• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Leivur Øssursson

 

Leivur Øssursson

 

CCF 218

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

meðan dagur líður,

um hann Leiv Øssursson,

tann hin garpin fríður.

 

Stígum fast yvir gólv,

sparum ei vár skó,

Gud man ráða,

hvar vit dansa onnur jól!

 

2 Sveinin vóks hjá Tróndi upp,

bæði vænur og vitur,

vaksin var hann mansligur,

og fagur var hans litur.

 

3 Tróndur situr í hásæti,

ræður hann so at telja:

“Gift teg, Leivur Øssursson,

tú hevur gott í at velja.

 

4 Sigmunds einkja á Skúgvoy situr,

hon eigur dóttur væna,

tú fært ikki frægari giftu,

hevði tú fingið hana.”

 

5 Leivur svaraði brádliga:

“Hana kann eg ikki fáa,

hennara móðir ber hat til mín,

og hon man við henni ráða.”

 

6 Til svaraði Tróndur,

heldur at tí gaman:

“Eg skal sjálvur fylgja tær,

tit skulu vist koma saman.”

 

7 Klæddust teir í klæði,

klæddust teir í skrúður,

vundu upp segl á Tróndar skútu,

at hava ta ríku brúður.

 

8 Inn kom ein so lítil svein,

talar so sínum orðum:

“Eg sær eina stóra skútu

sigla mót Dalaskorum.”

 

9 Til svaraði Sigmunds einkja,

letur so orðum tína:

“Vera man onkur ungur maður

at biðja dóttur mína.”

 

10 Hildu sína ferðina

móti Skúgvoy vestur,

so gingu teir á landið upp,

Tróndur og Leivur reystur.

 

11 Leivur gekk at húsum heim,

kom fyri hallardyr,

eingin hevði sætt reystari ungling

komið at oynni fyrr.

 

12 Tróndur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðju sína:

“Sit væl, ríka Sigmunds einkja,

gev honum dóttur tína!”

 

13 Mælti so ríka Sigmunds einkja,

var so bráð at svara:

“Tað er mær so hart ímót,

hon so skal burtur fara.

 

14 Øssur tók alt Sigmunds góðs,

tað er frætt so víða,

Leivur, væntar tú mína dóttur,

leingi skalt tú bíða.”

 

15 Tróndur stendur á hallargólvi,

letur ei orðum spara:

“Kalla mær moy í hallina inn,

sjálv fyri seg at svara!”

 

16 Inn kom Tóra, Sigmunds dóttir,

svaraði so for seg:

“Er tað, Leivur, títt ørindi,

at tú vilt hava meg?

 

17 Eg leggi tær trý vilkor fyri,

kanst tú tey uppfylla,

so skal eg lova tær trygdarorð,

títt ørindi gongur ei illa.

 

18 Tað fyrsta vilkor, tú svørja skalt,

tú voldi ei Sigmunds deyð,

annað, tú skalt mannin nevna,

tann sum voldi ta neyð.

 

19 Tað triðja vilkor, eg sigi fram,

ber tær væl at gera,

tú skalt hevna mín faðirs deyð,

so skal eg tín hústrú vera.”

 

20 Leivur stendur á hallargólvi,

klæddur í skrúður reyða:

“Eg svørji tað við sannan Gud,

eg voldi ei Sigmunds deyða.”

 

21 Til svaraði Tróndur gamli:

“Tað skulu tit snart frætta,

vita tað, Leivur, mín fosturson,

*hini skal eg útrætta.”

 

22 Gingu teir til strandar oman,

sigldu av Skúvoyar landi,

strikaðu ei á bunkan niður

fyrr enn á Gøtusandi.

 

23 Nú skal taka upp annan tátt,

gongur líka raðið,

kvøða um hann Torgrím illa,

hagar vendir kvæðið.

 

24 Tróndur kemur út árla morgun,

man meg rætt um minna:

“Nú lystir meg til Suðuroyar,

Torgrím skal eg finna.”

 

25 Gingu teir til strandar oman,

allir fylgdu Tróndi:

“Nú skal gista mannin tann,

teir kalla Torgrím ónda.”

 

26 Sigldu teir til Suðuroyar

á tann sama dag,

Tróndur hevði sítt rúnarkelv,

ikki gloymdi hann tað.

 

27 Torgrím stendur for hallardurum,

hyggur út fyri landi:

“Hvat man vilja Gøtu Tróndur

higar at mínum sandi?”

 

28 Tróndur so til orða tekur:

“Tað sigi eg tær enn,

eg biði teg um hús í nátt

fyri meg og mínar menn.”

 

29 Torgrím átti teir synir tveir,

sigst í kvæði mínum,

illir og óndir av sinnalag,

teir líktust faðir sínum.

 

30 Tróndur tekur til talu fyrst:

“Eg vil ikki yvir tí tiga,

hvat snakkast her um Sigmunds deyð,

tað skulu tit mær siga?”

 

31 “Her snakkast mangt um Sigmunds enda,

sum tær søgur ganga,

tey halda, Trónd[ur] hans lívið tók,

tá hann hevði allar fangað.

 

32 Summi halda, hann doyði av møði

av tí svimjing stranga,

summi, at hann myrdur varð,

so ymist tíðindi ganga.”

 

33 Tróndur reisist úr sessi upp:

“Hatta er tað sanna,

tú ert tann maður, ta gerning gjørdi,

sig mær einki annað!”

 

34 Tróndur talar til sínar menn:

“Nú taki eg við ráðum,

bindið mær snart Torgrím illa

við sínum sonum báðum!

 

35 Síðan skal eg tykkum vísa,

hvøssu teir tríggir doyðu,

eftir teir vóru av landi strongdir

út á havið breiða.

 

36 Kyndið mær eld á eldstaði,

tralverk harum gera,

tá má eingin tala eitt orð,

so tigandi allir vera!”

 

37 Tróndur setst á sessin tann,

sum stóð millum eld og verkið,

manaði hann teir tríggjar upp,

tann gandakallurin sterki.

 

38 Hurðin gekk so harðliga,

bleikt tað ljósið skínur,

maður kom í hallina inn

og mitt á gólvið trínur.

 

39 Dravvát klæði á likam hevði,

hendur út hann breiddi,

síðan gekk av durum út,

sum rúnarkelvið leiddi.

 

40 Hurðin gekk tá øðrum sinni,

harðari hon smeldi,

maður kom í hallina inn,

og hann gekk tætt at eldi.

 

41 Leggur hann hond á tralverk niður,

sjógvur úr honum streymar,

so blotnar hjartað í gøtumonnum,

rætt sum kavi kreymar.

 

42 Hamur gekk av durum út,

einki ilt hann gjørdi,

allir tagdu innanhallar,

eingin orð útførdi.

 

43 Tá leið ikki longur um,

enn eina so lítla stund,

tá brast hurð so harðan upp,

sum alt hevði farið í grund.

 

44 Stórur kom í høll[ina] inn,

høvur ber hann í hendi,

reyðan kappa á kroppi bar,

og snart av durum vendi.

 

45 Tróndur stóð frá eldi upp

og sær til fólkið vendi:

“Her kunnu tit nú sjálvir síggja,

hvat var teirra endi.

 

46 Sigmundur hann vist myrdur er,

tí ber hann høvur í hond,

Einar og Tórður druknaðu,

í sjónum góvu upp ond.

 

47 Sigmundur átti ein gullring stóran,

var av reyðargull,

kunnu tit hann hjá Torgrím finna,

so er sakin full.”

 

48 Leitaðu teir í Torgríms húsi,

long var henda stundin,

tá fanst hann í eini kistu,

í spjarrar var hann vundin.

 

49 Tróndur talar til sínar menn:

“Gerið ei tíð so langa,

reisið ein gálga av sterkum bjálkum,

har skal Torgrím hanga!”

 

50 Tróndur og hans fylgisveinar

vóru allir í ráðum,

hongdu teir hann í gálgan upp

við sínum synum báðum.

 

51 Tróndur fór til Gøtu aftur,

tá hann hevði tað útrættað,

Leivur glaður í hjarta var,

tá hann fekk tað at frætta.

 

52 Leivur fór til Skúgvoy aftur,

til sína hjartans kera:

“Nú er hevndur faðir tín,

nú mást tú mín hústrú vera.”

 

53 Leivur ektaði Sigmunds dóttur,

so er frá tí skrivað,

eingin hevur betri maður

her í Føroyum livað.

 

Stígum fast yvir gólv,

sparum ei vár skó,

Gud man ráða,

hvar vit dansa onnur jól!

 

CCF 218

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Hentzasavn (Ny kgl. Saml. 1954,4°), nr. 10, Johannes Clemensen skrivaði í 1819; b: Kvæðasavn hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 76, nr. 59; c: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 46; d: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) I, s. 46, nr. 9; e: Kvæðasavn hjá Jóni Jónssyni í Tórshavn 1871, 8°, nr. 3, úr søvnum Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn). Prentað í Dimmalætting 1882, Nr. 28 ff.

 

Útgávur:

1. Dimmalætting 1882, Nr. 28 ff.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 419.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 29. bind, s. 63.

4. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, Fróðskapur 2011, s. 153.

 

Heimild: Úr Sandoy. Johannes Clemensen, Jóannes í Króki (1794-1869) Sandi, 1819.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017