• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gøtuskeggjar

 

Gøtuskeggjar

 

CCF 235

Einki TSB-nr.

 

1 Gøtuskeggjar í Eysturoy vóru,

garparnir teir prúðu,

kendir víða í øðrum londum,

í Norðragøtu búðu.

 

2 Óluva kom úr Skotlandi,

tann kongadóttir søta,

omma hennar Unna gifti

hana í Norðragøtu.

 

3 Tá vóru menn í Norðragøtu,

so kann tíðin skifta,

eingin kongur dóttur sína

vil nú til Gøtu gifta.

 

4 Tá vóru menn í Norðragøtu,

nevndur er Ólavur hvíti,

hvar hann stóð í vápnabrá,

tá kundi hvør á hann líta.

 

5 Hann var til allar listir lærdur,

rúnarmál at lesa,

skipaflotan um vetrartíð

hann goymdi við Skipanes.

 

6 Nevndur er Torbjørn og Sigmundur,

brøður vuksu í Gøtu,

um teir reystu gøtuskeggjar

eg kvøði eina løtu.

 

7 Ósami kom í slektarlið,

gøtuskeggjum til bága,

tað voldu norsku kongarnir,

yvir Noregi vildu ráða.

 

8 Teir vildu hava tað, ið teir áttu,

tað vilja kongar fleiri,

ofta verður sannheit illa lídd

fyri høgum og lágum oyrum.

 

9 Sjúrður búði í Tóravík,

man meg rætt um minna,

býður hann sínum frændum heim

at drekka í høllum inni.

 

10 Sjúrður situr í høgsætinum,

Birna sat honum hjá,

Tórir lági og Gutti reyði

á sama beinki lá.

 

11 Sjúrður smílist í høgsæti,

hann til sín bróður vendi:

“Hoyr tú, Tórir, bróðir mín,

vilt tú teg ei kvenda?”

 

12 Tórir smílist í høgsæti,

so tók hann uppá:

“Hvar á landi er tað vív,

tú ætlar mær at fá?”

 

13 “Navnið skal eg vísa rætt,

tú tað illa gitir,

tað er ríka Sigmunds einkja,

ræður búgv, í Skúvoy situr.”

 

14 “Mær dámar einki,

ilt er at taka til eggja,

Sigmunds einkja, í Skúvoy býr,

hon hatar gøtuskeggjar.”

 

15 Svaraði Sjúrður Tollaksson,

hann dartar við eggjateini:

“Eingin er tað vissur at vita,

uttan vit tað royna.”

 

16 Síðla var um kvøldið tá,

alt gekk fólk at sova,

sløktu bæði eld og ljós,

stongdu hurð við klova.

 

17 Kaldur blásti . . . . . .

náttin hon var long,

upp stóð Sjúrður Tollaksson,

klæddist fyri síni song.

 

18 Sjúrður vekir sínar menn,

biður ei longur blunda,

í høgtíðsklæði hann klæddi seg,

skjótt til ferðar skundar.

 

19 Upp so fóru garparnir,

gøtuskeggjar reystu,

róðu bát á sjóvarmál

úr tí tætta neysti.

 

20 Veturin var liðin tá,

komið var at vári,

streymur harður at oynni gongur,

í streingjum bróta bárur.

 

21 Skálsíðan var uppi tá,

tað ýlir í hvørjum sjógvi,

gøtuskeggjar um nesið vestur

bæði sigla og rógva.

 

22 Sjúrður fram um bátin hyggur,

so fult var har av skerum,

mølur leysur í Skúvoy er,

tað besta leið man vera.

 

23 Teir løgdu so til Skúvoynna

og sluppu frá mongum vanda,

Sjúrður biður bróður sín

stíga fót á land.

 

24 Mælti Tórir lági,

tók so til at svara:

“Eg eri komin til Skúvoyar,

eg ikki longur fari.”

 

25 Svaraði Sjúrður Tollaksson,

sum hann í rong var staddur:

“Hví ert tú so undarligur,

hví ert tú so ræddur?”

 

26 Sjúrður smílist í rongini,

hann talar so aleina:

“Eg skal ganga til hallar niðan,

um eg gangi eina.”

 

27 Sjúrður gekk til hallar niðan,

ei fylgdu honum sveinar,

eingin hevði sæð prúðari mann,

síðan Sigmundur doyði.

 

28 Sjúrður stendur í durunum,

gjørdi so lítið ljóð,

einki fólk var innanfyri,

men matur á borði stóð.

 

29 Sjúrður reysti gøtuskeggi

hugsar við sær har,

grunar tá á brøgdunum,

at fólk í kirkju var.

 

30 Sjúrður reysti gøtuskeggi

á kirkjufund hann steig,

møtti honum Sigmunds einkja,

mitt á miðjari leið.

 

31 Møtti honum Sigmunds einkja,

tað fall so væl í lag,

tey bóðu hvørjum øðrum mál

og settust á rekatræ.

 

32 “Hoyr meg, yndiga Sigmunds einkja,

boð eg bera kann,

Tórir elskar búðarfrúgv,

vilt tú eiga hann?”

 

33 Svaraði ríka Sigmunds einkja,

svaraði so for seg:

“Best hevði . . .

Sjúrður, sjálvan teg.”

 

34 “Ei visti eg, at lukkan var

borin mær til handa,

eg skal mær frá Birnu loysa,

og sjálvur standa vanda.”

 

35 Sjúrður vildi frúnna favna,

men hon helt fast ímóti,

tá leyp Hergeir av kirkju út

mót honum við drignum spjóti.

 

36 Sjúrður ætlar at bakka tá,

hann vildi ei verða feldur,

frúgvin fast í kappan helt,

hann stóð, sum hann var negldur.

 

37 Sjúrður reysti gøtuskeggi

allar leikir kendi,

smoygdi kappan fram av sær,

skjótt frá frúnni rendi.

 

38 Runnu teir í Skúvoyar bø,

Hergeir á fóti hastar,

ætlar Sjúrði miðjusár,

spjótið eftir kastar.

 

39 Sjúrður reysti gøtuskeggi

legði seg slættan á fold,

hvassur brandur yvir fleyg

og rann í døkka mold.

 

40 Sjúrður reysti gøtuskeggi

allar leikir kendi,

dró hann spjót úr vølli upp,

ígjøgnum Hergeir rendi.

 

41 Sjúrður skundar at bakkan tá,

dámar ei longur í Skúvoy,

eftir honum við drignum svørði

leyp Øssurs son hin prúði.

 

42 Sjúrður skundar at bakkan tá,

vildi ei verða feldur,

fimtan favnar av bakka leyp

niður á harða hellu.

 

43 Tá klamsa iljar í Skúvoyar fjøru,

hvørgin snávar á fótum,

so var sagt, at Øssurs son

hann var maðurin skjóti.

 

44 Sjúrður inn í bátin steig,

sum hann fyri klettin fleyt,

tað var Leivur Øssursson,

hann brandin eftir skeyt.

 

45 Sjúrður reysti gøtuskeggi,

frætt er um Norðland víða,

Leivur vissur í høggum var,

hann rámti hann í síðu.

 

46 Tað var Leivur Øssursson,

svørðið skoðar tá,

skilliga biti av innvøli

eftir á brandi lá.

 

47 Gøtuskeggjar løgdu frá,

noyddust til at rýma,

tigandi særdur Sjúrður seg

setir til at stýra.

 

48 Illveður loyst av eystri var,

streymur í vindin skeyt,

Sjúrður stýrir við banasári,

so beinur knørrur fleyt.

 

49 Teir róðu vind og andstroymi,

móti stórum sjógvum,

blóðið rann um lummarnar

av teim hørðu lógvum.

 

50 Tá mælti Tórir lági,

hann tykti tað mikið illa:

“Hoyr tú, Sjúrður, bróðir mín,

ert tú særdur illa? “

 

51 Svaraði Sjúrður Tollaksson,

sum hann í rong man sita:

“Ikki eri eg vísur tað,

ei kann eg sjálvur vita.”

 

52 Teir náddu ikki á Høvdasund,

teir hildu mót Lobbrúkstanga,

høgt stóð bylgjan yvir borð,

hon stóð teimum í vanga.

 

53 Løgdu teir inn í Sugguna,

festu bát á sand,

Sjúrður biður brøður sínar

stíga upp á land.

 

54 Sjúrður reisist úr rongini,

hann gekk tá skjótt til deyða,

raggar niðan at neystunum

og armar á veggin legði.

 

55 Sjúrðar menn teir bátin drógu

við Tóra og Gutta reyða,

tá stóð Sjúrður Tollaksson

kaldur, stívur og deyður.

 

CCF 235

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Úr søvnum Jakob Jakobsens 1904 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 486.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 29. bind, s. 128.

 

Heimild: Úr Eysturoy. Hans Peter Morten Frederik Hansen (1864-1933) Norðragøtu.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017