• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Koralds kvæði

 

CCF 111 A

Einki TSB-nr.

 

1 Ríkaldur ræður fyri lang[a]ri lund,

og keisarin ein fyri Sakslands grund,

við ástum leiddi lystigt sprund,

mætur unti menjargrund.

 

Med vár lyst og leikalind,

lat tær sorgir milda!

Skulu so byrja á banastund,

bíða mín, tað hitt væna sprund!

 

2 Keisarin eigur ein son so sælan

Koraldur er hann nevndur fyri mær,

við æru fór tá Filkus fram,

listinæmur, og vísdóm kann.

 

3 Koraldur vóks tá upp við prýði,

tøkur av øllum Saksaliði,

við æru fór tá Filkus síðan

listinæmur, og vísdóm prýðir.

 

4 Keisarin eigur eina dóttur mæta,

Sigrið er hon nevnd fyri mær,

listulig er brúður køn,

mætur unti forðum væn.

 

5 Jallin býr har skamt ífrá,

við listum alir hann synir tvá,

Robert nevndur í svikaráð,

sum síðla sigist í dømi frá.

 

6 Vuksu upp á kongafund,

Robert og tað væna sprund,

gótu børn í Leyvarlund,

forlagdagur er mongum tungur.

 

7 Tað barst til á onkun tíð,

at Sigrið gár fyri faðir sín:

“Tú bygg mær sal við ternur mínar,

tí víða svambla kempur tínar!”

 

8 Keisarin tekur til orða svá,

og Robert stendur og lýðir á:

“Er tað satt, tú sigur ífrá,

harðan skal hann deyðan fá?”

 

9 Robert snúddist haðan tá,

Koraldi hann sigur ífrá:

“Man eg harðan deyðan fá,

nemmast eg tín tá njóta má.”

 

10 Tað barst til á onkun dag,

Koraldur gár sín faðir í tal:

“Alin er svein í Sildarsal,

hann er komin í kvinnutal.”

 

11 Reiður varð hann keislarin tá,

sínum soni rann ífrá:

“Er tað satt, tær sigið frá,

harðan skal hann deyðan fá?”

 

12 Koraldur styðjar seg fram á spjót,

hann leggur ráð fyri faðir góð:

“Hevur hann tygur brotið ímót,

so skuluð tær honum ráða bót.”

 

13 Gud hevur skapað so vitra mannar,

hvør skal fyri øðrum biðja for sann,

geva skal ta fyrstu at

aðru og ta triðju sak.”

 

14 Leingi tagdi keisarin tá,

umsíðir tók til orða svá:

“Sigli hann seg í londum frá,

ikki má hann mín eygun sjá.”

 

15 Seggurin tagdi hóskur kvirrur,

svikaráðini bant hann fyrr:

“Tóið eg sigli í londum frá,

eingin spyr frá einum mál.

 

16 Fullum havi eg spurt tað,

á Miklagarði er brúður væn,

báran brýtur um land so brátt,

har býr kongur, dóttur ár.

 

17 Siglum okkur í londum frá,

eingin spyr frá einum mál,

teg skal ikki henda mein,

eg skal vera tín fylgdarsvein.”

 

18 Tað barst til á onkun tíð,

at Koraldur gár for faðir sín:

“Eg búgvi mín dreka og drekki meg vín,

forligt er í ferðum mínum.

 

19 Fullum hoyri eg gitið tað,

á Miklagarði er brúður væn,

báran brýtur um land so brátt,

har býr kongur, dóttur ár.”

 

20 “Hvussu skalt tú á kongar kanna,

illa vitur og lítil til manna?

tú kanst eina tungu at tala,

tú kanst ongum høviskum svara.”

 

21 Koraldur ræð so orðum at svara:

“Robert hann skal við mær fara,

hann kann allar tungur tala,

hann skal fyri okkur báðar svara.”

 

22 Keisarin ræð so orðum at svara:

“lkki skalt tú hann við tær hava,

í trygdarvælum sveik hann meg,

umsíðir ger hann so við teg.”

 

23 Roggur talar til Robert nú:

“Koraldi tá tæna tú,

allar vegir veit honum trú,

lat tað frætta keisarans frú!”

 

24 Vundu upp seglini gul og blá,

sigldu seg í londum frá,

stríðir brutu streymar á,

aldan rann eftir bunkan bráð.

 

25 Sigldu so tann sjógvin fram,

at aldan eftir bunka rann,

Koraldur stóð í fremra stavn,

fyrstur sá hann Miklaland.

 

26 Gudi ræð hann takka blítt,

tá ið hann sá tað land so frítt,

teir sigldu inn á Sildarvág,

har býr kongur, dóttur ár.

 

27 Koraldur gekk tá fyrstur í sal,

skygdan hjálm á høvdi bar,

við dýrum steinum settur var,

ljóm yvir allan lindarsal.

 

28 Koraldur gekk tá fyrstur í høll,

honum var lið og tungan snjøll,

undraðist á tað hirðin øll,

frætt hevði tað ljómartøll.

 

29 Robert tekur til orða svá,

keisarin situr og lýðir á:

“Ríkaldur eitur faðir mín,

keisari, gev mær dóttur tína!”

 

30 Keisarin tekur til orða svá:

“Hvat eitur tann mann, tær situr íhjá?

leingi havi eg hugsað á,

aldri eg vænri tílíkan sá.”

 

31 “Robert skalt tú nevna tann mann,

hann mangar listir í vælum kann,

týðiliga sært tú tann mann,

ótrúgvur er hann royndur for sann.

 

32 Koraldur gekk til moynnasal,

hann skygdan hjálm á høvdi bar,

við dýrum steinum settur var,

ljóm yvir allan lindarsal.

 

33 Hann settist niður hjá brúður blítt,

hann kundi ikki skilja mál so frítt,

undraðist á tað hirðin øll,

og so hin væna ljómartøll.

 

34 Hon gongur eftir silki 'Drik'

bæði listir og mentir við,

leggur inn á tungurøtur,

eðilingur á málli situr.

 

35 “Lat tað ongan livandi finna,

hvørt eg lærdi listir at vinna,

lat tað ongan livandi fá,

hvør teg lærdi listir svá!”

 

36 Ei fell Roberti tað lætt,

havið tær høviskir tílíkum frætt,

dró hann seg sum disp í ætt

leyp á føtur, sprakk og rætt.

 

37 “Harra, merkið henda mann,

hann manar listir í vælum kann,

svikaráðini bindur hann,

og tygara dóttur svíkur hann!”

 

38 Keisarin tekur til orða svá,

og Robert stendur og lýðir á:

“Tær skulja upp á gálgan gá,

eg skilji tann garp við lívi svá.”

 

39 “Harri, tori tað ei at gera,

í vára tænastu lýtur hann vera,

skulu ikki horskir frætta tað heim,­

eg skiljist so frá mín fylgdarsvein.”

 

40 Koraldur tekur til orða svá,

keisarin situr og lýðir á:

“Ríkaldur eitur faðir mín,

keisari, gev mær dóttur tína!”

 

41 Vant er slíkum horskum, at trúgva,

tú skalt her til ferðar búgva,

dýrið liggur í døkkum dvala,

hagar skalt tú fyrstur fara.

 

42 Árla um morgunin sól skín víða,

Koraldur býr seg út at ríða,

stendur í glugga kvendið fríða,

tekkilig var moyggin blíð.

 

43 Árla um morgunin, sólin skein,

Koraldur krevur sín fylgdarsvein,

hann gyrðir sín hest við gyltan reim,

av gulli glógvar hans gríman ein.

 

44 Skjótan hestin steig hann á,

allar frúgvur apaðust á.

Mettil stóð og sá harpá:

“Gud gevi teg sigur av leikum fá.”

 

45 Átjan fet sprakk hestur hans hátt,

sigist so til í hesum tátti,

í lofti vendi hann honum íkring

kom so niður á Ujtar‑Tind.

 

46 Upp stóð Mettil, væna sprund,

fylgdi Koraldi í grøna lund:

“Tá ið tú kemur á fílafund,

lat tann galtan rína um stund!”

 

47 Hann vakti dýr úr døkkum dvala,

rívur upp stórar eikifjalir,

Koraldur eftir køtlum brá,

læt nú dynja høggini á.

 

48 Tá ið hann kom, sum dýrið lá,

tonkti hann at leikir ná,

ógvuligt var at síggja á,

Koraldur hann undrast á.

 

49 Tekur nú bæði búk og bein,

bindur upp á sín fylgdarsvein.

Tá lá skamt frá herðagrein,

sterkir bóru bógvar heim.

 

50 Koraldur kom ikki fyrr í høll,

enn aftur vóru slagin borgarlið øll.

Filkus fálkurin gjørdist tungur,

borgararmin breyt hann sundur.

 

51 Tá kom í høll í síðstum væri,

rekkur í høll hann Randar snari,

blikna tóku dreingir djarvir,

'Rajkkjin' var í 'Hilgjar‑Feari'.

 

52 Kastar greipur fram á borð,

eingin tordi tala orð,

ógvuligt er hetta morð,

reikar nú hugur á Rindarskor.

 

53 Koraldur ræð at sita tá,

dýrið legði seg honum hjá.

Signað veri drotning sá,

øllum so hon skikka má.

 

54 Keisarin sat og sá tará,

umsíðir tekur til orða svá:

“Annaðhvørt er hetta kappi reystur,

ella er hann í gívri treystur.”

 

55 “Harra, merkið henda mann,

hann mangar listir í vælum kann!

Dýrið hevur ligið í døkkum dvala,

í loyndum hevur hann við tí farið.

 

56 Vant er slíkum horskum at trúgva,

tú skalt hertil ferðar búgva.

Ormarnir munnu á gullinum búgva,

hagar skalt tú fyrstur at snúgva.”

 

57 Árla um morgunin, sólin skein,

Koraldur krevur sín fylgdarsvein,

hann gyrðir sín hest við gylta reim,

av gulli glógvar hans gríman ein.

 

58 Tógva dagar reið hann fram,

áðrenn hann kom á ormaland,

Koraldur tykist komin í vanda,

hann sær høgar borgir standa.

 

59 Hann gongur í borg við búgvin brand,

hann hoyrir so milklan úlvagang,

teir loftaðu gull, á gólvi sjang,

betri var eitt lítið brúðarfang.

 

60 Dýrum steinum kasta svá,

eingin festi eygað á,

stóð so nær og sá tará,

láta lív ella leikir ná.

 

61 Hann greip sítt svørð í hendur tvá,

inn undir rindarskeið seg vá,

ormar lógu sovnir tá,

ógvuligt var at síggja á.

 

62 Á gólvi eklast ormar tveir,

at Koraldi báðir tveir,

hann snúddi seg á aðra leið,

kom so út mót rindarskeið.

 

63 Dýrum steinum lofta títt,

tá var ei at søkja blítt,

hann loftaði gulli við hondum títt,

mangt vann hann við treytum slíkt.

 

64 Tekur at vaksa vandri kvíða,

ormar tóku kykir at skríða,

borgin tekur á hvælum ríða,

Koraldur hann skeiklar víða.

 

65 Tekur at vaksa vandri treyt,

vaknaðii tann, sum goymdi breyt,

øvugt svørð á hallir skeyt,

vá hann, búk úr stegli leyp.

 

66 Tá ið hann slapp úr ormavanda,

leit hann upp til høgru handa.

Ei var seggurin komin í vanda,

hagar ræð hann tá at ganga.

 

67 Hann tekur nú glas og hornargól,

sum frægir drukku forðum jól,

hann tók upp tær menjur tólv,

sum frægir drukku, forðum jól.

 

68 Tekur nú alt og sveipar saman,

tílíkum geri eg gott mær gaman,

tað lá skamt frá seggir Rana,

aðrir bóru gullið saman.

 

69 Tekur nú gull og dýrar steinar,

bindur upp á sín fylgdarsvein,

tað lá skamt frá herðagrein,

sterkir bóru bógvar heim.

 

70 Tá ið hann kom har skamt ífrá,

leit hann aftur á land so bráð,

leit seg aftur á land so frítt,

sá ta ódn og ikki blítt.

 

71 Tá ið hann kom har skamt ífrá,

leit hann aftur á land so bráð,

ormar spýðu eitur tá,

eldur stóð í hvørji vrá.

 

72 Koraldur kom ikki fyrr í høll,

enn aftur vóru sligin borgarlið øll,

goysifálkurin gjørdist tungur,

borgararmin breyt hann sundur.

 

73 Tá kom í høll í síðstum væri,

Rekkur í høll hann Randar snari,

blikna tóku dreingir djarvir,

'Rajkkji vear uj Hilgjar Feari'.

 

74 Kastar gullið fram á borð,

eingin tordi tala orð,

ógvuligt er hetta morð,

reikar hugur á Rindarskor.

 

75 Tá var lokin alskyns pína,

Koraldur sendi eftir faðir sín,

hann biður hann heilan koma til sín

at drekka bæði mjøð og vín.

 

76 Tá var fagurt í keisarans sal,

harra Koraldur drekka læt

brúdleyp við teirri ríku frú,

Robert tekur at syrgja nú.

 

77 Koraldur ræður fyri borgum ein,

bæði fyri gull og dýrum steinum,

dreingir hildu at tí gleim,

Robert var koyrdur til hestasvein.

 

78 Koraldur ræður fyri borgum tá,

sum síðla sigur dømi frá,

Robert varð firraður londum frá,

eingin mátti hann eygum sjá.

 

Med vár list og leikalind,

lat tær sorgir milda!

Skulu so byrja á banastund,

bíða mín, tað hitt væna sprund!

 

Viðmerking:

Hetta kvæðið verður eisini kvøðið tríflættað við hesum stevi:

 

Lat tær ei ráðgevara vanda,

hvør tann svein Gyðuson

hvítt tjaldur eigur frammi,

har gellur lúður í stavni,

kallur kom heim frá ungum sínum,

kelling situr við háti blítt,

hvítt tjaldur eigur frammi.

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos GkS. 2894, 4to, vol. II, Nr. 13, s. 837.

 

Útgávur:  

1. Chr. Matras (legði til rættis): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1939 s. 334.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 286

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 9.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo  (1746-1824), Miðvági, 1781-82

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017