• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Klæða táttur

 

Klæða táttur

 

CCF 184 A

Einki TSB-nr.

 

1 Tað býr ein jungfrú yvir land,

øllum sínum klæðum gevur hon navn.

 

2 “Tú heinta mær mín krans-í-ring,

tú heinta mær mítt hálv-um-kring!

 

3 Tú heinta mær mín síðu-svans,

tú heinta mær mín fallini-dans!

 

4 Tú heinta mær mítt ovurkast,

tú heinta mær mítt hald-fast!

 

5 Tú heinta mær mítt brystbragð,

tú heinta mær mítt maljudrag!

 

6 Tú heinta mær mítt sprota-sprang,

tú heinta mær mítt ringli-rangl!

 

7 Tú heinta mær mín blás-í-ring,

tú heinta mær mítt rør-um-kring!

 

8 Tú heinta mær mítt varmahús,

tú heinta mær mítt fótakrús!”

 

9 Hárið kallar hon krans-í-ring,

húgvuna kallar hon hálv-um-kring.

 

10 Serkin kallar hon síðu-svans,

stakkin kallar hon fallini-dans.

 

11 Turrklæðið kallar hon ovurkast,

prónin kallar hon hald-fast.

 

12 Brystið kallar hon brystbragð,

stiman kallar hon maljudrag.

 

13 Nálina kallar hon sprota-sprang,

beltið kallar hon ringli-rangl.

 

14 Fyriklæðið kallar hon blás-í-ring,

sokkabandið kallar hon rør-um-kring.

 

15 Sokkin kallar hon varmahús,

skógvamar kallar hon fótakrús.

 

CCF 184 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4); a: eftir Jens Davidsen 1853; b: eftir Malene Antoniusdatter, Funningi. Ber saman við CCF 127 A.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 269.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 181.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Jens Davidsen, f. í Hvalba (1803-1876), Tórshavn 1853.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017