• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Púka ljómur

 

Púka ljómur

 

CCF 221

Einki TSB-nr.

 

I

 

1 Frá Bretland hoyrdist songur,

slíkt hoyrist ikki longur,

um ondirs syndafall,

Mikael stóð í stríðum

við sínum einglum blíðum

ímót tann himmaltræll.

Almakt hann í svalandi dýpið rendi,

við sínum einglum hann í pølin sendi,

evig vreiði eftir teimum brendi,

sligin lá í helviti hvør ein fjendi.

 

2 Niðri í svávulshavi

lá einglaherur bravi,

sum trossaði Harrans makt.

Í tríggjar vikustundir

tá dvala teir helvithundar,

so hevur tað kvæði sagt.

Raknar hann Sátan sjálvur fyrst úr dvala,

so tekur ónda tunga til at tala:

“Mist havi eg nú himmiríkið sæla,

hann er høvur, og eg man verða til hala.”

 

 

3 Belsebub upp hann hyggur,

sum hann í pøli liggur,

hann næstur var í kraft:

“Tú, einglars høvding gevi,

tað stríð var okkum strevið,

nú hava vit himmal tapt.

Gløðandi ríki hava vit aftur fingið,

helviti kom, og himmiríki er gingið,

kalla tín her til ráð í einglatingi,

liggið ei her, men upp á landið springið!”

 

4 Teir reistust upp úr pøli,

og Sátan skar tað brølið,

so helvithola skalv:

“Mínir stríðmenn djarvir,

her er ei himlaarvur,

vit búgva við avgrunds galv.”

Svávulsbylgja tók tá til at bróta,

dundrar hart, sum goturstykki skjóta,

upp fleyg ótaligt tal tá til at njóta

sítt helviti og seg á landi fóta.

 

5 Nú stóð tann herur sterki

á helvits landamerki,

og Sátan kongur er.

Fram banarin varð tikin,

av gyltu stong útrikin,

í flammur luftin sker.

Nú hann Sátan sá tann herin standa

í longum rekkjum alt for uttan vanda,

vildi troysta, tó var samanblandað

tala rødd, tí stóra mót var strandað.

 

6 So stórur eingin herur

í hesi verøld verður,

sum henda devlamongd,

av óndskap var betikin,

frá sáligheit útrikin

og nú í avgrund slongd.

Byggja teir upp tað helvitslottið reysta,

við stál og jarn teir tað tilsaman festa,

gjørt við devlahandverki treysta,

har at halda helvitráð tað versta.

 

7 Nú ráð varð hildið saman,

tað var foruttan gaman,

teir vísastu hildu ráð,

har í teim helvitkrókum,

men út úr lívsins bókum

tey nøvn eru strokin frá.

Spilla vildu teir Harrans góða verkið,

lovaði hvør ein helvitsdevil sterki,

entin tað fell so lættliga ella berkið,

allir løgdu so noya tað til merki.

 

8 Tað ráð nú enda hevði,

sum kvæðið forðum segði,

hvør sín forrætning tók,

teir mektigastu fylgdust,

men hinir sundurskildust,

at speia hvønn ein krók,

summir fóru grant seg um at hyggja,

summir fóru váning til at byggja,

summir uppi í svørtum skýggjum skyggja,

summir niðri á brendu avgrund liggja.

 

9 Sátan ilskusnúgvin

til ferðar er nú búgvin

at finna skaptu verð,

hann spennir gyltar veingir

við sterkar devlastreingir

at fremja sína ferð,

stundum mundi hann miðjan luftin fúka,

stundum undir lofti mundi dúka,

stundum fram við avgrund mundi strúka,

so var skund á hesum ónda púka.

 

10 Nú helvitvegur líður,

tá fram mót honum skríður

tað øgiliga trøll,

fyri hvørt tað spor, tað strevar,

alt helvitið tað bevar

og syndins avkom øll,

við portur læt seg fúli deyði kenna,

syndin hjá tí ókrút mundi renna,

læt upp helvitportur til at menna

mót hjá devli, dømdur til at brenna.

 

11 Synd helvitport uppletur,

og Sátan tykir betur,

tá hann ta opning fekk,

tað portur tók at knaka,

út slapp tann gamla draka

og út av helvit gekk.

Flammu og royk tann pølur vítt útsprændi,

í svelandi dýp, alt út av brendum landi,

leiddi tann ónda sum í einum bandi,

tó enn hjá honum kom ein størri vandi.

 

12 Ei mót hjá devli trýtur,

hann inn í dýpið brýtur

ígjøgnum myrk og grús,

sum elementir sandast

og altíð samanblandast

í evigt sús og dús.

Stundum hann í ‘høgdu’ mundi støkka,

stundum aftur móti avgrund hvøkka,

djúpt í gomlu nátt hann mundi søkka,

lítið hop var ljósinum at røkka.

 

13 Í niðu Sátan baldrar,

hann upp og niður spjaldrar

í myrku gomlu nátt,

nú møðast gyltir veingir,

nú linkast sterkir streingir,

men hann fekk hjálp so brátt.

Sterka eldskýggj hann mót himli slongdi,

Guds fíinda ígjøgnum myrkur strongdi,

hann kom har upp, sum gamla nátt úthongdi

sítt fyrsta tjúkn, tí ljósið móti sprongdi.

 

14 Har helvitkongur stendur,

hann sær mót ljósi vendir

og sær seg vítt umkring,

av sól man luftin glansa,

og himlastjørnur dansa

í ordan runt í ring.

Angur mundi leiða devil raka:

“Hví mundi svarti óndskap meg betaka?

Alla lukku havi eg forsakað,

í helviti til evig tíð meg bakað.”

 

15 Tað angur snart fekk enda,

tí óndskap býr í fjenda,

so snart hann skapti seg

í ljósins einglalíki,

til himmals seg at sníkja,

tað kom til spott og spe.

Við himlamúrin sterkar vaktir ganga,

til einkis varð tann devils reisa langa,

einki hop var himmal til at fanga,

burt fleyg Sátan við sítt eyga ranga.

 

16 Frá himli Sátan fýkur,

hann millum stjørnur strýkur

og ger so mangt eitt sløðr,

planetir sær hann renna,

men ei hann kundi kenna

ta nýggju skaptu verð,

tí man Sátan móti sól nú halda,

tala vil hann við tann eingil balda,

settur av Gud sjálvum til at valda

yvir sól, sum mílir er ótaldar.

 

17 Tann ljósins eingil sterki

ei kendi óndskapsverkið,

hann Sátan vísti leið.

So snart sum stjørnur skjóta,

hann kláru luft man bróta,

á jarðarríki steig,

svaku fyrstu móður hann forførdi,

[hon tí fyrsta manni tá forgjørdi],

teirra slag í arvasynd uppnørdi,

synd og deyða yvir vørild snørdi.

 

18 O evig prís og æra

skal Harrans navni vera,

sum tók burt Sátans makt,

við góðheit uttan enda

hann sín einborna sendi,

so hevur bíbil sagt,

fyri okkum læt sítt dýra blóðið reyða,

knúsaði Sátans makt og fúla deyða,

tí bør hvørt syndigt knæ for honum neya,

skýggja synd og fyri góðum ‘streia’.

 

Handrit: a-b: Søvn Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn); a: (c. Jens Davidsen skrivaði upp um 1825; b: A. Wentzel Poulsen skrivaði upp; c: Kvæðasavnið hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 171, nr. 80; d: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 56 (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 442.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 86.

 

Heimild: Úr Streymoy. Jakob Jakobsen (1864-1918) Tórshavn, 1887.

 

 

II

 

1 O ve, tann jørð bedrigin,

tí nú er Sátan sligin

á jarðarríkis grund,

hann stóra vreiði hevur,

og mannamorð hann krevur

av sínum óndskaps fund,

í ømalíki sat í Harrans haga,

menniskjuni hann vera vil at skaða,

tey í syndafall við sær at draga,

himmiríki vil hann øllum baga.

 

2 So fagurt sólin skínur,

og fram í haga trínur

tað yndiliga par,

so er mær greint av sonnum,

at prúðastur av monnum

tann fyrsti maður var,

himmalsk deiligheit av Evu skygdi,

Gud av Ádóm sjálvur hana bygdi,

teirra sjel var full av hvørjum dygdi,

men Sátans bróst var fult av helvitbrigdi.

 

3 “Eg himmalboma kempa,

ei vildi eg meg lempa

alt eftir almakts ráð,

mót honum mundi kríggja,

men mátti undan flýggja,

hann dreiv meg himmal frá.

Stórur herur mær til helvit fylgdi,

sjeyføld toran eingla innvøl skildi,

mær og mínum var tað sorgargildi,

í helviti vit neyðugt falla vildu.

 

4 Ta herligheit, eg hevði,

hann her á støvið legði,

tey eru skapt av jørð,

tó eg eri her aleina,

eg djevlakunst skal royna

og gera, sum eg bør,

í upprør koma teim mót teirra skapar,

himmalin straks menniskjan fortapar,

teirra slag snart eftir teimum apar,

helviti tá móti øllum gapar.”

 

5 [Nú, meðni Sátan gríslar,

við sínum óndskapstonkum sýslar,

hann Ádóm gongur fram

á blomsturmark ta grønu

við hústrú síni skjønu,

ei kendi synd ei skamm,

talar hann Ádóm so til sína kvinnu:

“Tú frá himli givna, mín manninda,

her vit skulu alla lukku finna,

Harrans boð vit gloyma ei, men minna.

 

6 Tað træ, í haga stendur,

er gjørt við Harrans hendur,

hann bæði okkum beyð

ei eta ella røra,

teg frukt á okkum føra

í tunga deyðsins neyð,

alla vørild fekk hann os at valda,

verilsi í paradís tað balda,

ei er tungt tað Harrans orð at halda,

skapars boð skal altíð hjá os gjalda.”

 

7 So noya Sátan slotar

og djúpt í hjartað potar

tað bítska avinds fund,

nú vaks tann devla frøi:

“Tað forboð tað var løgið,

eg bíði eina stund.

Evu skal eg sterka lyst innskjóta,

forboð fyrst skal mestur hon forbróta,

ov seint skal hon sína synd fortróta,

part frá mær av helviti skal njóta.”]

 

8 Nú myrkheits høvding aftur

til ferðar gjørdist lættur,

og tá á flog hann fór,

hann svevar har um landar

og krússar bukt og strandar,

at speia hvørt eitt djór,

frá elefant og hval til minstu fluga,

svevandi alt undir himlaboga,

skálkasnið var nú í Sátans huga,

valdi hvat sum best hann helt at duga.

 

9 Tann almakts Gud hin stóri,

sum sat í himlakóri,

fullvæl hann Sátan sá,

og djevlaráð hann kendi,

teir høvdu har um hendi,

tá hann dró helvit frá.

Talar hann so til sonin sín einborna:

“Tú mín egin einasti útkorni,

rasarí tók fíandan tilforna,

ei kann halda honum fangatornið.

 

10 Síggj Sátan, um hann svevar

og eftir illum strevar,

so ónd tað er hans akt,

hann eftir illum ansar,

men ikki hann tað sansar,

av mær hann hevur makt,

menniskjan vil Sátans lygnum trúgva,

væl skal Sátan fyri teimum ljúgva,

frá Harrans boð tá skulu tey sær snúgva,

synd hjá teim hereftirdags skal búgva.

 

11 Eg gav teim frían vilja,

so væl tey kunnu skilja,

tey hava sjálv eitt val,

tey seg ei kunnu stýra,

so tapt er skapning dýra,

tey blíva Sátans træl.

Er her nøkur himmalmakt at finna,

himmiríki kann teim aftur vinna,

teirra synd pátaka kann, útinna

syndastraff, so straffin verður minna?”

 

12 Hvør eingil ótta hevði,

og eingin orðum segði,

teir ræddust syndsins løn,

uppreisist tann hin baldi,

av evigheit útvaldi,

Guds elskiliga son:

“O almakts faðir, lat meg eina líða

fulla syndarstraff, eg skal ei bíða

móti alla helvits makt at stríða,

náði tín um ríki frættast víða.”

 

13 “Sum sagt, tað skal so vera,

tú verðsins synd skal bera

og frelsa falnu verð,

tá ið tíðin er útrunnin,

blant fólk tú verður funnin,

tá ið helvits fallið sker.”

Tóku nú himlatungur til at prísa

frelsaranum og skaparanum tí vísa,

sum fyri falnu verð læt náði lýsa,

og himmalskt gott av illum læt upprísa.

 

14 Ímens tað himlaráðið,

sum inniheldur náði,

hin helvitsbrandur var

til haga afturvendur,

í paradís hann stendur,

av óndskap tennur skar.

Meðni Sátan nú av óndskap brendi,

sólins eingil gjølliga hann kendi,

snart sum stjørnuskot hann niður rendi

til einglavakt, sum Harrin sjálvur sendi.

 

15 So talar eingil blíði:

“Upp, Gabrial, til stríðið,

tú reiði hav í akt,

ein fallin ond er snikin,

frá fongsli sínum vikin,

Gud setti teg til vakt.

Finn hann, drív hann, lat hann tað undgjalda,

at hann sníkti seg til vørild balda,

Harrans jørð ei honum bør at halda,

ilt við Harrans skapning kann hann valda!”

 

16 Tann vaktarhøvding svarar:

“Tú, Uriel, meg varar,

tú ei kanst taka feil,

í hvar ið hann er runnin,

hann út skal verða funnin,

mín vakt skal fara heil.

Sólin nú til jarðar tók at halla,

Gabrial ta vakt man samankalla:

“Leita mær upp tann helvits upprørsskalla,

Harrin straffi hann við djevlar allar!”

 

17 Upp sólins fúrsti svevar,

ímóti sól hann bevar,

so snart sum snarljós rann,

tá ið náttin á var runnin,

tá varð hann Sátan funnin,

tveir einglar funnu hann,

sum lítið djór hann lá við Evu oyra,

í svøvni ilt læt Sátan hana hoyra,

einglarnir tann ónda mundu koyra,

í hesi ferð ei fekk hann freistað meira.

 

18 Nú Sátan upp var reistur,

hann var av reiði oystur,

forferdiliga bar

hann Harrans vreiðismerki,

so myrktist nú hin sterki,

tá ið hann stóð einglum nær.

Djúpu toruarr hann mundi bera,

Mikaels svørð so djúpt hann mundi skera,

ongan skaða einglum kundi gera,

til gongd av teim hann drivin mundi verða.

 

19 Enn svart man náttin klæða,

tá aftur í Guds haga

kom klára einglavakt,

nú vørild er rannsakað,

ei finnast kundi nakað,

sum var ímót Guds makt.

Gabrial talar nú til einglar sínar:

“Frá paradís nú koma vaktir mínar,

fyri teim ein stórur, stoltur man framtrína,

so dimt er ljós, av honum frá man skína.

 

20 Eg ivist ikki longur,

tað er tann skrekkins kongur,

tit standa væl og fast,

eg kann tað fullvæl kenna,

hann óndskap út vil brenna

og brúka gomlu last.”

Allir einglar høvdings ordrar fylgdu,

himlavákn teir móti honum hildu,

slerdu ring um fíindan við snildi,

vreiðir vóru nú teir einglar mildu.

 

21 So talar eingil vreiður:

“Tú djevlars høvding leiður,

hvat hevur tú til snið,

her á Guds jørð teg sníkja,

frá fongsli tínum víkja

og bróta Harrans frið ? “

Svaraði Sátan so við grummu øði:

“Tápuligt títt spursmál er og løgið,

leita vil eg eftir meiri frøi,

í helviti er angist, sorg og møði.”

 

22 Skjótt svarar eingil vakur:

“Er eina tú so svakur,

tú ei kanst tola tað,

sum lægri djevlar líða,

og ikki torir bíða

har í tí dømda lag?”

Hánaður Sátan nú av óndskap fnýsti,

helvitseldur úr hans andlit lýsti,

Gabrial á himmaltekin vísti,

Sátan víkti og av harmi gnísti.

 

23 Nú sólin tók at roða,

so fagurt var at skoða

ta vøkru morgunstund,

tann døgg tók av at dríva,

og træatoppar blíva

so skínandi í lund.

Lættur av svøvni vaknar fyrsti maður,

alla skaptu vørildu hann ræður,

sorg ei kendi, altíð hjartaglaður,

Harrans góðheit var hans troystarstavur.

 

24 Upp fyrsta móðir vaknar,

úr svøvninum hon raknar,

og sterkur sveitti rann,

og tárar mundu streyma:

“Eg meg forbreyt í dreyma,

eg sá ein fagran mann,

av kunnskapstræ kom mær til at eta,

Harrans boð til síðu mundi seta,

leingi mundi bæði saman meta,

tí man grátur míni eygun veta.”

 

25 Her Ádóm gav til svara:

“O Gud hann teg bevari

at gera tað við vit.

Tað, ein í svøvni droymir,

hann vakjandi forgloymir,

tað ei uppvekur nit.”

Men Eva fekk begerligheit ta stóru

at skiljast at, so skild tey bæði vóru,

upp til lættligt verk tey bæði fóru,

uttan møði dagsins arbeið bóru.

 

26 Imillartíð hin leiði,

nú strýkur hann um heiði

og hugsar sær um ráð,

ei tordi inn at lúra

um paradísis múrar,

har stóðu vaktir á.

Yvir stóra vatn man Sátan svinga,

væl sær djevil, at tað kann gelinga

seg í rennu undir jørð at stinga,

keldan út úr paradís man springa.

 

27 O Eva, at tú visti,

hvør fíindi teg gisti,

tú ei var fallin so,

tú hevði teg væl varað,

tú fall í Sátans snara,

tí tú breytst Harrans boð.

Sátan djór so noya hevði speiað,

av øllum slangu helst hann vildi eiga,

sum best frá øllum snildum kundi greiða,

Evu út í fristilsi at leiða.

 

28 Tann slanga Evu møtir,

hon snúðist fyri føtur,

til Eva hana sá,

so talar slangan snilda:

“Vælkomin, tú hin milda,

eg rann úr míni vrá

at heilsa tær, tú gudlík kvinna fagur,

á jarðarríki eingin er so frægur,

hvørki djór ei fuglur ella maður,

gudinda at kalla átti hvør so glaður.”

 

29 So bilsin Eva standsar:

“Hoyr, at tú, slanga, sansar,

eg fyrr tað havi trúð,

sum menniskja kann tala,

men hevur ormahala,

tað hoyri eg fyrst nú.”

Fagrur ormur so til orða tekur:

“Ei eg undrist, at teg undur vekur,

eg fyrr var stumm, sum djór um vørild rekur,

men nú við vit at snakka er ei trekur.

 

30 Í morgun eg við møði

mær leitaði um føði,

eg sá so stórt eitt træ,

tað fult við frukt man hanga,

eg hagar mundi ganga

og vildi royna tað,

dets søtu frukt eg át, tað væl man smakka,

fornuft kom straks í dummu slangu nakka,

eg gávur fekk við fólkavit at snakka,

ei neyðugt er nú longur burt at flakka.

 

31 Tá ið eg, so dumm ein slanga,

tær gávur mundi fanga,

hvat kundi tá sjálv tú?

Tað er ei tvívl at bera,

tú sjálv sum Gud skal vera,

um tú mær hevur trúð.

Vørilds drotning má tað ei forsmáa,

guddómskraft av tí skal hon víst fáa,

við himlamakt skal jarðarríki ráða,

tað eg við sannheit nú kann henni spáa.”

 

32 Snart hugmóð Evu søkti,

sum slangan so forøkti

við síni snildu list:

“Tí træi skal eg prísa,

tú skalt mær vegin vísa,”

so talar Eva fyrst.

Slangan glað ímillum trø hon smýgur,

Evu gongd so snart tá eftir líður,

til kunnskapstræ tann kvika slanga glíður,

og snart í tað pá slangu vís hon stígur.

 

33 Hjá kunnskapstræ stóð Eva,

í hjarta tók at beva,

hon sá forbodna træ:

“Gud mær forbeyð at røra

tað træ, dets frukt kann føra

mín deyða enn í dag.”

Slangan svarar: “Ei tú tað skal grúa,

Gud við tí ei deyðan teg vil trúa,

klárari tú eygun fær enn dúva,

ilt og gott skal kenna verðins frúa.”

 

34 Tey epli vøkur hanga,

og Eva mundi ganga

til kunnskapstræið tætt,

og slangan eggjar hana:

“Hví ivast tú hin væna?

mítt orð tað er alt satt.”

Slangan át nú fyri Evu eyga,

fulla máltíð av tí epli reyða,

longur kundi nú ei Eva ‘streija’,

Eva át, og át so dóm og deyða.

 

35 Nú var Guds boð forbrotið,

nú hevði Eva notið

tað fyrsta syndarbit,

ei dvaldist Sátan longur,

nú Ádóm higar gongur,

enn hevði *heilagt vit.

Eva nú mót Ádómi sær vendi,

deyðsins epli eitt hon bar í hendi,

kinnar reyðar synd á andlit brendi:

“Kunnskapseplið ikki fyrr eg kendi.

 

36 Her Ádóm, tú mín keri,

eg tær tað epli beri,

er frukt av kunnskapstræ,

meg lærdi klóka slanga,

tú guddómskraft skal fanga,

um tú vilt eta tað.

Slangan át, og slanguskikk hon misti,

allar fólkasnildir hon straks visti,

lærdi meg at eta tað við lysti,

líkur Gud skal verða maður fyrsti.”

 

37 Her Ádóm var sum vigin,

hann stóð sum torusligin,

tó fekk hann so til orð:

“O Gud, o mín manninda,

hvør kom tær so at synda?

hvør voldi hetta morð?

Ei á jørð eg eftir teg vil vera,

beiski deyði bæði skal fortera,

somu synd sum tú skal eg nú gera,”

tungt av sorg hans hjarta var besverað.

 

38 Nú Eva Ádóm flýddi

tað epli, Ádóm stríddi

ei móti Evu ráð,

hann át, og át sín deyða,

av sama epli reyða,

so fullu bæði tá.

Gud sum himmal, jørð og alt man ráða,

sendi sín einborna, so var spáað,

hvør sum trýr á hann, hann skal uppnáa

sáligheit og himmiríki fáa.

 

39 O evig prís og æra

skal Harrans navni vera,

sum tók burt Sátans makt,

við góðheit uttan enda

hann sín einborna sendi,

so hevur bíbil sagt.

For okkum læt sítt dýra blóðið reyða,

knúsaði Sátans makt og fúla deyða,

tí bør hvørt syndigt knæ for honum neya,

skýggja ilt og fyri góðum ‘streija’.

 

Handrit: a: Søvn Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn);  A. Wentzel Poulsen skrivaði upp; b: Kvæðasavnið hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 175, nr. 80 a; d: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 56 (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 445.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 92.

 

Heimild: Úr Streymoy. Jakob Jakobsen (1864-1918) Tórshavn, 1887.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017