• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Berrings vísa

 

Berrings vísa

 

CCF 42 A

Einki TSB-frámerki

 

1 Uppi Ívar Hovung fyrst

heitir á halgan anda:

Gud og hin milda Maria moy

lindri vár angist og vanda!

Sá er sælur, ið ei kemur sorg til handa;

hvør sum elskar sannan Gud,

honum man eingin granda.

So er helst í verðini skett,

at flestir fyri mongum standa.

 

2 Løvarjust við grimum huga

herjar á lond so víða,

teir hava fingið so miklan her,

og nú taka kristnir at kvíða.

Arias mundi tá fyrstur í fiktni falla,

hann var keisarans bróðurson,

og tá kom ótti á allar.

Tá kom Berringur ríðandi,

vær kallum hann riddaran snjalla.

 

3 Berringur reið í herin fram

fast av miklum roysni,

Abalkosin í herðar kleyv,

og alvæl hann sær troysti;

níggju jallar í eini útreið feldi;

so stóð smiður av Berringi tá

sum ylur av heitum eldi.

Sá fekk verst, ið honum reið næst,

tí ongum grið hann seldi.

 

4 Visirin sá sín bróður falla,

aktaði hann at hevna:

“Hvaðan av landi er sá riddari,

sum eingin torir at nevna?

Hann skal her lata sítt lív for raskar dreingir,

springi tá hjarta, eg ræðist ei,

eg óttist ei so leingi.”

Berringur sínum svørði brá,

so gott var í honum geingi.

 

5 Visirin seig, í jørðina neig,

hvat er um slíkt at tína?

Heiðin kongur í borgina flýddi

kristnar menn at pína

við valdum kreftum, við *skurðgudum sínum at blóta.

So hvør deyður, ið honum var næst,

tað mundu slíkt kristnir njóta.

Tað er ei eitt eykaorð:

ilt man av illum flóta.

 

6 Gyltir vóru saðlarnir,

ið teir skuldu á ríða,

Berringur sló sín hest við spora,

blóð dreiv um hans síðu.

Heidnir skuldu tá hart móti heitrum ríða,

herðum um hann kongin treiv,

hann læt ikki longur bíða;

“Neyðugt, tó at tú vilt tað ei,

tú skalt at jørðini níga.”

 

7 Sá fekk sigur, ið vildi Gud,

Berringur mækan sókti;

heiðin kongur læt sítt lív,

tá brast í herinum flótti.

Teir feldu liðið, og tá tók til tað besta;

hann var nevndur Jútlands kongur,

læt ikki longur *fresta:

beyð tá Berringi ríkið hálvt,

frú Vendilsmjávu at festa.

 

8. Í høgum latum vær ringin slá,

Krist gevi sær gavni lýða!

Flestir siga teir monnum frá,

sum lesa kunnu bøkur og týða.

Vit høvum í orði um hans list at skýra;

so jú fremstur av monnum teim,

ið laðir yvir kongar dýrar;

sá er eingin á foldunum føddur,

ið betur kann hjarta prýða.

 

CCF 42 A

Einki TSB-frámerki

 

Handrit: Savnið hjá Fornskriftafelagnum (AM 972, 4°.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 105.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 43

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Hvalba. Jens Davidsen (1803-1876), Tórshavn, føddur í Hvalba, skrivaði upp.

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017