• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Arngríms synir

 

CCF 16 Aa

TSB E 53 (ør. 1-57)

TSB E 90 (ør. 58-113)

 

1 Arngrímur eigur eina borg,

hon stendur á høgum fjalli,

ellivu eigur hann synir sær,

og tólvti er riddarin snjalli.

 

2 Ellivu eigur hann synir sær,

teir kunnu væl beita brandi,

Angantýr er ein avrekskappi

komin av Bjarnalandi.

 

3 Ellivu eigur hann synir sær,

teir kunnu væl beita knívi,

Angantýr er tann avrekskappi

komin av Bjarnalívi.

 

4 Ellivu eigur hann synir sær,

eikin undir býr,

ein er kappin undir teim,

hann eitur Angantýr.

 

5 Arngrímur og hon jalsins frú

børn eiga tey so mæt,

Hervík eitur dóttir teirra

til góðs og landa at gæta.

 

6 Hervík eitur dóttir teirra,

vil eg fyri øllum greina,

hon er sær á leikvøllum

burtur hjá øðrum sveinum.

 

7 Hon er sær á leikvøllum

burtur hjá øðrum sveinum,

hvørja stund teir reiðir vóru,

stóð eitt stríð á meini.

 

8 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær faðir at hevna

enn berja okur so stóra.”

 

9 Hon kastar vatn og herklæði,

hon lystir ei longur at leika,

so gekk hon fyri móður sína,

við reyðar kinnar og bleikar.

 

10 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

var mín faðir við váknum vigin,

ella doyði hann á strá?”

 

11 “Eg kann ikki siga tær,

mítt yndiliga sprund,

hann fell fyri Ørvaroddi

suður í Ísans lund.

 

12 Eg kann ikki siga tær,

mítt yndiliga vív,

hann fell fyri Ørvaroddi

suður í Ísans líð.”

 

13 Hon gekk fram at kistuni,

nógv hevði gull og fæ,

hon tók upp ta skjúrtuna,

hon kastar henni á knæ.

 

14 Hon tók upp ta skjúrtuna,

sum øll var í blóði drivin:

“Her mant tú síggja tey herklæði,

sum tín var faðir í vigin.”

 

15 So letur Hervík, jalsins dóttir,

sín skipini búgva,

allar letur hon streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

16 So letur Hervík, jalsins dóttir,

byggja skipin sín,

letur nú laða í bæði borð

virtur og so vín.

 

17 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

bari toppur av reyðargulli,

har skín sólin á.

 

18 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

gyltir leika veðurringar

upp í miðan ský.

 

19 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokkur,

stavnar og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

20 Millum teirra borðanna

skín so fagur litur,

sum hon Hervík, jalsins dóttir,

í lyftingini situr.

 

21 Vindur upp sín silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ísans land.

 

22 Vindur upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ísans ríki.

 

23 Tá ið hennar snekkja

kendi fagurt land,

kastar síni akkerini

á so hvítan sand.

 

24 Kastar síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrst steig Hervík, jalsins dóttir,

sínum fótum á land.

 

25 Fyrst steig Hervík, jalsins dóttir,

sínum fótum á land,

og so Hjálmar bróðir hennar

undir hennar høgru hand.

 

26 Møtti henni ein jagarsvein,

sum jagað hevði fæ:

“Hví ert tú so møðilig,

sum trøll hevði jagað teg.”

 

27 Tað var Hervík, jalsins dóttir,

sínum svørði brá,

hon kleyv henda jagarsvein

sundur í lutir tvá.

 

28 Tríggjar vóru gøturnar,

ein víkur ífrá,

Hervík er gingin á heyggin fram,

sum hennara faðir lá.

 

29 Hervík er gingin á heyggin fram,

sum hennar lá faðir í mold,

fátt var tá til ráða at taka,

kyk gekk hon á fold.

 

30 Tí svaraði Arngrímur

fyrsta orðið tá:

“Hvar eru mínir ellivu synir,

døtur ganga á?”

 

31 “Lítið er mær um ellivu brøður,

hvar ið teir skifta fæ,

Hjálmar ein av góðum gripi

higar eg hevði við mær.

 

32 Vilt tú ikki, mín sæli faðir,

brandin senda mær,

eg skal eld í heyggin leggja

brenna yvir tær.”

 

33 Ikki vildi Arngrímur

heyggin lata bróta,

báðar sínar hendur um Tirvin treiv,

hann bað sína dóttur njóta.

 

34 Hann fekk henni svørðið tað,

mikið var tað vert,

tað var átjan alin langt,

í eitri var tað hert.

 

35 Hann fekk henni svørðið tað,

nú er um tað at kvøða,

hvør sum skeinu av tí fekk,

eingin man tað grøða.

 

36 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hon sítt skinn,

og so búgvin gongur hon

í høgar hallir inn.

 

37 Og so búgvin gongur hon

í høgar hallir inn,

sum Ørvaroddur á borði sat

við *manna hundrað fimm.

 

38 “Ver vælkomin, Hervík,

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar

mjøðin ella vín.”

 

39 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálv væl minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.

 

40 Lítið er mær um mjøðin tín

hálv væl minni um bjór,

onnur hevði eg ørindini,

tá ið eg heiman fór.

 

41 Tí kom eg á Upplondum,

býðst tær ei við frið,

statt upp reysti Ørvaroddur

brynja út alt títt lið!”

 

42 Tað var árla um morgunin,

roðaði fyri sól,

tá hevði reysti Ørvaroddur

brynjað út hundrað tólv.

 

43 Tá hevði reystur Ørvaroddur

brynjað út hundrað tólv.

Tað var Hervík, jalsins dóttir,

reið teim ein ímót.

 

44 Tað var Hervík, jalsins dóttir,

í víggi tá hon stendur,

sparir hon ei sín gylta lúður,

hon vegur á báðar hendur.

 

45 Ríður Hervík, jalsins dóttir,

lystiliga fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

móti henni rann.

 

46 Klývur hvønn um tvørar herðar,

móti henni rann,

eftir stendur Ørvaroddur

við sín triðja mann.

 

47 Kongurin er kropin

undir borgarlið:

“Mín kera Hervík,

gev mær grið.”

 

48 “Slíkan skalt tú griðin

av mær fá,

sum tú lætst mín sæla faðir

við sínum lívi ná.

 

49 Slíkan skalt tú griðin

av mær tiggja,

sum tú lætst mín sæla faðir

við sínum lívi byggja.”

 

50 Tað var Hervík, jalsins dóttir,

sínum svørði brá,

hon kleyv reystan Ørvarodd

sundur í lutir tvá.

 

51 Hon kleyv reystan Ørvarodd

sundur í lutir tvá,

allar hansar herkempur

tær legði hon omaná.

 

52 So ríður Hervík, jalsins dóttir,

innan grønan lund,

hvørki gól har eftir henni

heykur ella hund.

 

53 Vindur upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Uppland.

 

54 Tá ið hennar snekkja

kendi fagurt land,

kastar síni akkerini

á so hvítan sand.

 

55 Kastar síni akkerini

á so hvítan sand,

tá var Angantýr, bróðir hennar,

riðin niður til strand.

 

56 Hon fekk honum svørðið tað,

mikið var tað vert,

tað var átjan alin langt,

í eitri var tað hert.

 

57 Hon fekk honum svørðið tað,

nú er um tað at kvøða,

hvør sum skeinu av tí fekk,

eingin man tað grøða.

 

58 Angantýr situr í hásæti,

hann talar við sínar dreingir:

“Hvar vitum tær mín javnlíka,

tað havi eg hugsað leingi?”

 

59 Allir droyptu høvdið niður,

eingin tordi tala,

uttan Hjálmar, bróðir hans,

betur hevði tagað.

 

60 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

hoyrt havi eg, at Uppsalands kongur

væna dóttur ár.

 

61 Uppsalands kongur dóttur eigur,

von er hon sum sól,

so er at líta á jomfrúlit,

sum døggin drívur á snjó.

 

62 Uppsalands kongur dóttur eigur,

hana hava menn við orði,

hennara stólur av gulli gjørdur

framman for kongins borð.”

 

63 “Er hon seg so eigilig,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

standist hvat av ið má.

 

64 Tað man vera so long ein leið

yvir boðar og bylgjur,

Hoyr tað Hjálmar, bróðir mín,

til Uppsaland skalt tú mær fylgja.

 

65 Tí svaraði Hjálmar kappi

í fyrsta orði tá:

“Eg eri so fegin at fylgja tær

sum fuglin til *villinibráð.”

 

66 So letur hann Angantýr

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

67 So letur hann Angantýr

byggja skipum sín,

letur laða í bæði borð

virtur og so vín.

 

68 Vindur upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Uppsaland.

 

69 Tá ið hansar snekkja

kendi fagurt land,

kastar síni akkerini

á so hvítan sand.

 

70 Kastar síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrstur steig Angantýr

sínum fótum á land.

 

71 Fyrstur stígur Angantýr

sínum fótum á land,

og so Hjálmar, bróðir hans,

undir hans høgru hand.

 

72 Og so Hjálmar, bróðir hans,

undir hans høgru hand,

tað var mær av sanni sagt,

hann sakk til kníggja í sand.

 

73 Ganga teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

74 Gingu teir frá strondum niðan,

skarlak vóru klæddir,

reyðargullhjálmar á høvdi bóru,

teir vóru á ongum ræddir.

 

75 Uppi í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

76 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Uppsalands kongur á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

77 Hjálmar gekk í hallina inn

við silkikneptari húgvu,

kinnin er reyð sum hummarklógv,

eygað sum í dúgvu.

 

78 Angantýr gongur í hallina inn

forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

79 Angantýr stendur á hallargólvi

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl reystur Uppsalands kongur

gev mær dóttur tína.”

 

80 Tí svaraði Hjálmar kappi,

fyri breiða borði gekk.

“Kongurin gev mær dóttur tína,

báði er hon von og tekk.”

 

81 Tí svaraði Hjálmar kappi,

fyribreiða borði situr:

“Kongurin gev mær tína dóttur,

báði er hon von og vitug.”

 

82 Leingi tagdi Uppsalands kongur

hugsaði um tann vanda,

hvat hann vildi teim garpum svara

fyri breiða borði standa.

 

83 Tá svaraði Uppsalands kongur

bæði av ilsku og bræði:

“Frúgvin skal ganga í hallina inn

og sjálv fyri seg at svara.”

 

84 Frúgvin varð bæði studd og leidd,

inn í hallina gekk,

Hjálmar sat í hásæti,

hann ymsar litir fekk.

 

85 “Takk havi mín sæli faðir,

ið mær andsvar gav,

Hjálmar kappa av Upplondum

hann kjósi eg mær.

 

86 Ikki vil eg eiga Angantýr,

hann er so leitt eitt trøll,

so er faðir, so er móðir,

so er slektin øll.”

 

87 “Tað sær eg á tær, Hjálmar kappi,

tú manst ognast sprund,

kom á hólm og barst við meg

eina so lítla stund.”

 

88 Tí svaraði hjálmar kappi:

“Vær fáa eitt annað sinn,

eg skal fara mót Angantýr,

og tú mót Arngríms synum.

 

89 Vær skuljum okur Angantýr

við harðari gongu gnýggja,

frættir tað frúgvin Ingibjørg,

at eg man undan støkka.”

 

90 Vær skuljum okur Angantýr

við harðari gongu røkka,

frættir tað frúgvin Ingibjørg,

at eg man undan støkka.”

 

91 Tí svaraði Oddur ungi,

hann hyggur niður for seg:

“Fert tú teg mót Angantýr,

deyðan kjósar tú teg.”

 

92 Allir ríða Arngríms synir

niðan við einari á,

teir hvessa sínar skildrareimar,

'trilvi' hvør ið má.

 

93 Allir ríða Arngríms synir

eftir grønum vølli,

hoyrast mátti langa leið,

hvussu oddar í gróti gjøllu.

 

94 Allir ríða Arngríms synir,

grumt var teim í huga,

rivu upp stóru eikikelvi,

hildu ikki váknini duga.

 

95 Allir ríða Arngríms synir

(niðan við einari á).

“Nú skal Oddur lívið lúta,

Hjálmar er ikki hjá.”

 

96 Oddur reið mót Arngríms synum,

royndi góðar gripir,

hann sló allar ellivu brøður

niður við eina sipan.

 

97 Angantýr og Hjálmar kappi

bardu á oynni niður,

allir eru teirra menn

deyðir av skipaliði.

 

98 Niður sleri hann Angantýr,

niður á sín fót:

“Hjálmar, gev mær drekka í dag,

tað er dreingja bót.”

 

99 Niður sló hann Angantýr,

niður for sína føtur:

“Hjálmar, gev mær drekka í dag,

tað er dreingja bøtur.”

 

100 “Gjarna gevi eg tær drekka

út av mínum runni,

hoyr tað Angantýr, bróðir mín,

í dag havi eg teg vunnið.”

 

101 Hornið helt hann fyri hann,

tann hin ríki Álvur,

hitt var tað hin heidni hundur,

hann stakk hann undir hjálmin.

 

102 Tað var ungi Hjálmar kappi

sínum svørði brá,

hann kleyv Angantýr, bróður sín,

sundur í lutir tvá.

 

103 Oddur kom seg so síðla heim,

ríðandi fram við strand,

hann sá hvar ið Hjálmar sat

við eiturblásin and.

 

104 Oddur kom seg so síðla á dag,

sum Hjálmar sat undir steini:

“Hví ert tú so følin sum bast,

hvat er tær, seggur, á meini?”

 

105 “Hann spretti míni brynjuna,

hann spilti mítt holdið hvíta,

eitur var í svørðinum,

í hjarta man meg níta.”

 

106 “Tú drístaði teg á brynjuna,

ið gjørd var út av stál,

her standi eg í skjúrtu míni,

ikki havi eg fingið sár.

 

107 Tú drístaði teg á brynjuna,

gjørd var av silvur reina,

her standi eg í skjúrtu míni,

ikki havi eg fingið skein.

 

108 Tú drístaði teg á brynjuna

gjørd var av silvur hvíta,

her standi eg í skjúrtu míni,

ei mátti brand á bíta.

 

109 Tí svarað Hjálmar kappi,

fyrsta orðið tá:

“Hoyr tú tað nú, Oddur ungi,

flyt meg hiðan frá.”

 

110 Tí svaraði Oddur ungi,

hann leit seg upp mót skarð:

“Hoyr tú tað nú, Hjálmar kappi,

nú fór sum meg varði.”

 

111 Reyðan ring av armi dró,

tá hann kundi at tala,

sendi frúnni Ingibjørg,

hann bað hana liva sæla.

 

112 Reyðan ring av armi dró,

tá hann fleyt í blóði,

sendi frúnni Ingibjørg

tí hitt væna flóði.

 

113 Hon sprakk av harmi eftir hann,

tann hin ríka frú,

svøri tann eið á mína trú,

tað hendi ongan nú.

 

CCF 16 Aa

TSB E 53 (ør. 1-57)

TSB E 90 (ør. 58-113)

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (1781-82) Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 9, p. 123.

 

Útgávur:

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter (1937-39) s. 462.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 402.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 107

 

Heimild: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-1782.

 

 

 

E 53 Arngríms synir (Daughter revenges father’s death with his own sword)

Arngrímur eigur ellivu synir og eina dóttur, Hervík. Hon frættir, at Ørvaroddur hevur dripið faðir hennara í Ísanslund, og siglir hagar (frábr. A: við beiggjanum Hjálmari).

Hon fer til grøv faðir síns og fær hann at geva sær svørðið Tyrving. Hon heldur av stað at hitta Ørvarodd og drepur hann og allar menn hansara. Hon fer aftur til Upplands (frábr. A: har hon gevur beiggjanum Angantýri svørðið).

á føroyskum: CCF 16 A ør. 1-57, B ør. 60-95 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017