• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Álvur kongur

 

CCF 14 A

TSB E 58

 

1 Eg havi eina rímu hoyrt,

gjørd er út í Frans,

tá vóru ikki frægari saman

enn Álvur og rekkar hans.

 

            Orlov um biðjum vær,

            ærligir menn,

            dans skulum vær fremja,

            er ikki dagur enn.

            Orlov um biðjum vær.

 

2 Álvur kongur og rekkar hans,

hoyrt havi eg gitið tess,

teir vóru ikki færri saman

enn níggju sinni seks.

 

3 Drógu teir sínar sjódrekar

oman á saltan vatur(!),

tá kom maður á bergið oman:

“Kongur, veit mær far!”

 

4 Draga teir sínar sjódrekar

niður úr tøttum neysti,

tá stóð fast undir kjalarhæli,

tá leyp ovurgoyst.

 

5 “Hoyr tú tað, tín ungi maður,

farið skalt tú fáa,

vilt tú standa í allan dag

og stýra tann bylgjan blá.

 

6 Hoyr tú tað, tú ungi maður,

farið veiti eg teg,

vilt tú standa í allan dag

og stýra sjó for meg.”

 

7 So var veður á sjónum hart,

ódnin mátti kalla,

so stýrdi hann Ustin jall,

at hvørgum borði halla.

 

8 So var veður á sjónum hart,

grótið reis frá grunni,

voldi tað óndi Ásmundur kongur,

sum illgerningar kundi.

 

9 So var veður á sjónum hart,

at skipið lak sum streymur.

“Heilir og sælir, mínir menn,

tær sigið mær tygara dreymar!”

 

10 Til svaraði Ustin jall,

hann var fyrstur á orð:

“Fyrst má eg mínar dreymar siga,

fátt man feigum forða.

 

11 Tað var mín hin fyrsti dreymur,

tá ið eg heiman fór,

allir stoyttust á drekans borð,

við Álvi kongi vóru.

 

12 Tað var mín hin annar dreymur,

tá ið eg heiman sigldi,

eldur leikaði um allar teir,

sum Álvi kongi fylgdu.”

 

13 So var veður á sjónum hart,

skipið lak sum droyra.

“Heilir og sælir, mínir menn,

mær lystir á dreymar at hoyra.

 

14 Higar ið teirra snekkja

kendi fagurt land,

kastaðu síni akkerini

á so hvítan sand.

 

15 Kastaðu síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Álvur kongur

sínum fótum á land.

 

16 Fyrstur stígur Álvur kongur

sínum fótum á land,

tá var tann óndi Ásmundur kongur

riðin niður til strand.

 

17 “Ver vælkomin, Álvur kongur,

góði vinur mín,

lidnir eru fimtan vetrir,

síðan eg væntaði tín.

 

18 Ver vælkomin, Álvur kongur,

vilt tú mær tað trúgva,

lidnir eru fimtan vetrir,

síðan eg læt veitslu búgva.

 

19 Tað stendur ein borg í grasagarði,

tøkt við marmori døkka,

har skalt tú, Álvur, inni hvíla

við allar tínar rekkar.

 

20 Tað stendur ein borg í grasagarði,

tøkt við marmori dýra,

har skalt tú, Álvur, inni hvíla

við allar rekkar tínar.”

 

21 Tí svaraði Álvur kongur:

“Má eg ráða sjálvur,

tá skal mær til hallar fylgja

rekka sveinir hálvir.”

 

22 Allar setti hann sínar menn

fram á hyggjubekk,

síðstur reystur Álvur kongur

í hásætið hann gekk.

 

23 So skeinkir hann Ásmundur kongur

mjøðin inn í høll,

fyrstur sovnaði Álvur kongur

og síðan hirðin øll.

 

24 So skeinkir hann falsarin

mjøðin og so vín,

fyrstur sovnaði Álvur kongur

fram úr sessi sínum.

 

25 Falsarin talar til Ásmund kong:

“Nú er liðið sovnað.”

Ásmundur talar til falsaran:

“Tú lat ikki mjøðin dovna!”

 

26 Enn nú mintist Ásmundur kongur,

hvat verið hevði fyrr,

leggur eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr.

 

27 Leggur eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr,

at brenna inni Álvur(!) kong

og alt hans valda lið.

 

28 Stokkur var hvør av stáli groyptur,

riktur við harðar greppar,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir,

náddi nú eingin at sleppa.

 

29 Stokkur var hvør av stáli groyptur,

riktur við harðum knútar,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir,

náddi eingin út.

 

30 Vaknaði fyrsti av rekkum Álvs,

eldur tók at rúka:

“Her er eldur av henda royk.”

Hann legði seg sekur at sova.

 

31 Vaknaði annar av rekkum Álvs,

tá tók eldur at brenna:

“Mín er skjúrtan sveittastorkin,

hitan man hon kenna.”

 

32 Vaknaði triði av rekkum Álvs,

tá var stund til dags:

“Taka nú várir hjálmar at renna

rætt sum skyggið vaks.”

 

33 Síðstur vaknaði Ustin jall:

“Tykkum er kyndur eldur.

Vekið nú sjálvan kongin upp,

tað man tykkum fýsa heldur!

 

34 Eg veki teg, frægur Álvur kongur,

menn tínir eru í vanda,

eldur er lagdur í báðar galvar,

og stokkar fyri durum standa.

 

35 Eg veki teg, frægur Álvur kongur,

menn tínir eru í váða,

eldur er lagdur í báðar galvar,

stokkar for durum stá.”

 

36 Tí svaraði Álvur kongur,

verið hevði í leikum:

“Takið nú tygara reyðu skjøldir(!),

tær berið borgin[a] av neipum!”

 

37 Dreingir gingu í borgarkálva,

braka tók í høll,

ei mundu neipir staðið við,

hevði inni verið Bjørn.

 

38 Dreingir gingu í borgarkálva,

øllum tókti undur,

borgin brast í tógva lutir,

neipir gingu sundur.

 

39 Álvur kongur og rekkar hans,

væl mundi honum tað skína,

hann kom út á víðan vøll

við allar rekkar sínar.

 

40 So ríður hann Álvur kongur

menniliga fram,

hann høgg hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

41 Hann høgg hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir stóð hann Ásmundur kongur

við sín triðja mann.

 

42 Ásmundur gekk í grasagarð,

hann vindur skjúrtu í sveita,

hann sá sær ikki s[v]innri ráð,

enn nú er á Óðan at heita.

 

43 Ásmundur gekk í grasagarð,

tað gekk so víða av sagn,

tríggjar reisir í lúður blæs,

hann heitir á Óðans navn.

 

44 “Sjey merkur í reyðargulli

vil eg geva tær,

um enn tú, Óðin nasagrái,

*dugnað veitir mær.”

 

45 Tá kom ein maður á leikvøll fram,

hann vá við eggjateini,

eygað hevði hann eitt í heysi,

knept var brók at beini.

 

46 Tá kom ein maður á leikvøll fram,

sum eingin av teim kendi,

eygað hevði hann eitt í heysi,

knept var brók at lendi.

 

47 So ríður hann Álvur kongur

menniliga fram,

høggur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

48 Høggur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir stóð tá Óðin kongur

við sín triðja mann.

 

49 Óðin stoyttist í jørðina niður

undan brynju blá,

hann kom upp á baki hans,

og gav honum banasár.

 

50 Rekkar Álvs frá strondum ganga,

Rókur og Ringur hin prúði,

Steffan á so mangan hátt,

og Hálvdan blæs í lúður.

 

51 Ganga teir frá strondum niðan,

grumt var teim í huga,

ríva stórar eikikelvir,

teir tykjast ei váknini duga.

 

52 “Kongurin gav oss gull og silvur

og mangar ringar bjartar,

standið nú so manniliga,

og havið ikki kálvahjarta!

 

53 Kongurin gav os gull og silvur

og mangar ringar reyðar,

standið nú so manniliga

og hevnið vár harras deyða!”

 

54 So ríður hann Rókurin svarti

menniliga fram,

høggur hvønn av um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

55 Høgg hvønn av um tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir stóð tá Óðin kongur

við sín triðja mann.

 

56 Tað var hin óndi Óðin kongur,

stoyttist í jørðina niður:

“Nú gevi eg tær, Rókurin svarti,

lív og fagran sigur.”

 

57 Tað var reystur Rókurin svarti,

helt undir grønan líða:

“Tí gavst tú mær grið og frið,

tú tordi mín ikki bíða.”

 

58 So ríður hann Rókurin svarti

gjøgnum grøna lund,

hvørki gól tað eftir honum

heykur ella hund.

 

59 Eg kann ikki kvøða longur,

enn kvøðið er for meg,

Rókurin svarti hevndi Álv

í níggjunda lið.

 

            Orlov um biðum vær,

            ærligir menn,

            dans skulum vær fremla,

            er ikki dagur enn.

            Orlov um biðjum vær.

 

CCF 14 A

TSB E 58

 

Handrit: Svabos Kvart Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. I, N3. 5, p. 77.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39 s. 34.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 376.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 40

 

Heimild: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-82

 

E 58 Álvur kongur (Man killed by his father-in-law is revenged by his warriors)

cF, S: Álvur ger av at fara at vitja verfaðir sín, Ásmund kong, hóast kona hansara ávarar hann. F: Á vegnum kemur skipið í ódnarveður. F, S: Kongur býður honum at vera væl komin, men um náttina setir hann eld á húsini, sum Álvur svevur í (S: eftir ráðum Óðins). S: Álvur doyr, men menn hansara hevna hann. F: Tað eydnast Álvi og monnum hansara at bróta seg út úr húsunum, og síðani verður bardagi. Óðin er uppií, tá ið Álvur verður dripin, men menn hansara hevna hann.

á føroyskum: CCF 14 (eisini á svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017