• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Greivin av Jansalín

 

Greivin av Jansalín

 

CCF 130 A

TSB E 12

 

1 Tað var greivin av Jansalín,

hann talar til faðir sín:

“Eg vil ríða mær upp á land,

at royna roysni mín.”

 

2 “Ríður tú tær upp á land,

sæli sonur mín,

har mant tú finna harran tann,

‘aidir uj bleadi’ skín.

 

3 Ríður tú tær upp á land,

eg sigi tær satt ífrá,

har mant tú finna harran tann,

eitur harra Ívar blá.

 

4 Eg skal finna tær hestin tann,

dugir tú hann at eiga,

so rennur hann tann tjúkka skara

sum eftir ta grønu heiði.

 

5 Eg skal geva tær hestin tann,

dugir tú hann at stýra,

so rennur hann eftir tann tjúkka skara,

sum eftir tann grøna líð.

 

6 Eg skal geva tær hjálmin tann,

tú tarvt ei binda í band,

fyrr enn tú finnur harran tann,

ið eitur harra Valuvant.”

 

 

 

7 Tað var greivin av Jansalín,

beyð sær út at ríða,

møtir honum harra Ívar blá

undir so grønar líðir.

 

8 Tað var greivin av Jansalín,

talar eitt orð so brátt:

“Hoyr tú, harra Ívar blá,

hvar svavst tú í nátt?”

 

9 “Í Lundini borg svav eg í nátt,

hví spyrt tú til mín?”

“Vilt tú, harra Ívar blá,

síggja seinasta dagin tín?”

 

10 Tað var harra Ívar blá,

hann vildi ikki undan flýggja,

setir hann oman á høvur sítt

trinnar hjálmar nýggjar.

 

11 Tað var greivin av Jansalín,

bant sítt høvuðband,

hjálmurin skar so sára við,

tað hoyrdi hans faðir í land.

 

12 Svaraði hertugin grammleiti:

“Dreingir leggið í minni!

Nú bant mín hin sæli sonur

sín hjálm í fyrsta sinni.”

 

13 Tað var greivin av Jansalín,

sínum svørði brá,

hann kleyv harra Ívar blá

sundur í lutir tvá.

 

14 Hann vá harra Ívar blá,

illa mundi honum tað líka,

hann vá niður í einum víggi

trinni kongaríki.

 

15 Hann vá harra Ívar blá,

illa mundi honum tað haga,

hann hevur borið skjold og svørð

allar sínar dagar.

 

16 So reið greivin av Jansalín

innan grøna líð,

hvørki gól tá eftir honum

heykur ella hýð.

 

17 So reið greivin av Jansalín

innan grøna lund,

hvørki gól tá eftir honum

heykur ella hund.

 

18 Hann fann eina moy í grønari lund,

vann henni einki mein,

býtti henni bæði gull og fæ,

bað hana ríða heim.

 

19 Frúgvin stendur í glasvindeyga,

sær hon út so víða,

hon sær sær ein frægan kappa

leikvøllinum ríða.

 

20 Hon sær sær ein frægan kappa

á leikvøllinum ríða:

“Tílíkan vildi eg kosið mær,

hevði tað staðið til mín.”

 

21 Hann hevði upp sína høgru hond,

gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

22 Svaraði greivin av Jansalín,

ríður eftir borgini fram:

“Er her nakar innanhallar,

Ívar hevna kann?

 

23 Eg vá harra Ívar blá,

illa mundi honum tað líka,

hann vá niður í einum víggi

trinni kongaríki.

 

24 Eg vá harra Ívar blá,

illa mundi honum tað haga,

hann hevur borið skjold og svørð

allar sínar dagar.”

 

25 Svaraði greivin av Jansalín,

ríður eftir borgini fram:

“Er her nakar innanhallar,

dystin ríða kann?”

 

26 Svaraði kongurin Valuvant,

stóð í einum kyrtli reyðum:

“Hví man greivin av Jansalín

so spyrjast um sín deyða?”

 

27 Tað var kongurin Valuvant,

hann vildi ikki undan flýggja,

setir hann oman á høvur sítt

trinnar hjálmar nýggjar.

 

28 Tað var greivin av Jansalín,

bindur sítt høvurband,

hjálmurin skar so sára við,

tað hoyrdi hans faðir í land.

 

29 Svaraði hertugin grammleiti:

“Dreingir, leggið í minni!

Nú bant mín hin sæli sonur

sín hjálm í annað sinni.”

 

30 Tað var greivin av Jansalín,

upp sínum svørði brá,

hitt var kongurin Valuvant,

fyri hans fótum lá.

 

31 Tað var kongurin Valuvant,

hann bað hann ikki lata seg doya:

“Eg gevi tær jomfrú Sólitu,

sjálvs mína festarmoy.”

 

32 “Gevur tú mær jomfrú Sólitu,

festarmoynna tína,

eg gevi tær jomfrú Dalitu moy,

so væna systur mína.”

 

33 Tað var greivin av Jansalín,

beyð sær út at ríða,

møtir hann sínum sæla faðir

við átjan hundrað at stríða.

 

34 Møtir hann sínum sæla faðir

við átjan hundrað at stríða:

“Hoyr tað, tú mín sæli sonur,

hevur tú roysni flýggjað?”

 

35 “Eg vá harra Ívar blá,

illa mundi honum tað haga,

hann hevur borið skjold og svørð

allar sínar dagar.

 

36 Eg vá harra Ívar blá,

illa mundi honum tað líka,

hann vá niður í einum víggi

trinni kongaríki.

 

37 Tað var kongurin Valuvant,

hann bað meg ikki lata seg doya,

hann gav mær jomfrú Sólitu,

sjálvs hans festarmoy.

 

38 Hann gav mær jomfrú Sólitu,

festarmoynna sína,

eg gav honum jomfrú Dalitu moy,

so væna systur mína.”

 

39 Tað var greivin av Jansalín,

hann var av kongakyni,

møtir honum Ísin konungur

við ellivu sínum synum.

 

40 Vænir eru Ísins synir,

hvar ið teir beita brandi,

av ber greivin av Jansalín,

kappin av tí landi.

 

41 Vænir eru Ísins synir,

hvar ið teir sita á hesti,

av ber greivin av Jansalín,

tann avrekskappi reysti.

 

CCF 130 A

TSB E 12

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser IV. Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig , s. 737.

2. Dimmalætting nr. 7 ff. 1885.

3. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 80.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 8.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági.

 

E 12 Greivin Gansalín (Challenger defeats opponent who gets him a bride)

Gansalín greivi sigur mammu síni (cF: pápa sínum), at hann vil sleppa at royna styrki sína í bardaga. Hon gevur honum ross, og hann fer av stað. Hann møtir manni og drepur hann, og stutt aftaná er hann í hornatøkum við ein annan mann. (D, F: Bardagin hoyrist so langt sum heim til Gansalín og teirra). Hann sigrar á mótstøðumanninum (cF: drepur hann, N: teir eru javnir), og hin bjóðar honum unnustu sína (N: systur sína; D: Gansalín tekur ikki av og kjósar sær systrina í staðin. N, F: Hin maðurin fær systur Gansalín afturfyri) - D, N: Brúdleyp verður hildið, og brúðurin (N: brúðargentan) dugir sær ikki magamát. cD, N: Hon drepur fleiri av monnunum, ið eru gestir har, cN: og hetta fær øði í Virgar Valintsson, sum drepur hana. - F: Gansalín giftist. Á heimleið við brúður síni møtir hann pápa sínum, sum er farin av stað við einum heri at hevna Gansalín, sum teir halda er dripin.

á føroyskum: CCF 130 Greivin av Jansalín (eisini á donskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017