• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

24. RASMUS Í HOLINUM

 

Frásøgn  úr Sørvági og Kvívík

Eina ferð var tað ein harramaður. Hann átti ein húskall, sum æt Rasmus. Kona harramansins hevði sær ein bólara; honum visti harramaðurin einki av, sum vituligt; men Rasmus var góður vinur hennara og visti av øllum, ið hon hevðist at.

So er tað ein dagin, at harramaðurin skal fara út at ferðast, helst til at síggja landsgóðs sítt, sigur hann við konuna og orðar við Rasmus, at hann skal ríða aftaná.

Tá ið teir eru komnir nakað á leið, vendir harramaðurin sær á og spyr Rasmus:

“Hvad heder din fader? hvad heder din moder, din søster og din broder?”

Men Rasmus svarar einki: hann hevur munnin fullan av mati, sum harramanskonan hevur givið honum við til at eta eftir veginum; altíð gav hon honum so nógv framíhjá.

Harramaðurin spyr nú hetta sama tríggjar ferðir upp í røkur, men fær einki svar frá Rasmusi; hann hevur altíð munnin fullan.

So ríða teir, til teir koma til eini hús; har býr ein uppsitari hjá harramanninum. Uppsitarin er ikki heima; men kona hansara gevur teimum nátturð og vísir teimum eitt kamar við tveimum songum: har skulu teir sova. Hon sjálv svevur í einum kamari tætt hjá.

Síðan leggja báðir seg; men harramaðurin ætlar sær ikki at sova, tí hann veit, at uppsitarakonan leingist eftir honum.

Rasmus leggur seg í andvekur eisini, tí hann veit, at uppsitarakonan hevur harramannin til bólara.

Umsíðir, tá ið harramaðurin heldur, at nú man Rasmus vera sovnaður, krýpur hann so spakuliga fram um songarstokkin; men best sum hann er sloppin fram á gólv, rópar Rasmus:

“Nú veit eg, hvussu pápi mín eitur, hvussu mamma mín, systir og beiggi mín eita,” og tekur at siga harramanninum frá, hvussu tey øll eita.

Harramaðurin biður hann fyri Guds skyld tiga, fer aftur í songina og liggur so í andvekri eina løtu.

“Nú man Rasmus vera sovnaður,” heldur hann og fer fram; men í sama bili sker Rasmus í hitt sama rópið sum fyrr, so harramaðurin noyðist aftur í songina. Á sama hátt gongst honum triðju ferð, ið hann roynir at sleppa sær út. Nú er dagur, og harramaðurin er spinnandi argur.

So fara báðir upp og til gongu heim aftur. Harramaðurin rýmir fastandi; men Rasmus hevur goymt sær nakað lítið eftir av matinum, hann hevði við sær dagin frammanundan.

Sum teir ganga, koma teir at einum beinhúsi, og harramaðurin biður Rasmus fara inn og hyggja at beinunum.

Tá ið hann kemur aftur, spyr harramaðurin hann, hvussu beinini síggja út.

“Tey eru svørt,” sigur Rasmus.

“De høre dig og dine lige til,” sigur harramaðurin.

Teir koma til annað beinhúsið; harramaðurin sendir aftur Rasmus inn, fær somu frágreiðing og gevur sama svar.

Triðja beinhúsið koma teir til, og Rasmus verður uppaftur sendur inn til at hyggja at beinunum. Hann kemur út og sigur, at tey eru hvít, og

“de høre dig og dine lige til” er hann so kvikur at leggja afturat, áðrenn harramaðurin fær orðið upp.

Tá ið teir koma at harragarðinum, sleppur Rasmus sær frammanundan - hann veit, at harramanskonan hevur bólaran hjá sær.

Tá eru tey bæði, harramanskonan og bólarin, setst til borðs; men nú ið so er statt, verður hon sjálv at seta alt til viks í stórum skundi. Bólaranum sleppir hon so brádliga gjøgnum ein lemm niður í kjallaran - tað er ikki long tíð til at umráða seg.

Tá ið harramaðurin kemur, sigur Rasmus við hann, at tað stendur steik til hansara í ovninum og vín og søtar køkur á niðastu hill í kovanum.

Harramaðurin heldur, at kona hansara kann ikki hava hesar rættir; men Rasmus vísir honum á. Tá blíðkast harramaðurin eitt sindur.

Um kvøldið tá ið tað líður til nátturðarmála, sigur harramaðurin við konuna:

“Í kvøld skal Rasmus ongan nátturð hava, tí hann hevur forsæð seg, og í kjallaran skal hann vera koyrdur eisini og vera har í nátt.”

“Tað er synd at gera við hann,” heldur konan.

“Nei,” sigur harramaðurin:  “hann hevur forsæð seg illa.” 

Konan skynir, at tað batar einki at halda ímót, og so verður Rasmus latin niður í kjallaran. Men mat stakk hon til hansara, sum vanligt, tá ið harramaðurin ongan nátturð vildi lova honum at fáa. Hesin kjallari var beint niðri undir stovuni, sum harramaðurin og konan svóvu í.

Sum tey eru løgst bæði, hoyra tey Rasmus syngja niðriundir.

“Hvat man vera um handa stakkals Rasmus í nátt?” sigur harramaðurin: “man hann vera freistaður?”

“Tað er ikki løgið í, um so er,” heldur konan: “at fara niður í hatta myrka holið, svangur og einki at eta.”

Rasmus rakar við bólaran har niðri í myrkrinum, tekur hann naknan, koyrir hann í eina tjørutunnu og so aftur í eina fjaðratunnu. Hin torir ikki at láta í.

Nú tekur Rasmus at syngja so ræðuliga, at tey fáa ikki blund í eyguni.

Harramaðurin heldur, at tað er best at lova honum upp, tí eingin fær sovið fyri honum.

Rasmus hoyrir tey tosa hetta sínámillum, stillar mannin fyri kjallaralemmin, og tá ið harramaðurin kemur at gloppa lemmin, koyrir hann hann upp ígjøgnum.

Maðurin leyp í lásin og var uttandura við tað sama.

Tað var ikki løgið, at hann hevði sungið, tá ið hann hevði havt hetta spøkilsið hjá sær, segði harramaðurin við Rasmus og bað hann koma upp.

Tá fekk Rasmus alt gott.

Men bólarin var so pøstur eftir hesari ferð, at hann kom ikki aftur.

Síðan er einki meira at siga frá teimum uttan tað, at harramaðurin doyði, og at konan giftist uppaftur við Rasmusi.

Frásøgn: Lovisa Djonesen, Sørvági (eftir Jóhannu Jógvansdóttur, Kvívík)

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

24  AT 1358 A, C

 

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017