• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brúðarhúsið

 

Brúðarhúsið

 

CCF 118

Einki TSB-nr.

 

Handrit: “Schrøters Blandinger”, Savn Hammershaimbs, AM, Access.4, nr. 26. Savn J.H. Schrøters (Ny Kgl. Saml. 346,8°), nr. 22 og 32, 1825.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 24.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 88.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

 1 Eg gekk mær for brúðardyrnar eina,

møtti mær ei minna enn fimtan sveinar.

 

2 Møtti mær ei minna enn fimtan sveinar,

tá var eg ei sprottin út av steini.

 

3 Eg steig upp á mín gangara at ríða,

búgvin brandin bant eg við mín síða.

 

4 Har sá eg tann leiða ormin skríða,

tí mátti eg har ikki longur bíða.

 

5 Snarliga brá eg mínum brúnum brandi,

snarliga skilti leiða orm við anda.

 

6 Írland liggur so lágliga frá Skoti,

har hevur so mong ein fagur knørrin flotið.

 

7 Har hevur so mangur rógvið út í báti,

har hevur so mangur raskur lívið látið.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017