• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Tað er rættiliga víst

”Ein ræðuligur standur!” segði ein høna, og tað í hinum endanum av býnum, hvar einki ilt var hent. ”Ein ræðuligur standur í høsnahúsinum! eg tori ikki at sova einsamøll í nátt! gott er, at vit eru so nógv saman á vaglinum!”

- Og so greiddi hon frá, so at fjaðrarnar reistust á hinum hønunum, og hanin slekkaði reykin.

Men vit vilja taka upp fyrsta tátt, og hann fór fram í hinum endanum av býnum í einum høsnahúsi. Sólin fór niður, og høsnini flugu upp; ein teirra, hon var hvítfjaðrað og lágbeint, varp síni fyriskipaðu egg og var av hønum at vera væl umtókt í allar mátar; sum hon kom upp á vaglið, fór hon at pilka sær við nevinum, og so datt ein lítil fjøður av henni.

”Har fór handan!” segði hon, ”tess meira eg pilki mær, tess yndisligari tykist eg at fara at vera!” Og hetta var nú sagt í skemti, tí hon var tann skemtingarsama sálin millum hesi høsn, annars sum sagt sera væl umtókt, og so sovnaði hon.

Myrkt var rundanum, høna sat hjá hønu, og hon, ið sat henni næst, svav ikki; hon hoyrdi, og hon ikki hoyrdi, sum tey jú eiga at gera í hesi verð fyri at liva í frið og náðum; men næstu grannkonu síni mátti hon tó siga tað: ”Hoyrdi tú, hvat her varð sagt? Eg nevni ongan, men tað er ein høna, ið ætlar at royta seg fyri at gera seg til! var eg hani, ikki hevði eg virt hana!”

Og beint uppi yvir høsnunum sat uglan við uglumanni og uglubørnum; tey hava óføra góð oyru í tí ættini, tey hoyrdu hvørt orð, sum grannahønan segði, og eyguni mólu í høvdinum á teimum, og uglumamma sló við veingjunum: ”Lurtið ikki eftir! men tit hoyrdu saktans, hvat sagt varð? Eg hoyrdi tað við mínum egnu oyrum, og tað er nógv fyri at hoyra! Tað er ein høna, ið so út av lagi lítið hirðir um, hvat ið sømir seg einari hønu, at hon situr og roytir allar fjaðrarnar av sær og letur hanan hyggja at!” -

Prenez garde aux enfants!” segði uglupápin, ”hatta er ikki fyri børn at hoyra!”

”Eg má tó siga tað fyri nábúuglu! hann er ein sovorðin fólkalig ugla at fáast við!” og so fleyg hin gamla.

”Hu-hu! uhuh!” ýldu tey bæði tvey og tað beint niður í nábúans dúvuhús til dúgvurnar. ”Hava tit hoyrt! hava tit hoyrt! tað er ein høna, sum hevur roytt allar fjaðrarnar av sær fyri hanans skyld! hon doyr í kulda, um hon ikki er deyð, uhuh!”

”Hvar er so vorðið?” kurraðu dúgvurnar.

”Í nábúans garði! eg havi at kalla sjálvur sæð tað, tað er ein heldur ófólkalig søga at bera fram! men tað er rættiliga víst!”

”Torið, torið at líta á hvørt orðið!” søgdu dúgvurnar og kurraðu niður í teirra høsnagarð: ”Tað er ein høna, ja summi siga, tað eru tvær, sum hava roytt allar fjaðrarnar av sær fyri ikki at líkjast hinum og soleiðis fáa hanan at fjeppast uppi í sær. Tað er eitt vágaverk, tær kunnu fáa krím og doyggja av fepri, og tær eru deyðar báðar tvær!”

”Vaknið! vaknið!” gól hanin og fleyg upp á garðin so svøvnpískutur, men hann gól kortini: ”Tríggjar hønur eru deyðar av afturriknum tokka til ein hana! tær hava roytt allar fjaðrarnar av sær! tað er ein ódámlig søga, eg vil ikki leggjast á hana, berið víðari!”

”Berið víðari!” hvinu flogmýsnar, og høsnini kákaðu, og hanarnir gólu: ”Berið víðari! berið víðari!” og so gekk søgan frá høsnahúsi til høsnahús og at enda aftur til staðið, hvar hon av fyrstu tíð var uppspunnin.

”Tað eru fimm hønur,” ljóðaði nú, ”sum allar hava roytt fjaðrarnar av sær til at vita, hvør av teimum er komin mest upp í rak av nálg til hanan, og so pikkaði hvør aðra, so blóðið fleyt, og tær duttu deyðar niður til skomm og skemd fyri skyldfólk teirra og stóran miss fyri ánaran!”

Og hønan, sum hevði mist ta einu, leysu fjøðrina, kendi sjálvsagt ikki sína egnu søgu aftur, og av tí at hon var ein sámilig høna, so segði hon: ”Eg eri so forargað inn á hasar hønurnar, men nógv er til av hasum slagnum! Tílíkt eigur ikki at verða niðurlagt, og eg skal gera mítt til, at handa søgan kemur í bløðini, so gongur hon landið runt; tað hava hasar hønur uppiborið og skyldfólk teirra við!”

Og tað kom í bløðini, og tað varð prentað, og tað er rættiliga víst: ”ein lítil fjøður kann sum einki verða til fimm høsn!”

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Det er ganske vist”, ”Historier. Første Samling”, 1852.

Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017