• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Bevusar tættir

 

Bevusar tættir

 

CCF 112

Einki TSB-nr.

 

Fyrri táttur

 

1 Frúgvin vaknar á miðjari nátt,

varpar frá sær anda,

kennir hon eina kynjasótt

vera komin sær til handa.

 

Gyltan spora við mín fót eg spenni,

so temji eg mín gangara góð og lati renna

 

2 Jallur røður á frúnni fyrst:

“Hoyr meg, veldiga søta!

Hvat er í tínum lívi lystur,

helst er ið eg kann bøta?”

 

3 “Frammi á teim grøna skógvi

har er ein mørk so breið,

har er tað dýrið, mest er stórt,

ið eingin torir at veiða.

 

4 Vegur tú tann villa gølt,

ið liggur í skógvi tínum,

tað man bøta byrði og pínu,

eg beri á likami mínum.”

 

5 Rotta letur ringar smíða,

hilmin veit hon feigan,

setir so aftur í lokaslíðrar

ei tílíkan brandin deiga.

 

6 Jallur tokar í skógvin fram,

sá tær skapnur lá,

keisarin upp úr klombri sprakk

og rópar á hundrað tvá.

 

7 Jallur tokar í skógvin fram,

hann sá tær skapnur liggja,

keisarin upp ur klombri sprakk

og rópar á hundrað tríggja.

 

8 Jallur tokar í skógvin fram

mót so mangan mann,

klývur hann hvønn um tvørar herðar,

ið móti honum rann.

 

9 Jallur tokar í skógvin fram,

søgur ganga frá,

steig hann á tað deiga svørð

við hvønn mann hann vá.

 

10 Hann høgg niður í hjálmin tann,

ið harra keisar ár:

“Bannaður veri brandur sá,

ið ikki bíta má.”

 

11 Hann høgg niður í hjálmin tann,

ið harra keisar átti:

“Bannaður veri brandur sá,

ið ikki bíta mátti.”

 

12 Sundur gekk tað deiga svørð

millum hans tveggja handa,

tá læt hin góði Gývin jall

so vænur á skógvin ganga.

 

13 Jallur læt tá krúpa í knæ,

til tegns stár høggin stór,

tá sá hin góði Gývin jall,

hvussu garpar við honum fóru.

 

14 “Alt mítt gull og leysafæ,”

ræður so svara á sinni:

“Leggi eg nú á tygara vold,

fyr[i] uttan barn og kvinnu.”

 

15 “Hvat man næstin elska meg,

hvat geri eg slíkt at reingja,

skal eg við svørði sundra teg

og tín son Bevus heingja?

 

16 Hvat man næstin elska meg,

hvat geri eg slíkt at ríma,

skal eg við svørði sundra teg

og tín [son] Bevus pína?”

 

17 Tað var enntá keisarin,

við sínum svørði brá,

hann hjó høvdið av Gývin jall

so bulur á vølli lá.

 

Gyltan spora við mín fót eg spenni,

So temji eg mín gangara góð og lati renna.

 

Annar táttur

 

18 Sveininum fekk hann høvdið í hond:

“Heilsa tú mítt ástarband,

kæru míni at føra heim!”

So væl hann fór við orðum teim.

 

Mær var list og leik í lund,

lætta sorgina á milda lund,

skulum so byrja á bønarstund,

biðja mær tað hitt væna sprund.”

 

19 “Tú bið hana drekka og gera seg glað,

eg havi nú gert, sum hon meg bað,

tú bið hana heila blanda vín,

í morgin skal hon vænta mín!”

 

20 Sveinur gekk á kæra fund,

vekur hann upp tað falska sprund:

“Heilsan sendi tær harri mín

og høvdið á gamla bónda tínum.

 

21 Hann bað teg drekka og gera teg glað,

hann hevði nú gert, sum tú hann bað,

hann bað teg heila blanda vín,

í morgin skuldi tú vænta sín.”

 

22 Tá ið Bevus høvdið sá,

møðig fellir hann blóðig tár,

móðir tekur barn at slá,

og ungi Bevus á gólvi lá.

 

23 Móðir tekur barn at slá

ungi Bevus á gólvi lá,

ungur svein, sum Sábus æt,

og svein frá jørðini reisa læt.

 

24 “Ver tú dyggur í mítt ráð,

breytst tú ikki í mítt dáð,

lat hann ongan gleppa frá,

ið várum lombum sita hjá.”

 

25 Ungur svein á lambaheiði,

liggur nú har, sum mørk er breið,

reikar heim í faðirs garð,

og lambagoymslan lítil var.

 

26 Hoyrir hann her so miklan sjang,

alskyns mál og pípnartang,

fjól hann seg fyri tá,

hann lystir nú bæði at hoyra og sjá.

 

27 Heim í garðin gongur hann fort,

møtir honum maður, stóð í port:

“Orlov gev mær, góður vinur,

inn at ganga fyri harra tín!”

 

28 Portarin svarar aftur av reiði:

“Vantirin, tú mær tykir leið,

til tess hevur tú einki vón,

her inn at ganga, tín pútason.”

 

29 “Rætta navnið gavst tú mær,

men reiðiliga skal eg løna tær,”

setti hann honum for sín takk,

og mitt um miðju heysurin sprakk.

 

30 Bevus ger, sum sigist ífrá,

kemur sær í skugga at stá,

ljósini brenna bjørt sum á,

og har dró eingin skuggi á.

 

31 Ljósini brenna bjørt sum á,

har dró eingin skuggi á,

kennir nú hvar ið keisarin sat,

og keisarans fólk sat alt og fekk mat.

 

32 “Keisarin, nú vil eg krevja teg,

sum Gud og menn bera vitni mær,

føtilin mín og foyjalin tann,

av leysum og føstum átti hann.”

 

33 Keisarin svarar aftur av reiði:

“Vantirin, tú mær tykir leið,

skiftingar ei munnu skapast av tær,

og skríð tær burtur úr eygum mær!”

 

34 “Yvri ert tú vorðin bjørt,

ilt hevur tú, púta, gjørt,

tá ið tú legði lívið á meg,

og lívið sveikst av mínum faðir.”

 

35 “Tá ið eg tali um dømin slík,

tá eru tygur henni lík,

tá ið hon sveik á samri pínu

Samson sterka, bónda sín.

 

36 Keisarin, enn vil eg krevja teg,

sum Gud og menn bera vitni mær,

føtilin mín og foyjalin tann

av leysum og føstum átti eg hann.”

 

37 Keisarin svarar aftur av reiði:

“Vantirin, tú mær tykir leiður,

tú hevur so lítlan artan kurt,

lítimenni, skríð teg burtur!”

 

38 Hann hevur nú upp sum reystur maður,

reiggjar á kelvið jalsson glaður,

eitt hann helt, og annað hann sló,

og oskan brast, av honum ei dró.

 

39 Stavurin gjørdi honum stóra skomm,

sturtaði hann á borðið fram,

hevði hann fingið tað fjórða slag,

keisarin hevði sætt sín endadag.

 

40 Hevði hann fingið tað fjórða slag,

keisarin hevði sætt sín endadag,

burtur var tá Bevus leiddur,

skammiliga var keisarin meiddur.

 

41 Drósið rópar dreingir á:

“Grípið hann, hvør sum snarast má,

heingið hann upp, ella deingið hann við svørð,

og hartil gev honum náðiligt var!”

 

42 Men teir høvdu heldur hoyrt til mein:

“Hoyr, mín káti ungursvein!”

loystu teir hann av langari pínu,

teir lótu hann leypa út millum sín.

 

43 Bevus aftur til Sábusar snýðir:

“Hvat ert tú vorðin, meistari blíður,

hvat kemur av leypi móður,

hvat hugsar tú um føðslu góða?”

 

44 “Eg var mær fyri keisarans høll,

'kartans' slag var fyri meg øll,

eg var mær fyri keisarans borð,

og har fóru millum oss nøkur orð.”

 

45 Stavurin gjørdi honum stóra skomm,

sturtaði hann á borðið fram,

hevði hann fingið tað fjórða slag,

keisarin hevði sæð sín endadag.

 

46 Hevði hann fingið tað fjórða slag,

keisarin hevði sæð sín endadag.

Sábus svaraði ekkamøddur:

“Aldrig skuldi hann vorðin grøddur.”

 

47 Drósið talar Sábussi til:

“Greið tú fram tað illa nið!

ella skal eg við álvi mítt

í eldi brenna líkamið títt.”

 

48 Svábus rekur svín undir knív,

sveinsins klæði blóðgar í,

heingir upp millum kyrtil reyð,

allir siga, at sveinur er deyður.

 

49 Sábus ger sum forðir fús,

hann læt hann í sítt ríka hús,

tá nú var liðin ein lítil stund,

hann letur hann fylgja á menjargrund.

 

50 “Skikkið nú ráð fyri sveini gott,

førið nú hann av landi brátt,

er sá eingin, ið hann keypa kann,

mitt á sjóni kavið hann!”

 

51 Heidningar við høgan vind

sigla út av Enskrarhind,

seggar fylgdu svein so ung,

sorgardagur er mongumtung.

 

52 Upp stóð tað hitt fríða sprund,

aktar hon seg við tíðari lund,

tann hin fríða faldalín,

ið kongurin ansar um lívi sínum.

 

53 Tann hin fríða faldalín,

ið kongurin ansar um lívi sínum,

fingu henni tann fríða svein,

nú fellur um sinn ríman ein.

 

54 “Hvat eg kann tær meiri veita,

skrivari kongs so skalt tú eita,

hvat eg kann tær meira gera,

skrivari kongs so skalt tú verða.”

 

Mær var list og leik í lund,

lætta sorgina á milda lund,

skulum so byrja á bønarstund,

biðja mær tað hitt væna sprund.”

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [2].

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 309

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 67.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Peder Poulsen, Pætur við Á (1803-1867), Ørðavík, 1848.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017