• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jøkils kvæði

 

Jøkils kvæði

 

CCF 74

Einki TSB-nr

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

meðan eg fari at kvøða

um tann sterka avrekskappa

Jøkil, sonur Búa.

 

2 Jøkil steig úr síni song

morgun ein so snimma,

klæðist skjótt og loypur á dyr

Úlv stýrimann at finna.

 

3 “Hoyr tú, Úlvur stýrimaður,

hvat er nú best at gera,

lítið vil faðir mín unna mær,

meg lystir ei heima at vera?”

 

4 Úlvur so til orða tók:

“Eg sigi tær fyri sonnum,

bú til ferð og legst í hav,

tað sámir Íslandsmonnum.

 

5 Gitið er frá, at Íslands kappar

lógu ikki altíð í runni,

teir fóru út í onnur lond,

og sømdarverk teir vunnu.”

 

6 “Hoyr tú, Úlvur, vinur mín,

tað sigi eg tær til,

tú skalt vera mín stýrimaður

og halda, hvar eg vil!”

 

7 Fóru so til Oyrarbakka,

settu knørr í hav,

teir vóru komnir skamt á leið,

tá ið tað myrkti av.

 

8 Mjørki legðist á sjógvin niður,

ikki lætti av,

rókust úti summarið alt

og viltust vestur í hav.

 

9 Tá ið tað leið mót veturnáttum,

rætta heystins tíð,

veður kom við stormi og frosti,

gjørdi kavaríð.

 

10 Dreingir máttu í eystri standa

bæði dag og nátt,

hvør sum kemur í tílíka neyð,

hann sigur ei av tí gott.

 

11 Báran brýtur um víðan sjó,

tað rýkur á hvørji vág,

Jøkil ein við eystrið stóð,

tí hinir góvust frá.

 

12 Jøkil stendur í eystrinum

og oysir av lív og deyð,

tíggju dagar og tríati

var hann í teirri neyð.

 

13 Drivu tá undan bylgjuni,

sóu eitt sker fyri stavn,

eingin uttan neyðarmaður

søkir tílíka havn.

 

14 Løgdu inn at skerinum,

lítil var lívsvón,

góðsið týndist niður í kav,

og skútan fór í spón.

 

15 Jøkil og Úlvur komust á sker

í teirri ódnarflóð,

nakrir sveinar bjargaðust,

og summir týndust í sjó.

 

16 Flestir vóru at deyða komnir,

Jøkil væl seg ber:

“Hoyr tú, Úlvur stýrimaður,

skulum vær doyggja her?”

 

17 “Nei,” segði Úlvur, “Jøkil mín,

tú fert at ráða meiri,

góð man vera tín fyrisjón

fyri meg og aðrar fleiri.”

 

18 Jøkil lagdist inn á sund,

ætlar at svimja til landa,

har var brim og áføll stór,

hann tóktist komin í vanda.

 

19 Jøkil kavaði seg til lands

- sí tann raska svein! –

vátur hann var og tussaður,

tað frysti um hann sum bein.

 

20 Reikaði hann við sjónum fram,

so kaldur komin av hav,

hitti á ein gamlan skála,

lykilin groyptur í stav.

 

21 Jøkil skjýtur loku frá,

trivlar í myrkri fram,

tekur skíð og leggur á eld,

so bjart í skála brann.

 

22 Jøkil hugsar nú við sær:

“Tó gott var her at verið,

illa man tað mælast um,

eg skiltist við menn í skeri.”

 

23 Snýr hann út í ríðina,

tað var alt í senn,

legst á sund í skerið út

og finnur sínar menn.

 

24 Hann fann teir í ringum lag,

tó var Úlvur fittur,

átta vóru stirdir,

men átjan livdu eftir.

 

25 Jøkil talar til sínar menn:

“Ætlið tær her at vera?”

Úlvur svarar:”Vit troysta á,

tað besta manst tú gera.”

 

26 Jøkil legst úr skerinum,

flutti Úlv til landa,

helt ikki upp, fyrr enn sveinar allir

komu á turt at standa.

 

27 Fóru so til skálan heim

við so lítlum kæti,

kveiktu eld og restust væl,

men búkurin vantaði æti.

 

28 Jøkil so til orða tók:

“Fallið ikki í fátt!

Hvør av sveinum tykist fús

at vakja her í nátt?”

 

29 Úlvur mælti: “Reystleikin

man nú hjá flestum skorta,

vilt tú, Jøkil, eg vakja skal,

eg líti mær best at orka.”

 

30 “Nei,” segði Jøkil, “eg vakja skal,”

- so er í søgu sagt -

allir løgdust niður til svøvns,

men Jøkil ein helt vakt.

 

31 Gluggaluft á himni stóð,

lítið mánin sá,

ymist flókum fyri dró,

og ymist drógu frá.

 

32 Jøkil reikar niður til sjó

og síðan fram á sand,

hann sær nógv av góðsinum

rikið har á land.

 

33 Tóktist Jøkli gjølla sjá

tvey eftir sandinum fara,

dragsa saman rekagóðsið,

sum tú leggur upp tara.

 

34 Hoyrdi hann teirra samantal,

Gnípa tók til sín:

“Hvør fór har eftir sandinum?”

“Eg veit tað ei,” segði hin.

 

35 “Hoyr tú, sæla systir Geit,

er mær um tað vón,

her er komin ein avrekskappi,

Jøkil Búason!

 

36 Mikil gongur fregn og frægd

av reysti hans og mátti,

var so betur og sælari,

sum slíkan kappa átti.

 

37 Førum os til móts við hann

og bjóðið kostir tvinnar,

binda aðra við ástarband

ella lívið av honum vinna!”

 

38 Gingu tær fram, sum Jøkil stóð,

við tí mesta kæti,

stigu stórum, ginaðu langt,

tað var ikki kvinnulæti.

 

39 Tær vóru heldur stórskornar,

nevið langt til vissa,

vørrin niður á bringu hekk,

tað var ikki dámt at kyssa.

 

40 Tær vóru skrýddar í skinnstakki,

niður stóð á tá,

váshettan á herðum hekk,

ljótligt var at sjá.

 

41 Tá ið Jøkil hetta sá,

svørð úr slíðrum dró,

Geitu tað um hálsin legði,

høvur frá buli hjó.

 

42 Gnípa sá tað ódnarhøgg

og Geitu í blóði flóta,

ræður á Jøkil og glímist fast,

hon helt ikki megið tróta.

 

43 Syftust bæði títt og hart,

Gnípa væl seg stóð,

Jøkils klæði skrædnaðu,

og holdið fleyt við blóð.

 

44 Jøkil hugsar nú við sær:

“Hetta dregur leingi,

tað verður skomm óbótalig,

um píka basir dreingi.”

 

45 Hugsaði tá um gomul snið,

leysumjødn henni brá,

høvdið fyrst til jarðar fell

og búkurin aftaná.

 

46 Gnípa leit mót Jøkli upp,

mælti við miklum trá:

“Njót nú fallið, kallmaður,

og vita, hvat tú má!”

 

47 “Tú má ikki, trøllkona,

hugsa um hetta her,

fyrr skalt tú, sum systir tín,

fara ta somu ferð.”

 

48 Gnípa tá til orða tók:

“Lívið lat meg njóta,

eg skal tínum liði veita

alt, hvat teim man tróta!”

 

49 Jøkil játtaði Gnípu bøn,

meðan hon var í vanda,

bað hana halda trygdarorð

og síðan upp at standa.

 

50 Gnípa mælti av lungum treyt:

“Geit var árini tólv,

tá ið tú hana til jarðar legði,

ellivu var eg sjálv.

 

51 Hoyr tú, Jøkil vinur mín,

enn býst meiri vandi,

tú ert komin í óbygdir

norður í Grønlandi!

 

52 Tær eruð komnir í óbygdir

og inn á fjørðin langa,

faðir míns helli er skamt herfrá,

og bein er leiðin at ganga.

 

53 Kallurin eitur Surtur,

gamal og bogin av elli,

Syrpa nevnist móðir mín,

tey búgva saman í helli.

 

54 Sámur og Sniðil elstu garpar,

aldir upp í fjøllum,

Eitil er mín yngsti bróðir,

verstur er hann av øllum.

 

55 Yngsti alvi eri eg sjálv,

brøðurnir vilja ráða,

teir vilja meg frá arvi stoyta,

eg skal einki fáa.”

 

56 Gnípa tekur í Jøkils hond,

heilsar góðum dreingi:

“Vær skulu skiljast nú um sinn

og vera tó vinir leingi.”

 

57 Jøkil heim í skálan fór

at finna sínar menn,

nú er fyrsti táttur úti,

nógv er eftir enn.

 

(II)

 

58 Táttur ein til enda er komin,

kvæðið varir longur,

nú skal taka upp annan tátt,

hoyrið nú, hvussu gongur!

 

59 Jøkil snúðist í skálan inn,

hann festir hurð í klova,

Úlvur sprakk úr rekkju fram,

hann kundi ikki longur sova.

 

60 Úlvur fram á gólvið leyp,

frægasti var blant sveinar,

Jøkil sigur tíðindi,

sum best hann kundi greina.

 

61 Jøkil talar til stýrimann,

sum næstur hjá honum sat:

“Førum okkur av skála út

og søkið os um mat!”

 

62 Gingu út um skáladyr

við so tungum ekka,

sóu undir veggin borið

nógvan kost og drekka.

 

63 Snúðust teir í skálan aftur,

fingu sær góðan bita;

Jøkil mælir í fyrsta orð:

“Nú er ikki longur at sita.

 

64 Úlvur skal mær á jøklum fylgja,

frægastur man hann vera,

sveinar skulu góðsið samla,

heim til skálan bera.”

 

65 Gingu eftir fjøllunum

eina lítla tíð,

har kom Gnípa sveimandi,

hon var so findarblíð.

 

66 Gnípa tekur í Jøkils hond:

“Sig mær fyri sonnum,

hvar ætlar tú at reika um

burt frá tínum monnum?”

 

67 Jøkil so til orða tók:

“Eg líti upp á teg,

eg skal í tín faðirs helli,

Gnípa, vís mær veg!”

 

68 Tóku tey sínar rásirnar

eftir gróti og velli,

ikki vildi Gnípa standsa

fyrr enn við Surturs helli.

 

69 “Greint skal eg tær, Jøkil, siga,

hjónini eru eina,

brøðurnir eru í veiðiferð,

tú finnur teir ikki heima.

 

70 Sámur, Sniðil og Eitil eru

skála tín at gesta,

ætla at rána góðsið burtur,

drepa menn sum mesta.

 

71 Teir vilja rána skála tín

og drepa tínar menn,

eg havi roynt at hjálpa tær,

og so fer at vera enn.”

 

72 Gnípa fór til skálan heim,

siglumenn at verja,

Jøkil talar til stýrimann:

“Vær skulum í hellið herja!”

 

73 Gingu inn um hellisdyr,

myrkt var tá av kvøldi,

sóu tríggjar flagdkonur

sita har hjá eldi.

 

74 Teir sóu hesar trøllkonur

grúgvuni sita hjá,

stóran ketil yvir krøktan,

eldur á brondum lá.

 

75 Jøkli bilar ikki mót,

reiðir svørði hátt,

sníður einari høvdið frá,

tað feyk í stóra pott.

 

76 Tvær av teim, sum inni vóru,

lupu av palli upp,

Úlvur aðra við spjóti legði

ígjøgnum hennara hupp.

 

77 Úlvur aðra við spjóti skeyt,

so langt stóð út um belt,

triðja leyp á Jøkil fast

og mundi hann nærum felt.

 

78 Tókust á og glímdu fast,

og leingi um hellið tveita,

hvørt vildi annað á eldin føra,

bráðan bana veita.

 

79 Syftust bæði hart og títt

og innar at eldi rása,

møðast tók tá trøllkonan

og býður til at blása.

 

80 Tá ið Jøkil hetta sá,

hondina at sær kipti,

loypur undir flagdina

og yvir høvdið syfti.

 

81 Tað var Jøkil avrekskappi,

so gjørdi hann við hana,

eftir høvdi í ketilin setti,

heitan fekk hon bana.

 

82 Reika teir um hellið inn

og hildu einki skrál,

tóktust í einum øðrum helli

hoyra mannamál.

 

83 Tá ið menninir hetta hoyrdu,

tóktust teir gjølla vita,

har mundi kallur og kelling vera,

hjónini inni sita.

 

84 Surtur so til orða tekur:

“Gamla Syrpa mín,

nú leingist mær eftir synunum

at koma heim til tín!”

 

85 Syrpa mælir aftur ímót:

“Gamli kallur Surtur,

hvar eru dreingirnir uttanhýsis?

Hevur tú sent teir burtur?”

 

86 “Eg sendi mínar tríggjar dreingir,

Sniðil, Eitil og Sám,

at vega Jøkil og hansara menn

og leggja á góðsið nám.

 

87 Tó haldi eg í minsta lag

bøtur lagdar á,

fyri okkara døtur tvær,

sum kappin Jøkil vá.”

 

88 “Sannheit sigur tú, gamli kallur,

tóast tú ert ein nølur,

førum út mót synunum,

og vita hvat teim dvølur!”

 

89 Surtur leyp í hellið fram

og Syrpa aftaná,

Jøkil tekur sín slíðraknív,

tá ið hann hetta sá.

 

90 Jøkil reiddi svørði hátt,

ætlaði Surti meinið,

høggið kom á albogan

og sundur tók at beini.

 

91 Surtur gav so stórt eitt róp,

leyp mót Jøkli fram,

ráddust á og glímdust leingi,

hvørgin sigur vann.

 

92 Tveitti hann Jøkil upp og niður,

gamli Surtur kall,

tó var kappin liðmjúkur,

hann fekk hann ikki á fall.

 

93 Bardust enn í hellinum,

hvørgin sigur fekk,

møðast tók tá kallurin,

tí blóðið frá honum gekk.

 

94 Jøkil hugsar nú við sær:

“Tú skalt við brøgdum fara.”

Kastaði fyri kallin fót

og feldi hann so til jarðar.

 

95 Trívur kall í kjálkafillur,

ætlar nú at skunda,

snaraði høvdið av knóranum,

sum tú kippir lunda.

 

96 Stendur hann upp frá kiptum kalli,

nú er til Úlvs at fara,

sær hann tá, at Syrpa kelling

hevur hann felt til jarðar.

 

97 Leggur hon seg at knúska hann

og dygt við knøum sparka,

grípur niður í vangarnar

og ætlar at bíta barka.

 

98 Jøkil leyp so fimliga,

hann óttaðist hetta tak,

hann kom eftir knøunum

niður á kellingsbak.

 

99 Tekur undir Syrpu kjálkar

við sínum báðum hondum,

knøini í ryggin setti,

tá fór maður við óndum.

 

100 Tað var Jøkil Búason,

hann læt ikki harvið verða,

bendi høvdið aftur á bak

ímillum Syrpu herðar.

 

101 Tað var Syrpu síðsta mein,

væna kalsins vív,

svírin brast um vøluna,

og tá læt hon sítt lív.

 

102 Jøkil tekur í stýrimann

og reisir hann upp á fót:

“Hevði tú fingið barkatakið,

ei hevði staðið til bót.”

 

103 Tóku gull og góðar gripir,

sum mest teir kundu vinna,

snúa síðan heim á leið

sínar menn at finna.

 

104 Gingu eftir vegnum fram

bæði glaðir og kátir,

hoyra nú hark og hároysti

og stóran skellilátur.

 

105 Sóu nú tríggjar ungar menn

móti sær at renna,

hildu tað vera Surturs synir,

ei var gløgt at kenna.

 

106 Jøkil leyp á teirra fund,

áðrenn teim tað vardi,

klývur Sám í akslir niður,

deyðiliga særdi.

 

107 Úlvur tekur spjót í hond,

vildi ikki undan fara,

Sniðil gjøgnum svíran legði,

feldi hann so til jarðar.

 

108 Eitil sá sínar vænu brøður

niður til jarðar níga,

búddist tá við bitrum skólmi

ein mót tveim at stríða.

 

109 Eitil reiddi svørði hátt,

móti Jøkli hjó,

høggið kom í lærið hans,

so út dreiv mikið blóð.

 

110 Úlvur tá til hjálpar kom,

hildu nú báðir saman,

søktu tá mót Eitli fast,

tað var ikki barnagaman.

 

111 Eitil vardist dreingiliga,

veitti sár við knívi,

bardist eina góða stund,

og mátti tó lata lívið.

 

112 Jøkil og Úlvur settust niður,

móðir og ikki heilir,

tá kom Gnípa gangandi

og spurdi, hvat teim feilar.

 

113 Jøkil svarar: “Lítið er vert

her um sinn at mæla.”

- Fylgdu Gnípu til skálan heim

og tóku tá til at tala.

 

114 Talđu teir henni gjølla frá,

hvat teir høvdu útrættað,

Gnípa lavir oyrum niður,

tykir tað tungt at frætta.

 

115 “Dripið høvdu mínir brøður

tínar menn við knívi,

hevði eg ikki hjálpið teim

og bjargað teirra lívi.

 

116 Seks av teimum deyðir eru,

tólv eru eftir enn,

fulliliga hevur tú hevnt,

Jøkil, tínar menn.

 

117 Tú kanst við tær sjálvum vita,

tungt var meg at henda,

um enn tað var ikki slíkt sum tað

foreldra skaði og frænda.

 

118 Tó veit eg tað, Jøkil mín,

tú verður mær til vilja,

væl manst tú mær slíkan skaða

bøta, áðrenn vit skilja.”

 

119 Jøkil játtaði Gnípu tað,

lovaði fullar bøtur,

bindur um sár hjá sínum monnum,

snarliga vóru teir grøddir.

 

120 Gnípa hjálpti tað, hon kundi,

snarliga sárum grøddi,

einki skortaði Jøkils monnum,

hvat teir neyðugt høvdu.

 

121 Gnípa býr í skálanum,

Jøkil og hansara menn;

annar táttur úti er,

og nakað er eftir enn.

 

(III)

 

122 Táttir tveir til enda eru,

kvæðið verður longur,

nú skal taka upp triðja tátt,

hoyrið nú, hvøssu gongur!

 

123 Nakrar dagar fyri jól

tá var Gnípa horvin,

eingin maður vita kundi,

hvar hon var burtur hvorvin.

 

124 Eingin visti, hvar Gnípa var

haðan burtur skotin,

hvørt hon var á sjógv ella landi,

sokkin ella flotin.

 

125 Atfangakvøldið fyri jól

var Jøkil úti av vana,

hann sær tá, hvar Gnípa gongur,

gleðist at síggja hana.

 

126 Hon heilsar honum vinliga,

sum vinir kunnu best,

hann spyr hana tíðindi,

hon sigur frá sum mest.

 

127 “Hoyr tú, Gnípa, vinkona,

hvar hevur tú drálað,

tú hevur ikki leingi verið

heima í mínum skála?”

 

128 “Víða havi eg sveimað um

yvir tindar og skarð,

eg eri boðin til jólaveitslu,

eg vildi, tú komst við mær.”

 

129 “Eg vil ikki, vinkona,

vera tær til bága,

sum tú sigur, so skal vera,

eina skalt tú ráða.

 

130 Hvør man hava boðið tær,

og hvør man hava teg rópað,

meðan tú hevur so vítt um fjøll

í villum mørkum grópað?”

 

131 “Skrámur hevur boðið mær,

sum mikið er at at skottast,

allir jatnir ræðast hann

og mugu fyri honum óttast.

 

132 Eg eri boðin av kongi tann,

sum óbygdum hevur at ráða,

Grímur heitur hansara son,

sum moyggjarnar vilja fáa.

 

133 Grímur heitur hansara son,

fríður er hann og fagur,

aldri hevur í óbygdum

verið tílíkur maður.

 

134 Best mundi tú, Jøkil mín,

mær til handar gingið,

kundi eg við tínari hjálp

hann til ognar fingið.”

 

135 Jøkil játtaði tað at gera,

ongan ómak spara,

læt ikki tíðina renna burt

og beyð sær til at svara.

 

136 Bjóst tá til ferðar snart

Jøkil og Gnípa vættur,

sprungu yvir áir og gil,

so hvørt legði annað eftir.

 

137 Djúpar vóru kavafannir,

Gnípa spor í legði,

tá var komin svarta nátt,

og myrkt var fyri eygum.

 

138 Jøkil fylgdi aftaná,

Gnípa greiddi gøtur,

gjørdi hon tó longri gin

og ótættari føtur.

 

139 Myrk var nátt og djúpur kavi,

ikki var týdlig breyt,

gingu so inn mót trøllabotni,

inntil fjørður treyt.

 

140 Upp mót homrum og brøttum bjørgum

hildu tey sína ferð,

Gnípa valdi gøtuna,

har sum sniðið er.

 

141 Gingu so upp mót høgum bjørgum

yvir homrum og vørðum,

sóu nøkur helli stór

undir fjallaskørðum.

 

142 “Her er helli Skrámin kongs,

her inn skulum vær ganga,

hann hevur boðið higar til sín

jatnir og flagdir mangar.

 

143 Hann hevur boðið í hellið inn –

vilt tú mær tað trúgva? –

teimum, sum í óbygdum

inni í hellum búgva.

 

144 Tussum hevur hann higar boðið,

manga flagdarvív,

fáa tey til at síggja teg,

tey taka teg av lív.

 

145 Tey munnu vilja drepa teg,

fáa tey teg at síggja,

missur er í slíkum manni,

ov góður ert tú at doyggja.

 

146 Her er nú eitt fingurgull,

sum eg vil geva tær,

dregur tú tað á tína hond,

eingin teg tá sær.

 

147 Tá ið tú tann reyða ring

setir á fingur tín,

tá kann eingin síggja teg,

Jøkil, søti mín.”

 

148 Setir hann ring á fingurin,

takkaði gávu nýggja,

gekk so inn um hellisdyr

teir bjargbúar at síggja.

 

149 Ógvuligt var at líta á

inni í kongins høll,

allir pallar, borð og beinkir

skipaðir vóru við trøll.

 

150 Jøkil fylgdi Gnípu eftir,

tá hon gekk til hallar,

heilsaðu henni jatnirnir

og flagdarkonur allar.

 

151 Heilsaði henni Skrámur kongur,

letur so orðum greina:

“Vilt tú fyri borði tjena,

ganga her um beina?”

 

152 Gnípa játtaði tað at gera,

væl man halda orð,

tók so til at ambæta

og bera mat á borð.

 

153 Hon bar inn tað besta øl,

hartil kjøt av djórum,

tóku til matar jatnirnir,

teir drukku og slúkaðu stórum.

 

154 Holvdu at botni stórum skálum;

tá ið nakað leið,

vóru teir allir drukknir skjótt,

tí vínið á teir seig.

 

155 Ilskast tók tá jatnunum,

drekka gav teim mót,

ræður hvør mót øðrum hart,

teir brúktu hond og fót.

 

156 Uppleyp var í óbygdamonnum,

hvør í annan roytir,

nasasløg og vangatak,

hart mót hørðum stoytir.

 

157 Nevapust og hárruskingar

hvør mót øðrum sendi,

rumbul er í hellinum,

tað verður ringur endi.

 

158 Tá ið Jøkil hetta sá,

tekur hann til sín mót,

loypur inn í trongdina

og høggur fyri fót.

 

159 Jøkil stendur á hallargólvi,

brúkar hvassa stál,

hvør um tvøran annan fell,

nú gerst meiri skrál.

 

160 Eingin kundi Jøkil síggja,

nú gekk eftir vild,

bular og høvd á gólvið fúka,

hvør gav øðrum skyld.

 

161 Jøkil brúkar svørð sum mest,

eingin sær hann við eyga,

loypur nú hvør mót øðrum hart

og rótar og slær til deyða.

 

162 Bardust inni í hellinum,

fullu deyðir til vallar,

inntil alt hevði lívið látið,

bæði konur og kallar.

 

163 Alt læt lív, sum inni var,

bæði kallar og konur,

uttan gamli Skrámur kongur

og Grímur, hansara sonur.

 

164 Eftir sat í hásæti

Skrámur kongur væni,

Jøkil legði spjót í hann,

og tað var hansara bani.

 

165 Fell hann har á gólvið fram,

gjørdi mikið dundur,

Grímur tað við eygum sær

og tykir størsta undur.

 

166 Grímur sá sín faðir falla,

snarliga lívið láta,

ongan annan inni sær,

hann undrast yvirmáta.

 

167 Støkkur á føtur fimliga,

títt í klingur vendir,

sópar greipur innan um høll

og strekkir út báðar hendur.

 

168 Jøkil tykir mesta gaman,

meðan Grímur gongur,

dregur av sítt fingurgull

og vil ikki loynast longur.

 

169 Dró hann av sítt fingurgull,

vildi ikki longur bíða,

Grímur hann við eygum sá

og leyp á hann at stríða.

 

170 Tóku tá til at glíma fast

og ongar brøgdir spara,

brúktu knep og snildan list

at fella hvønn annan til jarðar.

 

171 Syftust bæði títt og hart,

harður kampur var,

tá gekk alt í stykki sundur,

móti teimum bar.

 

172 Hart stóð stríð í hellinum,

leingi hevði varað,

tað var Jøkil avrekskappi,

feldi Grím til jarðar.

 

173 Gnípa gleðist í hjartanum,

tá hon hetta sær,

skellir hon við hvítum tonnum

yvir seg og lær.

 

174 “Væl hjálpti nú gáva mín,

fingurgullið bjart,

tú fekst ein at glíma móti,

hinir fullu snart.

 

175 Betur gjørdi fingurgullið,

tað sum eg tær gav,

kom í huga, Jøkil mín,

hvat tú lovaði mær!”

 

176 Jøkil sigur: “So skal vera,”

talar Grími til:

“Bjóða skal eg kostir tveir,

kjós nú, hvønn tú vil!

 

177 Vilt tú Gnípu vinkonu

kjósa tær til vív,

hon man vilja girnast teg,

so skalt tú njóta lív.

 

178 Sjálvur skalt tú kongur vera,

yvir óbygdum ráða,

eftir sæla faðir tín

allan arvin fáa.

 

179 Vilt tú ikki Gnípu unnast,

vera við henni kongur,

skal eg geva tær banasár,

tú skalt ikki liva longur.”

 

180 Grímur so til orða tekur,

býður til at rósa:

“Kostir eru ójavnir,

gott er um at kjósa.

 

181 Eg vil tína vinkonu

kjósa mær til vív,

ongum øðrum trúnna lova,

lat meg njóta lív!”

 

182 Reisti hann Grím á føtur upp,

læt hann lívið njóta,

gongur síðan reikandi

víða um høll at góta.

 

183 Sveimaðu tey í hvørjum króki,

víða um seg hyggja,

sóu nakað gull og silvur

inni í helli liggja.

 

184 Klæði vøn og dýrar gripir

sóu tey inni har,

Jøkil kannar Gnípu alt,

um enn so meiri var.

 

185 Jøkil reikar í avhelli,

tykist verða var,

tvey vóru menniskju, illa hildin,

innanfyri har.

 

186 Tey vóru føst við jarnleinkjum,

niður at stóli knýtt,

tóast tey vóru følin og bleik,

andlitið høvdu tey frítt.

 

187 Jøkil snúðist í hellið inn

fram mót teim at leita,

tekur tá til orða so:

“Hvussu munnu tær heita?”

 

188 “Hvítserk skalt tú nevna meg,

sonur Soldan kong,

Marsibilla er systir mín,

vær sita í leinkjum trong.

 

189 Vær høvum her í fongsli sitið

vetrar fimm og vár,

fimtan heitur aldur mín,

og hon er átjan ár.

 

190 Skrámur hevur osum stolið

heiman frá faðir mínum,

hann hevur ætlað systur míni

Grími, syni sínum.

 

191 Voldið hevur tað systir mín,

at eg mundi lívið fáa,

boðaði hon teim feðgunum,

at nornir høvdu spáað.

 

192 Um enn teir skuldu dripið meg,

segði hon teimum tað,

sjálv mátti hon tá lívið látið

í tann sama stað.

 

193 Hevði Skrámur vitað av tær,

tú hevði ikki livað meiri,

hann mundi teg í pottin koyrt,

sum hann hevur gjørt við fleiri.”

 

194 “Einki er vert at ræðast hann

og óttast nakran vanda,

deyður er hann og hýski alt,

Grím læt eg upp standa.”

 

195 Tá ið tey fingu tað at frætta,

vóru tey glað og fró,

Hvítserkur til orða tekur:

“Slíkt eru tíðindi góð.

 

196 Góð eru hesi tíðindi,

nú er alt í náðum,

manst tú vilja geva mær lív,

og systur míni, báðum.”

 

197 Jøkil sigur: “So skal vera,

livið nú uttan ekka!” –

loysti tey av leinkjunum

og gav teim vín at drekka.

 

198 Tey vóru har í tríggjar nætur,

vildu ikki longur drála,

búðust tá við Jøkili

heim til gamla skála.

 

199 Góvu tey Jøkli góðar gripir

Grímur og Gnípa bæði,

tavlið vænt og kongaskrúð,

so sigist í hesum kvæði.

 

200 Svørð var tann hin triði gripur,

Jøkil frá teim fekk,

bar tað alla ævina,

tá hann í hernað gekk.

 

201 Buðu hvørt øðrum góða nátt

bæði við gleði og gleim,

Grímur og Gnípa eftir vóru,

hini fóru heim.

 

202 Gingu so frá helli Skráms,

skundaðu sær sum mest,

tá ið teir komu til skálan heim,

tá var teim fagnað best.

 

203 Leið so fram á veturin,

har vóru ei tíðindi fleiri;

triði táttur úti er,

og enn er eftir meiri.

 

(IV)

 

204 Tríggir táttar eru til enda,

kvæðið verður longur,

nú skal taka upp fjórða tátt,

hoyrið nú, hvussu gongur!

 

205 Tað var ein fyrsta summarsdag,

um eg rætt kann minna,

Grímur og Gnípa til skálan komu

Jøkil til at finna.

 

206 Heilsaðu bæði Jøkili,

vóru glað og fró,

Grímur so til orða tekur:

“Fylg mær niður til sjó!”

 

207 Fylgdi hann teim til strandar oman,

leit so upp at hyggja,

sá eitt skip við rá og reiði

úti á sjónum liggja.

 

208 “Bátur er her, vær geva tær,

vær kunnum ei geva betur,

eg og Gnípa, vinkona tín,

hava bart hann saman í vetur.”

 

209 Jøkil svarar: “Aftur ímót

gevi eg Gnípu og tær

góðsið í hennara faðirs helli,

um enn tað meiri var.”

 

210 Grímur og Gnípa avskeð tóku,

Jøkil býst til ferðar:

“Vær munnum skiljast nú um sinn

og tó altíð vinir vera.”

 

211 Bað hann menninar reiða seg til,

tá ið byrur gav,

stigu teir inn um skipaborð

og løgdu so út í hav.

 

212 Jøkil so til orða tekur:

“Hvar skal ferðin standa?”

Hvítserkur svarar:”Ráddi eg,

so hildu vær til Serklanda.”

 

213 Jøkil svarar: “So skal vera,

stýr sum best tú kann!”

Hildu so beina leiðina,

teir komu við Serkland.

 

214 Løgdu inn í havnina

uttan treyt og sorg,

lótu síni akker falla

fyri Soldans borg.

 

215 Tá ið kongurin frætti av,

hvør har var komin til landa,

snýst hann brátt av høllini út

og reið so niður til strandar.

 

216 Hvítserkur og Marsibilla

gingu mót Soldan kongi,

møttust nú við gleði og gleim,

sum skild høvdu verið leingi.

 

217 Kongurin beyð Jøkli heim,

har mundi einki tróta,

bað hann koma við sínum monnum

veitsluna at njóta.

 

218 Leiddi hann teir til hallar heim,

nú var hann loystur av ekka,

settust niður í hásæti

so glaðir og kátir at drekka.

 

219 Næst hjá sær í hásæti

kongurin Jøkil valdi,

greint frá hansara avreksverkum

Hvítserkur fortaldi.

 

220 Kongur undrast og líkist á,

tað sigi eg fyri sonnum,

Jøkil er ein avrekskappi,

hann ber av ungum monnum.

 

221 Nú var mikil gleði og gleim

har í høllini vent,

dumminerað var og drukkið

priment og klarent.

 

222 Tá var gleði í høllini,

teir brúktu sangarverkið,

trummudundur og harpusløg,

basúnarklangurin sterki.

 

223 Tá ið teir høvdu í veitslu sitið

hálvan annan dag,

bar upp Jøkil bønarorð

og kongins dóttur bað.

 

224 Kongurin gav honum svarið so –

ei var at forskjóta

“Best manst tú av øllum vera

verdur hana at njóta.”

 

225 Var hetta nú av ráði gjørt

og bundin brúðarkrans,

moyin varð leidd í hallina

bæði við sang og dans.

 

226 Tóku teir nú at bjóða inn

og fólkið saman at leita,

við so mikin gleði og gleim,

sum verøldin kundi veita.

 

227 Vóru nú hørpur og saltarir,

urgur og bumbur bardar,

symfoni og gígurnar

vóru ikki spardar.

 

228 Tá var veitslan afturnýggjað,

kongurin einki spardi,

drukku, dansaðu glaðir og kátir,

hálvan mánað vardi.

 

229 Tá ið veitslan enda fekk,

fóru teir heim við náðum,

allir vórðu loystir út

við sømiligum gávum.

 

230 Kongurin gav síni dóttur

Serkland hálvt at stýra,

Jøkil hann gav Hvítserki

mangar gripir dýrar.

 

231 Jøkil hann gav svágri sínum,

- sigist í hesum rími –

tavlið vænt og kongaskrúðið,

tað hann fekk frá Grími.

 

232 Svórust nú í fostbrøðralag,

fóru so út í stríð,

drupu ránsmenn og illvirkjar,

keypmonnum góvu teir grið.

 

233 Hildu heim mót heystins tíð,

um veturin vildu teir bíða,

gjørdu so summur seks í samt,

tá leiddist teim at stríða.

 

234 Settust teir at londum heima,

kongurin andaðist tá,

Hvítserkur fekk ríkið alt

og Serkland yvir at ráða.

 

235 Kongins dóttur av Blálondum

til drotning fekk hann sær,

gav so Jøkli konganavn

og Bláland, sum tað var.

 

236 Líður so hesi søguni,

væl fell alt í lag,

Jøkil stýrdi ríki sínum

til sín deyðadag.

 

237 Jøkil stýrdi ríki sínum,

væl mundi honum ganga,

krúnu hann bar og konganavn

aldur og ævi langa.

 

238 Børnini við Marsibillu

hevði hann mong og føgur,

ervaðu ríkið eftir hann.

- Vær lúkum nú hesar søgur.

 

CCF 74

Einki TSB-nr

 

Handrit:        UB Add. 300, 4to á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn.

                        Savn Hammershaimbs AM Access 4

                        Koltursbók II nr. 44, s. 109

                        Savn Hammershaimbs. Føroya Landsbókasavn

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 2, s. 165.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 17. bind, s. 10

 

Heimild: Úr Streymoy: Jákup Nolsøe (1776-1869), f. í Nólsoy, Tórshavn, 1826.

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017