• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Olgars kvæði

 

Olgars kvæði

 

CCF 213 A

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

meðan eg gangi í dans,

kvøði um Olgar danska,

roysnisverkið hans.

 

2 Brúður situr í hásæti,

talar til sína manna:

“Nú lystir meg til Frankaríki

keisarans lið at kanna.

 

3 Nú lystir meg til Frankaríki

keisaranum at vinna neyð,

ongum ræðist eg fyri,

Olgar hann er deyður.”

 

4 So letur hann Brúður

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

5 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

6 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

stavn og stýri av reyðargulli,

har skín sólin á.

 

7 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strikar ei á bunkan niður

fyrr enn á Frankaríki.

 

8 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

9 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig kongurin Brúður

sínum fótum á land.

 

10 Fyrst steig kongurin Brúður

sínum fótum á land,

so hann Justamund, bróðir hans,

undir hans høgru hand.

 

11 “Hoyr tú, lítið sendiboð,

hvat eg sigi tær,

bið hann keisaran Karlamagnus

[senda] tíggju ímót mær!

 

12 Bið hann keisaran senda út

av sínum bestu sveinum,

stríða vil eg, Brúður,

móti teim aleina!”

 

13 “Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

hvat eg sigi tær,

Brúður biður teg senda út

tíggju *ímót sær.

 

14 Hann biður teg senda tíggju út

av *tínum bestu sveinum,

stríðast vil hann Brúður

móti teim aleina.”

 

15 “Hoyr tað, lítið sendiboð,

tað skalt tú fyri mær greina,

hvøssu er Brúður skikkaður

pá síni armar og bein?”

 

16 “Átjan føtur er hann langur,

fót ímillum eygna,

hevur so manga kristna kempu

gjørt í hjarta *bangna.

 

17 Armarnar hevur hann harðar sum stál,

tað man honum einki bella,

hvønn tann hest í Frankaríki

við sínum neva fellir.

 

18 Brýrnar eru sum klettar tveir,

eygað sum edilstein,

skeggið er sum sótið svart,

tað hongur til hans bein.”

 

19 Tíggju vóru sveinarnir,

ið riðu av borgum út,

rendu teir mót Brúðuri

bæði við glavint og spjút.

 

20 Rendu teir mót Brúðuri,

tað var mest av fára,

hvørki kundu teir Brúður kongin

blóðga ella sára.

 

21 Aftur vendu sveinarnir,

teim lysti ei longur at stríða,

skunda sær, hvør sum sterkastur var,

hvør sum best kundi ríða.

 

22 Aftur vendu sveinarnir,

hvør sum ríða kundi best:

“Høvdu vit longur við hann stríðst,

so høvdu vit lívið mist.”

 

23 “Hoyr tað, lítið sendiboð,

hvat eg sigi tær,

bið hann keisaran senda út

tíggju ímót *mær!

 

24 Bið hann senda tíggju út

av sínum bestu sveinum,

stríðast vil hann Brúður

móti teim aleina.”

 

25 “Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

hvat eg sigi tær,

Brúður biður teg senda út

tíggju ímót sær.

 

26 Hann biður teg senda tíggju út

av *tínum bestu sveinum,

stríðast vil hann Brúður

móti teim aleina.”

 

27 Svaraði harra kong Tíðrik:

“Eg vil tað roysni royna,

eg skal meg mót Brúðuri,

móti honum aleina.”

 

28 Tað var harra kong Tíðrik,

hann reið av borgini út,

rendi hann mót Brúðuri,

bæði við glavint og spjút.

 

29 Rendi hann mót Brúðuri,

tað var mest av fára,

hvørki kundi hann Brúður kongin

blóðga ella sára.

 

30 Tað var kongurin Brúður,

sínum svørði brá,

hann kleyv harra kong Tíðrik

sundur í lutir tvá.

 

31 “Hoyr tú, lítið sendiboð,

hvat eg sigi tær,

bið hann keisaran senda út,

tíggju ímóti mær!

 

32 Bið hann senda tíggju út

av sínum bestu sveinum

stríðast vil Brúður

ímóti teim aleina.”

 

33 “Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

hvat eg sigi tær,

Brúður biður teg senda út

tíggju ímót sær.

 

34 Hann biður teg senda tíggju út

av tínum bestu sveinum,

stríðast vil hann Brúður

ímóti teim aleina.”

 

35 Svaraði Einglands kongurin:

“Eg vil tað roysni royna,

eg skal mær mót Brúðuri,

móti honum aleina.”

 

36 Tað var Einglands kongurin,

reið av borgini út,

rendi hann mót Brúðuri

bæði við glavint og spjút.

 

37 Rendi hann mót Brúðuri,

tað var mest av fára,

hvørki kundi hann Brúður kongin

blóðga ella sára.

 

38 Tað var kongurin Brúður,

reið honum straks ímót,

hann stakk Einglands kongin

ígjøgnum við sítt spjót.

 

39 “Hoyr tú, lítið sendiboð,

hvat eg sigi tær,

bið hann keisaran senda út

tíggju ímót mær!

 

40 Bið hann senda tíggju út

av sínum bestu sveinum,

stríðast vil hann Brúður

ímóti teim aleina.”

 

41 “Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

hvat eg sigi tær,

Brúður biður teg senda út

tíggju ímót sær.

 

42 Hann biður teg senda tíggju út

av *tínum bestu sveinum,

stríðast vil hann Brúður

móti teim aleina.”

 

43 Svaraði keisarin Karlamagnus,

heldur á brúnum knívi:

“Gævi gud faðir av himmiríki,

at Róland var á lívi.”

 

44 Svaraði keisarin Karlamagnus,

sum hann sat og græt:

“Skamm fái tú, Gýðin jall,

har var voldin at!”

 

45 Níggju vóru teir smádreingir,

á grønum vølli sótu,

róptu teir pá Olgars navn,

við blóðigum tárum grótu.

 

46 Svaraði hertug Nímus,

á grønum vølli stendur:

“Loysið Olgar út av tað torn,

hann man tað stríðið enda!”

 

47 “Hoyr tað, hertug Nímus,

tú skalt her burt ríða,

vita um Olgar hevur ta makt,

mót Brúðuri at stríða!”

 

48 Tað var hertug Nímus,

hann mundi til Olgar ganga:

“Ert tú førur mót Brúðuri,

tann heidninginum langa?”

 

49 Tað var Olgar danski,

tá hann hoyrdi Brúður nevndan,

setti føtur í tann múr,

so hann tók til at rivna.

 

50 “Fái eg vald yvir keisarans syni,

yvir hansara lív,

so vil eg mót Brúðuri,

bæði at fikta og stríða.”

 

51 Tað var Karlot, keisarans son,

illa hevði gjørt,

so varð hann av sínum faðir

inn fyri Olgar førdur.

 

52 Tað var Olgar danski,

tekur nú til sín knív:

“Hoyr tú, Karlot, keisarans son,

nú skalt tú lata lív!”

 

53 Tað var keisarin Karlamagnus,

fell pá síni knæ:

“Harra Gud av himmiríki

hoyri meg í dag.”

 

54 Dúgva kom av himli niður,

tók um Olgars knív:

“Tú skalt lata Karlot vera

sikkur við sítt lív!”

 

55 Tað var keisarin Karlamagnus,

upp av bønini stóð:

“Tað mást tú takka Olgari,

hann rendi ikki títt blóð.”

 

56 Tað var keisarin Karlamagnus,

kysti Olgar tá:

“Tú skalt vera vinur mín,

so leingi eg liva má.

 

57 Tú skalt vera vinur mín

í allari míni ferð,

gera út í mínum ríki,

hvat tær best behagar.”

 

58 “Kann eg fá mín egin hest,

sum eg var vanur at ríða,

so vil eg mót Brúðuri

bæði at fikta og stríða.

 

59 Kann eg fá mín egin hest,

sum eg var vanur at ganga,

so vil eg mót Brúðuri,

tann heidninginum langa.”

 

60 Har kom fram tann fyrsti hestur,

góður skuldi vera,

ikki kundi hann við honum

hálva vending gera.

 

61 Har kom fram ein annar hestur,

ikki fell í lag,

tá hann settist á hans bak, t

á fell hann í knæ.

 

62 Tá kom fram hans egin hestur,

kallaðist Blífort,

hann kundi ikki kenna hann,

hann var báði skitin og sort.

 

63 Glaður var tann hesturin,

tá hann hevði Olgar fingið,

hoyrast mátti langan veg,

sum hann mundi dansa og springa.

 

64 “Hoyr tað, lítið sendiboð,

hvat eg sigi tær,

bið hann keisaran senda út

tíggju ímót mær!

 

65 Bið hann senda tíggju út

av sínum bestu sveinum,

stríðast vil eg, Brúður,

móti teim aleina!”

 

66 “Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

hvat eg sigi tær,

Brúður biður teg senda út

tíggju ímót sær.

 

67 Hann biður teg senda tíggju út

av tínum bestu sveinum,

stríðast vil hann Brúður

móti teim aleina.”

 

68 “Hoyr tað, kongurin Brúður,

hvat eg sigi tær,

einans er tann kempan,

stríðast skal mót tær.”

 

69 “Hoyr tað, lítið sendiboð,

hvat eg sigi tær,

er tann kempan nakað stór,

ið stríðast skal mót mær?”

 

70 “Hoyr tað, kongurin Brúður,

tað er kempan bold,

hann førir eina reyða ørn,

forgylta í hvítum skjold.”

 

71 “Tað spáddi mær kong Karl,

hann kundi mín dreym úttýða,

kom eg fyri Olgars hendur,

fekk eg tað at síggja.

 

72 Meg droymdi, eg sá í Frankaríki

eitt torn við marmorstein,

har kom ein draka flúgvandi,

sum vilđi mítt hjarta meina.

 

73 Tað kom ein draka út av eitt torn,

so hart hon pá meg falt,

hon reiv sundur kjøtið mítt

og hartil hjartað alt.”

 

74 Keisarin heitir á sveinarnar,

biður teir her burt reisa:

“Heinta mær kongsins dóttur,

í ár varð faðirleys!”

 

75 Førdu teir ta jomfrúina

á Karl[s] hesti reyð,

har kom Justamund, Brúðurs bróðir,

sleri allar deyðar.

 

76 Deilig var tann jomfrúin,

bæði á brún og brá,

Justamund vildi hana í song

tann sama aftan fá.

 

77 Tí hann vildi halda

tað, hann hevði lovað,

og ta somu náttina

hjá teirri jomfrú sova.

 

78 “Heinta mær míni smyrilsi,

tey eru bæði dýr og rár,

einki sár tað er so ilt,

tað skal jú saman gá.”

 

79 Saman riðu kempur tvær,

tað var ikki barnaleikur,

tað vil eg av sonnum siga,

tann danski var ikki bleikur.

 

80 Saman riðu kempur tvær,

báðar líka treystar,

jørðin skalv sum *bókarblað,

teir gjørdu stórar brestir.

 

81 Tað var Olgar danski,

hann var í hondum ei sein,

tá høgg hann so harðiliga

pá hans armar og bein.

 

82 Svaraði kongurin Brúður:

“Tað leggi eg til merki,

tað kenni eg á høggum tínum,

tú ert Olgar sterki.”

 

83 Svaraði Olgar danski:

“Hetta er kuns ein reikur,

hetta er ein begynningur

út av vár kamp og leik.”

 

84 “Tað spáddi mær kong Karl,

at tú vart ikki veikur,

koma út í ferð mót tær,

var ikki barnaleikur.”

 

85 Tað var Olgar danski,

heldur tað for mál,

Brúður út í økslina

fekk eitt so lítið sár.

 

86 Brúður smurdi skeinur sínar,

ikki dyljast vil,

so leyp sárið heilt tilsaman,

ikki kendi hann til.

 

87 Tað var kongurin Brúður,

heldur tað for mál,

Olgar út í pannuna

fekk eitt so lítið sár.

 

88 Tað var Olgar danski,

hann legði svørðið til,

so høgg hann til Brúður,

at kinnbeinið hekk við.

 

89 Tá ið kongurin Brúður

kendi sær hesa pínu,

rópar nú so harðiliga

eftir bróður sínum.

 

90 Deilig var tann jomfrúin,

bæði á brún og brá,

Justamund vildi hana í song

tann sama aftan fá.

 

91 Tí hann vildi halda tað,

hann hevði lovað,

og ta somu náttina

hjá teirri jomfrú sova.

 

92 Brúður smurdi skeinur sínar,

ikki dyljast vil,

so leyp sárið heilt tilsaman,

ikki kendi hann til.

 

93 Tað var Olgar danski,

hann høggur til so tætt,

tað var Brúðurs vinstri armur,

niður á jørðina datt.

 

94 Tað var Olgar danski,

hann var í hondum ei sein,

tá høgg hann so harðiliga

pá hans armar og bein.

 

95 Tað var kongurin Brúður,

hann fekk hesar brestir,

so fell hann á jørðina

niður frá sínum hesti.

 

96 So fell hann á jørðina

niður frá sínum hesti,

Olgar fekk tá í sín hand

tey smyrilsini bestu.

 

97 “Hoyr tað, kongurin Brúður,

siga skalt tú mær,

hvaðan hevur tú fingið

hesi smyrilsini rár?”

 

98 “Hetta eru tey smyrilsi,

sum Kristi líkam var sálvað,

eg vil ikki býta tey

fyri Frankaríkið hálva.”

 

99 “Eru hetta tey smyrilsi

frá tann harra Krist,

so trúgvi eg tað staðiliga,

tú trýr upp á hann vist.”

 

100 “Hoyr tað, Olgar danski,

vilt tú pá Mahamed tró,

tær gevi eg mína systur,

ta deiligu jomfrú.”

 

101 Svaraði Olgar danski:

“Gev fananum hana og teg,

so verður hennara endi,

uttan hon kristnar seg.

 

102 Hann kann tykkum sturta

íblant teir svørtu djevlar,

síðan úti í pølinum

at biva har og skelva.”

 

103 “Hoyr tað, Olgar danski,

tað tali eg til tín,

læna mær aftur smyrilsini

at lekja skaða mín!”

 

104 “Hoyr tað, kongurin Brúður,

skal tað vera já,

at eg skal tey snarliga

aftur frá tær fá?”

 

105 Olgar smurdi skeinu sína,

ikki dyljast vil,

so leyp sárið heilt tilsaman,

ikki kendi hann til.

 

106 Tað var kongurin Brúður,

hann svór tað við sín munn,

at hann skuldi tey aftur fá

á teirri somu stund.

 

107 Brúður smurdi skeinu sína,

ikki dyljast vil,

so leyp sárið heilt tilsaman,

ikki kendi hann til.

 

108 “Hoyr tað, Olgar danski,

tað skalt tú mær lova,

legg mær stein til pútu,

legg meg so at sova!”

 

109 Tað var kongurin Brúður,

sovið hevði tá,

hann kleyv Olgars góða hest

sundur í lutir tvá.

 

110 Hann kleyv Olgars góða hest,

so er komið for meg,

setti hann upp á hest sín,

aftan fyri seg.

 

111 Tað var Olgar danski,

hann var í hondum ei sein,

tá høgg hann so harðiliga pá

millum hans rivbein.

 

112 Tá ið kongurin Brúður

kendi hesa pínu,

rópar nú so harðiliga

eftir Justamund, bróður sín.

 

113 Svaraði ein av sveinunum:

“Nú eru rópini tvey,

hetta er Brúður, [bróðir] tín,

staddur er hann í neyð.”

 

114 Deilig var tann jomfrúin,

bæði á brún og brá,

Justamund vildi hana í song

tann sama aftan fá.

 

115 Tí hann vildi halda

tað, hann hevði lovað,

á teirri somu náttini

hjá teirri jomfrú sova.

 

116 Brúður smurdi skeinu sína,

ikki dyljast vil,

so leyp sárið heilt tilsaman,

ikki kendi hann til.

 

117 Tað var Olgar danski,

hann var í hondum ei sein,

tá høgg hann so harðiliga,

pá hans armar og bein.

 

118 Tað var kongurin Brúður,

hann fekk hesar brestir,

so fullu teir á jørðina

niður frá sínum hesti.

 

119 Tað var kongurin Brúður,

skuldi leiða tann fanga heim,

sum teir komu gangandi,

teir duttu um ein stein.

 

120 Tað var Olgar danski,

hann sprakk straks upp ígenn,

hann høgg høvdið av Brúðuri,

tað fleyg í luftina hen.

 

121 Olgar fekk hans góða hest,

sum kallast Leypfort,

so øll hansara smyrilsi,

tað var bæði dýrt og rárt.

 

122 “Hoyr tað, jomfrú Klára,

hvat eg spyrji teg,

hevur Justamund voldtikið teg, s

o dyl tað ikki for meg!”

 

123 “Hoyr tað, Olgar danski,

hevði tú ikki komið so brátt,

so hevði tann óndi heidningur

voldtikið meg í nátt.”

 

124 Tað var Olgar danski,

hann fekk so góða løn,

hann fekk jomfrú Kláru,

hon var bæði deilig og skjøn.

 

125 Olgar og jomfrú Klára

gingu á hallargólv,

tað var keisarin Karlamagnus,

gav teim gullringar tólv.

 

126 Takk havi Turpin erkibisp,

hann vígar tey saman med æru,

so fór hann til Einglands,

kongakrúnu at bera.

 

127 Kvøðið er nú Olgars kvæði,

gullkrúnu hann bar,

hann er eingin í verðini,

ið hansara líki var.

 

CCF 213 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), nr. 27; b: Sumbiarbók (um 1850).  Savn Jakob Jakobsens (Føroya landsbókasavn, Tórshavn).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 385.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1982, s. 9. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 92.

 

Heimild: Úr Sandoy. Óli Clemensen, Óli í Króki (1782-1858)  Sandi, 1822.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017