• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Pennur og blekkglas

Tað var onkur, sum tók soleiðis til, meðan hann stóð og hugdi at blekkglasinum: ”Tað er undrunarvert, alt sum kemur upp úr hasum blekkglasinum! Hvat man fara at vera tað næsta, sum kemur upp úr tí? Ja, tað er merkiligt!”

”Tað hevur tú rætt í!” segði blekkglasið, ”tað er heilt ófatiligt! Og tað er tað, eg altíð havi sagt!” segði tað við fjaðrapennin og við ymist annað, sum lá á skrivaraborðinum. ”Tað er merkiligt, alt, sum kemur frá mær. Ja, tað er næstan ótrúligt! Og tað er ikki so frægt, at eg sjálvt veit, hvat ið tað næsta verður, sum kemur, tá ið menniskjað fer at oysa úr mær. Ein dropi av mær er nóg mikið til eina hálva síðu í eini bók, og hvat fær ikki staðið á eini hálvari síðu! Eg eri nakað heilt merkiligt! Frá mær koma øll skaldaverkini! Um livandi menniskjur, sum fólk halda seg kenna, um inniligar kenslur, um tann góða hýrin, og so tær yndisligu lýsingarnar av natúrini! Eg fati tað ikki sjálvt, tí eg veit onki um natúrina, men kortini er hetta í mær. Úr mær eru komin og koma allar fjøldirnar av yndisligum, sveimandi gentum, djørvum riddarum á goysandi gangarum. Og ævintýrini! Ja, eg dugi ikki at siga frá tí! Eg skal siga tygum, at alt kemur, uttan at mær nýtist at hugsa.”

”Har hava tygum allan rættin!” segði fjaðrapennurin. ”Tygum hugsa als onki, tí dugdu tygum at hugsa, so høvdu tygum eisini fatað, at tað einasta, tygum lata, er væti! Tygum lata væti, so at eg kann siga frá og gera tað sjónligt á pappírinum, sum eg havi innan í mær. Pennurin er tað, sum skrivar, tað eru øll menniskju samd um, og tey flestu menniskju munnu vita nakað væl meir um skaldskap at siga enn eitt gamalt blekkglas!”

”Tygum hava so lítlar royndir!” segði blekkglasið. ”Tygum eru nóg illa eina viku til arbeiðis, og so hava tygum longu slitið hálvan aldur. Eru tygum so innbilskur, at tygum halda tygum vera skaldið! Tygum eru einans húskallur, og eg havi havt mangar av tygara líkum, áðrenn eg sá tygum, og tað bæði av gásaættini og úr bretskum verksmiðjum. Eg veit bæði um fjøðurpennar og um stálpennar at siga. Eg havi havt mangar í míni tænastu, og eg fari at fáa fleiri aftrat, tá ið hann, maðurin, sum hevur meg í hondum, fer at skriva tað upp, sum hann fær burtur úr mær. Eg eri forvitin eftir at vita, hvat ið tað fyrsta verður, sum hann dregur upp úr mær.”

”Blekkbytta!” segði pennurin.

Seint á kvøldi kom yrkjarin heim, hann hevði verið til konsert, hevði hoyrt ein frálíkan fiólspælara og var heilt hugtikin av spælinum. Tað var ein ótrúlig tónleikakelda, maðurin hevði fingið úr tóli sínum. Viðhvørt ljóðaði tað sum ringlandi vatndropar, perla aftan á perlu, viðhvørt sum fuglalátan í stórum kóri, tað var at hoyra sum vindsuð gjøgnum eina grannaskóg. Tað var, sum hoyrdi hann hjarta sítt gráta, men við einum lag, sum tú kanst hoyra í deiligu røddini hjá eini kvinnu. Tað tóktist, sum um tað ikki vóru einans fiólstreingirnir, sum ljómaðu, men eisini fiólstólurin, skrúvurnar og øll fiólin, sum hon var. Tað var framúrskarandi! Og torført hevði tað verið og sá kortini út sum ein leikur, sum um bogin av sær sjálvum fór aftur og fram á streingjunum, sovorðið sum næstan øll máttu dugað at gjørt. Fiólin ljómaði av sær sjálvum, bogin leikaði av sær sjálvum, tey bæði vóru tað, sum áttu allan leikin, og meistarin, sum stýrdi teimum og gav teimum lív, var gloymdur. Ja, meistaran gloymdu tey, men yrkjarin mintist til hann og nevndi hann við navni, meðan hann festi hesar tankar á blað: ”Hevði tað ikki verið tápuligt, um bogin og fiólin fóru at erpa sær av tí, tey høvdu gjørt! Og kortini gera vit menniskju tað mangan. Yrkjarin, listamaðurin, vísindamaðurin, heryvirmaðurin, øll erpa vit okkum, - og kortini eru vit øll einans tól hjá Várharra at spæla uppá. Eina hann eigur heiðurin. Vit hava onki at erpa okkum av.”

Ja, soleiðis skrivaði yrkjarin, hann skrivaði tað eins og eina dømisøgu ella eitt líknilsi, sum hann kallaði Meistarin og Tólini.

”Sitið nú, frúan!” segði pennurin við blekkglasið, tá ið tey bæði vóru vorðin tveyeini. ”Eg rokni við, at tygum lurtaðu eftir, meðan hann las tað, sum hann hevði skrivað?”

”Ja, tað, sum eg gav tygum at skriva,” segði blekkglasið. ”Hatta var jú ein speisglósa til tygum fyri tygara hugmóð! Tað er vánaligt ikki at duga á at skyna, at ein verður hildin fyri gjøldur! Eg gav tygum eitt prik innan úr mær sjálvum. Eg man kenna best muruna í mær sjálvum.”

”Blekkhýtin!”

”Skrivisneisin!”

Og bæði hildu tey seg hava tept hvørtannað, og tað er gott at vita sær, at ein hevur dugað at verið orðsnildur. Tað er gott at sova av, og tey bæði svóvu. Men yrkjarin svav ikki. Tankar hansara floymdu fram sum tónarnir frá fiólini, ringlandi sum perlur, brúsandi sum stormurin gjøgnum skógina, hann kendi sítt egna hjartaslag í tónunum og hevði varhugan av tí æviga meistaranum. Hann eigur allan heiðurin!

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Pen og Blækhuus”, ”Nye Eventyr og Historier. Første Række. Første Samling”, 1860.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”12 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1982.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017