• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jósveins ella Jófris vísa

 

Jósveins ella Jófris vísa

CCF 72

Einki TSB-nr.

 

1 Nú eru tíðindi komin úr oy

frá Jófrí unga og Óluvu moy,

hvussu tey fremdu sín vilja.

Tað er mær av sonnum sagt,

sveinur hevur ást við moynna lagt,

tað er so vant at skilja.

 

2 Jófrí var sær so lítið eitt barn,

men snimma læt kongurin akta hann

og førdi hann heim til hallar,

lærdi hann bók og kendi honum lest,

allan góðan lærdóm, sum hann var ein prest,

hann elskar hann ein fyri allar.

 

3 Ikki ríður kongurin so árla til ferð,

at Jófrí ber ikki hans skjøld og svørð,

harra Svein er ein fyri ráðum,

Álv hann ber hans merkisstav,

tað tykist øllum vera verri lag,

at landið stendur alt í váða.

 

4 Teir ráða við konginum Sveinur og Álvur:

„So væl mást tú ráða tíni dóttur sjálvur,

tú gift hana ei við savni!

Tað tykir oss vera meiri mun,

Jófrí er ein lensmansson,

hann er ikki jomfrúnnar javni.

 

5 Svaraði Vígbrandur Geyta son:

„Eg kalli tað ei vera mannamun,

tí tað sigi eg við sanni,

borgar og lond tey taki eg frá,

tílíkan ongan við eygum eg sá,

tí er hann jomfrúnnar javni.

 

6 Ikki tarvt tú kongur unna honum gott,

tí hann heldur teg fyri háð og spott,

eg vil tíni ráð ei lýða,

hann dregur tað silki javnt við jørð,

frúvar og moyar hava hann ker,

hann svevur hjá tí væna vívi.“

 

7 Leingi stóð kongurin og tonkti við sær:

„Hvørja nátt svevur Jófrí í lofti hjá mær

og ikki hjá tí væna vívi;

eg skal nú lata veitslu gera,

slík skal eingin í landi vera,

og taka so drong av lívi.“

 

8 Óluva stendur við glasglugga ein,

og mælir hon við ein skeinkisvein,

hon tekur ta frúgv at fregna:

„Eg hoyri harpur og organ troðin,

merkini eru til hallar borin,

Krist gevi tað for góðum gegna!“

 

9 Jófrí hann gongur í høgaloft inn:

„Heil sitið I, Óluva blómakinn!

Eg eri nú dømdur úr høllum;

tað tykir mær vera meiri mein,

teg skal fáa Álvur ella harra Svein,

so erum vit skild at av øllum.“

 

10 Óluva moy hon kembir hans hár,

so gullgula hár um herðar lá,

og tað sigi eg av sonnum,

við gullkambi kembir hon hans hár,

allar hennar hirðkonur  fella  tár,

so vænur var hann ein av monnum.

 

11 „Jófrí, gakk tær í hallina inn,

og hav á tær títt skarlakansskinn,

eg dvøljist ikki leingi eftir,

set teg upp til kongins borð,

men skift har ikki við nakran orð,

so eingin nakað frá tær frættir!“

 

12 Óluva moy hon kembir sítt hár,

flættað hár á herðar lá,

so vænast var hon ein av kvinnum,

hon dregur á teir gullringar fimm,

so gongur hon í hallina inn

og tukt og føgrum sinnum.

 

13 Óluva gekk í hallina inn,

hon fell í knæ for faðir sín,

hon heilsar sínum herra:

„Signi teg Kristus og Maria frú,

at tú mátti liva í ein stadig trú,

eg unni tær einki verra!“

 

14 „Ver vælkomin, Óluva, dóttir mín,

tú gakk at sita, søtan mín,

tú ert ikki borin at standa,

mín er hallin sett umkring

við riddarar og jallar og vælbornan ring,

tú kjós tær mann til handa!“

 

15 „Eg kalli tað ei vera moya sið,

at sjálv skal eg mær mannin biðja,

eg sigi tygur nú tað sanna:

í lofti havi eg mær ein ediling lovað,

við honum vil eg eina um nætur sova,

um eg so fari land at kanna.“

 

16 Kongurin talar til Svein og Álv:

„Tit takið nú Jófrí og leggið á gólv,

og sjálv skal frú hjá standa,

og so síggi eg ta bjørtu sól,

hann skal ikki byggja kongins stól,

í dag er kosin til handa!“

 

17 „Mín keri faðir, tað er tygum sagt,

at eg havi ást við Jófrí lagt,

og tað tygum illa líkar,

so síggi eg ta bjørtu sól,

hann skal ikki byggja kongins stól,

ið Jófrí aktar at svíkja.“

 

18 „Jófrí, gakk tær úr hallini her,

tú hevur her hvørki skjøld ella svørð,

men dvølst ikki leingi har inni,

Ása jalsdóttir, mín terna so bold,

øll míni vákn hevur hon í vold,

alt bæði tey meiru og minnu!“

 

19 Jófrí kom skjótt í hallina inn

við hálvdrigið svørð undir skarlakansskinn,

hann aktar hava vald á vívi,

tað tykti kongi vera meiri mein,

hann vá frá borði Álv og Svein,

hann tók teir so brátt av lívi.

 

20 Kongurin upp úr hásæti steig:

„O, mín keri Jófrí, tú høgg nú ei meir,

tú hevur nú vald á vívi,

tú hevur vunnið sigur og land

so mikil góð ogn er tær gingin í hand,

og sov nú við tað væna vívið!“

 

21 „Havi eg vunnið sigur og land,

so mikil góð ogn mær gingin í hand,

skal sova við tað væna vívið,

vart tú ikki, kongur, fosturfaðir mín

og frú Óluva dóttir tín,

so skyldi tú týna lívið.“

 

CCF 72

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4.

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891 s. 239

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 139.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 136.

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.H. Schrøter (1711-1851), Vágur.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017