• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Rósininda

 

Rósininda

 

CCF 211

Einki TSB-nr.

 

1 Lýðið á og hoyrið væl til,

latið ei niður dovna,

nú skal kvøða um Ádóm illa,

ella tann hin beiska blóma!

 

2 Lýðið á og hoyrið væl til,

hvat eg skal frá telja,

tíðindi nú sum eingi slík,

so mikið er um at velja.

 

3 Hann vóks upp á kongsins grund,

í aldur kraft formátti,

hann feldi Hemingur hestasvein

við sínum síða rotti.

 

4 Hann tænti væl sínum húsbónda

fullan aldurin langa,

Hemingur við einum hakaspjað

hann brá hann undir vanga.

 

5 Hann vóks upp á kongsins grund,

tílík eingin eina,

mongum hevur hann verið til meina,

bæði burtur og heima.

 

6 Mongum hevur hann verið til meina,

bæði á kvøldi og morgni,

hans drakt var av reyð ‘kalmarsuj’

og stivlar burt av horni.

 

7 Hann hevði sær einar hornstivlar,

hann skuldi á gróti trumpa,

hvørki hevði hann skólp ella spina,

men glas út í sín rumpa.

 

8 Hann tók til í aldur og kraft,

sum sjálvur best kundi njóta,

tað var hansara ‘Pensupaal’

hoylaður at bróta.

 

9 Hann át mat av hvøns mans borði,

hvar hann kundi náa,

hansara líki eingin var

uttan Abbaldagrái.

 

10 Ádómur illi og Abbaldur

staðin skuldu byggja,

Abbaldur stóð sítt glas til róður,

so mátti hann skeivur liggja.

 

11 Men Ádómur illi hóvliga fór,

mangan mundi hann pritla,

honum beit ikki deyði á,

hevði kúlan hann ikki kitlað.

 

12 Honum beit eingin deyði á,

tí bóru mangir sút,

men Hemingur við hakaspjað,

hartil kúlur og krút.

 

13 Honum ber rós, ið rós er verdur,

last má hann ei bera,

í bakkanum í avdeyðalag,

mót monnum á frost og gleri.

 

14 Slíkar rásir á óheldum

kundu ei tolast leingi,

so fóru teir at døma um hann,

sum hann var ein annar fangi.

 

15 Svaraði ein av høvuðsmonnum,

heldur á Reyða:

“Hvar skal finnast so menskur maður,

Ádóm bringar til deyða?”

 

16 Svaraði ein tann norðlendar[i],

komin var til gildi:

“Tann kempubana, ið har skal sjá,

so gjarna eg síggja vildi.”

 

17 Tí svaraði tann norðlendar[i]:

“Eg vil tygum til tað ráða,

tað er Hemingur hestasvein,

so raskur við sleggju at sláa.”

 

18 Hemingur upp frá borði steig,

mælir av sínum munni:

“Mangur hevur verið til holts við hann,

og hevur ikki vunnið.

 

19 Eg kann hann ikki av lívi týna,

ið einki svørð kann granda

[. . . . . . . . . .

. . . . . . . .].

 

20 Svaraði tann høvuðsmaður,

heitir á Heming tá:

 “Eg skal læna tær byrsu mína,

legg hann so fyri bráð!”

 

21 “Eg frykti alt, tann gamla djevul

man hann ikki ráma,

skal hann heilur for kúlu standa,

tað man so illa sáma.”

 

22 Tá svaraði tann norðlendar[i]:

“Fanin havi tað spott,

kanst tú ikki í høvdið ráma,

so víst tá fært tú tátt.”

 

23 “Hevði tann gerning ‘bura’ mær,

eg hevði ein kempa verið,

skotið hana við kúlubyrsu,

eg skuldi hann so kvarterað.”

 

24 Kongurin so til orða tók:

“Tá vildi tú siktað so fram,

tú skuldi ikki í eygað skotið,

tí tað er størsta skamm.

 

25 Hann derfor ikki misti sítt lív,

men kundi komið at skeitt,

reyvarringseygað vendist í ring,

ónýtt var ‘rasjin raid’.”

 

26 Allur Ádóms uppførsil

er nú framførdur í dikt,

eftir er at ríma um

hans kamp og endalykt.

 

27 Hemingur klæðist í gásarhúsi,

slíkt er mikil villa:

“Eg skal vága ein kamp í dag

ímóti Ádóm illa.”

 

28 Hemingur klæðist í gásarhúsi,

søgur ganga frá,

og so búgvin gongur hann

for øvrigheitin at stá.

 

29 Átjandi í mánaðinum,

ein leygardagur var,

útgýtast skuldi óskyldigt blóð

við byrsu, á bøksli bar.

 

30 “Læna mær hina stóru byrsu,

løð hana upp í kjaft,

og so eina stálsleggju,

ella eitt hakaskaft!

 

31 Eg kann ikki sjálvur ætla tað mál,

men tú skalt um tað røða,

tað skal eingin ‘umma’ maður

hesa byrsu løða.

 

32 Eg kann ikki Ádóm týna av lívi

uttan við svik at fara,

geva skal honum salta krás,

sum Brynhild mundi os læra.”

 

33 Hann varð bundin og settur til borðs

at eta mat av borði,

Hemingur dregur byrsu við lær,

hann gongur á breytini norðri.

 

34 “Nú hevur tú fingið stóru byrsu,

Hemingur, legg tær nær,

stendur í veður um hennara lív

í tubbakki merkur tvær.”

 

35 Hann eigur rós til evstu stund,

nú hevur mál til enda,

eingin gleim í Føroya landi

slík hevur verið sum henda.

 

36 Nú skal falla niður um stund,

vilja tit dømin vita,

nú skal bera gátur upp,

sum verdar eru at gita.

 

37 Hvat er tað, skapt av kríatúr,

deyði ei bítur á,

hvørki fyri stál ei jarn,

men helst fyri hakaspjað?

 

38 Hvat dirslar bæði upp og niður

frá høvur aftur á tagl,

líkast er aftur at høsnahálsi,

tá tað flýgur upp á vagl?

 

39 Hvat er tað, so rár ein sálva,

lat meg hana kenna,

góð er at smyrja upp á torv,

so tað skal betur brenna?”

 

40 Tað er illi Ádómur,

letur sítt orð forvenda:

“Fyrsta gáta, ið upp varð borin,

nú skal lata seg kenna.

 

41 Rósininda kallast hon nú,

ella helst eitt ross,

tað er ein gomul avdeyðaryssa,

hvat skal slíkt ‘dispulos’?”

 

42 Hemingur stendur í stóra fjós,

hann heldur upp fyri eygað:

“Statt við mær, Gud Nikolaj,

at eg kann fáa teg deyða!”

 

43 Hann smelti til tað fyrsta skot,

men ikki lukkaðist verkið,

enn stendur frúgvin Rósininda

og spísar av steintillerki.

 

44 Hemingur kláar sær í vanga,

trívur í sína mjødn:

“Forlist havi eg tubbakspund,

troystið meg, kristin børn!”

 

45 “Skamm fái tað, ið so varð skotið,

tú kundi hana ikki særa,

rámti ikki í reyvarringin,

langt mindri í heysin harða.”

 

46 “Nú skal taka ta norsku byrsu,

gera skotini tvey,

løða hana við krút og høgl

og rennikúlur sjey.”

 

47 Hemingur fer eftir breytini,

byrsuna hann dregur:

“Gud Mahomed, statt nú við mær,

at ryssan fær eitt sløður!”

 

48 Ryssan stendur við hoykjafti,

driftar hann upp og niður,

lýður fast at aðrari gátu,

ið Hemingur tygum sigur.

 

49 Byrsan dirslar í Hemings hond,

sum høsn man vaglið kanna,

ryssan driftar hoykjaftin,

tá brast av tað annað.

 

50 Málið var ein hálvan favn,

slíkt var mikið undur,

eldurin stóð í hoyggið høgt,

men kjafturin ikki sundur.

 

51 Hon sprakk í loft og neggjaði hátt,

tí ikki lukkaðist verkið,

enn stendur frúgvin Rósininda

og spísar av steintillerki.

 

52 Sjey rennikúlur í henni vóru,

allar skuldu burt sturva:

“Skamm fái hans hond, ið byrsuna løddi,

hon skuldi ikki durvað.

 

53 Nú skal taka ta triðju byrsu,

prøva ein annan dans.”

Hemingur hoppar í stóra fjóskøsti,

glaður foruttan sans.

 

54 Hemingur krevur sín sendisvein,

biður hann loysa tann fanga:

“Latið hann ikki matnáði fá,

for sodnhúsdurum standa!”

 

55 Hemingur springur í rununi,

rokið himmalshøgt,

jaktaði hana so inn um grind,

alt við tann stúvandi drekt.

 

56 Hann setti múlan for pannubein,

tók á góðan at kalla,

tá brast av tað triðja skot,

og ryssan mátti falla.

 

57 Tað var ikki nokk, hon fell til jørð,

hon misti ikki anda,

tá sprakk hann við hakaspjaðnum

at sláa hana undir vanga.

 

58 “Nú havi eg hana av lívi tikið,

blóð av hennara munni,”

takkaði Gudi stórliga,

tí hann hevði sigur vunnið.

 

59 Tann triðja gátan er rossablóð,

sum sputtaði á lutin fram,

honum sýntist tað vera ein sálva góð,

tí torvið illa brann.

 

60 Nú er fallin Reyður í Borg,

sum leingi hevur vappað,

her skal hon liggja, sum hon er løgd,

til hon blívur burturrappað.

 

CCF 211

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), nr. 35, Sandur nach Mitteilung von auf Sandur.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 371.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1982, s. 43. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 153.

 

Heimild: Úr Sandoy. J. Michael Widerøe, Mikal á Reyni (1787-1870), Sandi, 1822.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017