• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hábarðs kvæði

 

Hábarðs kvæði

 

CCF 219

Einki TSB-nr.

 

I Signuvu táttur.

 

1 Hamund kongur og Sigur kongur

sær fyri ríki ráddu,

livdu so leingi í verðini,

síni sorgarmál uppnáddu.

 

2 Hamund kongur og Sigur kongur

sær fyri ríki róðu,

livdu so leingi í verðini,

til teir sínar sorgir sóu.

 

3 Hamund kongur og Sigur kongur

sær fyri ríki ráða,

tungt man falla stríð ímillum

teirra synir báðar.

 

4 Tungt man falla stríð ímillum

teirra synir tveir,

Álvur og Hábarð, kongsins son,

og *avrekskappar fleiri.

 

5 Tungt man falla stríð ímillum

teirra synir tríggjar,

livdu so leingi í verðini,

til teir máttu sorgir síggja.

 

6 Hamund kongur og Sigur kongur

máttu av steikini smaka,

bitu upp á *kakuna,

ið drotning hevði bakað.

 

7 Blandað var hon við eitur og ónt,

so kvøði eg frá vendi,

danskir, norskir og saksungarpar

roykin av henni kendu.

 

8 Blandað var hon við eitur og ónt,

so greiði eg frá lúki,

fell til grús í teirra kroppi,

hon vríggjaði í teirra búki.

 

9 Skonkti hon í so beiska skál,

hon mundi teir flestu henda,

strakti seg gjøgnum ríki tvey,

tey fingu ein bráðan enda.

 

10 Endaði vórðu ríki tvey,

bæði slekt og stamma,

voldi tað Bera drotningin,

og Gunnvor, Svanhilds amma.

 

11 Drotningin skonkti so beisk ein skál,

hon mundi teim flestu rekka,

helti aftur at sínum munni,

mátti sjálv bermin drekka.

 

12 Kempur ríða saman í kamp,

ymist hvør ið vinnur,

sælur er hann í verðini,

ið ongar sorgir finnur.

 

13 Sigur kongur dóttur eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á jomfrúkinn,

sum droyrin drýpur á snjó.

 

14 Sigur kongur dóttur eigur,

von er hon sum lilja,

har ríða bæði kongar og jallar,

kongsins dóttur at gilja.

 

15 Sigur kongur dóttur eigur,

ljós er hon um enni,

eingin tann á Sjólondum,

ið líknast móti henni.

 

16 Ganga teir inn fyri Sakslands kong

við svørð og brynju blá:

“Hví man ikki Hildgir, sonur tín,

sær eina jomfrú fá?”

 

17 Ganga teir inn fyri Sakslands kong

við svørð og brynju fríða:

“Hví man ikki Hildgir, sonur tín,

sær eina jomfrú biðja?”

 

18 Tá svaraði Sakslands kongur,

drekkur á mjøðarker:

“Hvar vita tit so væna jomfrú,

ið hansara sámi er?”

 

19 ”Sigur kongur dóttur eigur,

fagur er hon sum sól,

so er at líta á jomfrúkinn,

sum droyrin drýpur á snjó.

 

20 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári,

heldur enn tann fagrasta summarsól,

ið fagur skín um várið.

 

21 Hon kann alt við hondum gera,

sámir væl ein kvinna,

hon kann bøkur og rúnarmál,

tað reyðargull kann hon spinna.

 

22 Hon kann alt við hondum gera,

tann frúa læra má,

hon kann bæði at lesa og skriva

bøkur og rúnarmál.

 

23 Her gongur rykti, at Sigur kongur

eigur sær dóttur væna,

eingin tann á Sjólondum,

ið líknast nakað við hana.

 

24 Hon hevur sær ein ‘gjilsajil’,

gjørdur av silvuri rára,

innan er hann av Ofirs gull,

hann skín sum sólin klára.”

 

25 Hildgir sprakk um borðið fram,

letur so orðum svara:

“Loysið mær skip av vágni út,

eg skal til Sjóland fara!”

 

26 Loystu skip av vágni út

bæði við segl og mast,

sigldu so til Sjólanda

og tað við størsta hast.

 

27 Hildgir kvittaði til Sjólanda

ta hina longu leið,

honum gekk ikki væl í hond,

tí frúgvin segði nei.

 

28 “Eg lovi ongan høviskan mann,

sum ei í stríð kann standa

móti mínum brøðrum tveim

at beita teir bitru brandar.

 

29 Tú ert for bleytur, ungi maður,

slíkar pustir at taka,

far teg aftur til Sakslanda,

so vanur í árni at raka!”

 

30 Frúgvin kastar kápu um seg,

belti hon um seg hefti,

setir upp á seg jomfrúkrans,

og gjørdi tað stóra lyfti.

 

31 “Kransin eg ei av høvdi taki,

eg svørji við drottin dýra,

fyrr enn eg fái so menskan riddar,

sítt vápin kann bera og stýra.

 

32 Eg eigi mær tveir raskar brøður,

slíkir eru ei í landi,

Álvur og Olgar nevndir á navni,

teim kann eingin bestanda.

 

33 So vil eg í kirkju í dag,

míni lyfti skifta,

kemur nakar, ið teir yvirvinnur,

so skal eg meg gifta.”

 

34 Lovaðu allir hennara lyfti,

bæði dansa og sprungu,

pípur og so *harpuljóð

fyri henni sungu.

 

35 Svaraði ein av kongsins monnum,

heldur á gyltari floy:

“Nú trúgvi eg, stolt Signuva

vil altíð liva moy.”

 

36 Upp steig frúgvin Signuva,

svarar so frá sær:

“Aldri man tann skjoldungaættin

doyggja út við mær.”

 

37 Kongurin tók tað spír í hond,

kong Dan tann fyrsti átti:

“Staðfest er nú Signuvu lyfti,

gjørt er [á] kongsins slotti.”

 

38 Hildgir vendi frúnni frá,

men frúgvin eftir sat,

sigldi so aftur til Sakslanda

við óforrættaðari sak.

 

39 “Meg lystir ei at dvølja longur,

gera ta tíð so langa,

vendið nú um til Noregi,

eftir reinari reglu ganga!”

 

40 Hákun reið til Svøríki,

kongsins lívið legði,

hann var bróðir til drotning tá,

ið Sigur kongur hevði.

 

41 Hábarð ríður á leikvølli,

Ásmundur honum næst,

tað var Hákun, bróðir hans,

ið honum í tankar brast.

 

42 “Kongsins høvur í Svøríki

Hákun av hálsi hjó,

eg skal tílíkt roysni royna,

tí eg eri bróðir góð.”

 

43 Hann legði niður skemt og leik

og fyri sín faðir gekk:

“Eg beri onga avind um tað,

ið Hákun bróðir fekk.

 

44 Eg vil vera mín bróður lík,

og ongan háttur minni,

nú lystir meg av landi út,

roysni av kappum vinna.”

 

45 “Tú hevur bæði makt og mót,

tað kann eg væl sjá,

heilur og sælur, sonur mín,

hvat stevnir tú tomur á?”

 

46 “Tað er Signuva, kongsins dóttir,

situr í Sjólands ríki,

hon eigur tveir so menskar brøður,

eingin er teirra líki.

 

47 Ongan vil hon ediling lova

sína lívsins tíð,

uttan hennara báðar brøður

yvirvinnur í stríð.

 

48 Eg skal meg til Sjólanda

at eggja teim út til stríð,

sápla niður tær reystkempur

og vinna tað væna vív.”

 

49 “Fátt er tær í huga komið,

tú hevur tagað *leingi,

danskir eru stríðbarir,

tú kemur ei aftur longur.

 

50 Danskir eru so í stríð

sum leyva, mist hevur ungar,

fert tú teg til Sjólanda,

tað vekir mær harmin tunga.”

 

51 “Tó skal eg til Sjólanda,

eg skoyti ei teirra vreiði,

eg kann svørð í lofti svinga,

sum danskir garpar fleiri.”

 

52 “Kanst tú ikki sita í frið,

so far eftir tínum tykki,

statt so væl og manniliga,

og æruna gloym tú ikki!”

 

53 So letur Hábarð, kongsins son,

síni skipin gera,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

54 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavnar og stýri av reyðargulli,

og so var seglið í topp.

 

55 Har kom mangur maður saman,

svørð og skjold kundi bera,

teir vildu fylgja í ferðini við,

tað danska tok at gera.

 

56 Har komu allir ‘tolborar’

við sterkum bogum í hondum,

har komu allir ‘Hornalommar’

við øksum og stómm stongum.

 

57 Hildu út av Noregi,

hundrað skip í flokki,

sigldu so til Sjólanda,

at froyðurin stóð frá stokki.

 

58 Fagur var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

59 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Hábarð, kongsins son,

sínum fótum á land.

 

60 Fyrst steig Hábarð, kongsins son,

sínum fótum á land,

tólv brvnjaðar herkempur

undir hans høgru hand.

 

61 Tólv brynjaðar herkempur

undir hans høgru hand,

slógu so sínar *tjaldbúðir

skamt frá sjóvarstrand.

 

62 Fylgdu honum til hallar heim

*avreksgarpar tólv,

Ásmundur við hans høgru síðu,

trettandi var hann sjálvur.

 

63 Tá ið teir komu til portsins dyr,

sum vektarin fyri lá:

Hvaðan eru hesir fremmindu menn,

ið banka so sterkt uppá?”

 

64 “Hetta er Hábarð, kongsins son,

her vil fyrst inn gá,

tað eru míni ørindi

kongsins dóttur at fá.”

 

65 Vektarin gár for kongin inn,

sum hann hevði verið fyrr: 

Trettan norðmenn herklæddir

standa við portsins dyr.”

 

66 “Lat teir ikki úti standa,

bjóð teim sess og sæti,

drekka mjøð og kláran vín

og eta av kongsins fati!”

 

67 Hábarð gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

68 Hábarð stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Sjólands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

69 Sjólands kongur til orða tekur,

skortar hann ikki fíggja:

“Bíða til Álvur og Olgar sterki

koma her aftur til bíggja!

 

70 Teir eru seg í ókunn londum,

vega sítt svørð í blóði,

sit, mensk[ur] Hábarð, kongsins son,

og leika við vænum flóði!”

 

71 Upp steig Bera drotningin,

tekur so spotskt at læa:

“Nú vænti eg, at Hábarð hevur

biðið sín egin skaða.

 

72 Eg gevi ikki mína dóttur

bróðurs bana í hendur,

tú er hansara næsti bróðir,

her fyri borði stendur.

 

73 Tú skalt líða for bróðurs deyð,

ið Hákun spenti av streingi,

vænta tú Álvs og Olgars svørð,

teir bíða nú ikki leingi.”

 

74 Inn kom Signuva, kongsins dóttir,

skonkti sum hon fekk mál,

svaraði drotning: “Tak við horni,

og drekk nú deyðsins skál!”

 

75 Hábarð tók við horninum,

frúgvin honum ræði,

sóu tað allir, ið inni vóru,

at saman yntust bæði.

 

76 Hábarð er í ríkinum,

bæði við gleði og gleim,

nú skemst stund, at kongsins synir

sigldu til Sjóland heim.

 

77 Kongurin talar til sína drotning,

besta sum hann kann:

“Vendi Hábarð so siðiliga

aftur til Noregis land.”

 

78 “Lat hann heldur á Sjólondum

leypa í sjálvs síns váða,

køla mín vreiði út í hans blóð,

við raskar brøður báðar.”

 

79 Tað hendi seg á einum sinni,

tey lótu á skógvin standa,

har kom tað hitt illa dýr,

ið drotning vildi granda.

 

80 Kongurin rendi til villbassan

í tí sama sinni,

veikar vóru hans gomlu hendur,

ikki beit egg á skinni.

 

81 Hábarð stakk tann villbassan

við sínum slíðraknívi,

frelsti drotning av teirri neyð,

tí hann unti vonum vívi.

 

82 Tað er ungi Ásmundur,

svarar so for seg:

“Hví talar tú ei til moynna blítt,

sum ást vil eiga teg?”

 

83 Tað er Hábarð, kongsins son,

ræður aftur at tala:

“Tað er ikki dygdig frú,

ið fyrst um elskóg mælir.”

 

84 Kongurin setst í hásætið,

talar um kempualvið:

“Set teg, Hábarð, kongsins son,

og leika við meg í talvi!”

 

85 Teir telva títt, teir telva dátt,

Hábarð altíð vann,

kongurin talar til sína drotning:

“Hevn mær handa skamm!”

 

86 Hábarð talar til kongsins dóttur:

“Um enn tað líkar teg,

tú skalt leika for tínar brøður,

eg for sjálvan meg.”

 

87 Víða leypa terningar

á talvborði fram,

bertelvt var á talvborði,

hvørgin partur vann.

 

88 Tað er frúgvin Svanhild,

svarar so frá sær:

“ Ymist verður kempustríð,

um Hábarð frúnna fær.”

 

89 Svanhild og frúgvin Signuva

vóru báðar eitt lív,

hon var Gotlands kongsins dóttir

og Olgars onkarvív.

 

90 Nú koma tey tíðindi

inn á hallargólv,

Álvur og Olgar komnir eru,

og rekkasveiggin hálv.

 

91 Ganga teir inn í høgaloft

við lyftum, teir hava lovað:

“Hildgir er vár stallbróðir

góð, hann skal hjá frúnni sova.”

 

92 Svaraði Sjúrður, kongsins son,

ið ríkið var borin til:

“Hábarð hann skal frúnna hava,

tað stendst hvat av, ið vil.”

 

93 Álvur talar til Signuvu:

“Systir mín hin søta,

tú skalt heldur Hildgir hava,

tí mær torir eingin møta.”

 

94 Upp steig Hábarð, kongsins son,

ræður nú á at herja:

“Her eru mínar báðar hendur,

við teim skal eg meg verja.”

 

95 Olgari rætti hann vinstru hond:

“Mítt navn eri eg bekendur,

høgru vísi eg, Álvur, tær,

ið her fyri borði stendur.”

 

96 Svaraði Hábarð, kongsins son,

heldur á brýndum knívi:

“Antin skal eg frúnna vinna,

ella lata lívið.”

 

97 “Hvussu eitur tú, mikli maður,

hevur so mangt á munni,

einki skalt tú rósa av,

fyrr enn tú hevur vunnið.”

 

98 “Eg skal siga alt mítt slekt,

og einki skal eg loyna,

Hábarð skalt tú nevna meg,

og nú vil eg teg royna.

 

99 Noregi er mítt fedrannaland,

í Tróndheim eri eg føddur,

Helvin og Hámund, brøður tveir,

teir verja landið eftir.

 

100 Hamund kongur er faðir mín,

Alvild er mín móðir,

Hákun kongur í Svøríki,

hann er mín elsti bróðir.”

 

101 “Hákun sló mín móðurbróður

og seg í stólin setti,”

brá so upp sín bitra brand

og Hábarð kongi hætti.

 

102 Hábarð sat í tvørbeinki,

roðin um hann sló,

lítur upp á brúður blítt,

og svørð úr slíðrum dró.

 

103 Sjúrður upp frá borði steig,

hann gjørdi altíð væl,

rópti ígjøgnum gyltan *lúður:

“Friður í kongsins sal.”

 

104 Ganga teir á slottinum,

ráða um stríðið leingi,

antin teir skuldu í tveykamp saman

ella við fólkameingi.

 

105 So fell teirra sakin út,

teir skuldu við skipum fara,

brynja út tað heila lið

og vápin ikki spara.

 

106 Tað var frúgvin Signuva,

sveipar at sær skinn,

og so búgvin gongur hon

for Hábarð kongin inn.

 

107 Frúgvin so til orða tekur

av so tungum vanda:

“Hábarð, hav í hondum hóv,

tá brøður beita brandi!”

 

108 “Eg kann snarari lívið lata,

tí teir eru menskir tveir,

líka javnt er skipatal,

men meiri fólk hava teir.”

 

109 Hon legði hendur um Hábarðs háls,

kallar hann søtan sín:

“Spar bæði teg og brøður tveir,

so verði eg *lutur tín!”

 

110 Hábarð heilsaði brúður blítt,

kysti hana á munn,

kiltust at á hesum sinni,

tár á kinnar runnu.

 

111 Brynja teir út tað garpalið,

gingu at skipaborðum,

drotning mælir títt við Álv,

so fast av nýtum orðum.

 

112 Sigldu teir frá landi út,

sum stríðið skuldi standa,

løgdu skipin borð um borð,

og royndu so bitrar brandar.

 

113 Álvsins skúta, størst av teim,

strakti upp til ský,

raplaði grót av toppi niður,

Hábarð loftaði tí.

 

114 Teir kastaðu bæði spjót og stengur,

Hábarð loftaði enn:

“Sitið kvirrir, norskir menn,

standið upp allir í senn!”

 

115 Hábarð sprakk á skipið upp,

Ásmundur aftaná,

tá rann blóð av Álvsins skútu

rætt sum nøkur á.

 

116 Berjast teir á miðjum bunka,

har var mannatrongd,

Hábarð og ungi Ásmundur,

teir ruddu fyri sær gongd.

 

117 Hábarð stendur á bunkanum,

roðin um hann sló,

tíggju fullu danskir menn

fyri hvørt høgg, hann hjó.

 

118 Hábarð brá sín brand á loft,

av dró barnagaman,

Olgar undir høggið kom,

tí bar báðum saman.

 

119 Berjast teir á miðjum bunka,

skipið tók at braka,

so var Olgar í víggi staddur,

hann gekk eitt spor tilbaka.

 

120 Hábarð gav so stórt eitt høgg,

alt tað, ið megnið beið,

skútan helti í ymsi borð,

og Olgar á dekki gleið.

 

121 Hábarð høgdi á øðrum sinni,

tá gekk maktin øll,

so var glatt á skipabunka,

Olgar á dekkin fell.

 

122 Olgar so til orða tekur,

smílist undir lín:

“Vunnið hevur tú sigur av mær,

og frúgvin hon er tín.”

 

123 Hábarð tók í Olgars hond,

reisti hann upp at sita:

“Vit era eintir á hesum sinni,

tað skulu allir vita.”

 

124 Tá ið Álvur hetta sá,

at Olgar var ein fangi,

snarliga svørð í loftið brá,

hann bíðaði ikki leingi.

 

125 Snarliga eftir bunkanum fór,

Hábarði vildi hann møta,

Hábarð kundi ei annað gera

enn skjoldin fyri seg bøta.

 

126 Álvur gav so vænt eitt høgg,

kappin tann hin boldi,

sundur gingu stálhandskar,

tá rivnaði Hábarðs skjoldur.

 

127 Hevði ikki Ásmundur

staðið honum bí,

so hevði Hábarð, kongsins son,

latið sítt unga lív.

 

128 Kneptu teir at Álvi sterka,

meintu hann at fanga,

hann høgdi so títt pá báðar hendur,

máttu frá honum ganga.

 

129 Álvur tók sær møði í hand,

aftur á Hábarð gekk,

so var sagt, at pípa teirra

annað ljóð hon fekk.

 

130 Tað standsaði stríð blant mann og mann,

fólkið í stavnin flýddi,

meðan Álvur og Hábarð kongur

grúiliga stríddu.

 

131 Gingu saman á skipabunka,

hvørgin vildi flýggja,

so gekk roykur av svørðum teirra,

teir kundu ei hvøngan síggja.

 

132 Gingu saman á skipabunka,

hvørgin vildi lúta,

gongur so eldur av svørðum teirra,

sum neistar av árni fúka.

 

133 Hábarð gav so stórt eitt høgg,

sum hann á bunka gekk,

Álvsins hjálmur rivnaði,

eitt sár á hálsin fekk.

 

134 Vreiður Álvur brandin brá,

hann kendi sær til sviða,

klývur hjálm av Hábarðs høvdi,

so kinnbeinið hekk við.

 

135 Tá ið Hábarð, kongsins son,

sá sær blóðið renna,

snarliga aftur mót Álvi gekk,

og letur gott alvið kenna.

 

136 Hábarð gav so stórt eitt høgg,

tað var mest av móði,

risti brynju og búk tillíka,

Álvur sputtaði í blóði.

 

137 Svaraði Hábarð, kongsins son,

fáir finnast slíkir:

“Hoyr tað, Álvur, kempa reyst,

nú skulu vit forlíka!”

 

138 “Eg havi fingið sár í dag,

sjálvur má eg tað trá,

eg verði ikki Hábarðs vinur,

stendur hvat av, ið má.”

 

139 Tók hann Álv úr mannadroyra,

læt til songar bera,

røktaði hann væl og virðiliga,

til hann mundi frískur vera.

 

140 Svaraði ungi Ásmundur

av so tungari neyð:

 “Tú passar meir pá annans skaða

enn tín egin deyð.”

 

141 Hábarð so til orða tók,

bæði við gleði og tukt:

“Skuldi eg gloymt ta ríku frú,

tað var ikki smukt.”

 

142 Hábarð so til orða tekur,

ræður á Álv at kalla:

“Samtykst nú tað systurlyfti,

lat so vreiði falla!”

 

143 “Nú hevur tú vunnið kongsins dóttur,

tað má eg tilstanda,

eg ríði ikki til brúdleyp,

men helst í fremminda landa.

 

144 Eg komi ikki í selskap títt,

tí tað kann eg ei gera,

sigl í morgin heim til lands

til tína hjartans kera!”

 

II Álvs táttur.

 

145 Árla var um morgunin,

sólin brandar á líðum,

Hábarð glaður í hjarta var,

tað líður at gleðskapstíðum.

 

146 Árla var um morgunin,

sólin tekur at branda,

Hábarð og frúnnar báðir brøður

sigla heim til landa.

 

147 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða,

sunnan síggja teir knørrir prúð

eftir havi skríða.

 

148 Vektarin kemur inn árla morgun,

sigur øllum frá:

“Eg sær skip av havi koma,

seglini gul og blá.”

 

149 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini gul og blá,

tað munnu vera tær reystkempur,

ið hiðan fóru frá.”

 

150 Leggja síni skip til lands,

frá man frættast víða,

kongurin og hans valdra lið

niður til strandar ríða.

 

151 Tá stóð gleðin høgt í ský,

hann hevði vald á vívi,

eftir spurdi Signuva,

um Álvur var í lívi.

 

152 Svaraði Hábarð, kongsins son,

heldur á hjørvarunni:

“Væl liva tínir brøður tveir,

men eg havi sigur vunnið.”

 

153 Svaraði Sjúrður, kongsins son,

heldur á brýndum knívi:

“Lovað veri tann dýra drott,

nú hevur tú vald á vívi!”

 

154 Ganga tey til hallar heim

bæði við gleði og gaman,

illa líkar drotningini,

einki nertur saman.

 

155 Hábarð og frúgvin Signuva

gingu hond í hond,

Sjúrður við hans høgru síðu,

niðan frá sjóvarstrond.

 

156 Olgar og frúgvin Svanhild

við so góðum sátti,

síðan bæði menn og kvinnur

gingu á sama hátti.

 

157 Tað var Bera drotningin,

ilt gat hon at vinna,

visti ikki, hvussu hon skuldi

svikum best uppfinna.

 

158 Drotning gekk í høgaloft,

lukku ynskir hon báðum,

eingin kundi á henni merkja,

at hon hevði svik í ráðum.

 

159 “Hoyr tú, Hábarð, kongsins son,

tað eru ráðini góð,

far tú teg til Noregis,

títt fólk í brúdleyp bjóð!

 

160 Hoyr tú, Hábarð, kongsins son,

tað skal eg tær ráða,

bjóð tú bæði faðir og móður

og raskar brøður báðar!”

 

161 “ Takk havi sæla drotningin,

at tú meg á tað minti,

gloymt mundi eg faðir mín,

sum eg av øllum ynti.”

 

162 Kongurin gár í høgaloft,

letur so orðum svara:

“Í morgin skal mín sæla dóttir

á brúðarbeinkin fara.”

 

163 “Eg skal bjóða alt mítt slekt,

so hevur drotning rátt,

sigla heim til Noregis

dag sum døkka nátt.

 

164 Men fyrst skal eg festa tað væna vív,

fyribyggja tann vanda,

síðan skulu vit brúdleyp drekka,

tá eg komi aftur til landa.”

 

165 Drotningin kemur út árla morgun,

sær seg um so víða,

sær nú hvar tað elskta par

mót kirkjuhorni ríða.

 

166 Hon glíggjar við sínum báðum eygum,

glettir upp á tenn,

reyðar rukkur í pannu stóðu,

sóu tað mangir menn.

 

167 Hon var bæði bleik og blá,

blóðið trongdi at hjarta,

so var hon við óndskap heit

sum helvitbálið svarta.

 

168 Hábarð festi kongsins dóttur

pá tann sama dag,

drotning krevur Gunnvor

for seg í eintal.

 

169 “Eg gevi tær bæði gull og silvur,

mangar ringar reyðar,

kanst tú hindra tað giftarmál

og Hábarð bringa til deyða.”

 

170 Drotning tonkti altíð ónt,

hon helt sín gamla vana:

“Olgar skal til Svøríkis

at bjóða bróðurs bana.

 

171 Tú skalt bjóða Svøríkis kongi

alt foruttan ekka,

bið hann koma til Sjólanda,

sítt bróðurs brúdleyp at drekka!”

 

172 Ganga teir til strandar oman,

festarsveinar tvá,

Álvur, Gunnvor og drotningin

tey leggja saman ráð.

 

173 Álvur, Gunnvor og drotningin

ganga saman at ráða,

hvussu tey skuldu Hábarð kong

so snart av døgum fáa.

 

174 Svaraði Bera drotningin:

“Nú vilja ráðini tróta,

ikki vilja danskir menn

síni lyfti bróta.”

 

175 Álvur so til orða tekur:

“Eg skal fólki stevna,

koma so allir dravilsmenn

mína skomm at hevna.”

 

176 Gunnvor liggur í síni song,

hugsar um Hábarðs deyða,

ongan kann hon svøvnin sova,

hon droymir um gullið reyða.

 

177 Olgar kvittar til Svøríki

bæði við gleði og gleim,

Hábarð vant upp segl í topp,

hann sigldi til Tróndheim.

 

178 Vant hann upp síni silkisegl

við so nýtum orðum,

Strikar ei á bunkan niður

fyrr enn við Tróndheim norður.

 

179 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land.

Læt hann síni ankør falla 

á so hvítan sand.

 

180 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

Fyrst steig Hábarð kongsins son,

sínum fótum á land

 

181 Fyrst steig Hábarð kongsins son,

sínum fótum á land,

Tá vóru hansara báðir brøður

gingnir niður til strand.

 

182 Svaraði Helvin, bróðir hans,

Fyrsta orðið tá:

“Hvar er frúgvin Signuva,

tú ætlaði tær at fá?”

 

183 “Eg havi vunnið sigur og søgn,

frúgvin hon er mín,

Tit skulu fara til Sjólanda

at drekka tann klára vín.

 

184 Loysið út av Noregis landi

tretivu skip í skara,

eg skal finna faðir til máls,

men tit skulu fyri fara!”

 

185 Hábarð gekk frá strondum niðan,

sveipar síni skinn,

og so búgvin gongur hann

for sín *sæla faðir inn.

 

186 Tað var Hábarð, kongsins son,

inn í hallir sá,

sjúkur var hans gamli faðir,

hann á seingini lá.

 

187 “Ver vælkomin, mín sæli son,

higar nú til mín,

hvøssu tók hann Sjólands kongur

við bønarorðum tín?”

 

188 Svaraði Hábarð, kongsins son,

smílist undir lín:

“Eg havi vunnið sigur og søgn,

og frúgvin hon er mín.”

 

189 Tað er Hábarð, kongsins son,

letur á randi ljóða:

“Tað eru míni ørindi,

tær til brúdleyps bjóða.”

 

190 Kongurin setst upp undir seg,

klæðir seg væl í skrúður:

“Eg skal fylgja til Sjólanda

at síggja ta ríku brúður.”

 

191 Olgar gongur í Uppsals dal

alt fyri uttan ekka:

“Nú bjóði eg tær, Svøríkis kongur,

bróðurs brúdleyp at drekka.”

 

192 “Takk havi tú for tilboð títt,

tú aktaði meg so hátt,

men eg havi við mær brynjað lið,

eg vænti mær lítið gott.”

 

193 Vendi nú um til Sjólanda,

her gongur kvæðið í kross,

Álvur við sínum dravilsmonnum

letur nú halda til sjós.

 

194 Hann fekk ikki fleiri dravilsmenn

enn danskar stripparar seks,

sigldi so til Sakslanda,

har var tað, ið flotin vóks.

 

195 Hann sigldi so til Sakslanda

og var ei seinur til ferða:

“Hildgir, brynja út alt títt lið,

vit skulu eitt úttok gera!

 

196 Hábarð er í Noregi,

fólk í brúdleyp biður,

hann kemur ikki herklæddur,

hann væntar, at tað er friður.

 

197 Ligg ikki inni, Hildgir kongur,

vilt tú flóðið gilja,

leggið os heldur í vegin fram,

Hábarð við høvur skilja!”

 

198 Valdu út av Sakslandi

alt tað fólkameingi,

hundrað skip og fimmti til

og fimtan túsund dreingir.

 

199 Sigldu gjøgnum Oyrarsund,

tann hin vegin langa,

hildu so til Skagan fram,

tann hulda loynitanga.

 

200 Teir lógu undir tanganum

fult í dagar tríggjar,

fyrst fekk Hildgir, Sakslands prinsur,

norskar skútur at síggja.

 

201 Helvin og Hámund, brøður tveir,

tretivu skipin førdu,

vistu ei av svikunum,

ið Álvur og Hildgir gjørdu.

 

202 Álvur rustar seg til stríð,

Helvin og Hámund síggja,

heldur vildu norðmenn doyð,

enn teir vildu undan flýggja.

 

203 Álvur steig á skipið inn,

tað var alt so fast,

brandin legði á Helvins háls,

høvur á bunka brast.

 

204 Hildgir sínum svørði brá,

tað var mest av móði,

kleyv so Hámund í lutir tvá,

hann velti í sínum blóði.

 

205 Høgdu og stungu Noregis menn,

so leingi sum teir kundu,

inntil fimmti saksisk skip

tey máttu sjunka til grunda.

 

206 Sokkin vóru tey norsku skip,

Álvur sigur vá,

ein bar livandi boðini,

ið Hábarði segði frá.

 

207 Álvur tekur Helvins høvur,

setir upp á spjót:

“Ikki skal Hábarð gleða seg,

tá hann kemur mær ímót.”

 

208 Hábarð standsar ei síni ferð,

tó har var vandi meiri,

einum skipi sigldi hann á,

og eingi hevði hann fleiri.

 

209 Hábarð sá í stavni standa

mann við dragið svørð,

har stendur uppi á spjótsoddum,

bróðurs høvur er.

 

210 Upp steig reystur Noregis kongur

á síni gomlu bein,

tekur eitt spjót í sínar hendur,

ætlaði Álvi mein.

 

211 “Eg eri bæði blindur og deyvur,

einki kann eg sjá,

eg stundi nú til tann vissa deyð,

ið eg havi eftir tráð.”

 

212 Kongurin skeyt sítt spjót av hond,

sum aldurdóm kann sáma,

rendi fram við Álvsins síðu,

ikki kundi hann ráma.

 

213 Álvur legði ørv á strong,

tann ið vildi vera,

skeyt so Hamund, Noregis kong,

ímillum rivs og herða.

 

114 Tá ið Hábarð hetta sá,

at sín fell faðir frá,

ógvuliga við miklari vreiði

fram í herin brá.

 

215 Fimtan favnar dýpið breitt

millum skipaborð,

vreiður Hábarð yvir leyp,

hann hevði ei fleiri orð.

 

216 Vreiður Hábarð yvir leyp,

hann hevði ei fleiri orð,

snarliga Álv á hálsin brá,

so høvur fell for borð.

 

217 Tað var Hábarð, kongsins son,

hann var í hondum ei sein,

skeyt eitt spjót í Hildgirs kropp,

risti hann inn í bein.

 

218 Hildgir vendi snekkju av,

letur nú undan ríða,

einans sluffa var til besta,

ikki var tí at bíða.

 

219 Tað var Hábarðs størsti skaði,

at hann ikki hin forfylgdi,

vendi aftur at landinum,

sín faðir jorda vildi.

 

220 Hildgir søkti drotning upp,

henni alt hann segði:

“Hábarð Álvi brandin sendi,

høvur av hálsi legði.”

 

221 Svaraði Bera drotningin,

lítur upp mót oy:

“Vunnið hevur hann níðingsverk,

derfor skal hann doy.”

 

222 Tað var Hábarð, kongsins son,

sín faðir flutti til høldar,

meðan letur drotning kynda

stórar óndskapseldar.

 

223 Hann kastaði upp ein djúpan heyg,

sín faðir legði í mold,

tárini honum á kinnar rann,

har hann stóð á fold.

 

224 Tríggjar setti hann marmorsteinar

í kross á faðirs leið:

“Enn skal eg til Sjólanda,

men ei verður ferðin greið.”

 

 

 

III Hábarðs vísa.

 

225 Hábarð vant upp segl í rá,

kvittar á Týstrupsund,

nú gerast kortir vegir langir,

líður at evstu stund.

 

226 Frætti hann tað at skipaborðum,

alt var yvirlagt,

Hildgir hevði drotningini

allar sakir sagt.

 

227 “Eg eri eina á skipaborðum,

eg eri skjótur at leggja,

heldur skal eg í moyggjarklæði

enn sjálvsins vanda at eggja.”

 

228 Hábarð letst í moyggjarklæði,

Ásmundur dró uppá,

hann vildi finna frúur á máli,

leggja við hana ráð.

 

229 Gingu teir til hallar niðan,

Hábarð og Ásmundur báðir,

góvu seg út fyri skjoldmoyggjar,

sendar av Hákuns ráði.

 

230 Hábarð gekk til jomfrúbúr,

frá man frættast víða,

tá lá frú í Svanhilds skjøt

og svav tann svøvnin blíða.

 

231 Hábarð gekk til jomfrúbúr,

letur sum snarast skunda,

tá lá frú í Svanhilds skjøt

og svav tann svøvnin tunga.

 

232 Hábarð heilsar brúður blítt,

gjølla kendi hon hann,

báðar hendur um hálsin legði,

tár á kinnar rann.

 

233 So var teirra gleðin mest,

hjartasorgin størst,

har var bæði ‘græt’ og ‘glæt’,

tí eingin kendi gest.

 

234 Gunnvor so til orða tekur,

fyrsta orðið tá:

“Skjoldmoy kann ei leingi sita,

hon man føtur tvá.”

 

235 Gunnvor settist for Hábarðs knæ,

tekur hans føtur tváa:

“Loðin eru kvinnubein,

samanlopin í tóva.”

 

236 Gunnvor tókti undarligt,

moy hevði hendur stríðar,

Hábarð gav til svar, at moyggjar

í hvørjum vasi ríða.

 

237 Gunnvor tókti undarligt,

moy hevði hendur harðar,

Hábarð gav til svar, at moyggjar

í hvørjum vási fara.

 

238 Hon gav skjoldmoy mat og drekka,

skonkti henni vín,

hann fekk aldri so stór ein skál,

hann drakk hana jú til sín.

 

239 Gunnvor tókti undarligt,

at skjoldmoy vínið drakk,

síðan gav hon akt uppá,

tá hann begynti at snakka.

 

240 Gunnvor hugsar við sjálvum sær,

heldur á mjøðarskál:

“Hatta er ikki kvinnureyst,

men heldur kallmans mál.”

 

241 Mintist hon á tað reyðargull,

drotning hevði lovað,

eftir spurdi Gunnvor,

hvar skjoldmoy skuldi sova.

 

242 Svaraði frúgvin Signuva,

fyrsta orðið tá:

“Hon skal í mítt loynikamar

hvíla undir høgind blá.”

 

243 So var Gunnvor gulli kær,

sum svávulseldar brenna,

so fór hon at við øllum lutum,

hon fekk hann at kenna.

 

244 Smikraði hon blítt for teirra eygum,

sum hon vildi loyna:

“Eg skal taka títt skjold og svørð,

í mínum goymslum goyma.”

 

245 Signuva trúði henni gott,

meinti, at hon var blíð,

hon hevði hennara fostra verið

upp av ungdóms tíð.

 

246 Gunnvor gekk av durum út,

festi hurð í klova,

Svanhild snúðist teimum frá,

hon gekk til songar at sova.

 

247 Hábarð og frúgvin Signuva

vóru nú eina inni,

setti frúu á knæ sítt upp,

og mælir í sama sinni.

 

248 Hábarð so til orða tekur

eftir fornum vanda:

“Hvat eru nú tey bestu ráð,

ið okkum fyri standa?”

 

249 “Kann tað ikki betur gá,

enn tú manst deyðan henda,

tá ið tú á blokkin fert,

tá skal mítt lív enda.”

 

250 Frúgvin so til orða tekur

av so tungum stríði:

“Hvussu skal eg tíman vita,

tá ið [tú] letur lívið?”

 

251 “Ásmundur skal í skógnum standa,

reisa upp eina floy,

tað skal vera kennitekn,

í ta stund man [eg] doy.”

 

252 Gunnvor akslar kápu blá,

inn um portrið rendi:

“Statt upp, drotning, lat meg inn,

tí her er Hábarðs endi!

 

253 Eg fái ikki, drotning góð,

snakkað fyri harmi,

Hábarð er í moynnarsali,

svevur á brúðar armi.

 

254 Statt upp, drotning, sov ei longur,

lætta angist og trá,

her havi eg hans góða svørð,

hartil hans brynju blá!”

 

255 Drotning sprakk á føtur glatt,

inn fyri kongin at kæra:

“Hábarð er í moynnarsali,

kreinkar tín dótturs æra.”

 

256 Kongurin vaknar av blundi upp,

bæði av skrekk og neyð:

“Er tað satt, ið talað er,

tá skal tað blíva hans deyð.”

 

257 Gunnvor leyp sum snarast var

for Svanhilds song at stá:

“Olgar hevur lívið latið, eykast meiri trá.”

 

258 Hildgir sprakk til jomfrúbúr,

saksir honum á bak,

stoyttu upp dyr við glavint og spjót,

bæði við buldur og brak.

 

259 Tá ið teir stoyttu dyrnar upp,

svóvu tey so fast,

Hábarð vaknar av blundi upp,

tá hurð úr klova brast.

 

260 Saknar hann bæði skjold og svørð,

lítur á Gunnvors inna,

leitaði runt um borgina,

men har var einki at finna.

 

261 “Burtur er mín brynja,

hartil mítt góða svørð,

hoyr tað, Signuva, søta mín,

hetta var mær ein ferð.”

 

262 Svaraði drotningins kamarsvein,

fremstur í spíssi stendur:

“Nú skal eg í Hábarðs blóði

vaska mínar hendur.”

 

263 “Ei skalt tú í mínum blóði

síggja gleði og teit,”

hann stoytti hann so á hallargólv

og høvur av herðum sleit.

 

264 Svaraði frúgvin Signuva,

svør á sína trú:

“Gud gevi, allir dravilsmenn

teir gingu tann veg sum tú.”

 

265 Tyrptust inn at øllum durum,

salurin fullur var,

Hábarð sær nú allar vegir

treingjast fyri sær.

 

266 Ikki kundi tann mannamúgva

Hábarð kongin basa,

fyrr enn hann borð og borðstólar

og beinkir hevði knasað.

 

267 Tóku teir Hábarð, kongsins son,

bundu hann so f ast,

ei var smáur líntvongur,

ið honum á beini brast.

 

268 Hildgir tekur í frúnnar hond,

kallar nú søta sín,

vendi so aftur mót Ásmund unga,

ætlar hans lív at týna.

 

269 Ásmundur stóð seg manniliga,

hvørki røkk ei støkk,

so leingi hann í moynnarsali

nakað í hendur fekk.

 

270 Hildgir brá sín brand á loft

ætlaði Ásmund at raka,

Ásmundur gjøgnum herin leyp,

teir kundu hann ikki taka.

 

271 Ásmundur sprakk av durum út,

ikki fekk hann mein,

so læt hann á skógvin standa,

hann brúkti armar og bein.

 

272 Teir settu vakt um frúnnar sal,

meiri sorg at gera,

eingin skuldi út ella inn

og nøkur tíðindi bera.

 

273 Svanhild og frúgvin Signuva

funnu upp á tey ráð,

kyndu upp ein stóran eld,

sum tær skuldu brenna á.

 

274 Kyndu upp ein stóran eld,

sum tær skuldu brenna á,

tjørutunnur og grannstokkar

tær løgdu har íhjá.

 

275 “Ei skal eg eftir Hábarðs deyð

liva við sorg og trá,

spentu so snórar á jarnkrókar,

sum tær skuldu hanga á.

 

276 Teir førdu Hábarð á tingið inn

við svørð og skjoldi reyða,

so fell teirra sakin út,

at hann varð dømdur til deyða.

 

277 Teir førdu hann hen til jomfrúans búr,

har skuldi hann rættaður verða,

Hildgir og Bera drotningin

tey mundu tá kredsin gera.

 

278 Drotningin tók sítt gylta hom,

ræður til Hábarð at tala:

“Drekk tín deyð og brúðgóms skál,

tú skalt ikki longur gala!”

 

279 Hábarð tók við horninum,

orna tók hans blóð,

besta mann av kongsins monnum

høvur av herðum sló.

 

280 Hábarð hatt av høvdi tók,

veiftrar á skógvin fram:

“Nú er komin evsta stund,

og Ásmundur gruna kann.”

 

281 Ásmundur reisti upp stong og floy,

Signuva hetta sá,

snarliga stoytti hon voks á træ,

og setti so eldin á.

 

282 Síðan spentu moyggjar tvær

strikku um hálsin bjarta,

deyðin skuldi snarari

treingja at teirra hjarta.

 

283 Hábarð stendur á grønum vølli,

longur ei liva vildi:

“Nú síggi eg, stolt Signuva

sín tróskap hevur hildið.”

 

284 Hábarð talar til bøðilin:

“Eg vil ikki liva longur,

nú síggi eg, at eldurin

av jomfrúins búri gongur.”

 

285 Allir vendu til búrið heim,

Hábarð eftir stóð,

snarliga leyp hann aftaná

og inn í bálið tróð.

 

286 Hábarð sprakk í bálið inn,

 hann gat ikki úti standa,

hann fann Signuvu, sína brúður,

brenda upp til handa.

 

287 Har fann hann tað búgvið svørð,

ið riddaran komst av hondum,

síðan gekk á grønan vøll

frá báli og blonkum brondum.

 

288 Skaftið setti hann niður í jørð

og oddin í hjartað rendi,

fell so yvir tað væna vív,

og so fór teirra endi.

 

289 Hákun kvittar á Týstrupsund

við alt sítt brynjað lið,

Olgar sær, hvar eldurin logar

høgt upp undir ský.

 

290 Olgar skundar síni ferð,

heim til bálið rendi,

livandi fann hann sína brúður,

men klæðini vóru *brend.

 

291 Olgar glaður í hjarta var,

hann frelsti frúur av neyð,

sorgin honum í hjarta brast,

tá hann hoyrdi Hábarðs deyð.

 

292 Sigur kongur til songar gekk,

sorgin mundi hann klemma,

vendi seg til veggin so brátt

við eymkiligan stemma.

 

293 “Visti eg fyrr, tað ið eg veit nú,

at elskóg tvingar deyða,

ei skuldi *Álvur skilnað gert

fyri mítt gullið reyða.

 

294 Meg tvingar alt mín dótturs deyð,

og so tann elskógs eldur,”

Sigur kongur ond uppgav

tann triðja dag at kvøldi.

 

295 Hákun vreiður í sinni var,

hann tekur til bitra branda,

legði niður alt Sakslands lið

og Hildgir skilti við anda.

 

296 Hann legði niður á Sjólondum

alt tað fólkameingi,

drotning høgdi hann høvur frá:

“Tú livdi nú alt for leingi.”

 

297 Sjúrður sigldi av landi út,

hann lysti ei longur at vera,

sjunkaði niður til havsins botn,

hann mundi tað sjálvur gera.

 

298 Eingin livdi av Noregis monnum,

ið tá var av kongablóði,

uttan Hákun Hamundsson,

ið Svøríkis ríki róði.

 

299 Ásmundur livandi boðini bar,

tá ent var Sjólands æra,

Olgar ektaði Svanhild,

men ei vildi krúnu bera.

 

300 Gunnvor einki til lønar fekk,

hvørki gull ei eyð,

hon mátti føla helvitis pínu

bæði í lív og deyð.

 

301 Syrta eitur Olgars dóttir,

henni beyðst maður av gavni,

hann fekk Danmarks krúnu at bera,

Hálvdan nevndur á navni.

 

CCF 219

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), nr. 9, skrivað hevur Johannes Clemensen í 1821 eftir Jens Christian Djurhuus í Kollafirði; prentað við upprunarættskriving í Jóannes í Króki: Sandoyarbók I, s. 62-76, Tórshavn 1968; b: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) II, s. 45, nr. 34; c: Sunnbiarbók (um 1850), søvn Jakob Jakobsens (Føroya landsbókasavn, Tórshavn).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 419.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók I, s. 62, Tórshavn 1968.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 29. bind, s. 72.

 

Heimild: Úr Streymoy. Jens Christian Djurhuus, Sjóvarbóndin (1773-1853) Kollafirði, 1821.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017