• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Vakrasta rósa í verðini

Einaferð var tað ein navnfram drotning, sum átti ein urtagarð, og í hesum urtagarðinum vuksu tey vakrastu blomstrini allar ársins tíðir og úr øllum heimsins londum, men fram um allar elskaði hon rósurnar, og tí hevði hon á garðinum øll rósusløg, sum hugsast kundi, líka frá teim villu runnarósunum, sum høvdu grøn bløð, ið angaðu sum súreplir, og til vakrastu rósurnar, sum vaksa í Provence, og rósurnar vuksu upp eftir slotsmúrinum, krøktu seg rundan um súlurnar og upp í vindeygakarmin, inn í gongirnar og tvørtur undir loftinum í øllum stovunum. Og ymist var, sum tær angaðu, sum tær vóru í útsjónd og liti.

Men kortini var sút og sorg á slottinum. Drotningin lá á sóttarsongini, og læknarnir søgdu, at hon fór at doyggja.

”Eitt er kortini, sum kann bjarga henni,” segði tann klókasti av teimum. ”Fáið henni heimsins vakrastu rósu, hana, sum myndar hægsta og reinasta kærleikan! Fær hon at síggja hana, áðrenn eyguni bresta, so fer hon ikki at doyggja.”

Og bæði ung og gomul komu allastaðni frá við rósum, teim vakrastu, sum vóru at finna í urtagørðunum, men ongin av hesum var rætta rósan. Hon mátti koma úr kærleikans urtagarði, men hvør av teimum, sum vuksu har, myndaði tann hægsta, tann reinasta kærleikan?

Og skaldini kvóðu um heimsins vakrastu rósu, og hvør nevndi sína. Og boð fóru víða um lond til øll hjørtu, sum bankaðu við kærleika, og boð fóru til allar stættir og fólk í øllum aldrum.

”Ongin hevur enn nevnt blómuna!” segði tann vísi. ”Ongin hevur enn víst á staðið, har hon kom fram í allari síni dýrd. Ikki eru tað rósurnar við kistuna hjá Romeo og Juliu ella á grøvini hjá Valborg, tó at angin frá teimum altíð fer at kennast gjøgnum sagnir og sangir, ikki eru tað rósurnar, sum spretta av blóðiga lansanum hjá Arnoldi Winkelried, ella úr blóðinum, sum vellir úr bringuni á hetjuni, sum doyr fyri fedralandið, tó at ongin deyði er vakrari og onki blóð reyðari enn tað. Ei heldur er tað tann merkisblóman, sum maður gjøgnum ár og dag langar, svøvnleysar nætur í einsemi vígar lív sítt til, fróðskaparins gandakenda rósa!”

”Eg veit, hvar hon veksur!” segði ein lukkulig mamma, sum kom við nýføðingi sínum í arminum til songina hjá drotningini. ”Eg veit, hvar ið heimsins vakrasta rósa er at finna! Tann rósan, sum myndar tann hægsta og reinasta kærleikan. Hon blómar á reyðu kinnunum á lítla barni mínum, táið tað styrkt av svøvni letur eyguni upp og lær upp ímóti mær við øllum sínum kærleika!”

”Vøkur er tann rósan, men ein uppaftur vakrari er til!” segði tann vísi.

”Ja, nógv vakrari!” segði ein kvinna. ”Eg havi sæð hana. Meira dýrdmikil og heilag rósa er ikki til, men bleik er hon sum bløðini á terósuni. Á kinnum drotningarinnar sá eg hana. Hon hevði tikið kongakrúnuna av høvdinum og gekk ta longu, sorgtungu náttina við sjúka barni sínum í ørmunum, græt um tað, mussaði tað og bað til Gud fyri tí, sum bert ein móðir kann biðja í sorgarstund!”

”Heilag og undurbær í megi síni er sorgarinnar hvíta rósa, men kortini er tað ikki hon!”

”Nei, vakrastu rósu í verðini sá eg framman fyri altari Harrans!” segði tann frómi, gamli biskupurin. ”Eg sá hana lýsa, sum ásjónin á einum eingli sýndi hon seg. Ungar gentur fóru til altars eftir at hava endurnýggjað dópssáttmálan, og har rodnaðu rósur, og har bliknaðu rósur á frísku kinnum teirra. Ein av teimum stóð har og leit upp ímóti Gudi við øllum tí reina kærleika, sum sál hennara átti, og hetta, haldi eg, myndaði tann reinasta og dýrmætasta kærleika!”

”Vælsignaður veri hann!” segði tann vísi, ”tó, ongin tykkara hevur enn sagt frá vakrastu rósu í verðini.”

Tá kom eitt barn inn í stovuna, lítli sonurin hjá drotningini. Tár stóðu í eygum hansara og runnu niður eftir kjálkunum. Hann hevði eina stóra bók í hondini. Hon var latin upp, og perman var av floyal, og hon hevði silvurspenni.

”Mamma!” segði hesin lítli, ”hoyrið, hvat eg havi lisið!” Og barnið setti seg framman fyri songini og las úr bókini um hann, sum gav seg sjálvan til deyðan á krossinum fyri at frelsa menniskjuni, eisini tey sum ikki eru borin í heim enn. Størri kærleiki er ikki til!”

Og eitt rósudæmi legðist á kinnarnar á drotningini, eyguni gjørdust stór og klár, tí upp millum bókabløðini sá hon vakrastu rósu í verðini spretta, myndina av henni, sum spretti úr blóðinum á krossinum.

”Eg síggi hana!” segði hon. ”Aldri doyr hann, sum sær ta rósuna, vakrastu rósu, sum finst á jørðini!”

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Verdens dejligste rose”, ”Folkekalender for Danmark”, 1852.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”10 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1980.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017