• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Fiska kvæði

 

Fiska kvæði

 

CCF 191 A

Einki TSB-nr.

 

1 Her vil eg um fiskar frøða,

kvøða kann eg fátt,

fiskur, seiður, samri grein,

murtur á mangan hátt.

Tá kom karvi koyrandi.

 

Skuldi mann tólv rída

undir lída,

so til jomfrúnnar bída,

skuldi mann tólv rída.

 

2 Tá kom karvi koyrandi

við sín eygun breið,

steinbítur við stórari tonn

var so fagur ein.

Harðliga hann heintar á.

 

3 Harðliga hann heintar á,

ræður á krabba at kalla:

“Sandkrumma eitur systir tín,

veit eg ætt tín alla.

Skorpuringur skríggjar á.

 

4 Skorpuringur skríggjar á,

ræður á svørðfisk at tala:

“Høgguslokkur heima býr

við sínar mangar halar.

Rognkelsi kom rylkt um bak.

 

5 Rognkelsi kom rylkt um bak

við sín skjøldri fríða,

heiman ríðst og heiman býst,

vil í veitslu ný.

Tá kom brosma búgvin væl.

 

6 Tá kom brosma búgvin væl

við sínar stuttu kjálkar:

“Eg havi so leingi í vási vappað,

higar vil eg spjálka.”

Hvítingur kom bleikur um bein.

 

7 Hvítingur kom bleikur um bein,

mjáur er hann um mitt,

tekur at rópa há í rætt:

“Hýsa, kom tú hit!”

Tá kom gedda, góði fiskur.

 

8 Tá kom gedda, góði fiskur,

við sín bógvin grá,

og so longa lippusíða,

vil í veitslu ná.

Háur fráur fylgdi teim.

 

9 Háur fráur fylgdi teim,

við sínum hvassa sporli,

állur og upsa teir koma sær,

mæltu ikki orð.

Eyrriði kom ein í senn.

 

10 Eyrriði kom ein í senn,

lágur í laksaleið,

og so mangur mentarfiskur,

allir í eini sveig.

Kvennfiskur hann kallar á.

 

11 Kvennfiskur hann kallar á,

gitur ikki gingið:

“Hvat vildi eg í veitslu ná,

eg havi lítið fingið.

Tá kom toskur teisandi.

 

12 Tá kom toskur teisandi,

ræður á hveitu kalla:

“Hví koma tær so seint í bý

við tygra ternur allar?”

Tá kom skøta skríðandi.

 

13 Tá kom skøta skríðandi

við sínar langar trónar:

“Eg havi so farið at falda mær,

eg hevði ei við mær prónar.”

Tá kom styrja stríðandi.

 

14 Tá kom styrja stríðandi

við sín kúlvin grá,

og so longa lippusíða,

vil í veitslu ná.

Hákelling við høkjum gongur.

 

15 Hákelling við høkjum gongur,

lakkar inn um dyr,

síggja vil eg, tá ið selurin kemur,

var á kinnum kiv.

Tá kom nísa nulvandi.

 

16 Tá kom nísa nulvandi,

horn hevði hon í hendi,

roysningur við rættari tonn,

harðari hann vendi.

Tá kom brugda borðabreið.

 

17 Tá kom brugda borðabreið,

tekur so hátt at kiva:

“Ei er rætt, fyri royður kemur

rætt sum neytasirja.

Tá kom royður rennandi.

 

18 Tá kom royður rennandi,

sildarfæ at fanga,

nýðingur henni næstur gongur,

flest alt var á gangi.

Slættibøka slentrast har.

 

19 Slættibøka slentrast har,

tortrygg er at trúgva,

døglingur kom dreingjaráð,

rætt sum borð at búgva.

Sannur já við lutum svein.

 

20 Sannur já við lutum svein,

eldar brenna jall,

flest alt fer í flagrutu,

hava so fátt um kjaft.

Tá kom faks í finnum frítt.

 

21 Tá kom faks í finnum frítt

við sínum víða sporli,

rekkir bak og rennur á,

gingu báðir at borði.

Skjøldringur kom skerafimmur.

 

22 Skjøldringur kom skerafimmur,

fylgdust báðir at,

veitslan liggur á Lúnutrá,

gott er, ið Gud mær gav.

Kúlubakar og hvessingar.

 

23 Kúlubakar og hvessingar

bóru mjaðarminni,

har var rúmin og raðin øll,

hvør á sínum sinni.

Har var rúmin og raðin øll.

 

24 Har var rúmin og raðin øll,

teljast fleir í høll,

kátir drekka kappar tveir,

minnini vóru øll.

Tá kom himin heimasvein.

 

25 Tá kom himin heimasvein,

við sínum víða munni,

øllum tókti øgiligt,

hvussu tað láta kundi.

Menninir læðu hart í at.

 

Skuldi mann tólv rída

undir lída,

so til jomfrúnnar bída,

skuldi mann tólv rída.

 

CCF 191 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a. Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) I, nr. 7.  b: Vísusavn hjá N. Nolsøs (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 102, nr. 65.)

 

Útgávur:

1. Svabos Færøske Visehaandskrifter.  Chr. Matras legði til rættis 1937-39, s. 48-51;

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 294.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 168.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-82.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017