• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Trølla kvæði

 

Trølla kvæði

 

CCF 217

Einki TSB-nr.

 

1 Í tí somu tíðini

tá ið fólkið heiðið var,

fanin gekk um jørðina

við sínum trøllaher.

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

*meðan rósur og liljur *tær grógva*væl.

 

2 Trøllini og fólkini

saman vóru blandað,

ongastaðni verri var

enn í teimum norsku londum.

 

3 Í tí heila norska ríki

trøll blant fólkið sat,

tá mundi standa ein kongur upp,

Ólavur hann æt.

 

4 Hesin sami kongurin

var Ólav Trygvason,

tað er vítt um verðina frætt,

hann trúði pá Guds son.

 

5 Tá ið hann blant høvdingar sat

hjá forgyltum borði,

snakkaði hann við allar um

at kristna heila Noreg.

 

6 Fólkið vildi hann kristna.

og fanan fáa til síðu,

men tá ið hann skuldi útrætta tað,

tá mátti hann ofta stríða.

 

7 Og fólkið vildi hann kristna,

men trøllini leggja í dvala,

tað er mær av sonnum sagt,

hann fór yvir fjøll og dalar.

 

8 Men strevið var hjá Ólavi kongi

trøllini at útslætta,

við pílur og svørð í Harrans navn

hann vildi tað tá útrætta.

 

9 Tað var Ólavur Trygvason,

hann dró um Noregi fram,

alt tað fólk hann doypa læt,

sum trúði pá Gud for sann.

 

10 “Men teim sum ikki trúgva vilja,

mót teimum skal eg kríggja,”

og øll tey trøll í Noregi vóru

fyri honum máttu flýggja.

 

11 Og hvørt eitt trøll í Noregi var

fyri Ólavi mátti grúgva,

tí hann við makt og við Guds orðs kraft

tey vildi undirkúga.

 

12 Nú skal eg fortelja

og siga nøkur orð

um hina somu ferðina,

tá ið hann treffaði Tór.

 

13 Ólavur siglir snart og væl

fyri tí vindi blíða,

alt, hann hendi, eg siga skal,

suður við Noregis síðu.

 

14 Tá ið hann sigldi við Noregis síðu,

einki skal eg loyna,

tað sá hann, á landi stóð

ein maður á einum steini.

 

15 Hesin sami maður

hann talaði so for orð:

“Hoyr tú, Ólavur Trygvason,

tú lova mær um borð!”

 

16 Tað var Ólavur Trygvason,

hann letur at landi ganga,

tekur henda prúða mann

og upp á Ormin langa.

 

17 Hesin sami maður

var bæði prúður og sterk,

ungur, kátur og vakur,

hann hevði reytt eitt skegg.

 

18 Og allir teir, sum vóru

um borð á Ormin langa,

í eitt og alt teir royndu hann,

um hann mundi yvirganga.

 

19 Vilt tú fáa vita av mær,

hvat tað var fyri maður,

tað skal eg nú siga tær,

at tað var sjálvur fanin.

 

20 Alt tað fólk, á skipinum lá,

tað lastaði hann tá,

teir vóru ikki verðir

at fylgja ein konga brav.

 

21 “Men eg havi verið sterkur,

tað kann eg siga frá,

hartil var eg ein vísur maður

at geva gomul ráð.

 

22 Og alt, tit kunnu at spyrja,

tað kann eg straks at svara,

soleiðis kundu mangir vit,

sum vóru hjá ‘Roud hin Ræna’.”

 

23 Teir róptu pá Ólav Trygvason,

og lupu runt í ring:

“Hesin sami Tóri

hann veit um alla ting.”

 

24 Tað var Ólavur Trygvason,

hann talar til henda mann:

“Sig mær nakrar gamlar søgur,

um enn tú minnast kann!”

 

25 Tórur svaraði aftur:

“So skal eg begynna frá

hesum sama landinum,

sum vær siglum fram hjá.

 

26 Hesum sama landi

har búði eingin á,

uttan nógvir risar

við konum sínum hjá.

 

27 Og bráðasótt kom í risarnar,

so allir samlir doyðu,

uttan tvær av teirra konum,

tær vóru ikki feigar.

 

28 Frá Eysturlondum kom nógv fólk

og bygdi í Noregi fast,

men hesar *somu gomlu* risakonur

gjørdu teimum skamm og last.

 

29 Hesar somu risakonur

gjørdu teimum spott og spe,

inntil teir tilbóðu

hitt reyða skegg og meg.

 

30 Men tá ið øll tilbóðu

hitt reyða skegg og meg,

tá tók eg mær hamar í hond

og slerdi báðar í hel.

 

31 Síðan hevur fólkið alt

verið trútt mót mær,

inntil sjálvur kongurin

forgjørdi øllum, har var.

 

32 Tað burdi tó at hevnast,”

hann talaði ikki fleiri orð,

pílsnart fór hann grínandist

og sprakk út fyri borð.

 

33 Svaraði Ólavur Trygvason,

hans hjarta so mundi røra:

“Gud hjálpi pá tey ørmu fólk,

sum fanin vil forføra.

 

34 Og hoyrið tit, kristnu menniskjur,

hvat eg sigi í kvøld,

lat fanan ikki forføra tykkur,

og seta í heitan eld!”

 

35 Kongurin sigldi við blíðan vind

ígjøgnum norska hav,

tá ið hann kom fyri ‘dælinæruna’,

tá mundi stilla av.

 

36 Í hesum sama ‘Runar dæla’

trøllini skuldu byggja,

kongsins menn at vita vildu,

um enn teir mundu liva.

 

37 Tveir av kongsins monnum,

í land teir mundu skúma,

hoyra og síggja upp á tey trøll,

sum vóru í ‘dæla runa’.

 

38 Gingu teir í bølmyrkri,

tungt var har at liva,

sóu tá ein eld at brenna

í eini fjallarivu.

 

39 Teir sóu har í rivuni

at sita fult av trøllum,

báðum sýntist tá, at ein

var høvdingur yvir øllum.

 

40 Trøllahøvdingur til sínar menn

talar fyrst á orði:

“Vita tit, at Ólavur kongur

er at landi komin?”

 

41 “Vær kunnum ikki annað av honum vænta,

dersum hann verður her,

enn høgg og bank og stóra skomm

og ógvuligt fortreð.”

 

42 Svaraðu tá teir djevlar til,

og allir fóru at goyggja:

“Ofta hevur Ólavur gjørt fortreð,

í sínari skarlakanstroyggju.

 

43 Summar hevur hann dripið,

og summar hevur hann sligið,

summar hevur hann við smikrandi talu

burtur frá okkum drigið.

 

44 Og osum hevur hann burtur jagað

frá osara egnu húsum,

liggja vær nú leingi her,

so doyggja vær allir í lúsum.

 

45 O ve, okkara avmakt,

vær orka hann ikki at hevna,

tó skulu vær gera tað, ið vær kunna,

Ólav at beskemma”.

 

46 Tað var hesin høvdingur,

hann fekk orðið ført:

“Sigið mær, hvat Ólavur kongur

hevur tykkur gjørt?”

 

47 Svaraði eitt av trøllunum,

av øllum sum har var:

“Hvat hann hevur ímót mær gjørt,

tað skal eg fortelja tær.

 

48 Kong Hákun jall í Noreg

mín besti vinur var,

hús og heim tað átti eg

mitt í Guladali.

 

49 Hákun kongur góður var,

skjønt hann nú deyður er,

aftur kom tann illi

Ólavur kongur her.

 

50 Eina ferðina við mítt hús

kongurin helt gildi,

har var skrál og mikil larm,

tí allir spæla vildu.

 

51 Teirra larm og teirra skrál

tað mundi mær mikið baga,

gav meg so at spæla við teir

og ætlaði ein at skaða.

 

52 Fyrsta dagin eg fór blant teir,

eg ætlaði teimum harm,

spældi so við ein av teimum,

eg breyt sundur hans arm.

 

53 Annan dagin eg spældi,

tað var við ein stein,

fótin breyt eg sundur á einum,

honum til stórt mein.

 

54 Triðja dagin eg spældi,

eg ætlaði einum at bíða,

tann sami høgdi sínar hendur

í mína síðu.

 

55 Eingin verður verri staddur,

hvørki av løvu *ella bjørn,

tað var, sum eg hevði verið

settur í gløðandi jarn.

 

56 Eg slapp tó úr tí stóru neyð

bæði við rin og hvin,

síðan mátti eg flýggja

frá mínum húsi her til.”

 

57 Og svaraði eitt annað

av trøllunum, har var:

“Nú skal eg fortelja tykkum,

hvussu tað gekk mær.

 

58 Eina ferð helt eitt gestaboð

Ólavur Trygvason,

tá fór eg at pynta meg

sum eina gentu skjøn.

 

59 Seint var tað á kvøldinum,

eg gekk í dansistovu,

 eg gav meg tá at standa har

so tætt við drykkjuborðið.

 

60 Eg hevði blandað gullhornið

við eitur og forgift,

tí eg hevði ætlað konginum

ein so góðan drykk.

 

61 Kongurin hann talaði tá

soleiðis til mín:

“Hoyr, pena genta,

tú skonk mær mjøð og vín!”

 

62 Eg helt meg hava fingið tá

ein so góðan fong,

tað var, sum eg hevði havt

kongsins lív í hond.

 

63 Eg tók tá til mítt fagra horn

og rætti honum tað,

hann tók tá og stoytti tað

oman yvir meg.

 

64 Reiggjaði so mítt pena horn

og slerdi í høvdið á mær,

eg fekk so ilt, tað batnar ikki

fyri dómadag.”

 

65 Svaraði tað triðja

av trøllunum, har var:

“Ikki var tað ólíkt hesum,

sum hann gjørdi mær.

 

66 Eg gjørdi meg til eina gamla konu,

rein og pen eg var,

so fór eg á kvøldi seint

heim í kongsins garð.

 

67 Kongurin sat við berum beinum

og í løriftsbuksum,

eg kom har inn, eg var so svinn,

hann kundi einki ilt hugsa.

 

68 Eg gekk tá um í høllini,

so gomul, eg mátti meg styðja,

í kongsins fót við svørtum kunstri

eg læt ein stóran skriða.

 

69 Kongurin sá ta prúðu konu,

eg var bæði gomul og grá,

hann bað meg koma tá til sín

fótinum at kláa.

 

70 Mær ómak eg gjørdi at kláa so væl,

líka sum svanar syngja,

kongur fekk harí behag,

til síðst so mundi hann tyngja.

 

71 Og kongurin gekk í song at sova,

biskoppurin hjá,

eg skuldi sita á fótalagnum

kongsins fóti at kláa.

 

72 Har sat eg og klerdi,

til báðir svóvu fast,

Ólav kong at taka av døgum,

tað vildi eg í ein hast.

 

73 So rætti eg meg út yvir hann

við mínari djevulskraft,

kongurin hann vaknaði

so ógvuliga snart.

 

74 Hann tók í eina stóra bók,

tí hann var staddur í neyð,

bardi hana í høvdið á mær,

so pannan fór í tvey.

 

75 Tað tók so fast, eg fekk so ilt,

eg mátti burtur rýma,

allar mínar dagar

eg havi stóra pínu.

 

76 Og allar mínar dagar

mítt høvur skeivt at bera,

ikki kann tað rættast upp,

tað hongur niður á herðar.”

 

77 Kongsins menn nú høvdu hoyrt,

hvat ið her var snakkað,

fóru tá frá fjallarivu

spakuliga at fjakka.

 

78 Tí eingin skuldi vakna upp,

teir spakuliga ganga,

fóru aftur báðir tveir

um borð á Ormin langa.

 

79 Árla var um morgunin,

kongurin hevði frætt

um teir menn, í landi vóru,

sum alt høvdu hoyrt og sætt.

 

80 Kongurin svaraði: “Alt er satt,

sum tit siga frá,

arrið stendur í mínum fóti,

sum trøllið mundi klá.

 

81 Tí tá ið tað hevði kligið,

tá fór eg at hyggja,

ein bláur blettur av forgift

á fótinum mundi liggja.

 

82 Og ikki kundi tað lekjast

á fótinum, sum tað stóð,

bispurin mátti skera tað

burtur bæði við kjøt og blóð.

 

83 Eingin má nú fara í land,

men liggja her og sova,

í morgin skulu vær for sann

trøllunum forkoma.”

 

84 Fyrsta dagin aftur kom,

tá fóru teir í land,

gingu so at hvørjum steini

í Várharras navn.

 

85 Við bønir og sálmar og vígavatn,

tað gjørdu teir alt reint,

ikki góvu teir uppat,

fyrr enn alt var burturbeint.

 

86 Og nú er Noregi kristnað,

og friðaligt í lundum,

trøllini eru forkomin,

og fanin hann er bundin.

 

87 Raskur vart tú, Ólavur kongur,

tú vildi tað ikki spara,

mangan hevur tú trællin sligið,

lagt hann niður í dvala.

 

88 Takk havi tú, Ólavur kongur,

tú vart av Gudi kendur,

hetta kalla teir Trølla kvæði,

sum nú er komið til enda.

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

*meðan rósur og liljur *tær grógva* væl.

 

CCF 217

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 23 (AM, Access. 4); b: Kvæðasavn hjá Napoleoni  Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) III (1851), s. 24, nr. 92.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 414.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 29. bind, s. 50.

 

Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854) Hattarvík, fyri 1854.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017