• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Seinasti dreymur, gamla eikin droymdi

Úti í skógini, høgt á bakkanum úti móti strondini, stóð eitt avgamalt eikitræ. Hetta árið fylti tað júst trý hundrað og fimm og trýssinstjúgu ár, men henda langa tíðin var hjá trænum ikki meir, enn eins nógv samdøgur eru hjá okkum menniskjum. Vit vaka um dagin og sova um náttina og droyma okkara dreymar, men hjá trænum er tað øðrvísi. Tað er vakið tær tríggjar árstíðirnar, og ikki fyrr enn um veturin sovnar tað. Veturin er svøvntíðin hjá eikini, hann er náttin hjá trænum aftan á tann langa dagin, sum vit rópa vár, summar og heyst.

Mangan heitan summardagin hevði samdøgursflugan dansað uppi yvir blaðkrúnuni, livað, sveimað og kent seg eydnuríka, og setti so henda lítla veran seg eina løtu á eitt av teim stóru, grønu eikibløðunum í stillari eydnusælu, plagdi træið at siga: ”Lítla neyðardýr! Bert ein einasta dag er alt lív títt! Sum tað er stokkut, og sum tað er syrgiligt!”

”Syrgiligt!” svaraði lítla samdøgursflugan, ”hví siga tygum so? Alt er jú so sjáldsama ljóst, so flótt og deiligt, og eg eri so glað!”

”Men einans ein dag, so er alt yvirstaðið!”

”Yvirstaðið!” segði samdøgursflugan. ”Hvat er yvirstaðið? Er tað eisini úti við tær?”

”Nei, eg livi kann henda seg túsundir av tínum døgum, og mín dagur er heilar ársins tíðir! Tað er so langt, at tú als ikki dugir at fata tað!”

”Nei, eg fati teg ikki! Tú eigur túsundir av mínum døgum, men eg eigi túsundir av smáløtum til at gleða meg og vera lukkulig í! Heldur tú, at alt er úti við øllum vakurleikanum í verðini, táið tú doyrt?”

”Nei,” svaraði træið, ”hann fer at vara longur, óendaliga nógv longur, enn eg dugi at hugsa mær!”

”Men so eiga vit eins nógv. Tað er bara tað, at vit meta hvørt uppá sín máta!”

Og samdøgursflugan dansaði og flákraði í luftini, var fegin um sínar fínu, kynstrigu veingir, so eiturfínir og floyalsmjúkir teir vóru, frøddi seg um ta flógvu luftina, sum hevði anga frá smærunum á bønum, frá rósunum og øðrum væl angandi blómum í urtagarðinum og ikki at gloyma fransagrasið, myntuna og kaprifoliuna. Hesin angin var so ramur, at tað var fyri samdøgursfluguni, sum hon kendi til av honum. Dagurin var so langur og undurfullur, fullur av gleði og søtum kenslum, og táið so sólin fór til viðar, kendi tann lítla flugan seg vælgerandi móða av øllum gleiminum. Veingirnir orkaðu ikki longur at bera hana, og spakuliga dalaði hon niður á tað bleyta, sveiggjandi grasstráið, boygdi høvur, sum henni er vant, og sovnaði so søtliga - inn í deyðan.

”Neyðars samdøgursfluga!” segði eikitræið, ”henni var so nógv ov stutt lív lagað!”

Og á hvørjum sumri hendi tað sama: sami dansur, sama tala, somu svar og sami deyðssvøvnur. Hetta hendi allari samdøgursfluguættini, men allar vóru tær líka eydnuríkar, líka glaðar. Eikitræið stóð alvakið sín vármorgun, summarmiddag og heystkvøld, og nú fór at verða tíð hjá tí at sova, nú kom náttin hjá tí - veturin.

Vindurin sang longu: ”Góða nátt! Har fór eitt blað, og har fór eitt annað! Eg royti, eg royti! Síggj nú til, at tú sovnar! Vit syngja fyri tær, vit vagga tær harðliga, men heldur tú ikki, tað er gott fyri tínar krókutu greinar! Tað brakar í teimum, men tað er av vælnøgd. Sov væl, sov søtt! Hetta er tín trý hundrað og fimm og trýssinstjúgunda nátt, so í grundini ert tú bara ein ársungi! Sov søtt! Kavin legst sum ein rekkjuváð, sum eitt seingjarteppi um føtur tínar! Sov søtt og droym hugnaligar dreymar!”

Og nú stóð eikitræið úrlatið, hevði mist øll bløðini, til reiðar at fara til hvíldar og sova allan tann langa veturin og droyma mangan dreymin um tað, sum hent hevði í árinum, eins og menniskjur droyma.

Einaferð hevði tað eisini verið lítið, ja, ein eikifrukt hevði einaferð verið vøgga tess. Eftir sum menniskjur plaga at rokna, so gekk tað nú fast í síni fjórðu øld. Tað var tað træið í skógini, sum var hægst og skaraði mest framúr, og krúnan kom langt upp um hini trøini, so at hon sást langar vegir, heilt út á havið, so at útróðrarmenninir brúktu hana til ýti. Tað hugsaði als ikki um, hvussu nógv høvdu eyguni eftir tí. Høgt uppi í teim grønu greinunum áttu skógdúgvurnar, og geykurin læt, og um heystið, táið bløðini líktust hamraðum koparplátum, kom ferðafuglurin at hvíla seg har, áðrenn hann fleyg longri fram á vegin. Men nú var veturin komin, træið stóð við ongum bløðum, og nú sást væl, hvussu krókutar, ið greinarnar vóru.

Krákur og hjaltakrákur komu og settu seg har at tosa um, hvussu ringar, ið tíðirnar vóru, og hvussu ringt tað var at vinna sær føðina, nú veturin var komin. Og so komu heilagu jólini. Tá droymdi træið sín besta dreym, og hann skulu vit nú sleppa at hoyra:

Træið kendi tað skilliga á sær, at høgtíðin var komin. Tað hoyrdi fyri sær kirkjuklokkurnar kima, og kortini var tað sum ein góðan summardag, stilt og lýtt. Tað breiddi út sína frísku, grønu, veldigu krúnu, sólargeislarnir spældu millum bløð og greinar, luftin var full av anga frá blomstrum og runnum. Fagurlittir summarfuglar spældu sær, meðan samdøgursflugurnar dansaðu og stuttleikaðu sær og lótust, sum alt var til í verðini, fyri at tær kundu hava tað stuttligt.

Alt, sum træið gjøgnum árini hevði sæð fyri sær og upplivað, fór nú framvið sum ein veitsluskrúðgonga. Tað sá riddarar og frúur sita á hestbaki við fjøður í hatti og falki í hond ríða gjøgnum skógina. Veiðilúðurin gelti, og hundarnir goyðu. Tað sá alvápnaðar hermenn við spjóti í hond seta tjaldbúðir upp og taka tær niður aftur. Bálini brunnu, og har varð sungið, og har varð sovið undir trægreinunum. Tað sá fríggjarafólk eydnurík finnast her í mánalýsi og rista navn teirra, forbókstavirnar, í tann grágrøna børkin. Sittari og eolsharpa vóru einaferð, men tað var langt síðani, hongd upp í eikigreinarnar av kátum sveinum, og nú hingu tær aftur her, og nú hoyrdist yndisliga ljóðið aftur frá teimum. Skógdúgvurnar kurraðu, eins og vildu tær siga frá kenslum træsins, og geykurin taldi, hvussu nógvar summardagar, tað skuldi liva.

Tá kendist tað, sum ein nýggj lívskelda rann ígjøgnum enntá tær klænstu røturnar og heilt upp í tær hægstu greinarnar, út í hvørt blað. Træið kendi, at tað toygdi seg av lívsmegi, ja, tað kendi heilt niður í røturnar, hvussu tað eisini niðri á jørðini var lív og varmi. Tað var, sum tað fekk nýggja styrki, og tað gjørdist hægri og hægri. Bulurin vaks uttan steðg, so at tað sást skilliga, hvussu træið hækkaði, meðan krúnan breiddi seg og rætti seg móti himli. Og sum træið vaks, so vaks eisini vælverukensla tess og eydnuríki longsilin eftir støðugt at náa hægri, heilt upp til ta ljósgevandi, heitu sólina.

Tað var longu komið langt upp um skýggini, sum sóust fara sum dimmir flytifuglagarðar, ella sum hvítir svanaflokkar undir tí.

Og øll bløðini á trænum sóu, eins og hevði træið fingið eygu at síggja við. Stjørnurnar vóru sjónskar at síggja á degi, so stórar og blankar, og tær blunkaðu við mildleika og vóru sum eygu á at líta, eygu, sum lýstu av kærleika, barnaeygu, eyguni á fríggjarafólkum, sum møttust undir trænum. Hetta var ein løta so sæl og gleðirík og kortini, í allari gleðini kendi træið ein longsil, eina tráan eftir, at øll trø og allir runnar í skógini, allar urtir og øll blomstur, skuldu fáa somu evnini at hevja seg uppeftir og kenna ta gleði og tann ljóma, sum var tí fyri í hesi løtu. Hesin veldigi bulur, sum droymdi so sælan dreym, dugdi ikki at gleða seg, uttan at øll hini vóru við, bæði stór og smá, og henda kensla fór ígjøgnum tað út í hvørja grein og hvørt blað, so sterkt og inniliga sum í einum mannabarmi.

Træið við síni miklu krúnu leit seg leitandi íkring, og tað kendi anga av skógmerkjum og seinni eisini tann rama roykin av kaprifoliu og viól, og tað helt seg hoyra geykin svara aftur.

Og so var, upp ígjøgnum skýggini sóust nú hini trøini í skógini at næla. Runnar og blomstur vuksu, og tey høvdu so miklan skund, at summi skræddu seg upp við rót fyri at koma skjótari upp áraka eikina. Bjørkin var kvikast. Eins og snarljósið kom hennara ljósi bulur uppeftir, meðan greinarnar veittraðu so grønar og yndisligar í luftini. Alt skógarlívið, sjálvt tað rótgrónað royggið, vaks, og fuglarnir flugu við og lótu av fullum huga. Og á stránum, sum sveiggjaði í luftini sum eitt silkiband, sat ongsprettan og spældi uppá við vonginum eftir skinnabeininum. Oldinborrurnar brummaðu og býflugurnar surraðu, hvør fuglur sang við sínum nevi, og alt var sangur og gleði undir himmalhválvinum.

”Men handa lítla, reyða blóman niðri við vatnið, hon skal eisini við!” segði træið, ”og tann bláa klokkublóman og lítla baldursbráin!” Ja, eikin vildi hava øll somul við.

”Vit eru við, vit eru við,” hoyrdist tað syngja og láta.

”Men tað fitta skógblomstrið, sum vaks her í fjørsummar - og í fyrraárið vaks her ein hópur av liljukonvallum - og tað villa súreplatræið, sum sá so væl út - og allur skógvakurleikin frá teim nógvu áringunum, sum farnir eru, hevði hann staðið í vøkstri nú, so kundi hann eisini verið við!”

”Vit eru við! Vit eru við!” hoyrdist tað syngja og ljóma uppaftur longri uppi, tað sá ikki mætari út, enn at tey vóru farin undan.

”Nei, ikki fái eg hugsað um, so vælsignað hetta er!” fegnaðist gamla eikin. ”Her eru tey øll somul, bæði stór og smá! Ongin er gloymdur! Hvussu kann tað bera til, at øll henda lukka og sæla hevur verið mær fyri!”

”Uppi í himlinum hjá Gudi er alt møguligt!” ljómaði tað.

Og træið, sum helt á at vaksa, kendi, at røturnar gjørdu seg leysar í jørðini.

”Hetta er tað besta av øllum!” segði træið, ”nú eru ongi bond, sum halda mær føstum! Eg kann hevja meg heilt upp í hægsta himmal, har ljós er og glampan! Og øll míni kæru eru við, bæði smá og stór, øll eru við!”

”Øll!”

Hetta var dreymurin hjá eikitrænum, og meðan tað stóð og droymdi, fór eitt ræðuligt ódnarveður yvir hav og land, júst ta heilagu jólanátt, og brimgangur gjørdist við strendurnar. Tað brakaði og knakaði í trænum, og tað varð rykt upp við rót júst í somu løtu, sum tað droymdi, at røturnar gjørdu seg leysar í jørðini, og tað datt. Tey trý hundrað og fimm og trýssinstjúgu árini hjá tí vóru nú tað sama sum ein dagur hjá samdøgursfluguni.

Jólamorgun, táið sólin sá, var veðrið batnað. Kirkjuklokkurnar kimaðu, og upp úr hvørjum skorsteini sást roykur at stíga so bláur, sum kom hann frá druidualtarinum, takklætisins offurroykur. Veðrið batnaði í hvørjum, sjógvurin slætnaði, og umborð á einum stórum skipi, sum hevði bart ódnarveðrið av sær, drógu teir fløggini í húnar hátt, tí nú vóru jólini komin.

”Træið er burtur! Tann gamla eikin, sum vit plagdu at hava til ýti, sæst ikki meir,” søgdu sjómenninir. ”Hon er farin í ódnarveðrinum! Hvør skal nú koma í staðin fyri hana? Tað verður ongin!”

Hetta var líktalan, stutt, men vælmeint, sum træið fekk. Tað lá og toygdi seg í kavanum niðri við strondina, og har tað lá, hoyrdist jólasálmurin ljóma frá skipinum, sangurin um sonnu jólagleðina, um Kristus, sum frelsir mannasálir og veitir teimum ævigt lív:

”Syng fagnaðarljóð hvør kristin tjóð,

halleluja, Guds frelsa góð

er gleðin yvir allar!

Halleluja, halleluja!”

Soleiðis ljóðaði sangurin, og allir har úti á skipinum vórðu við bønini og sanginum lyftir upp í himnahæddir eins og gamla eikin hesa undurfullu jólanátt.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Det gamle egetræs sidste drøm”, ”Nye Eventyr og Historier”, 1858.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”11 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1981.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017