• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Lokka táttur

 

CCF 13 Aa

TSB E 114

 

1 Eg vil hava sonin frá tær,

kanst tú ikki goyma hann fyri mær.

 

            Hvat skal mær harpan undir mína hand

            vil ikki frægur fylgja mær á annað land?

 

2 Bóndin heitir á sveinar tvá:

“Biðið Óðin for meg inngá!

 

3 Eg vildi, mín Óðin væri til,

vita hvussu goymslan ganga vil.

 

4 Eg vildi, mín Óðin Æsa kongur,

vita hvussu goymslan gongur.”

 

5 Áður enn tey høvdu hálvtalað orð,

tá var Óðin inn for borð.

 

6 “Hoyr tað, Óðin, eg tali til tín,

tú skalt goyma sonin mín!”

 

7 Óðin fór við sveini út,

brúður og bóndi bera sút.

 

8 Óðin biður vaksa brátt

akurin upp á eini nátt.

 

9 Óðin biður nú vera svein

mitt í akri aksið eitt.

 

10 Mitt í akri aksið eitt,

mitt í aksi byggkorn eitt.

 

11 Risin hevur hjartað hart sum horn,

ripar nú fangið fult við korn

 

12 Tá var sveini komin til sút,

byggkornið kreyp úr neva út.

 

13 Tá var sveinin komin til pínu,

Óðin kallar hann til sín

 

14 Óðin fer við sveini heim,

brúður og bóndi fagna teim.

 

15 “Her er hin ungi arving tín,

nú er uppi goymsla mín

 

16 Eg vildi, mín Høgni væri til,

vita, hvussu goymslan ganga vil.”

 

17 Fyrr enn tey høvdu hálvtalað orð,

tá var Høgni inn for borð.

 

18 “Hoyr tú, Høgni, eg tali til tín,

tú skalt goyma sonin mín!”

 

19 Høgni fór við sveini út,

brúður og bóndin bera sút.

 

20 Høgni gongur á grønari grund,

svanir sjey teir flugu um sund.

 

21 Høgni biður nú vera svein

mitt í knokki fjøður ein

 

22 Ver harí við onga sút,

tá eg kalli, kom tá út!”

 

23 Skrímslið loypur goyst um grund,

svanir sjey teir flugu um sund.

 

24 Tann fremsta svanin hann av beit,

hálsin niður í herðar sleit.

 

25 Tá var sveinin komin til sút,

fjøðurin smeyg úr kjafti út.

 

26 Tá var sveinin komin til pínu,

Høgni kallaði hann til sín

 

27 Høgni fer við sveini heim,

brúður og bóndi fagna teim.

 

28 “Her er hin ungi arving tín,

nú er uppi goymsla mín”

 

29 “Eg vildi, mín Lokki væri til,

vita, hvussu goymslan ganga vil.”

 

30 Fyrr enn teir høvdu hálvtalað orð,

tá var Lokki inn for borð,

 

31 “Tú veitst einki av míni neyð,

risin troyggjar míns sonar deyð.

 

32 Hoyr tú Lokki, eg tali til tín,

tú skalt goyma sonin mín

 

33 Goym hann væl, so sum tú kanst,

lat ikki skrímslið fáa hann!”

 

34 “Skal eg goyma sonin tín,

tá mást tú lúka treytir mín

 

35 Tú skalt lata neystið gera,

meðan eg man burtur vera.

 

36 Víðan gluggar sker tú á,

jarnkelvi tú legg har hjá!”

 

37 Lokki gár eftir sandi,

sum skútan fleyt for landi.

 

38 Lokki rør nú ytst á klakk,

so er í fornum frøði sagt.

 

39 Lokki hevur ei fleiri orð,

ongul og stein hann varpar for borð.

 

40 Ongul og steinur við grunnið vóð,

snarliga hyggin hann flundru dró.

 

41 Dregur hann eina og dregur hann tvá,

tann triðja hon var svørt at sjá.

 

42 Lokki biður nú vera svein

mitt í rogni byggkorn eitt.

 

43 “Ver harí við onga pínu,

tá eg kalli, kom til mín!

 

44 Ver harí við onga sút,

tá eg kalli, kom tá út!”

 

45 Lokki rør nú aftur til land,

risin stár for honum pá sand.

 

46 Risin mælti so orðum brátt:

“Lokki, hvar hevur tú verið í nátt?

 

47 “Lítla man eg hava ró,

flakkað og farið um allan sjó.”

 

48 Risin oman sín jarnnakka skjýtur,

Lokki rópar, at hann brýtur.

 

49 Risin tók sær stýri í hand,

Lokki rør nú út frá land.

 

50 Lokki rør við langa leið,

ikki vil jarnnakkin ganga úr stað.

 

51 Lokki svør við sína trú:

“Eg kann betur at stýra enn tú.”

 

52 Risin setst til árar at ró,

jarnnakkin fleyg um allan sjó.

 

53 Risin rør við langan favn,

næstum Lokka aftur um stavn

 

54 Risin rør nú ytst á klakk,

so er í fornum frøði sagt.

 

55 Risin hevur ei fleiri orð,

ongul og stein hann varpar for borð.

 

56 Ongul og steinur við grunnið veður,

snarliga hyggin hann flundru dregur.

 

57 Ongul og steinur við grunnið vóð,

snarliga hyggin hann flundru dró.

 

58 Dregur hann eina og dregur hann tvá,

tann triðja hon var svørt at sjá.

 

59 Lokki svør á sína list:

“Risin, gev mær handa fisk!”

 

60 Risin svaraði og segði nei:

“Nei, mín Lokki, tú fært hann ei!”

 

61  Hann setti tann fisk millum kníggja á sær,

taldi hvørt byggkorn, í rogni var.

 

62 Tá var sveinin komin til sút,

byggkornið kreyp úr neva út.

 

63 Tá var sveinin komin til pínu,

Lokki kallar hann til sín.

 

64 “Set teg niður fyri aftan meg,

lat ikki risan síggja teg!”

 

65 Risin rør nú aftur til land

beint ímóti hvítan sand.

 

66 Sveinin leyp so lættur á land,

ikki merkti spor á sand.

 

67 Risin leyp so tungur á land,

upp til kníggja niður í sand.

 

68 Sveinin, sum hann kundi best,

leyp ígjøgnum faðirs neyst.

 

69 Hann leyp ígjøgnum faðirs neyst,

risin eftir við fullgóða treyst.

 

70 Risin stóð í glugga fastur,

jarnkelvið í heysi brast.

 

71 Jarnkelvið í heysi í erva,

bóndin høggur bein í neðra.

 

            Hvat skal mær harpan undir mína hand,

            vil ikki frægur fylgja mær á annað land?

 

CCF 13 Aa

TSB E 114

 

Handrit: Hentze-savnið. Ny kgl. Saml. 1954, 4to. Nr. 5, s. 43. Johannes Clemensen skrivaði upp, 1819

 

Útgávur:

1. Eivind Weyhe (ed.) “Hentzasavn: kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819, Fróðskapur 2011.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 365.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 10

 

Heimild: Úr Sandoy. Johannes Clemensen, Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi, 1819. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017