• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Filkus Veymarsson

 

Filkus Veymarsson

 

CCF 126

TSB E 5

 

1. Filkus hann spurdi

sína hjartans kæru,

um hann skuldi ríða í Tyrnisdal

at fremja sína æru.

 

Nú leikar við tann lindin.

 

2 “Ríður tú í Tymisdal,

tá ger tað so,

spar ikki tína sterka brynju

at ríða á!

 

3 Tað seti eg við

mín búgvin brand,

at ríður tú í Tyrnisdal,

tú hendir skamm.

 

4 Tað seti eg við

mín silvurbúna knív,

at ríður tú í Tyrnisdal,

tú missir lív.”

 

5 Filkus hann snúðist

frá síni konu so brátt:

“Gud gevi mær betur ganga,

enn mær er spátt.”

 

6 Tað var Filkus Veymarsson,

hann ríður undir líða,

har møtir honum Torkil Tróndarson,

so glaðiliga ríða.

 

7 Har møtir honum Torkil Tróndarson,

so glaðiliga ríða:

“Ert tú argur herjanssonur,

tú torir ikki bíða?”

 

8 “Eg eri eingin herjanssonur

heldur enn sjálvur tú,

ert tú av góðum kongakyni,

vita, royn teg nú!”

 

9 Teir skutu skøft í saðilboga,

teir fremdu leik,

tílíkan dystin ger mínar kinnar

reyðar og bleikar.

 

10 Teir skutu skøft í saðilboga,

tá skeytst hans skjold,

tá snávaði hans góði hestur,

hann fell á fold.

 

11 “Nú tekur at loysna

míni akslabond,

skaftið tekur at skelva

í mínari hond.

 

12 Nú tekur at loysna

mínar trodnu hosur,

sum eg hevði havt troðið

tann lind og mosa.”

 

13 Tað var Filkus Veymarsson,

hann fell av hest:

“Hoyr tú, Torkil Tróndarson,

tú søk mær prest!”

 

14 “Gjarna søki eg tær prestin

og allan greiða,

hoyr tú, Filkus Veymarsson,

forlát mær reiði!”

 

15 “Gjarna forláti eg tær reiði,

og alt tað eg formár,

men vakta teg væl fyri mínum brøðrum,

eg eftir ár.”

 

16 Tað gjørdi Torkil Tróndarson,

tó at hann var ein,

hann vá hansara sjey brøður,

áður hann reið heim.

 

17 Nú liggur Filkus Veymarsson

í grønari lund,

Torkil ber hans ring og brynju,

hann giljar hans sprund.

 

18 Nú liggur Filkus Veymarsson

í grønari líð,

Torkil ber hans ring og brynju

og lovar hans vív.

 

Nú leikar við tann lindin.

 

CCF 126

TSB E 5

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4).

 

Útgávur:

 

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 72.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 158.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Povl Johannesen, Poul í Sakarisstovu (1791-1859), Sumba, 1847.

 

E 5 Filkus Veymarsson (Filkus Veymarsson defeats opponent in single combat and wins the opponent’s beloved)

(FS: Torkil Tróndarson sigur unnustu síni frá ætlan síni at fara burtur at vinna sær heiður í bardaga. Móti vilja hennara fer hann av stað. Hann hittir Filkus Veymarsson.) Menninir báðir stríðast, og Torkil er deyðiliga særdur. Hann biður Filkus fara eftir presti til sín. F., S.: Hann ávarar Filkus um brøður sínar. F.: Filkus drepur teir allar. F., N.: Torkil doyr, og nú er Filkus biðil hjá unnustu Torkils.

á føroyskum: CCF 126 (eisini á norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017