og hann var líka tungur sum tann fyrri. Nú var gleði, nú kundu tey eta seg mett og hava nóg mikið til lívið í langa tíð.

Eitt sindur eftirsíður nú fellur konan í gólv og føðir ein knóligan, væl vaksnan son.

Tá kemur ókunnumaðurin aftur, minnir um lyftið og sigur við mannin: ”Hesin sonurin er tín fyrsta gáva síðan avtalu okkara, og hann hevur tú givið mær!”

Tá verður tann fátæki bæði ræddur og harmur, tí nú heldur hann seg vita, hvat hetta er fyri maður, hann er komin í kast við, at tað er sjálvur illimaður.

”Ja, nú verður, sum er,” sigur illimaður, tá ið hann sær, hvussu tungur fátækramaðurin verður í huga, ”men eg skal gera tað lættari fyri teg; tú skal sleppa at hava dreingin, til hann er vaksin; men so er hann mín.”

Ája, hetta hjálpti eitt sindur, og maðurin royndi eisini at ugga seg við, at tað varð leingi, til drongurin varð vaksin, kanska hann sjálvur fann upp á ráð at sleppa sær undan til ta tíð.

Drongurin verður nú kristnaður og fær í dópinum navnið Oddur, og av tí hann, tá ið hann veksur til, verður av vakrastu og fermastu dreingjum, og hartil so djarvur, at eingin veit um sovorðið, verður hann róptur Oddur óræddi. Hann var bæði í viti og styrki ólíkur øllum sínum javnaldrum, og aldri kom hann í tað væri, at hann óttaðist ella fírdi, og altíð við gott treysti.

Nú líður tíðin, og drongurin verður fullvaksin.

Tá kemur tann fremmandi maðurin aftur og sigur, at nú var komið til tað, at hann skuldi hava dreingin, og at hann kom eftir honum næstu nátt.

Tá eru faðir og móðir ógvuliga illa við, sum vera man - fara til prestin at spyrja, um hann kann hjálpa dreinginum burtur úr hesi neyð, tey hava komið honum í.

”Biðið dreingin koma her niðan til mín í kvøld,” sigur prestur, ”so skal eg vita, hvat ið gerast kann.” Ája, um kvøldið kemur Oddur óræddi í prestagarðin, og prestur biður hann koma niðan í kirkjuna við sær, leiðir hann fram fyri altarið, gevur honum eina bók at hava í hondini og sigur við hann:

”Nú skal tú standa her fyri altarinum og ikki fara herfrá, fyrr enn eg komi aftur sjálvur, og nú skal tú ikki óttast, um tú sær okkurt ódámligt. Lat ongan lokka teg herfrá. Skuldi onkur komið higar, sum bað teg koma út við sær, bið hann so bara taka bókina frá tær. Vil hann ikki tað, lurta so ikki eftir honum.”

Hetta lovaði Oddur Óræddi. Presturin fór síðani heim til sín sjálvs, og alt var friðarligt í kirkjuni.

Eina løtu seinri, so nú gongur hurðin, og ein ungdómur kemur inn, kemur fram móti altarinum og sigur við Odd, at hann er húskallur prests, og at hann var sendur at biðja hann koma oman í prestagarðin beinanvegin, tí tað var eitt, prestur hevði gloymt at siga við hann, sum hann mátti fáa at vita.

”Eg skal koma beinanvegin,” svarar Oddur óræddi, ”men tak tú hesa bókina, eg havi í hondini, við oman, so fylgjast vit báðir.”

Húskallurin svarar: ”Á, tað nýtist ikki, legg tú bara bókina á altarið, so fær prestur hana seinri.”

Men tá svarar Oddur óræddi: ”Nei, eg fari ongan veg. Hevur prestur nakað at siga mær, kann hann koma higar sjálvur.” Teir mutast nú um hetta eina løtu, til húskallurin segði: ”Nei, nú havi eg ikki stundir at standa her og sleyga longur.” So fór hann.

Eitt sindur seinri gongur hurðin aftur, og inn kemur ein genta, sigur seg vera dóttir prests - og so vøkur og blíð hon er, smílist so yndisliga og er tað bara góðlæti, tað er óhugsandi, at nakar skal vilja siga henni ímóti - sigur við Odd Órædda: ”Spell, at tú fór ikki við húskallinum, tí tað var vissuliga rætt, hann segði, at presturin vildi tala eitt sindur meira við teg, og tú skuldi taka bókina við, tí har stóð í tað, sum tú skuldi gera.”

”Tað man einki vera atgjørt í tí, um eg fór ikki við húskallinum; tak tú bara bókina, so skal eg koma við tær.” ”Tað kann vera tað sama, hvør ið ber bókina,” sigur gentan, ”men tað er líkast, at tú ber hana sjálvur, tí tað er tú, sum hevur fingið hana.”

”Nei,” sigur Oddur óræddi, ”eg verði her. Far tú og sig við prest, at eg komi ongan veg. Vil hann siga mær nakað, kann hann koma higar sjálvur.” Tey mýla eina løtu um hetta, til gentan letst vera illa við og sigur, at hon hevur ikki stundir at standa her og møsna longur. So fór hon.

Tá ið hurðin gongur á triðja sinni, er tað ein maður, ið kemur inn: ”Ja, eg eri prestur,” sigur hann við Odd órædda, ”tú bað meg koma sjálvan. Og væl veri tær, at tú læt teg ikki siga av hasum yvirsjónunum, tú sá.” Og hann tekur at pjátra fyri honum, hvussu trúgvur og støðufastur, hann var, segði, at tað hevði ikki verið mangur, ið hevði orkað at staðið móti teimum freistingum, sum honum høvdu verið fyri; men nú var alt hetta yvirstaðið, eingin vandi meir. ”Kom nú við mær, og so verður alt gott.”

Tá spyr Oddur óræddi: ”Vil prestur ikki taka bókina við fyrst?”

”Nei, tað hastar einki,” svarar prestur, ”legg tú hana bara á altarið, eg havi so ikki brúk fyri henni fyrr enn í morgin, í hvussu er.”

Men Oddur veik ikki frá sínum, at prestur skuldi taka bók sína við heim; tí annars fór hann ikki av fetinum. Teir keglast nú eina tíð um hetta, til sinnið tóktist koma í prestin, og hann gav ilt av sær um handa treiska drong, sum ikki flættaðist við. Síðani fór hann av durunum og ripaði hurðina aftur eftir sær, so tað sang eftirí.

Nú er friður inni eina góða stund. Men so tekur at duna og braka í øllum bygninginum, skorast og troðka saman allastaðnis frá, og ein riðil av svørtum kettum tysur inn í kirkjuna, út úr veggjunum, upp úr gólvinum, so tað er yðjandi fult í hvørjum króki, og tað verður verri enn, tí har koma eisini størri og óhugnaligari dýr av mongum slag, sum tysa og troðkast runt um altarið og allastaðni, við undarligum atburðum og andskræmiligum rini og hvini. Til síðst er ein so ræðuliga hvøllur brestur, at tað hoyrist, sum allir veggirnir raplaðu niður.

Tá lær Oddur óræddi og sigur fram fyri seg: ”Ja, men hatta var heilt stuttligt! Mær hevur altíð dámt væl at hoyra buldur og brak, men ikki væntaði eg at síggja sovorðnan dans og hoyra sovorðið spæl her í nátt.” Tá verður alt í einum kvirt, og øll dýrini hvørva.

Men um eina løtu, nú brestur stormur á, og er húsbrot beinanvegin, kirkjan stendur og skinklar sum ein gamal rossleypur, og best sum er, kemur ein hvirla, tekur alla kirkjuna, sum hon er, út á sjógv og sorlar hana sundur. Aldurnar loka samanum, og Oddur óræddi sær einki aftur av øllum uttan altarið, sum hann heldur sær í - og bókina, sum hann hevur í hondini.

Tá sigur hann fyri munni sínum og lær: ”Ja, men hetta er stuttligt! Altíð havi eg ynskt mær at koma út at sigla í kolandi stormi; men ikki vardi tað meg, at eg fekk høvi til tað í nátt.”

So varð alt kvirt aftur, og kirkjan stóð, sum hon hevði staðið.

Tað næsta, sum hendir, er, at tað hoyrist braka og bresta uppi í erva, og ljós, sum bleiktrar, sker í eyguni. Tá ið Oddur óræddi hyggur upp, sær hann, alt loftið stendur í ljósum loga. Eldurin breiðir seg niður eftir veggjunum, fatar í gólvið, stólarnar og alt, sum er. Um eina løtu er alt brent upp - uttan altarið, tað er eftir, og framman fyri tí stendur Oddur óræddi við bókini í hondini - letur ikki við seg koma, heldur fyri munni sínum:

”Altíð hevur dámt mær hita og sterkt ljós; men ikki grunaði eg at fáa hetta í nátt. Heldur ræddist eg fyri at standa her og skelva hálvdeyður í kulda.” So hvarv alt burtur aftur, og kirkjan stóð líka óskalað sum áður.

Nú var kvirt eina góða løtu. Nakað var liðið á náttina, men enn var langt eftir til lýsing.

Nú fer hurðin ljódliga upp, og ein maður kemur inn, gongur spakuliga inn at altarinum, brýtur nakrar fjalir upp í gólvinum og tekur eina kistu uppúr. So koyrir hann lokið av og tekur líkverjuna av manninum, sum liggur í, heingir hana á fótskøruna og setur so kistuna niðurí aftur.

Oddur óræddi rættir seg fram og rippar líkverjuna til sín, spyr mannin, hvør ið hevur ligið undir hesum.

”Tað er ein fúti, sum eg átti, hann tænti mær væl í nógv ár. Hann gjørdi nógv av tí, sum fólk rópa órætt, og vann sær nógvar pengar, var múgvandi maður. Men so tók hann og gjørdi eina vælgerð einaferð, gav nøkrum neyðardýrum eitt sindur av pengum, og nú eri eg ikki vissur í at eiga hann longur. Tí fer tú at geva mær líkverjuna aftur, so hon kann vera mær sum ein próvførsla fyri mín rætt til tann deyða.”

”Nei,” sigur Oddur óræddi, ”tú fær ikki líkverjuna aftur, uttan tú kemur við øllum pengunum, fútin hevði skavað saman.”

Maðurin segði, at hann skuldi fáa teir. So fer hann út og kemur aftur um eina løtu við pengaposanum á bakinum, setur á gólvið har hjá dreinginum.

”Hetta er valla alt, fútin átti,” sigur Oddur óræddi, ”meira mundi hann raka til sín enn hetta.”

”Tað restar bara ein dáli, sum er farin niður ígjøgnum eitt gólv,” sigur maðurin.

”Ja, hann vil eg eisini hava,” sigur Oddur óræddi.

Maðurin fer av stað aftur, er leingi burtur, so kemur hann aftur við dálanum.

”Her man valla vera alt enn, sum fútin hevur rakað til sín,” sigur Oddur óræddi.

”Nú er bert ein dáli eftir, sum er farin gjøgnum eina sprungu í bróstinum,” sigur maðurin, ”og hann kann eingin fáa.”

”Jú, jú, hann vil eg hava við!” sigur Oddur óræddi.

Maðurin av stað aftur, er uppaftur longur burtur. So kemur hann aftur, ógviliga lotur, við ongum dála. ”Nei, handa dálan fekk eg ikki,” sigur hann, ”tí í somu sprungu var stungið eitt blað av eini gamlari messubók, og tað kundi eg ikki nema við.”

Tá hevði Oddur óræddi vunnið og segði við mannin, at nú vildi hann ikki tingast meir við hann, nú var náttin farin, sólin var komin upp, nú skuldi hvør til sín.

Hetta mátti maðurin smyrja seg við, náttin var farin við at leita eftir dálanum, og nú gjørdist ikki meir. Í tí skili fór hann av stað.

Tá kemur presturin í kirkjuna, tekur bókina, og nú fer Oddur óræddi heim við honum, tekur pengaposan við sær. Síðani sendir hann boð eftir øllum neyðardýrum har á leiðini og biður tey koma í prestagarðin. So tekur hann pengaposan og býtur alt, sum í honum er, sundur ímillum teirra, tí sjálvur vildi hann ikki hava eitt viðursvet av hesum, fútin hevði rakað til sín.

Tey fátæku takka Oddi órædda hjartaliga og siga, at aldri hava tey vitað nakran so gávumildan, so rættvísan og so djarvan mann sum Odd órædda.

 

Úr bókini ”Ævintýr 3”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1968.

Upprunaheiti: ”Svein uredd”. Norsk Folkediktning. Eventyr II

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017