• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Vilmunds kvæði

 

Vilmunds kvæði

 

CCF 104

Einki TSB-nr.

1 Lurtið nú eftir kvæði mínum,
vakurt er at hoyra,
meðan eg kvøði um bardagar,
tá svørðini smurdust í droyra.

2 Jatmundur var á navni nevndur,
kongur í Garðaríki,
Hjørandi æt hans menskur son,
fáur var hans líki.

3 Hjørandi æt hann, kongins son,
reystur í øllum verki,
hann hevði sær ein stalbróður,
sum kallaðist Vilmundur sterki.

4 Teir høvdu altíð tað til vana
burtur í skógv at ganga,
hvør fór tá í sína ætt
at royna meiri at fanga.

5 Tað var Hjørandi, kongins son,
burtur á skógvin fór,
Vilmundur fylgdi aftaná,
og báðir at fanga djór.

6 Dimmur mjørki og toka tjúkk
niður á landið dró,
Vilmundur og kongins son
teir viltust burtur á skóg.

7 Gingu teir í dimminum,
long var tíð og breið,
vakkaðu víða um villan skóg,
men alt gekk burtur av leið.

8 Leingi viltist kongins son,
áðrenn hann vegin fann,
hitti so á gøtuna
og heim at borgum rann.

9 Nú er har at taka til,
sum vert er eftir at skoða,
kongsmenn fyri borgum standa,
teir sóu ein skipaflota.

10 Teir sóu skip við svørtum seglum
eftir sjónum líða,
hildu tað eftir fornum vana
ófrið hava at týða.

11 Teir sóu stóran skipaflota,
seglini svørt sum ravn,
nú er á vási orrusta,
teir hildu at Borgarhavn.

12 Tá sigldi í havn tann skipafloti,
og lagdist inn til stein,
hermenn sprungu á landið upp,
so ikki var eftir ein.

13 Teir slógu sínar tjøldur upp,
skamt frá sjóvarstrand,
allir vóru blámenn grummir
komnir at taka inn land.

14 Búðust nú væl til bardagar,
alt fyri uttan sorg,
tólv av svørtum blámonnum
teir sendu heim til borg.

15 Teir riðu snart, sum mest teir máttu,
at flyta harraorð,
teir komu inn í høllina,
tá kongurin sat yvir borð.

16 So mælti tann, sum orðið førdi:
“Haldið upp mat at skera,
standsið, meðan eg ørindi
frá harra mínum man bera!

17 Skjøldur skalt tú nevna meg,
sum væl kann leika við brandi,
eg eri sendur frá Buris kongi,
sum stýrir Blámannalandi.

18 Hann hevur frætt á skamri stund,
at tú hevur dóttur væna,
fáur finnur í nøkrum landi
frægari moy enn hana.

19 Ei vil hann so mikið virða teg,
hann kemur um hana at biðja,
heldur vil hann skipa tær
at gera, sum vit munnu siga.

20 Tú skalt tína væna dóttur
senda okkum í hond,
vit skulu hana til kongin leiða
niður til sjóvarstrond.

21 Lat hann fáa dóttur tína,
stikk honum eingi skørð,
ella hann oyðileggur tín stað
bæði við eld og svørð!

22 Tú hevur ikki reystleika
ímóti honum at standa,
lív títt er í hansara makt,
tú stendur í stórum vanda.

23 Tað man verða títt feigdarverk,
vilt tú standa ímóti,
ikki bítur stál á honum
heldur enn knívur á gróti.

24 Tú hevur ikki í tínum landi
nakran slíkan mann,
sum í einum einvíggi
torir at berjast við hann.”

25 Ornar nú blóð í heimakongi,
hann tekur hart at njósa:
“Óvist er enn at gabba av,
hvør sigur hevur at rósa.

26 Eg havi mær ein reystan son,
hann ræður fyri moy so góð,
nú kann hann ikki geva svar,
tí hann er burtur á skóg.

27 Sonur mín er á skógvin burtur,
hann er ikki her hjá mær,
tá hann kemur til hallar heim,
tá skal hann geva tær svar.”

28 “Ei virðir kempan Buris kongur
at bíða pá hann um stund,
hann setir eld á borgirnar
og køvir teg sum ein hund.

29 Ei virðir hann at reisa til tín
gálga av træ og strikkjur,
hann heingir teg á hondum sínum,
knakkar tín háls í stykki.”

30 Burtur fóru sendimenn,
sum vóru av Blámannaríki,
nú er kongsson afturkomin,
hann frættir tíðindi slíki.

31 Kongurin spyr sín sæla son:
“Hvat er nú best at ráða,
skulum vit búgvast til bardaga
ímóti teimum at sláa?”

32 “Vit skulu búgva til bardagar,
ikki um annað røða.”
Fyrsti táttur úti er,
men nógv er eftir at kvøða.

33 Táttur ein til enda er komin,
kvæðið verður longur,
nú skulu vit taka upp annan tátt,
hoyra nú hvussu gongur.

34 Kongsson læt tá liðið samla
saman á náttartíð,
áðrenn dagur at lýsa tók,
tá var hann búgvin til stríð.

35 Buris vaknar í síni tjøld,
áðrenn tað lýsti bjart,
kallar hann á sín røvarahól,
og biður teir reisa seg snart.

36 Blámenn brutu upp ógvuliga,
bitu í skjøld við tonnum,
berserkar og kolbítar
at berjast mót Borgarmonnum.

37 Hjørandi var fyri borgarheri,
ei vildu blámenn bíða,
teir møttu honum á slættari mark
og brustu saman at stríða.

38 Hildu nú harðastu bardagar,
teir brúktu spjót og svørð,
hvør fell tá um tvøran annan
deyður niður á jørð.

39 Tað var Hjørandi, kongins son,
hann gekk harðast fram,
feldi niður úr Blámanna heri
mangan tryldan mann.

40 Eingin toldi hansara høgg,
men allir fullu á fløtu,
rendi so djúpt í herin fram,
hann ruddi sær breiða gøtu.

41 Tað var Hjørandi, kongins son,
hann rendi í herin fram,
ruddi sær eina breiða gøtu
inn til merkismann.

42 Skjøldur var tann berserkur,
sum blámannamerkið hevði,
rendi móti kongssoni
og spjót til hansara legði.

43. Hann legði til hans við digrum spjóti,
ilt var fyri at vara,
kongsson sprakk í loftið upp,
sum hann var vanur at gera.

44 Spjótið stóð í jørðini fast,
hann dvaldist nakað tá,
kongsson ripar við báðum hondum,
tá hann hetta sá.

45 Høggið kom um tvørar herðar,
geislar skiltust frá,
tá fell Skjøldur berserkur,
og deyður á vølli lá.

46 Høgdi hann henda trylda berserk
sundur í lutir tvá,
slíkt man síggja Buris kongur,
sum nær var staddur hjá.

47 Rendi hann móti kongssoni,
og ætlar hans høvur at klúgva,
høggur so hart av stinnum alvi,
stórir neistar flúgva.

48 Neistar flugu sum smiðjueldur,
mikið var suss og skrál,
login festi í næsta skóg,
tá birtist bjarta bál.

49 Tá mundi hoyrast langan veg,
vápnabrak og skrál,
Hjørandi, kongsson, finnur tá,
ei bítur á honum stál.

50 Hjørandi reiggjar svørði hátt,
hann brúkar styrki alla,
høggið kom at Buris kongi
niður í beran skalla.

51 Svørðið kom í beran skalla,
gleið sum eftir lunni,
loysti nøs og kjálkabein,
so tennur rutu úr munni.

52 Kongsson var tá móður og stirdur,
av sárum, sum hann hevði fingið,
signaði niður á grønan vøll
og lá í óviti leingi.

53 Nú kom fall á borgarher,
blámenn hildu skrál,
trokaðu fram við bitrum brondum,
og bóru at borgum bál.

54 Vilmundur var á skógvin villur,
nú er hann komin at høllum,
frættir nú frá blámonnum
og teirra verki øllum.

55 Vilmundur nú at frætta fekk,
at stríðið stóð fyri borg,
kongins son var niðurfeldur,
fólkið flýtt av sorg.

56 Tá ið hann fekk tey tíðindi,
ornar hansara blóð,
skundaði sær við miklari vreiði,
og klæddist í herklæði góð.

57 Vilmundur tók ein tjúkkan hjálm
og setti sær á skalla,
fýrafolda ringabrynju,
slíkt kann kempur kalla.

58 Tað var Vilmundur, kempan reysta,
heitt var hansara blóð,
skundar sær til bardagar,
har sum stríðið stóð.

59 Herviliga hann trokaði fram,
bæði við svørð og spjóti,
eggjaði teimum, sum undan flýddu,
at venda aftur ímóti.

60 Fremstur hann í flokki var,
hann hjó, so brynjur stukku,
feldi blámenn fyri fót,
teir undan honum rukku.

61 Ikki kundi hjálmur halda,
tá ið Vilmundur hjó,
klovnaði bæði bringa og búkur,
oddur í vølli stóð.

62 Vilmundur rendi í herin fram,
tað fekk Buris at síggja,
blámenn fullu fyri fót,
sum grasið fyri líggja.

63 Rendi hann móti Vilmundi,
hann vendi aftur ímóti,
legði tá hvør til annan hart
bæði við svørð og spjóti.

64 Høgga títt og líva lítt,
av dró barnagaman,
eldur reyk úr svørðunum,
tá eggjar bóru saman.

65 Buris kongur svørðinum brá,
móti Vilmundi hjó,
høggið kom á andlitið,
so út kom mikið blóð.

66 Tá ið Vilmundur sviða fekk,
hann bregður við so snart,
trívur eftir Buris kongi
við so miklari fart.

67 Trívur hann eftir Buris kongi
við so miklari skund,
svørðið stakk úr hondini,
tað fleyg so langt í lund.

68 Svørðið fleyg ein langan veg,
tað stakk úr hondini leyst,
trívur hann tá eftir øksini,
hann hevði við síðu fest.

69 Vilmundur reiddi øksina
við so miklum treysti,
høgdi so hart at Buris kongi,
stál stakk fyri bróstið.

70 Ikki beit á bringubeini,
tó tað merkti skinnið,
kongurin gav so sterkt eitt skrál,
tað hoyrdist úti og inni.

71 Buris kongur sviða fekk,
hann gav so sterkt eitt skrál,
Vilmundur hjó við báðum hondum,
tá helt ikki stál.

72 Tungt var høgg av øksarkjafti,
ei mundi megnið feila,
hjálmur sprakk av Buris kongi,
hamarin stóð í heila.

73 Tá ið Vilmundur hevði felt
Buris kong til vallar,
rendi hann móti blámonnum
og jagar burtur allar.

74 Tóku so vápn og herklæði,
sum víða á vølli lá,
so mikið gull og gersimi,
ikki fekst tølur á.

75 So mikið gull og gersimi,
ikki fekst tølur á,
komu so fram at kongssoni,
og sóu, hvar hann lá.

76 Tá ið teir lívsmakt við honum kendu,
lætnaði hjartasorg,
breiddu undir hann breiðan skjøldur,
bóru so heim til borg.

77 Bóru teir hann til borgar heim
og løgdu í eina song:
“Tak ímóti, systir góð,
og grøð tú handa drong!”

78 Og grøddi hon hann í dagar,
og grøddi hon hann í tvá,
sætta dag í sjeyndu viku
fór hann í brynju blá.

Handrit: Savn hjá Svend Grundtvig. Dansk Folkemindesamling 68.

 

Útgávur:

 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 343.

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.P. Skaale (1820-1860), føddur í Tórshavn, settur sýslumaður í Suðuroy 1846-51, uppskriftin er frá 1846.

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017