• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ólavur Trygvason

 

Ólavur Trygvason

 

CCF 215

Einki TSB-nr.

 

1 Viljið tær hoyra kvæði mítt,

og viljið tær orðum trúgva,

um hann Ólav Trygvason,

hagar skal ríman snúgva.

 

Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

hansara segl er silkireytt,

Ormurin rennur, og árar leika við tolli.

 

2 Kongurin letur snekkju smíða,

har á slættum sandi,

Ormurin langi størstur var,

sum gjørdist á Noregis landi.

 

3 Knørrur var gjørdur á Noregis landi,

gott var í honum evni,

átjan alin og fjøruti

var kjølur millum stevna.

 

4 Forgyltir vóru báðir stavnar,

borðini vóru blá,

forgylta skjold á toppi hekk, s

um søgur ganga frá.

 

5 Kongurin stendur í høgari høll,

talar til sínar dreingir:

“Vær skulum sigla tann salta sjó,

tað havi eg hugsað leingi.

 

6 Berið nú fram tey herklæði,

við brynjum og blonkum brandi,

síðan leggið tit skip til havs

at sigla av Noregis landi!”

 

7 Fróir og glaðir sveinar mæltu:

“Harra, vit skulu tær fylgja,

antin tú fert í frið ella stríð,

vit óttast ei brattar bylgjur.”

 

8 Har kom maður á bergið oman,

sterkum boga í hendi:

“Jallur tín av Ringaríki,

hann meg higar sendi.”

 

9 Kongur so til orða tók

bæði við gleði og gamni:

“Sig mær, reystur ungur maður,

hvat ert tú nevndur á navni?”

 

10 “Einar skalt tú nevna meg,

væl kann bogan spenna,

Tambur eitur mín menskur bogi,

ørvir drívur at renna.”

 

11 “Hoyr tað, tú hin ungi maður,

vilt tú við mær fara,

tú skalt vera mín ørvagarpi,

Ormin at forsvara.”

 

12 Gingu teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knørrir runnu úr neysti.

 

13 Vundu upp síni silkisegl,

út í havið ganga,

so var sagt, at kongurin

hann stýrdi Ormin langa.

 

14 Hetta frættist víða um land,

Noregis menn teir sigldu,

Danmarks kongur og Svøríkis kongur

ráðini saman hildu.

 

15 Danmarks kongur og Svøríkis kongur

gingu saman at ráða,

hvøssu teir skuldu Noregis menn

snart av døgum fáa.

 

16 Sendu nú boð eftir Eirik jall,

góður er borin til evna,

hann skal fylgja í ferðini við,

sín faðirs deyð at hevna.

 

17 Eirikur gongur for kongar inn

við svørð og reyðum skjoldi:

“Ólavur kongur av Noregi

mín faðirs deyða voldi.”

 

18 Jallurin stendur á hallargólvi,

blankt bar spjót í hendi:

“Noregis kongur síggja skal,

eg hvast mót hvøssum vendi.”

 

19 Gingu teir til strandar oman,

fagurt var tað lið,

Danmarks kongur og Svøríkis kongur,

jallurin tann triði.

 

20 Tríggir gingu teir skipaflotar

út av Oyrarsundi,

Jarnbardur í odda sigldi,

jallurin stýra kundi.

 

21 Danmarks kongur til orða tekur,

letur so orðum greiða:

“Tann sum Ormin langa tekur,

skal hann av okkum eiga.”

 

22 Eirikur talar við sjálvum sær:

“Tó at tú mant tað royna,

tú vinnur ikki Ormin langa

við danskari makt aleina.”

 

23 Mælti tað Svøríkis kongurin,

heldur á brýndum knívi:

“Eg skal Ormin langa taka,

um enn tað kostar lívið.”

 

24 Jallurin stendur á lyftingini,

klæddur í skarlak reyða:

“Tú fangar ikki Ormin langa,

fyrr síggi eg tín deyða.”

 

25 Jallurin talar til sveinar sínar:

“Kempum munnu tit møta,

standið væl og manniliga,

blóðut verður gøta!

 

26 Noregis menn á kongsins knørrum

kunnu væl beita knívi,

gangið væl fram í hørðum kampi,

ella vit lata lívið!”

 

27 Eirikur talar til Finn hin lítla:

“Tú skalt hjá mær standa,

tú skalt verja sjálvan meg,

um enn eg komi í vanda.”

 

28 Løgdu teir á sundið út,

bíðaðu teir har leingi,

longdust teir eftir norskum knørrum,

at berjast mót Noregis kongi.

 

29 Løgdu teir skip at oynni inn,

ætlaðu sær at vinna,

hildu vakt bæði nátt og dag,

norðmenn vildu teir finna.

 

30 Nú skal lætta ljóði av,

eg kvøði ikki longur á sinni,

nú skal taka upp annan tátt,

dreingir, leggið í minni!

 

31 Ólavur siglir í Eysturhavi,

ætlaði heim at fara,

tá hann kom í Oyrarsund,

hann sá ein skipaskara.

 

32 Høvdingar tríggir á landi standa,

hyggja út so víða,

sunnan síggja teir knørrir prúð

eftir havi skríða.

 

33 Danmarks kongur til orða tekur:

“Alt mær væl skal ganga,

Gud signi míni eygun tvá,

nú sær eg Ormin langa.”

 

34 Eirikur stóð har skamt ífrá,

talar til sínar menn:

“Kongurin av Dannimark,

hann sær ikki Ormin enn.”

 

35 Har kom fram ein størri knørrur,

dreingir undrast á,

Svøríkis kongur til jallin talar:

“Nú man eg Ormin sjá.

 

36 Leggið nú skip frá landi út,

árar í hendur taka,

latið ikki Ólav sleppa so,

fáan hann heldur sín maka!”

 

37 Eirikur hyggur í havið út,

talar til sínar menn:

“Tað svørji eg á mína trúgv,

teir sógvu ikki Ormin enn.”

 

38 Danmarks og Svøríkis kongar

halda á skefti reyða:

“Eirikur jallur ræddur er

at hevna sín faðirs deyða.”

 

39 Vreiður mælti jallurin,

hann talar av illum sinni:

“Annað krevur enn orðabrask

teir Noregis menn at vinna.”

 

40 Jallurin stendur á grønum vølli,

tekur hann til at ganga:

“Verið nú snarpir at skipaborðum,

nú síggi eg Ormin langa.”

 

41 Allir sóu tá Ormin koma,

allir undrast á hann,

av silki vóru seglini,

og stavnur í gulli rann.

 

42 Løgdu teir seg í vegin fram,

bæði við svørð og spjót,

norðmenn sóu á Orminum,

teir ivast at halda ímót.

 

43 Ólavur talar til sínar menn:

“So dýrt skulu teir meg keypa,

ongantíð eg rýmdi úr stríð,

í dag skal eg ikki leypa.

 

44 Leggið nú skip til stríðið fram,

og segl á bunkan strika,

teir skulu síggja, Noregis menn

kunnu væl svørðin brúka.”

 

45 Úlvur reyði í stavni stendur,

gott er í honum evni:

“Legg ikki Ormin so langan fram,

sum hann hevur longri stevni!”

 

46 Kongur stendur á lyfting aftur,

skarlak er hann klæddur:

“Nú síggi eg, mín stavnamaður

er bæði reyður og ræddur.”

 

47 “Kongur, tú sást meg ikki ræddan,

eg tori væl á at herja,

 goym tú lyfting so væl í dag,

sum eg skal stavnin verja!”

 

48 Vreiður var hann kongurin,

Úlvur til orða tekur:

“Blíðka teg aftur, harri mín,

tí vreiði upp ‘ægkur’ vekur!”

 

49 Kongurin stendur á breiða bunka,

talar til sínar menn:

“Hvør eigur hesi nógvu skip,

eg kenni tey ikki enn? “

 

50 Svaraði Torkil, kongsins bróðir,

mælir av tungum inna:

“Danmarks kongur og Svøríkis

kongur vilja tín deyða vinna.”

 

51 “Ræddir eru danskir menn

mót norðmonnum at ganga,

betri var teim heimi at verið,

tann fuglaflokk at fanga.

 

52 Betur kunnu Svøríkis menn

teim offurbollum strúka,

enn at nærkast okkum so,

at blóðugt svørð skal rúka.”

 

53 Kongurin gekk í lyfting upp,

ræður hann upp at hyggja:

“Hvør eigur hesar stóru knørrir,

í Ormsins bakborð liggja?”

 

54 Svaraði Hyrningur, kongsins svágur,

letur so orðum falla:

“Hatta er Eirikur Hákunsson,

og hann ber ein yvir allar.”

 

55 Til svaraði kongurin,

ífrá man frættast víða:

“Skarpur verður Hildurs leikur,

norðmenn mót norskum stríða.”

 

56 Svøríkis kongur mót Ólav legði

eina morguntíð,

har var sum í bál at líta,

skeiðir dynja í.

 

57 Høgdu og stungu tá Noregis menn,

bæði við svørð og spjóti,

tjúkt so fullu teir svensku menn,

sum grasið fýkur á gróti.

 

58 Svøríkis kongur rópaði hátt,

hann biður teir undan flýggja:

“Eg havi mist mítt mesta fólk,

tað voldir mær sorg at síggja.”

 

59 Danmarks kongur trokaði fram,

ætlaði sær at vinna,

norðmenn tóku mót honum væl,

til danskar menn at tynna.

 

60 Roykur stóð til skýggja upp,

og reytt var sund at síggja,

so var sagt, at danskir menn

teir máttu undan flýggja.

 

61 Jallurin tokar mót Ormi fram,

við bjørtum brandi í hendi:

“Ikki skal Ólavur rósa av,

at eg snart frá honum vendi.”

 

62 Løgdu teir knørr við knørrarborð,

hvørgin vildi flýggja,

høvur og kroppar í havið tumla,

ótýdligt var at síggja.

 

63 Einar stendur í krapprúmi

við Tambarboga, teir kalla,

hvørja ferð píl frá boga dreiv,

tá mundi ein maður falla.

 

64 Einar spenti Tambarboga,

pílin í streingin strongdi,

pílin fleyg yvir jalsins høvur,

róðrarknappin sprongdi.

 

65 Einar spenti upp øðrum sinni,

ætlaði jallin at fella,

pílin rann millum arm og síðu,

einki var jalli at bella.

 

66 Eirikur talar til Finn hin lítla:

“Eg skal spyrja teg nakað,

hvør er hann, við skørpum skotum

ætlar meg at raka?”

 

67 Til svaraði Finnur lítli,

blóðutar vóru hendur:

“Tað gjørdi hasin stóri maður,

í krapprúminum stendur.”

 

68 Jallurin mælir á øðrum sinni:

“Tað skal eg tær ráða,

skjót tú handa stóra mann,

nú stendur mítt lív í váða!”

 

69 “Manninum kann eg einki gera,

hann er ikki feigur,

bogastrong eg stilli á,

tí maðurin eydnu eigur.”

 

70 Einar spenti upp triðja sinni,

ætlaði jall at raka,

tá sprakk strongur av stáli stinna,

bogin tók at braka.

 

71 Allir hoyrdu streingin springa,

kongur seg forundrar:

“Hvat er tað í mínum skipi,

so ógvuliga dundrar?”

 

72 Svaraði Einar Tambarskelvir,

hann kastar boga sín:

“Nú brast Noregi úr tíni hond,

kongurin, harri mín.”

 

73 “Í Harrans hond mítt ríki stendur,

og ikki í Tambarboga,

tak tú ein av mínum bogum,

vita hvat teir duga!”

 

74 “Veikir eru kongsins bogar,”

Einar ræður at svara,

“eg skal taka mítt skjold og svørð,

høgg skal eg ikki spara.”

 

75 Enn stóð fólk í stavnum báðum,

má meg rætt um minnast,

syrgiligt var á miðjum skipi,

har tók fólk at tynnast.

 

76 Jallurin sprakk í Ormin upp,

væl bar brand á hendi,

Hyrningur loypur úr lyfting niður,

aftur mót honum rendi.

 

77 Berjast teir á miðjum bunka,

vil eg frá tí greiða,

øvigur mátti jallur leypa

niður á Jarnbard breiða.

 

78 Jallurin valdi sær reystar garpar,

fáir finnast slíkir,

snarliga aftur á Ormin sprakk,

og tá mátti Hyrningur víkja.

 

79 Úlvur reyði úr stavni loypur,

nú er stavnur eyður,

so flýtur blóð á Ormi langa,

knørrur sýntist reyður.

 

80 Eirikur var tá øðrum sinni

aftur á bunkan rikin,

tá sá hann, at stavnurin

á Orminum var tikin.

 

81 Jallurin mannar seg triðju ferð:

“Nú skal ikki dvína,”

tá fell Úlvur og Hyrningur

við øllum dreingjum sínum.

 

82 Kongurin rópar á lyftingini:

“Nú er tap í hendi,

leypið í havið, mínir menn,

her verður ei góður endi!”

 

83 Kongurin leyp í havið út,

garpar eftir fylgdu,

kongsins bróðir seinastur sprakk,

teir gjørdu, sum kongurin vildi.

 

84 Eirikur fekk tá Ormin langa,

eingin annar kundi,

tók hann sjálvur tá róður í hond

og stýrdi honum frá sundi.

 

Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

hansara segl er silkireytt,

Ormurin rennur, og árar leika við tolli.

 

CCF 215

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Hentzasavn (Ny kgl. Saml. 1954,4°), nr. 15; b: Kvæðasavnið hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 35, nr. 50; c: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), nr. 65; d: Savnið hjá Svend Grundtvig (Dansk Folkemindesamling 68), heimild: Niels F. Peder- sen; e: Savnið hjá Svend Grundtvig (Dansk Folkemindesamling 68), heimild:  J. P. Skaale; f: Kvæðabók hjá Jón Jónssyni í Tórshavn 1871, 8°, nr. 1, úr søvnum Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn). Prentað í Dimmalætting 1882, nr. 7 ff., og í Færøsk Anthologi I, s. 270-82.

 

Útgávur:

1. Dimmalætting 1882, nr. 7 ff.

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 270.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 405.

4. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1982, s. 202.

5. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 29. bind, s. 26.

6. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, s. 176..

 

Heimild: Úr Sandoy. Johannes Clemensen, Jóannes í Króki (1794-1869) Sandi, 1819. Jóannes í Króki sigur í Sandoyarbók (1823) at uppskriftin er eftir yrkjaran Jens Christian Djurhuus, Sjóvarbóndan (1773-1853).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017