• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ljómurnar

 

Ljómurnar

 

CCF 220 A

Einki TSB-nr.

 

1 Hægstur heilagur andi,

himnakongurin sterki,

so lovliga lív tú meg!

Gud signi os á sjógv og landi,

sannur í vilja og verki,

tú hoyri, eg heiti á teg.

Forða tú mær frá vándans pínu og díki,

hóttur av øllum kvalum frá mær víki,

mær veitst tú tað, Mariu sonurin ríki,

mæla kundi nakað, *so tær* líki.

 

2 Dagarnar seks teir dýru

drottin mín tá skapti

allan heimin her,

sum mjúkliga Mósis skýrdi

við miklum dygdarkraftum,

og so er greint fyri mær.

Skírdi hann loft og skapti hann allar kinnar,

so vegliga kundi hvør frá øðmm rinna,

síðani tempraði hann tunglið, sól og vindar,

so tíguliga hann alt kundi loysa og binda.

 

3 Ádóm, faðir vár fyrsti,

frá hann skapti á foldum,

rætt sum hvør maður veit,

hann læt seg tartil lysta,

líkaði teim á foldum

við samri sólargrein.

Nú vil eg beggja teirras navn útinna,

sum hann vildi vára tvingan linna,

Ádómur æt og Eva, hans lystiga kvinna,

valla máttu vænari tvey hjún finnast.

 

4 Teim var lagt við láni

at liva við alskyns gleði

so trygt í Paradis,

sum veitir á tann væna

so vítt yvir allar kinnar,

og teim var *sælan vís.

Forbeyð hann teim at bíta tað eplið av kjarna,

blessað mundi teim einki annað varna,

tað birtist av tann hægsta sólarstjarna,

hon bar hann í heim og hjálpti Ádóms varna.

 

5 Dýra drottin Maria,

drottin mín henni sendi

ein av einglum sín,

sagdi hann teim av sonnum,

so fell teim orðum ‘vonnun’:

“Nú roynist halgan tín”.

Tjúgu vikur og tólv at greina,

hartil seks og umframt eina

tað gekk Maria við burðinum reina.

 

6 Níggju mánar í hægsta,

rætt sum spámenn játtu

os við fagrum frið,

hon bar sína byrði hægstu,

rætt sum Gud sjálvur átti,

av sínum halgum kvið.

Ein æt Balsar, offraði gull við hondum,

annar æt Melkir, vilkus ráð um vándum,

Jaspur hann bar roykilsi á hondum,

eystan komu teir kongar tríggir úr londum.

 

7 So var honum trongt fyri hendi,

tornakrónan bagdi

. . . . . . . . . . . . . .

holdið skarst frá hendi,

følnaði liturin fagri,

og dundi droyri við.

“Eg varð bardur, sligin og stoyttur móti hørðum gróti,

háðiliga happaður av øllum hótri,

hvat er tað góða, tær gerið mær her ímóti?

sundur stungu teir síðu mína við spjóti.”

 

8 Nóns var dags í hægsta,

sum skapti himmal og landa,

hann læt sítt lív á kross,

sá rúman rødd hin skæra,

sá ríki gav upp sín anda,

so frægur at hjálpa os.

Flest alt mundi hann faðirs síns vilja útinna,

hesum svarar Gud sínum orðum á sonnum,

so hermiliga má ‘lujda’ leggjast í minni,

heimurin allur tapti birting sín.

 

9 Tá kom evri ótti

av gýðinga munni,

tá ið hvør vildi líva sær,

flutti alt í flokki,

fólkið, hvør sum kundi,

tey blessaðu, burtur frá mær.

Nevnda Maria og sankta Jóannis bæði,

so mikil var teirra sorg og hjartans møði,

tey óttaðust hvørki ódnir ella bræði,

undir korsi frá teim fastnastaðir.

 

10 . . . . . . . . . . . . . . .                              

Eg var so fúsur at fylgja tær til pínu,

aldri flýddi eg undan korsi tínum.

 

11 Tá kom evri ótti,

illi vándan kvíddi,

hann sá tann halga kross

sámiliga sum søkti,

sjálvur Gud sum stríddi,

hann náði allar os.

Lokurnar brustu, loysti hann allan vanda,

allar bøtti hann Evu mótgerð hin ranga,

alt helvitið tað opna tók, hitt langa,

inn reið Jesus við valdi sínum at ganga.

 

12 Akk! akk! her einglasveitti(!),

líður á tjøldrum mínum,

eg lovi tað í loysnara neyð.

. . . . . . . . . . . . . . .

 

13 Rætt sum sigist í versi,

alt helvitið hann oyddi,

tá ið Jesus Kristus var ein,

og so snart hann sneiddi

mjúkliga við helsótt síni

alt eftir Evu ein.

Tað man frættast bæði á sjógv og á londum,

bant hann hann við blessaðum orðum vándum,

fjøtrini liggja á fótum hans og hondum,

skrottin brennur sjálvur í teim bondum.

 

14 So er nú vára minni,

eg kann tað ikki dylja,

sum Kristus kunnigt er,

hann eyðmjúki vára sinni,

staðfastliga biðið!

O Gud, fyrigevi tú mær.

Djarvliga hevur tú os agnarorðini ‘snajda’,

stoytist fast frá vándans pínu og sneiðum,

tá ið tú gavst út títt holdablóðið tað reyða,

Jesus Kristus, lat os njóta tín deyða!

 

15 Sum hann í salinum situr,

sólarkongurin frómi,

við gleði og allari makt,

hann kemur vist at vita

vára sáligu dómar,

og tað hevur Dávur sagt.

Tá kemur eldur av vándans *pínu og lastum,

eldurin brennur á sólarplássi hægsta,

mílir teljast fleiri enn túsunda rastir,

tá man jørðin búkar úr sær kasta.

 

CCF 220 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Kvarthandrit Svabos  (Gl. kgl. Saml. 2894) I, nr. 1, 1781-82; b: Ny kgl. Saml. 1955,4°.

 

Útgávur:

1. Jens Christian Svabo: Svabos Færøske Visehaandskrifter . Chr. Matras legði til rættis (1937-39), s. 7.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 438.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 73.

 

Heimild: Úr Vágum. Jens Christian Svabo (1746-1824) Miðvági, 1781-82.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017