• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Larvin dvørgakongur

 

Larvin dvørgakongur

 

CCF 212 A

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

latið ei niður falla,

kvøði um hann Larvin,

tann dvørgakong teir kalla.

 

Títtir við streingjum berjast dreingir,

syngur í oddameingi,

klovna tóku tvinni skjold,

ørnin dreyar á veingjum,

deyðir detta dreingir niður av svørðum.

 

2 Tíðrikur situr í hásæti,

kongur vera má,

og hann Virgar Valintsson,

sum var hans gævasta ráð.

 

3 Svaraði Virgar Valintsson,

høviskur er í ráðum;

“Hann er eingin í verðini,

kann stríðast mót okkum báðum.”

 

4 Drekka teir í ríkinum,

alt fyri uttan vanda,

har kom ríðandi Hildibrandur

so glaður til Berinarlanda.

 

5 Har kom ríðandi Hildibrandur,

menskur maður av sonnum,

hann hevur verið í hildarleik,

og staðið móti monnum.

 

6 Reystur íblant Tíðriks kappar,

nevnist á Berinarlondum,

klókur í ráðum, vísur í sinni,

sterkur í sínum hondum.

 

7 Tíðrikur situr í hásæti,

skeinkir mjøð av skál,

allir vildu prísin bera,

tí barst mangt til mál.

 

8 Hildibrand so til orða tók:

“Lættið av slíki læti,

eg veit ein so menskan mann,

tann dvørgakongurin mæti!

 

9 Tað býr ein dvørgur á bjørgum fram,

gitið man vera víða,

hann kemur eingin so reystur fram,

mót honum torir at stríða.

 

10 Hann hevur múrar av edilsteini,

borgir við reyðargull rendar,

øll tey harum liggjandi lond

mugu honum skattin senda.

 

11 Hann hevur har ein urtagarð

so sterkan innilukt,

summar og vetur við rósur stendur,

og alskyns góðari frukt.

 

12 Garðar eru av silvur og silki,

portur við gulli pranga,

hvør sum brýtur tann urtagarð,

hann kemur vist í vanda.

 

13 Hvørki vil hann gull ei lond

taka í skaðabót,

tekur til pant av hvørjum manni

bæði hond og fót.

 

14 Bergið er bæði hátt og breitt,

portur av gløttum gulli,

har býr hesin dvørgakongur,

við alskyns mentir full.”

 

15 Kongurin so til orða tók,

hann stóð við breiða borð:

“Hvør er hann av Tíðriks kappum,

talar so stóra orð?”

 

16 Kongurin so til orða tók,

heldur á búnum knívi:

“Er tað ikki í øllum satt,

tað skal galda um lívið.”

 

17 Hildibrand sprakk frá borðum upp,

bítur saman tonnum:

“Hvar eg komi í hildarleik,

eg standi móti monnum.

 

18 Tað plaga allir óndir trælar,

ljúgva og so stjala,

eg seti í borg mítt egið lív,

havi eg galið talað.

 

19 Vart tú ikki mín kongur og harri,”

Hildibrand talar av móði,

“tá skuldi her títt breiða borð

verið farvað í tínum blóði.”

 

20 Tá svaraði Tíðrikur kongur,

av so tungum stríði:

“Eg skal finna tann dvørg á máli,

um enn tað kostar lívið.”

 

21 Tað er Virgar Valintsson,

svarar so frá sær:

“Kvittar tú á bergið fram,

lat meg fylgja tær!”

 

22 Tá svaraði Hildibrandur,

mælir av tungum inna:

“Eg skal tygum vegin vísa,

dvørgakong at finna.”

 

23 “Eingin uttan Virgar sterki,”

Tíðrikur ræður at svara,

“dvørgsins fagra urtagarð,

við mær skal í hann fara.”

 

24 Teir stigu á sínar hestarnar

við so fullgóð mak,

riðu so á bergið fram,

sum dvørgurin fyri var.

 

25 Tá ið teir komu á bergið fram,

sum dvørgurin inni hevði,

tá var í øllum lutum satt,

sum Hildibrandur segði.

 

26 Tá var Virgar Valintsson

ikki væl til móta,

hann vildi heldur aftur venda

enn urtagarðin bróta.

 

27 “Hoyr tú, Virgar Valintsson,

eg meinti, tú skuldi meg verja,

ræddur ert tú blant Tíðriks kappar,

torir ei á at herja.”

 

28 Tíðrikur høgg tann silkitráð,

inn í garðin rendi,

síðan drakk bæði mjøð og vín,

rósur og liljur skemdi.

 

29 Tríggjar mílir bergið breitt,

teir sóu skjoldar skína,

tað var hesin dvørgakongur,

skoðar landkostir sínar.

 

30 Tað er Virgar Valintsson,

herðir seg í huga,

vit skulu okkum í steinstovu

dvørgsins mentir skoða.

 

31 Tað leið ikki longur um

enn eina so lítla stund,

riðin er nú dvørgurin

alt pá sín egin grund.

 

32 Ein lítil hestur, sum ein rá,

beltið av gulli reina,

hjálmurin var av harða kristál,

settur við dýrar steinar.

 

33 Svørðið glimrar sum rósin væl,

mikið var tað vert,

eina alin var tað langt,

í eitri var tað hert.

 

34 Eggin bæði blonk og beitt,

við eitur var hon blandað,

hvørki kundi stál ei jarn

fyri tí bestanda.

 

35 Hann bant seg upp við dvørgabelti,

er mær ei á tí hól,

søgdu so frægir, at hann hevði

manna *megi tólv.

 

36 Dvørgurin so til orða tekur,

ei mundi ilskan tróta:

“Hvør hevur ført tykkum, øglaungar,

mín urtagarð at bróta?

 

37 Høgra hond og vinstri fótur,

tað skal vera mítt pant,

tit skulu ikki livandi koma

aftur til Berinarland.”

 

38 Tá svaraði Tíðrikur kongur:

“Eg bjóði tær góðs og garðar,

um enn tú meg til Berinarland

við friðum letur fara.”

 

39 “Eg skoyti ei um tínar góðs og garðar,

eg havi tað ei behóv,

eg vil heldur, mítt blanka svørð

skal smyrjast í tínum blóði.”

 

40 Svaraði Virgar Valintsson,

hann gerst so nýtur drongur:

“Statt á fold og gyrð tín hest,

eg toli slíkt ikki longur!”

 

41 Riðu saman á grønum vølli

við búnum brand í hendi,

Virgar kundi ei dvørgin ráma,

hann kundi sín hest væl venda.

 

42 Dvørgurin gav so vænt eitt høgg,

av so góðum treysti,

so sló hann Virgar sterka,

hann fell av sínum hesti.

 

43 Tíðrikur hyggur á bergið fram,

fáur er hans maki,

hann sær Skemming í skógnum leypa

við ongum manni á baki.

 

44 Fimmti vá hann reystar kempur,

allar av Virgars heri,

allir fullu til jarðar niður,

deyðir for dvørgsins svørði.

 

45 Tað var Virgar Valintsson,

kreyp undir borgarlið:

“Tað er ikki á míni ævi,

eg biði um grið.”

 

46 Bant hann Virgar Valintsson,

bæði armar og bein,

hongdi hann fram í grøna lund

upp á eina lindargrein.

 

47 Tíðrikur stóð á grønum vøll,

tók sítt lið at kanna:

“Nú man eg í ringari skilum

Hildibrands orðum sanna.”

 

48 Dvørgurin bæði grummur og grønur,

ógvuligur til ferða:

“Berinarland skal vera mítt roff,

tú sjálvur mín krás skal vera.”

 

49 Tíðrikur leyp í saðilin upp,

tann Berinar kongurin mæti:

“Hvørki riddar ei reystkempur

lyftu meg úr saðli.”

 

50 Teir stigu á sínar hestarnar,

ei var ferðin greið,

tá kom meistarin Hildibrandur

ríðandi á leið.

 

51 Hevði ikki Hildibrandur

riðið á kongsins fund,

so hevði Tíðrikur lívið látið

á teirri somu stund.

 

52 “Hoyr tað, kongurin, harra mín,

akt væl míni ráð,

dvørgurin lágt við jørðum krýpur,

er ikki góður at slá.

 

53 Líkari er til fóts at gá,

vilt tú prýði njóta,

ongan vinnur tú sigur í dag,

fyrr enn tú beltið [kanst] bróta.”

 

54 Stigu teir úr saðlum niður,

albrynjaðir til ferða,

sóu tað frægir Tíðriks kappar,

tá kom hart mót hørðum.

 

55 Tí er satt, hvat talað er,

góður er gamal í ráðum,

sveittin rann sum elvin for foss

av teim kongunum báðum.

 

56 Dvørgurin gav so vænt eitt høgg,

fast mót beini kyldi,

Tíðriks glavint fell til jørð,

og skjoldurin eftir fylgdi.

 

57 “Hoyr tú, meistarin Hildibrand,

illa mundi tú ráða,

fái eg slíkar brestir meir,

tá stendur mítt lív í váða.”

 

58 Tíðrikur brá sín brand á loft,

ætlaði honum mein,

hann kundi ei ráma tann lítla drong,

men rakti í ein stein.

 

59 Tað var hesin dvørgakongur,

tók so spotskt at læa:

“Klúgva sundur stórar steinar

man meg einki skaða.”

 

60 Tíðrikur brá sín brand á loft

enn á øðrum sinni,

rakti á dvørgsins gylta hjálm,

tá tók ikki minni.

 

61 Dvørgurin fell á jørðina niður

av ilsku og dimmum dvala,

allir meintu, hann deyður var,

teir hoyrdu hann ikki tala.

 

62 Dvørgurin lá á grønum vølli

eina so lítla stund,

so leyp hann so leysur á føtur

alt pá kongsins fund.

 

63 Dvørgurin leyp so leysur á føtur

alt fyri uttan trá,

setir upp á seg dvørgahettu,

eingin kundi hann sjá.

 

64 Dvørgurin rendi til Tíðrik kong,

Tíðrikur ikki visti,

stakk so inn at riv í síðu,

niður í lærið risti.

 

65 Dvørgurin rendi til Tíðrik kong,

Tíðrikur ikki varði,

stakk so inn at riv í síðu,

kvistaði niður við læri.

 

66 Tíðriki varð so illa við,

hann fekk hetta sár,

hann kundi ikki dvørgin sjá,

hann visti ei, hvar hann var.

 

67 Svaraði meistarin Hildibrandur,

tann hin menskur mann:

“Tað er alt við illgerningar,

hann seg fjala kann.”

 

68 Dvørgurin eftir jørðini krýpur,

kongin vildi hann slá,

Hildibrand sat á sínum hesti,

hann kundi hann fullvæl sjá.

 

69 Við tað reiggjaði Hildibrandur

svørðið eftir vonum,

spretti beltið av baki hans,

alt dró megin frá honum.

 

70 Hildibrandur tók beltið til sín,

fáur er hans líki,

hann vildi tað ei av hondum lata

fyri eitt kongaríki.

 

71 Tá svaraði Tíðrikur kongur,

frá man frættast víða:

“Hoyr tú, meistarin Hildibrand,

vit skulu um beltið stríða.”

 

72 “Hoyr tú, kongurin, harra mín,

kom ikki slíkt í hug,

tað verður ikki á tíni ævi,

tú kemur mær á bug.”

 

73 Dvørgurin er kropin

undir borgarlið:

“Hoyr tú, reystur Tíðrikur kongur,

gev mær grið!”

 

74 Tíðrikur svaraði og segði:

“Nei, eg kann tað ikki líða,

tú skalt smakka tað kalda jarn

í tínum kjøti svíða.”

 

75 Dvørgurin rópar á Telvantin,

ein av kongsins monnum:

“Statt mær bí í neyðsins tíð,

tí tú ert menskur av sonnum!

 

76 Tá skalt tú fáa tín systur ígenn,

sum eg mundi higar flyta,

eg tók hana frá tín faðirs borg,

men tað fekk eingin at vita.”

 

77 Tað var riddarin Telvantin,

letur so orðum fara:

“Gev mær handa lítla dvørg

í pant fyri fimmti garðar!”

 

78 Tíðrikur svaraði og segði: “Nei,

eg kann tað ikki líða,

hann skal smakka tað kalda jarn

í sínum kjøti svíða.”

 

79 Riddarin varð so illa við,

hann kundi sína systur ei fanga,

Tíðriki kongi beyð eitt boð

at beita bitrar brandar.

 

80 “Eg gevi tygum betri ráð,”

Hildibrand ræður at svara,

“loysið tær mann, í lundini hongur,

latið so vreiði fara!

 

81 Lat so dvørgin tín fanga vera,

Virgar loysa av bondum,

Telvants systur og árliga skatt

at geva av sínum londum!”

 

82 Dvørgurin læt sær eftirlíka,

vildi ei láta lív,

beyð so øllum Tíðriks kappum

heim í høll til sín.

 

83 Skonkti teimum mjøð og vín,

bað teir ikki spara,

eingin kundi av honum merkja,

hann vildi við svikum fara.

 

84 Drekka teir við breiða borð,

gert av kristálsteini,

so vóru hansara borðstólar

burtur av fílabeini.

 

85 “Hoyr tú, riddarin Telvantin,

legg tær væl í minni,

tú skalt drekka í steinstovu,

har situr fljóðið inni!”

 

86 So skeinkir hann dvørgurin

mjøðin fram í høll,

fyrstur sovnaði Tíðrik kongur,

síðan hirðin øll.

 

87 Tveir og tveir av Tíðriks kappum

bant hann fast tilsaman,

tóktist vera sloppin úr neyð,

tí helt hann sær á gaman.

 

88 Enntá mintist dvørgurin,

hvat verið hevði fyrr,

stórar setti hann stálstengur

í sparrur fyri dyr.

 

89 Dvørgurin tók at blása í horn,

fólki saman stevna,

komu so allir av liði hans

dvørgabeltið at hevna.

 

90 Tað er riddarin Telvantin,

smílist undir lín:

“Nú lystir meg í hallina inn,

at finna stallbrøður mínar.”

 

91 Riddarin gekk í hallina inn,

hoyrir ongan tala,

tá vóru allir Tíðriks kappar

bundnir og lógu í dvala.

 

92 “Hoyr tú, mín hin sæla systir,

hvat eru nú til ráð,

bundnir liggja Tíðriks kappar,

stengur for durum stá.”

 

93 “Tak tú hesar mentir tvá,

yvir teir at bera,

øll tey bond og stálstengur

skulu sundur verða.”

 

94 Brutu út av hellisborg,

ei var [til] góðs at bíða,

sóu so mangar dvørgaflokkar

for hallardurum ríða.

 

95 Nú skal royna dvørgabeltið,

Hildibrand setst at ríða,

hann kom eingin á foldina fram,

mót honum tordi stríða.

 

96 Og so lata Tíðriks kappar

sínar hestar springa,

tá kundi Virgar á Skemmings baki

Mimmaringi svinga.

 

97 Og so ríða Tíðriks kappar

víðan vegin fram,

klúgva hvønn av um tvøra,

ímóti teimum rann.

 

98 Tíðrikur reið í herin fram,

tá liðið tók at tynna,

hann kleyv sjálvan dvørgakongin

sundur í lutir tvinnar.

 

99 Sannaði vórðu Hildibrands orð,

kongurin kom í vanda,

var hann ikki í ferðini við,

teir komu ei heim til landa.

 

100 Drukku teir í ríkinum

bæði við gleði og gleim,

takkaðu teir sín dýra drott,

teir komu livandi heim.

 

Títtir við streingjum berjast dreingir,

syngur í oddameingi,

klovna tóku tvinni skjold,

ørnin dreyar á veingjum,

deyðir detta dreingir niður av svørðum.

 

CCF 212 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a-b: Johannes Clemensen; a: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4); b: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), nr. 35; c: Kvæðasavn hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) I (1840), s. 140, nr. 26.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 375.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1982, s. 153. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 65.

 

Heimild: Úr Sandoy. J. Michael Widerøe, Mikal á Reyni (1787-1870), Sandi, 1822.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017