• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ólavur hin heilagi

 

Ólavur hin heilagi

 

CCF 80 A

Einki TSB-nr.

 

1 Ólavur hin heilagi

Noregi hann átti,

alt tað fólk hann kristnaði,

sum honum søma mátti.

 

Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

hansara segl er silkireytt,

Ormurin rennur; árar leika við tolli.

 

2 Gudbrandur í Gudbrandsdali

hann var eftir eina,

hvøssu hann fekk kristnað hann,

eg frá tí vil greina.

 

3 Gudbrandur fekk frá kongi boð,

mundi frættast víða,

antin lata kristna seg

ella mót kongi stríða.

 

4 Gudbrandur talar til sonin sín:

“Í stríðið skalt tú fara,

ven hann av tí vananum

við trúum okkum læra!”

 

5 Valdu út úr Gudbrandsdali

tólv hundrað í skara,

kongurin dró tá teim ímót,

tó vildi hann fólkið spara.

 

6 Kongurin sendi sendiboðið

við tí boði sæla:

“Bið hann unga Gudbrands son

sjálvan við meg tala!”

 

7 Inn kom Gudbrandur Gudbrands son,

ræður for konga kníggja:

Tí eri eg komin higar í dag,

eg vildi teg sjálvan síggja.”

 

8 “Vælkomin her, tú ungi maður,

gakk tú mær til handa,

trúgv tú nú á sannan Gud,

tú sleppur úr stórum vanda!”

 

9 Gudbrandur stendur á hallargólvi,

fellur á síni knæ:

“Eg skal trúgva á sannan Gud

henda sama dag.”

 

10 Kristnaði hann tann unga mann

har í sama sinni,

kongurin gav honum gull og fæ

og takkaði Gud ei minni.

 

11 Gudbrandur tekur kongins hond:

“Takk fyri tína veiði,

eg skal kristna faðir mín,

vil hann taka við ræði.”

 

12 Aftur kom hann Gudbrandur ungi,

aftur til faðir sín:

“Vælkomin tú úr stríðinum,

sæli sonur mín!”

 

13. “Sitið nú her tit heil og sæl,

bæði faðir og móðir,

eg havi verið hjá Ólavi kongi,

hann er ein maður góður!

 

14 Eg havi tikið við kristnari trúgv

og kastað tann avgud vranga,

ger tú líka so, faðir mín,

so væl tað tær skal ganga!”

 

15 “Hevur tú, svarti úlvaungi,

sakað mín gudin Tóra,

hevur tú lurtað eftir Ólavi kongi,

tað hann hevur fyri tær bjórað!

 

16 Hevur tú tikið við kristnari trúgv

og sakað gudin henda,

galið gjørdi tú, sonur mín,

tú mást snart frá tí venda.”

 

17 Gudbrandur situr í gyltum stóli,

heldur á reyðum ringi:

“Eg skal lata kongin kalla

higar á Dalatingið.

 

18 Eg skal lata fólkið sanka,

alt her býr umkring,

bera skulu teir Tóra gud

sjálvan inn á ting.

 

19 Kongurin man tá óttast sikkurt

fyri tann Gudi stóra,

hann man smeltast av bangheit niður,

tá ið hann sær Tóra.”

 

20 Tað var hin góði Ólavur kongur,

fekk tey boð av sonnum,

hann skuldi møta á Dalatingi

við sínum góðu monnum.

 

21 Kongurin talar til Kolbein sterka:

“Tú skalt hjá mær vera,

eg havi hoyrt, hann ætlar sær

Tór á ting at bera!”

 

22 Kongurin gongur á tingið inn

bæði vænur og vitur,

sær hann, gamli Gudbrandur

í hásætinum situr.

 

23 Kongurin las upp kristna læru

fyri tí manna tali:

“Takið nú øll við mínum Gudi,

nú hava tit gott í vali!”

 

24 Gudbrandur situr í hásæti,

talu sína fremur:

“Eg vænti smáligt mál av tær,

tá ið Tórur kemur.”

 

25 Bílætið kom á tingið fram,

borið av fimtan monnum,

stóra sleggju í hondum hevði,

hamarin stóð mót tonnum.

 

26 Gudbrandur reisist úr hásæti

upp við hallarveggi:

“Nú meini eg, at Ólavur kongur

lútar við sínum skeggi.”

 

27 “Dárliga tú talar nú,

tú hin heidni hundur,

myrkheit býr í tínum hjarta,

tað er einki undur.

 

28 Vilt tú skoða sannan Gud,

skoða tú hans verkið,

hygg teg nú mót eystri upp,

har kemur hans tjenari sterki!”

 

29 Sólin stóð í eystri upp,

tók so fagurt at skína,

Gudbrandur vendi sær mót henni

við øllum monnum sínum.

 

30. Kolbein sipar á Tóra kropp,

góður var í honum alvi,

raplaði hann í smildur sundur

rætt sum kavaskalvur.

 

31 Rottur sprungu úr viðargudi,

hartil stórir ormar,

har var rumbul á tingi inni,

alt av durum stormar.

 

32 Kongurin stendur á tingi inni

við sín gylta stav:

“Her liggur nú tann sterki gudur,

tú hevur rósað tær av.”

 

33 Bilsin sat tá Gudbrandur gamli,

rann honum mangt í huga,

óargadýr í Tóra búðu,

lítið mundi hann duga.

 

34 “Kongur, eg skal nú trúgva tær

og taka við Gud tann eina,

doyp tú meg, í Harrans navn,

við mínar menn og sveinar!”

 

35 Kongurin læt tá kirkju byggja

har í Gudbrandsdali,

tá hevði hann alt Noregi kristnað,

tann hin kongurin sæli.

 

CCF 80 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Hentzasavn. Ny kgl. Saml. 1954 kvarto, nr. 13. Johannes Clemensen skrivaði í 1819

 

Útgávur:

1. Hentzasavn. Kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang. Fróðskapur 2011, s. 167. Í handritinum verður kvæðið kallað „Guldbrands rujma“.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 244.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 17. bind, s. 122

 

Heimild: Úr Sandoy:  Jóannes í Króki (1794-1869),  Sandi, 1819

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017