• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grettirs kvæði

 

Grettirs kvæði

 

CCF 222

Einki TSB-nr.

 

1 Ein er søgan av Íslandi komin,

skrivað í bók so víða,

nakað kann eg frá henni greiða,

vilja tit á meg lýða.

 

2 Á Islandi er eitt bygdarlag,

á Bjørgum mundi eita,

ríkur bóndi búði har,

ei mætari er at leita.

 

3 Ásmundur búði á Bjørgum vestur,

átti tann sonin fríða,

Grettir sterki nevndur er,

sum gitið man vera víða.

 

4 Tíggju vóru vetrar runnir

út av Grettirs aldri,

einki gagn hann hevði gjørt,

so sigst í Íslands skjaldri.

 

5 “Hoyr tú, Grettir, sonur mín,

tú ger mær tað til beina,

tú skalt sita hjá gásarungum,

sita skalt tú aleina.”

 

6 Sjútti vóru gamlar gæs

umframt teirra ungar,

Grettir situr á grønum vølli,

hann tykir teir tímar tungar.

 

7 Grettir situr á grønum vølli,

hann tykir ta tíð so langa,

einki líkst hann á gásarungar,

ikki kunnu teir ganga.

 

8 Grettir trínur í gásaflokk

við sínum snøru beinum,

summar sleit hann høvdið av,

men summar slerdi mót steinum.

 

9 Gæsnar vildu ungar verja

av so miklari treyt,

Grettir treiv um veingirnar,

hann allar av teimum breyt.

 

10 Grettir gongur til hallar heim,

móður sína favnar:

“Deyðir eru gásarungar,

gæsnar eru lamnar.”

 

11 Ásmundur gongur for sína konu,

stav bar hann í hendi:

“Grettir hevur tað herverk gjørt,

at eingin verri kendi.”

 

12 Svaraði hansara sæla móðir,

í gyltum stóli sat:

“Ungdómur og vísdómur

tað sjaldan fylgist at.

 

13 Hann hevur gjørt eitt dáraverk,

tað hava gjørt so fleiri,

hoyr tað, Ásmundur, søti mín,

hann ger so ikki meiri.”

 

14 Tað var um ein halgan morgun,

sólin roðar á nøvum,

Ásmundur setst við eldstaðin niður,

sigist í Íslands søgum.

 

15 Ásmundur setst við eldstaðin niður

á tann sessin lága:

“Hoyr tú, Grettir, sonur mín,

tú skalt mínum baki kláa!”

 

16 Grettir tók ein tókamb upp,

hann gav tí ikki grið,

so reiv hann av sítt faðirs bak,

at leparnir hingu við.

 

17 Ásmundur reistist snarliga

upp av sínum pall:

“Sjaldan verður hann lukkuborin,

sum sinni hevur av trælli.”

 

18 Ásmundur gongur for sína konu:

“Nú er meiri vandi,

ikki vil eg, Grettir verður

longur í hesum landi.”

 

19 Grettir var tá illa kendur

av sínum faðir góða,

men móðir at honum alskin var,

so man søgan ljóða.

 

20 Móðir gongur for Grettir sterka

bæði við sorg og sút:

“Faðir tín vil í fyrsta fari

teg dríva av landi út.

 

21 Lítið hevur tú góðsið fingið

av tínum faðirs ræði,

fært tú ikki meir frá mær,

tá verður tær stórur skaði.

 

22 Her hevur tú tað góða svørð,

tú kanst tí fullvæl trúgva,

hetta er slektað úr Vatnsdølum,

sum slektir mínar búgva.

 

23 Her hevur tú tað reyðargull,

goym í tínari ferð,

brúka tað til títt egna gagn,

hvar tú í landi er!”

 

24 Grettir fór av Íslandi

við so fáum orðum,

eingin hevur sæð reystari mann

stigið á skipaborðum.

 

25 Bátsmenn líkast á Grettir illa,

sum teir á bunkan ganga:

“Hvør hevur sent okkum higar á skip

tann stóra leting langa?”

 

26 Grettir heldur at tí fragd,

at teir hann leting kalla,

snarur var hann við Íslands siðum,

táttar yrkti um allar.

 

27 Illveðuródn í havið kom,

knørrurin tók at reka,

riva kom við kjølin stór,

skipið fór at leka.

 

28 Skiparin gongur for Grettir sterka,

bønliga hann biður:

“Hjálpir tú ikki at oysa nú,

so søkka vit allir niður.”

 

29 Grettir steig í knørrin niður,

klæddur var hann gráur,

so oysti hann tað einsamallur,

átta oystu ikki áður.

 

30 Til Nøríki hildu teir síni ferð,

teir kasta sítt ankar á sand,

Grettir var tann fyrsti maður,

sum steig sín fót á lanđ.

 

31 Har búði ein so ríkur bóndi,

Torfinn mundi eita,

Grettir gongur til hallar heim,

hann vil at húsum leita.

 

32 Torfinn tók mót honum væl,

beyð honum inn at gista:

“Tú skalt hava her hús í nátt,

alt hvat lív kann lysta.”

 

33 Torfinn talar til Grettir sterka:

“Tú er kempan reysta,

torir tú bróta gravheyggin niður,

so fáa vit gullið besta.”

 

34 Grettir fór tann heyggin at bróta,

í tað leggja í minni,

í tí sama heygginum

lá Torfins faðir inni.

 

35 Grettir gróv ein heilan dag,

hann leiðist ikki enn,

tá ið hann kom at leiðinum,

tá rýmdu norskir menn.

 

36 Grettir steig í leiðið niður,

skuldi gullið veiða,

drekin reistist ógvuligur,

hann úr grøv at leiða.

 

37 Bardist hann mót dreka svarta

eina langa stund,

feldi hann so í leiðið niður,

tað skalv bæði grót og grund.

 

38 Grettir tók ein viðjustav

gjøgnum drekan rendi,

negldi hann fastan í jørðina,

tey ráðini Grettir kendi.

 

39 So tók hann tað reyðargull,

bar til hallar heim,

Torfinn bóndi og Grettir sterki

livdu við gleði og gleim.

 

40 Tað var um eitt vetrarkvøld,

veður kom so fús,

røvarahópur av skógum kom

at stjala úr Torfins hús.

 

41 Grettir tekur til móður svørð

við miklari makt og veldi,

røvarahóp hann herjar á,

teir flestu niður feldi.

 

42 Tað var um ein annan dag,

Grettir á skógini lá,

har kom ein av jalsins sveinum,

beyð honum spott og háð.

 

43 Grettir leyp á vøllin upp

við svørð í høgru hendi,

so høgg hann á jalsins svein,

at oddur í heila rendi.

 

44 Frændur vildu sveinin hevna,

í kamp mót Grettir gingu,

teir fingu onga aðra bót

uttan deyðan av honum fingu.

 

45 Inn kom ein av jalsins monnum:

“Harri, eg tær sigi,

Grettir hevur á skógum burt

tríggjar menn tær sligið.”

 

46 Jallurin setst á dómasetrið,

so man dómur ljóða:

“Grettir hevur sítt lív forbrotið,

bót skal eingin bjóða.”

 

47 Torfinn saðlar sín gangara,

hann ríður at jalsins høllum:

“Eg bjóði fullar mannabøtur

fyri teim monnum øllum.

 

48 Vilt tú ikki mót bótum taka

og Grettir lívið geva,

leingi skalt tú, jallurin,

um hans deyða streva.”

 

49 Jallurin tók mót bótunum,

hann tykist nú verri vandi:

“Eg geri Grettir útlagin

her út av Nøríkis landi.”

 

50 Grettir fór av Nøríki,

hann fullvæl jallin kendi,

fekk hann byr og blíðan sjógv,

aftur til Íslands vendi.

 

51 Grettir livir í faðirs garði

bæði við gleði og gamni,

eingin var í makt so sterkur,

kundi sigast hans javni.

 

52 Grettir livir í faðirs garði,

í sínum móður høllum,

reystari maður ikki fanst

í Norðlondunum øllum.

 

53 Tað var um eitt jólakvøld,

Grettir frá gildi reið,

møtti honum tað ljóta trøll

mitt á sínari leið.

 

54 Grettir situr á sínum hesti,

tykir sítt mót nú falla:

“Ljótari sjón eg ikki sá

í dagar mínar allar.”

 

55 Grettir bardist mót trøllinum,

dvørgamál sang í fjøllum:

“Betri var mær inni at ligið

enn berjast móti trøllum.”

 

56 Tað leið at tí morgunstund,

dagur í eystri rann,

tað var mær av sonnum sagt,

at Grettir sigur vann.

 

57 Tað var mær av sonnum sagt,

at trøllið mátti níggja,

Grettir tordi eftir tað

ikki myrkur síggja.

 

58 Inn kom ein av Íslands monnum,

letur so orðum venda:

“Jallarnir eru av Nøríki drivnir,

teirra makt er endað.

 

59 Jallarnir eru av Nøríki koyrdir,

einki kunnu teir fáa,

aftur er komin Ólavur kongur,

hann man ríki ráða.”

 

60 Grettir upp frá borði leyp

við silvursteyp í hendi:

“Drostin segði tey tíðindi,

sankt Ólavur er mín frændi.”

 

61 Tað var um ein fríggjadag,

meg man rætt um minna,

Grettir siglir av Íslandi,

sankt Ólav kong at finna.

 

62 Sigldu teir til Nøríki,

teir fingu byrin blíðan,

til teir komu í Tróndheimsfjørð,

tá hittu teir veður stríða.

 

63 Kavaguvur á fjøllum standa,

rok har fyri mól,

teir komu inn at landinum,

har var einki skjól.

 

64 Bátsmenn eftir sandi ganga,

tað nítur í hjartarøtur:

“Fáa vit ikki eld í nátt,

so bjóða vit ikki bøtur.”

 

65 Bátsmenn eftir sandi ganga,

væl munnu Grettir fagna:

“Hevði tú fingið okkum eld í nátt,

tað mundi os øllum gagnað.”

 

66 Svaraði ein av bátsmonnunum,

situr á frystum sandi:

“Eg síggi bæði eld og ljós

yvir á hinum landi.”

 

67 Grettir læt á fjørðin halda,

garpin var hann sælur,

so stóð brot frá brósti hans

sum frá nøkrum hvali.

 

68 Grettir svam á fjørðinum,

hann óttast ei fyri tí vanda,

hann sær gildiog gestaboð

inni á landi standa.

 

69 Grettir steig á landið upp,

trínur har inn í høll,

øll, sum har vóru innanfyri,

hildu, hann var eitt trøll.

 

70 Øll, sum har vóru innanfyri,

hildu, hann var trøllið gráa,

hvør fekk sítt í hondina,

alt mót Grettir at sláa.

 

71 Grettir treiv til brandarnar,

væl mundi garpi duga,

so leika brandar um alla høll,

at húsið stóð í loga.

 

72 Grettir treiv so snarliga

ein brand í høgra hendi,

snúaði sær at durum út,

aftur á fjørðin rendi.

 

73 Bátsmenn líkast á Grettir væl,

sum hann á landi gekk:

“Nú eru vit av vanda slopnir,

meðan tú brandin fekk.”

 

74 Tá ið dagur aftur kom,

teir á plássið sóu,

kolað var alt húsið upp,

og brendir leggir lógu.

 

75 “Hoyr tú, Grettir, óndi maður,

tú mást ikki hjá os vera,

vit vilja við tín óndskapstræll

[ei] hava nakað at gera.”

 

76 Grettir gongur for Ólav kong,

bæði við sorg og sút:

“Eg eri meg av hvørjum manni

so illa spiltur út.”

 

77 “Hoyr tú, Grettir, neyðarmaður,

kanst tú tað nú gera,

ert tú reinur í hesari sak,

tú gløðandi jam skal bera.”

 

78 Grettir varð settur í kamarið,

har sat hann aleina,

fastaði hann í dagar tveir,

til hann skuldi jarnið royna.

 

79 Tað brast eingin dagur úr,

teir klokkur hoyrdu ringja,

so var sagt, at bispurin

hann læt til messur syngja.

 

80 Grettir varð leiddur í kirkju inn,

íblant tann mannahóp,

har kom ein lítil drongur,

hevði so mikið róp.

 

81 “Hoyr tú tað, tú Ólavur kongur,

hvat eg vil framføra,

latið ikki tann ógerðsmann

tað heiliga jarnið røra!”

 

82 Sinnið rann á Grettir sterka,

tað var hans óndi siður,

so sló hann til dreingin hart,

hann hoknaði í gólvið niður.

 

83 Kongurin stendur á kirkjugólvi,

bispurin honum hjá:

“Hoyr tú, Grettir, óndi maður,

gakk teg kirkju frá!

 

84 Tú hevur verið eitt bølmenni,

so eingin er tín líki,

pakka teg fyrst av kirkjuni,

síðan av mínum ríki!”

 

85 Meðni hetta í Nøríki skeddi,

ei stóð betur heima,

Tóri høvding í Íslandi

kundi ei synir gloyma.

 

86 Tóri høvding í Íslandi

klagar for sínar frændur:

“Báðir eru synir mínir

í Tróndheimsfirði brendir.”

 

87 Tóri høvding í Íslandi

klagar um brendar brøður,

Grettir misti landafrið,

prísur varð settur á høvur.

 

88 Dómarin lesur á altingi,

so munnu ljóða søgur:

“Níggju merkur í hvíta silvur

fæst fyri Grettirs høvur.”

 

89 Tá ið hann aftur til Íslands kom,

frætti hann tað av sonnum,

hann hevði mist sín landafrið

av øllum Íslands monnum.

 

90 “Sligin er ein bróðir tín,

faðir tín er deyður.”

Grettir stendur og lýðir á,

gerst í andlit reyður.

 

91 Grettir leitar um Ísland alt

sín bróðurs banamann,

tað var mær av sonnum sagt,

í Dølunum fann hann hann.

 

92 Grettir tekur sítt móður svørð,

hendur hevði hann harðar,

so høggur hann á hansara høvur,

hann kleyv hann niður til jarðar.

 

93 Grettir fjakkar um Ísland alt,

hann kundi ei eydnu prísa,

eingin var so hugaður,

ið honum tordi hýsa.

 

94 Grettir fjakkar um Ísland alt,

hann hevði ta eydnu slíka,

tríggjar nætur gisti hann

hjá Gudmundi tí ríka.

 

95 “Hoyr tú, Grettir, neyðarmaður,

tað skal eg tær ráða,

far tú teg á Drangoyggj út,

har man eingin vága!”

 

96 Grettir fór við bróður sínum

oynna seg at verja,

eingin var so hugaður,

á hann tordi herja.

 

97 Hann var seg á oynni úti

upp á fjórða ár,

tá kom honum til [óeydnu],

hann fekk so stórt eitt sár.

 

98 Ilskan kom í sárið tá,

Grettir á seingini lá,

hetta frættu hans óvinir,

so væl teir gleddust tá.

 

99 Torbjøm talar til sínar menn:

“Tit gevið honum ikki grið,

sleppur hann undan í hetta ár,

tá hevur hann landafrið.”

 

100 Tað var um eitt heystarkvøld,

stormur dundrar í fjøllum,

Torbjøm fór á Drangoyggj út

við monnum sínum øllum.

 

101 Torbjøm gekk í hellið inn,

sum Grettir fyri lá,

høgdi hann hansara høvur av,

sær sjálvum til spott og háð.

 

102 Ellindur vaknar úr svøvninum,

tá bróðirin varð dripin,

snarliga varð hann av Torbjørns monnum

í hallardurum gripin.

 

103 “Vilt tú lova okkum trygdareið,

tín bróður ei at hevna,

so geva vit tær lív og grið,

vit skulu tað ei meir nevna.”

 

104 “Torbjørn, tú dreivst eitt hánisverk,

tað skalt tú nú fortróta,

manniliga skal eg hevna hans deyð,

má eg lívið njóta.”

 

105 Tað var Torbjørn íslendingur,

hann sínum svørði brá,

niður kleyv hann Ellind unga

sundur í lutir tvá.

 

106 Torbjørn ríður á Íslands ting

við Grettirs høvur í hondum:

“Her er høvdið av manninum,

sum burt varð drivin av londum.

 

107 Níggju merkur í hvíta silvur

skulu tit mær fáa,

fyri eg drap tann sterka mann,

sum eingin tordi vága.”

 

108 “Hoyr tú, Torbjørn íslendingur,

torir tú siga frá,

tú hevur dripið tann sterka mann,

sum sjúkur á seingini lá.

 

109 Hoyr tú, Torbjørn íslendingur,

tín dómur er nú feldur,

tú skalt fara av Íslandi,

løn fært tú ikki heldur.”

 

110 Nú er talt frá Grettir sterka,

fáir finnast hans líki,

hansara deyði hevndur varð

eystur í Garðaríki.

 

111 Hann ið ikki lýðir faðirs ráð,

sjáldan blívur hann glaður,

so gekk honum Grettir sterka,

hann var ikki eydnismaður.

 

CCF 222

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) I, s. 174, nr. 23.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 449.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 29. bind, s. 110.

 

Heimild: Úr Koltri. Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908) Koltri, 1848.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017